Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 112 - 14. juni 2006 UTTAN ÚR HEIMI Stutt sagt Í Noregi hevur bakmans­ pol­­itiið lagt sak ímóti flog­ felagnum SAS, sum er skuldsett fyri ídnaðar­njósn­ ing. Bakmanspolitiið vil vera við, at starvsfólk hjá SAS høvdu sníkt seg inn í telduskipanina hjá norska flogfelagnum Norwegian, og at SAS síðani hevði lagt sínar ferðaætlanir og prísir út frá teimum upplýsingunum. Norska kappingarráðið sigur seg eisini hava funnið skjøl, sum vísa, at SAS hevði atgongd til telduskipanina hjá Norwegian. Málið hevur verið til kanningar í seinastuni, og í gjár gjørdi bakmanspolitiið av at stevna SAS fyri ídnaðarnjósning. Í Norwegian hava tey rokn­að seg fram til, at fel­ agið kann hava mist meiri enn 110 mill iónir krónur í beinleiðis inntøkum og mistum marknaðarparti, tí kappingarneytin hevði sníkt seg inn í felagsins telduskipan. Avgerðin hjá leikstjóranum Matthew Hobbs at gera ein film um gíslatøkuna í skúlanum í russiska býn­ um Beslan hevur møtt harð­ari mótstøðu, tí fleiri halda, at tað er ikki rætt at gera filmin minni enn tvey ár eftir tann syrgiliga tilburðin. Hann eigur at bíða til seinni, siga tey atfinningarsomu. Men tað heldur Matthew Hobbs ikki. Hann viðgongur, at hann drálaði leingi við at fara undir ætlanina, hann heldur kortini, at bæði al­menningurin og fjøl­miðl­ arnir fara at góðtaka filmin, tí sum leikstjóri hevur hann lagt dent á at handfara evnið við kenslu og virðing, sigur hann. Tað var tann 1. september í 2004, at vápnaðir yvir­ gangs­menn tóku fleiri hundr­að børn, foreldur og lærarar gíslar í einum skúla í Beslan. Russiski herurin gjørdi av at leypa á, og úrslitið varð, at 344 fólk doyðu. Av teimum vóru 186 børn. Herfyri bleiv tann einasti yvirgangsmaðurin, sum slapp frá álopinum á lívi, dømdur lívlanga fongsulsrevsing. Tað er nú greitt, at fremsti ráðgevin hjá George W. Bush, forseta, Karl Rove, verður ikki ákærdur fyri at hava avdúkað navnið á einum loyniligum agenti hjá fregnartænastuni CIA. Karl Rove, sum er av norskari ætt, hevur verið til avhoyringar fimm ferðir. Myndugleikarnir vildu hava at vita, um tað var hann, sum avdúkaði, at Valery Plane var loyniligur agentur hjá CIA. Hildið verður, at hon bleiv avdúkað sum hevnd fyri, at maður hennara aftan á eina ferð í afrikanska landinum Niger avsannaði, at Saddam Hussein hevði roynt at keypa uran haðani. Tað var stutt aftan á hesa ferðina, at tíðarritið Time skrivaði, at Valery Plane í veruleikanum arbeiddi fyri CIA. Undir avhoyringunum hevur Karl Rove játtað, at hann tosaði við blaðmannin, sum skrivaði greinina í Time, men at hann ikki avdúkaði, hvat Valery Plane veruliga tókst við. Eftir einari lóg frá 1982 er tað revsivert at avdúka agentar hjá CIA. Franska stjórnin kunngjørdi í gjár, at hon hevði sett tilbúgvingarskipanina í verk í 15 økjum har suðuri í landinum orsakað av turki. Tað hevur verið sera heitt í Fraklandi í seinastuni. Nógvastaðni og serliga har suðuri í landinum hevur hitin ligið oman fyri 30 stig hvønn dag, og nógvastaðni hevur tað ikki regnað í longri tíð. Veðurmenninir siga, at tann nógvi hitin fer at halda sær all a vikuna, og at eingi útlit eru fyri regni. Tann nógvi hitin er heldur ikki vandaleysur, og heilsumálaráðið í París hevur heitt á tey gomlu og veiku um at drekka nóg mikið av vatni, so leingi tað er so heitt. Fyri trimum árum síðani varð Frakland rakt av