mikudagur 14. juni 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 14. juni 2006
7
Í kanningini, sum Ugebrevet
A4 hevur staðið fyri, vísir
tað seg, at útbúgvingar
sum tannrøktari, bankafólk
ella laborantur hava hægri
status millum fólk enn
t.d. lærari, pedagogur ella
sosialráðgevari.
Hetta
órógvar politikarar og
serfrøðingar, tí tað er ikki bara
ein trupulleiki fyri einstaka
læraran, pedagogin ella
heimarøktaran, men eisini
ein samfelagstrupulleiki,
av tí, at tað kann gerast
trupult at útvega nýggj fólk
til hesi størvini. Tørvur
er á arbeiðsmegi í nevndu
vinnum frammanundan
og triðja hvørt alment
starvsfólk er farið um tey
50. Útrokningar benda á, at
220.000 fólk fara at vanta í
almennum størvum yvir tey
næstu 10 árini.
Lærarar lægst í metum
Á heimasíðuni hjá Javn
støðunevndini, www.javn
ratt.fo, stendur, at tað vísir
seg, at sjúkrasystrar kortini
hava rímiliga høgan status,
sum enntá er hækkandi.
Sambært sjúkrasystrunum
sjálvum kemst hetta av, at
tær í nógv ár hava satsað
miðvíst uppá at hækka pro
fessionalismuna, og at tær
eru sjónligar og aggressivar
í almenna kjakinum. Ring
ast stendur til hjá lærar
unum har 56% halda, at
lærararnir hava mist pre
stigu seinastu árini.
Virðingin skal
koma úr erva
Formaðurin í danska peda
gogfelagnum, BUPL, Hen
ning Pedersen, sigur, at ein
greiður samanhangur er
millum lágu prestiguna og
at versnaðu umstøðurnar
innan starvsøkini seinastu
árini.
»Vit mugu staðfesta, at
okkara starvsøki ikki hevur
verið raðfest í samfelagnum.
Hetta kemur serliga til
sjóndar í lønarlagnum og í
arbeiðsumstøðunum sum
heild,« sigur Henning
Pedersen.
Og hann øvundar sjúkra
systrarnar, sum hóast lága
løn og kritiskt fokus á
sjúkrahúsunum, njóta miðal,
høga ella sera høga prestigu
hjá 87 prosent av fólkinum
– og omaná alt er virðingin
hækkandi.
Í BUPL arbeiða tey
miðvíst við at bøta um
fakliga profilin, men í roynd
og veru meinar formaðurin,
at virðingin fyri pedagogum
og hinum starvsbólkunum,
sum arbeiða innan umsorg
anarøkið, skal koma úr
erva.
»So leingi sum virðingin
fyri umsorganarøkinum
ikki verður raðfest hægri,
fer økið at hava lága prestigu.
Og so leingi, sum tey eru
lágt í metum, er ongin áhugi
fyri teimum politiskt. Og tá
er torført at ímynda sær, at
tað ber til at betra um
góðskuna og at menna
vælferðarskipanirnar,« sigur
Henning Pedersen.
Vánaligastu skoðsmálini
fáa skúlalærarar og kunnu
teir eisini vænta sær størstu
minkingina í virðing. Ein
meiriluti á 56 prosent av
fólkinum heldur, at lærarar
hava mist prestigu seinastu
árini. Men tað kunnu lær
ararnir gera nógv fyri at
bøta um, heldur formaðurin
fyri løn- og starvsfólka
nevndirnar hjá kommu
nunum, Mads Lebech (K):
»Eg ivist ikki í at skúla
lærarar fáa hægri virðing,
um fólkið kennir á sær, at
teir geva tað, sum verður
væntað av teimum: Hægri
fakligt støði og betri PISA-
úrslit. Vit skulu eisini gera
nakað við arbeiðstíðina hjá
fólkaskúlalærarum og gera
starvið meira liðiligt, so
lærarar fáa fleiri pulstímar,«
sigur hann.
Vælferðastørv missa prestigu
Meðan fólkið rópar eftir meira og betri vælferð, eru tey, sum veita hesar
tænasturnar, lágt í metum. Tað vísir ein donsk kanning av prestiguni
hjá pedagogum, lærarum, røktarum og sosialráðgevarum.
