Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 14. juni 2006 9 Thor Chaser nýmálaður á Klaksvíkar Sleipistøð – Nú vit hava fingið fast samband við meginøkið, er einki til hindurs hjá okkum at arbeiða umborð á skipum, sum liggja aðrastaðni enn í Norðoyggjum, sigur fíggjarleiðarin á Klaksvíkar Sleipistøð, Finnur Jacobsen Eitt av skipunum hjá reiða­ rínum Thor í Hósvík, Thor Chaser, sum hevur sítt virk­ semi í oljuvinnuni, stendur í hesum døgum á bedingini hjá Klaksvíkar Sleipistøð. Aksilin skal úr skipinum, og ætlandi skulu skrúvubløð eisini skiftast. Skipið er annars til vanligt viðlíka­ hald, har tað er málað uttan- og innanborða. Bedingin á Kósaskáki­ num, sum staðið norður ímóti Kósavirkinum verður rópt, kann taka skip upp á vognin, sum í mesta lagi viga 800 tons. Finnur Jacobsen, sum er fíggjarleiðari á Klaksvíkar Sleipistøð, sigur, at Thor Chaser er millum tey størru skipini, sum teir hava havt uppi á bedingini. – Vit hava eisini havt ídnaðarskipið, Bettinu, uppi, og tá brakaði eitt sindur í bedingini, sum hann tekur til. Tað hendi tó einki við gomlu bedingini, sum hevur sín uppruna heilt aftur til 1928. Øll línuskipini Finnur sigur, at línuskipini í Klaksvík eru ikki størri enn tað, at tey øll kunnu takast upp á bedingina. – Jákup B er eitt sindur longri enn hinir bátarnir, men hann er heldur eingin trupulleiki. Fíggjarleiðarin sigur, at flestu línubátarnir, sum eru heimahoyrandi í økinum, javnan verða tiknir upp á Klaksvíkar Sleipistøð til botnreinsingar, máling og skift av sinki. Í Klaksvík liggja tvær bedinginar lið um lið, men tann innara, Klaksvíkar Skipasmiðja, er nógv minni enn hin ytra. – Her norðuri verður Klaks­víkar Sleipistøð van­ liga rópt bedingin, meðan hin verður rópt lítla beding, sigur Finnur. Á Klaksvíkar Sleipistøð arbeiða einir 20-25 mans, harav nógv teir flestu eru maskinarbeiðarar og taka sær av maskinumvælingum og umvælingum av spølum og øðrum. Mest maskinarbeiði – Vit gera bæði stál-og timburarbeiði, og hóast seinasti skipstimbrarin var útlærdur á Klaksvíkar Sleipi­støð einaferð í seksti­ árunum, eru kortini einir tveir skipstimbrarar fram­ vegis í arbeiði á bedingini, sigur Finnur Jacobsen. Umframt arbeiði, sum gjørt verður, meðan skipini standa á bedingini, arbeiða menninir eisini umborð á skipum, sum liggja við bryggju. – Vit hava verið nógv umborð á skipunum her norðuri, og vit hava eisini verið umborð á skipum hiðani úr økinum, sum hava ligið aðrastaðni enn í Norð­ oyggjum. Finnur Jacobsen sigur, at menn hjá Klaksvíkar Sleipi­ støð enntá hava verið um­ borð á trol- og nóta­skip­ inum, Norðborg, meðan skipið hevur ligið í Íslandi. Betraðir møguleikar – Nú vit hava fingið fast samband við meginøkið, er einki til hindurs hjá okkum at arbeiða umborð á skipum, sum liggja aðrastaðni enn í Norðoyggjum, sigur fíggj­ arleiðarin á Klaksvíkar Sleipi­støð. Finnur Jacobsen heldur, at eitt ávíst pontentiali ligg­ ur í, at fast samband nú er um Leirvíksfjørð. Thor Chaser er millum tey størru skipini, sum Klaksvíkar Sleipistøð hevur havt uppi á bedingini Mynd: Vilmund Jacobsen Handverksvinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Klaksvíkar Sleipistøð: Ein søgulig beding á Kósaskákinum Í Klaksvík vóru eingir møgu­leikar at taka skip upp, fyrr enn Kjølbro- fyritøkan saman við Dáva í Gerðum sá, at her mátti vend koma í. Hetta var í teirri tíðini, tá ið trímastraðu skonnartirnar byrjaðu at koma. Finnur Jacobsen, sum er fíggjarleiðari á Klaksvíkar Sleipistøð, veit at siga, at Kjølbro og Dávur í Gerðum í sínari tíð keypti eina brúkta beding, sum var tikin niður í Svøríki. Eigaraviðurskiftini mill­ um Kjølbro og Dáva í Gerð­ um vóru, at Kjølbro átti 2/3 og Dávur 1/3. – Hetta er sama beding, sum vit hava í dag. Í stórum er hon óbroytt, men við tíðini eru ymiskar betringar framdar. Hann vísir á, at stoypt er uppundir skinnararnar av nýggjum, og skinnarar eru skiftir. – Men prinsippið við bedingini og arbeiðshátturin er hin sami sum í sínari tíð, sigur hann. Á húsagang Í nógv ár var Kjølbro ein stór samlað fyritøka, men í 1988 vórðu partar av fyri­ tøkuni skipað sum dóttir­ feløg. Millum hesi feløg var eisini bedingin. – Eins og mangt annað vinnuligt virksemi, megnaði bedingin ikki at hóra undan kreppuni fyrst í nítiárunum og fór á húsagang. Finnur sigur, at við árs­ enda í 1994 keyptu 17 av teimum, sum áður høvdu arbeitt á bedingini, fyri­ tøkuna frá Ny Kredit. 13 eigarar í dag – Endamálið við keypinum var at endurskapa okkum arbeiðsplássið, sum var farið á húsagang og lá við ongum virksmi. Finnur Jacobsen sigur, at eingin nýggjur parteigari er komin upp í felagið hesi árini síðan keypið, men onkur er farin burtur úr. Í dag eru teir 13, sum eiga Klaksvíkar Sleipistøð. Handverksvinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Bedingin á Kósa­ skáki­num í Klaksvík, Klaksvíkar Sleipistøð, hevur sín uppruna heilt aftur til 1928. Tað var Kjølbro, sum legði lunnar undir hesa beding, sum upprunaliga varð keypt brúkt úr Svøríki - Endamálið við keypinum av bedingini í 1994 var at endurskapa okkum arbeiðsplássið, sum var farið á húsagang og lá við ongum virksmi, sigur Finnur Jacobsen, fíggjarleiðari á Klaksvíkar Sleipistøð Mynd: Vilmund Jacobsen