drúgvum turki og nógvum hita, og sjálvt um tað franska heilsuverkið verður roknað sum eitt av teimum bestu í heiminum, kravdi tann nógvi hitin næstan 15.000 mannalív. Hiti og turkur í Fraklandi Sleppur undan ákæru Rætt at gera film um Beslan SAS lagt undir njósning Norski ríkmaðurin Kjell Inge Røkke hevur mist meiri enn fimm milliardir krónur tann seinasta mánaðin. Partabrøv Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann seinasta mánaðin er partabrævavirðið fall ið um all an heimin, og tað hevur kostað nógvum av teimum stóru íleggjarunum nógv. Ein uppgerð hjá norska blaðnum Aftenposten vísir, at har hevur kursfall ið kostað trimum av trimum av teimum fremstu vinnulívsmonnunum næstan 16 mill iardir krónur. Meinast raktur er tann kendi vinnulívsmaðurin Kjell Inge Røkke. Tann 11. mai var eitt partabræv í fyritøku hansara, Aker, 376 krónur vert, men í gjár var virðið komið niður á 260 krónur. Sjálvur eigur Røkke tveir triðingar av partapeninginum í fyritøkuni, og tað merkir, at hann hevur mist virði fyri 5,6 mill iardir krónur síðani 11. mai. Í krónum er tað kortini reiðarin John Fredriksen, sum hevur mist mest. Tann 11. mai var fyritøka hansara góðar 31 mill iardir krónur verd, men í gjár bara 23,5, so hann hevur mist 7,9 mill iardir krónur. Tann triði, sum Aften­ post­en nevnir, er Stein Erik Hagen. Hann er høvuðs­ eigari í stórfyritøkuni Orkla, og hansara partur av partapeninginum er 2,4 mill iardir krónur minni verdur nú enn fyri einum mánað síðani. Har norðuri í USA og Kanada eru ísbjarnir farnar at eta hvør aðra Umhvørvi Árni Joensen fartekst@mail.dk Granskarar, sum halda eyga við ísbjarnunum har norðuri í Alaska og Kanada, hava varnast, at bjarnirnar eru farnar at eta hvør aðra. – Hetta er fyrstu ferð, at vit hava sæð hetta tey 24 árini, vit hava hildið eygað við ísbjarnunum í Alaska, siga teir amerikonsku gransk­ar­ arnir. Tað sama siga ­ teirra kanadisku starvsfelagar, sum hava fylgt við ísbjarnunum í Norðurkanada í meiri enn 30 ár. Granskararnir siga, at kall­­bjarnir kunnu drepa hvør aðra í bardaga um eina kvenn­bjørn, men teir hava ong­antíð sæð, at ein bjørn hevur dripið eina aðra og etið hana. Men síðani 2004 hava teir sæð fýra tilburðir, har ein bjørn hevur dripið eina aðra og síðani etið hana. Í tí eina før­inum leyp ein kall bjørn á eina kvennbjørn, sum júst hevði lagt. Kall bjørnin drap kvennbjørnina og át hana, men ikki hvølparnar, sum kort­ini doyðu. Amerikonsku og kanad­ isku granskararnir eru ikki í iva um, hví ísbjarnir eru farnar at eta hvør aðra. Veð­ur­ lagsbroytingarnar hava havt við sær, at ísurin á hav­leið­ unum við Alaska og Norð­ urkanada er minkaður nógv tey seinastu árini, og tað ger tað trupult hjá ís­bjarnunum at finna føði, tí vanliga liva tær av kópi, sum tær taka á ísinum. Amerikanskir um­­hvørv­ is­verndar­felags­skap­ir hava leingi hildið uppá, at tann minkandi ís­ur­in í póløkinum fer at hava við sær, at ísbjørnin fer at doyggja út innan aldar­ skiftið. Palestinar halda uppá, at tað var ein ísraelsk bumba, sum kostaði einari heilari palestinskari familju lívið í síðstu viku. Bumban brast á strondini í Gaza-geiranum undir einum ísraelskum álopi, men ísraelski herurin sigur, at álopið var liðugt, tá bumban brast. Myndin er frá jarðarferðini í Gaza, har fólk kravdu hevnd. Øll familjan doyði Kursfallið kostar Broytingar í veðurlagnum fáa ísbjarnir at eta hvør aðra