Í harðari kapping við góð
veðrið og onkra hissini
fótbóltskapping í sjón
varpinum, bjóðaði Føroya
Pedagogfelag til fundar í
Miðlahúsinum týskvøldið,
har nýggja Barnaverndar
lógin var til viðgerðar. Til
musikalsku tónarnar frá
Brandi Enni og Heiðrunn
Petersen varð fundurin
spældur í gongd, og nærum
fullsetti salurin lat oyrini
upp fyri tyngjandi, men
neyðuga evninum: At starv
ast við børnum og at noyð
ast at boða frá, tá eitt barn
ikki trívist.
Tað vóru tær báðar Birita
Rubekk Nielsen, sum er
løgfrøðingur hjá umboðs
manninum og Anna Dam,
leiðari fyri nýstovnaðu
barnaverndarstovuna, sum
kommunurnar hava sett á
stovn, ið greiddu pedagog
um og øðrum áhugaðum
frá um nýggju barnavernd
arlógina.
Lagt varð fyri við, at
Birita greiddi frá um
nýggju lógina, har enda
málið er at hjálpa barninum
og ikki at verja foreldra
rættin. Hetta hevur grund
leggjandi týdning í barna
verndararbeiðinum,
og
hevur mangan verið trætu
málið, tá barnaverndarlógir
skulu gerast av nýggjum.
Tænasta til familjurnar
Høvuðsboðskapurin
á
fundinum var, at fólk, sum
arbeiða við børnum, hava
skyldu til at boða frá um
tey varnast eitthvørt ill
grunasamt, og at fráboðan
arskyldan kemur fram um
tagnarskylduna.
– Hetta er líka so neyðugt,
sum tað er torført, vóru
boðini frá Onnu Dam, sum
tíverri mátti staðfesta, at
pedagogar koma við færri
fráboðanum enn lærarar,
hóast teir hava nógv tættari
samband við børnini og
betur samstarv við fam
iljurnar. Samstundis varð
staðfest, at tað hevur týdn
ing, at fakfólkini seta seg í
samband við foreldrini, um
tey hava illgruna um van
røkt ella mistrivnað, so tey
kunnu geva eina frá
greiðing, og annars verða
kunnað um, at ætlanir eru
um at senda eina fráboðan
til
Barnaverndartænast
una.
– Sum við øllum øðrum
lívsins viðurskiftum, hava
fólk tað best við at verða
spurd beinleiðis, í staðin
fyri at farið verður afturum
ryggin á teimum, segði
Anna Dam. Og hon vísti á,
at foreldur, sum ikki vita,
hvør hevur boða frá brúka
alla orkuna til at hugsa um,
hvør hevur boða frá, í
staðin fyri at viðurkenna
trupulleikan og samstarva
um at hjálpa barninum.
- Tað hevur týdning fyri
okkum at fólk vita, at vit
eru her fyri at hjálpa og
ikki at revsa, segði Anna
Dam, sum vísti á, at hetta
eitt nú er orsøkin til, at tey
hava valt heitið Barna
verndartænastan, so fólk
kenna tað sum eina tæn
astu. Og hon greiddi frá, at
tey næstan altíð finna eina
fyriskipan,
sum
kann
hjálpa familjuni, ið er
komin illa fyri í eitt
tíðarskeið, uttan at familjan
noyðist at skiljast sundur.
Samstundis staðfesti hon,
at tað er ómetaliga sjáldan,
at børn verða sett heiman
med alla, og at hetta bert
kemur fyri, tá mett verður,
at absolutt ongin møguleiki
er fyri at betra um for
eldraførleikan. Eitt nú tá
talan er um rúsevnismis
nýtarar, sum ikki hjálpast
ella menningartarnað for
eldur.
Pedagogar boða ov sjáldan frá, tá illgruni er um mistrivnað.
– Hóast tað er torført, er tað neyðugt, vóru boðini á fundi um nýggju
Sigið frá um vanrøkt
av hjá børnum
Barnavernd
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tað hevur týdning fyri okkum at fólk vita, at vit eru her
fyri at hjálpa og ikki at revsa, segði Anna Dam, leiðari fyri
Barnaverndarstovu Føroyar.
Arbeiðsmarknaður
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Lærarar, sosialráðgevar,
pedagogar og onnur,
sum arbeiða innan
vælferðarøkið eru lágt
í metum millum danir.