Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 112 - 14. juni 2006 - Eg síggi stórar møguleikar á føroyska landgrunninum, so hóast hetta er bæði váðiligt og kostnaðarmikið, raðfesta vit leiting við Føroyar høgt. Hetta sigur ovasti stjórin hjá norsku risafyritøkuni Statoil í samrøðu við blaðið í dag. Hetta er ikki ein og hvør í vinnuligum høpi, ið úttalar seg um eina møguliga framtíðar føroyska oljuvinnu. Statoil er størsta fyritøkan í einum av heimsins ríkastu londum, Noregi. Men hví skulu vit leggja so stóran dent á júst orðini hjá einum ”fremmandum” um okkara egnu framtíð! Tað eiga vit út frá teirri sannroynd, at norska oljufelagið nettupp í hesum árinum hevur raðfest Føroyaøkið so høgt. Brunnurin, sum Statoil borar saman við øðrum feløgum, er ein av teimum fimm brunnunum, sum fyritøkan hevur valt at standa á odda fyri í heimshøpi. Hinir eru í Venezuela og Algier. Hóast vit eiga at læra av tí ovurstóra bjartskygninum, sum var til oljufund í ”Gullhorninum” herfyri, eiga vit á ongan hátt at undirmeta komandi brunnar, ið verða borðaðir inni á basaltøkjum á landgrunninum. Basaltið er ein stór og nýggj avbjóðing. Undir basaltinum kunnu liggja fjaldar olju- og gassgoymslur, og tað er so heldur einki dulsmál, at oljufeløg, sum halda at tíðirnar við stórum fundum á bretskum og norskum øki eru farnar, síggja Føroyaøkið sum ein nýggjan møguleika til nettupp at gera stór fund. Í sama viðfangi harmast umboð fyri føroyskt vinnulív í serblaðnum vit geva út í dag um, at føroyskar fyritøkur hava fingið alt ov lítið burtur úr og staðfesta, at verður eitt fund gjørt í summar, er føroyska vinnan als ikki fyrireikað til hesa avbjóðing. Hesum vísa umboð fyri oljuvinnuna lutvíst aftur og siga, at bjartskygnið fyri tað fyrsta var ov stórt, tá farið varð at bora, og at tað eisini er avmarkað, hvat ein heimlig vinna kann fáa burtur úr einum virksemi, ið bert er nakrar fáar mánaðir um árið. Somuleiðis verður sagt, at hetta kann alt broytast, tá verulig fund eru gjørd, og vit fara undir eina framleiðslu. Tað finnast sannleikar í báðum hesum útsøgnum. Men kanska vit eiga at geva orðunum hjá menningarstjóranum serstakan gætur. Hann sigur, at vónirnar til olju her hjá okkum hava gjørt, at mangir ungir føroyingar hava valt at útbúgva seg innan hesa vinnu. So hóast eingin olja enn er funnin, so geva vónirnar til eina framtíðar oljuvinnu einum parti av uppvaksandi ættarliðnum íblástur til at útbúgva seg á tí sera stóra og fjølbroytta kolvetnisøkinum. Hesi fólkini hava so møguleikar at starvast í útlendsku oljuvinnuni og her fáa sær royndir og vitan, sum tey so aftur kunnu taka við sær heimaftur til Føroya, tá henda nýggja vinna vónandi einaferð gerst veruleiki her. Oljutingið, sum verður í kvøld, fer at umrøða nakrar av hesum spurningum, her serstakliga boringina í summar. Og um góðar tveir mánaðir, tá borað verður niður gjøgnum føroyska basaltið fyri fyrstu ferð, verður altjóða oljumessa í Stavanger, har eisini føroyskar fyritøku luttaka. Eisini tann luttøkan er ein týðandi partur í royndunum og ynskjunum hjá føroyingum at leggja lunnar undir eina framtíðar kol­ vetnis­vinnu her á landi. DAGSINS MEINING Sosialurin Oljuvinna og møguleikar VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Sum Anfinn Kallsberg segðí í Útvarpinum, so fer Fólkaflokkurin undir ongum umstøðum at góðtaka uppskotið hjá formanninum í Sambandsflokkinum um, at blokkstuðulin aftur skal hækka. Tað einasta blokkstuðulin skal, tað er lækka. Tann størsta hóttanin móti Føroya framtíð íkemur sum ikki so sjálvdan frá afturhaldssinnaðum opportunistum í landinum. Sambandsflokkurin sigur seg vilja brúka stuðulin úr Danmark til tey veiku í samfelagnum. Latið ikki Sambandsflokkin lokka við slíkum bíligum lyftum um hjálp til tey veiku. Øll vita, at tað einasta, eyka lummapengar frá móðir Danmark fara at verða brúktir uppá, eru til meira vegir og tunlar. Um Føroya fólk skal gera sær nakra sum helst vón um, at tað skal vera virðiligt og liviligt í Føroyum í 2015, so mugu vit gerast meira sjálvstøðug og minka um búskaparliga ósjálvbjargnið. Blokkstuðulin skal bara lækka Hvat hevði hent, um Bjørn Patursson ein vakran morgun boð­aði frá, at hann hevði selt norðmonnum Koltur fyri eina hálva milliard? Onkur hevði helst sagt, at Koltur má roknast sum ogn Føroya fólks, og at ein priv­ at­­­maður tí ikki kann selja oynna. Onkur hevði helst sagt, Bjørn hevur fingið rættin at um­­sita og røkja Koltur – men at hann ikki hevur fingið rætt­­in at selja Koltur. Onkur av okkara politisku flokkum hevði helst gjørt vart við seg. Fjølmiðlarnir høvdu helst tikið tað upp. Onkur løgfrøðingur hevði helst komið fram til, at tað er ólógligt. Ella hvat? Farnu árini hava pri­v­at feløg selt fiskiloyvi fyri upphæddir, sum til­sam­ ans mundu kunnað goldið ein sandoyartunnil. Sambært lógini er fiskurin í havinum ogn Føroya fólks, og kann ikki seljast. Hann er ókeypis latin privatum. Ikki at eiga ella selja, men at gagnnýta. Men nú hava nógv feløg selt sín rætt at fiska. Ein part­­ur er seldur beinleiðis av landinum; ein partur er seld­ur óbeinleiðis av land­i­ num. Og eingin sigur nakað, og eing­in ger nakað. Ið hvussu er ikki myndugleikarnir. Hví kann Bjørn so ikki eis­ ini selja Koltur til Nor­egs? Hvat um Koltur varð seldur til Noregs? Viðmerking til út­ varps­­tíðindi - og prát við Høgna Hoy­­dal við­ víkjandi út­­lend­ing­um Eftir tíðindaflutningin týs­­ morg­­unin og samrøðu Út­­ varp­ið hevði við Høgna Hoy­dal um út­lend­ing­a­við­ ur­skifti, tengd at fundinum millum Rikke Hvilshøj, ráð­ harra í innflytaramálum og okkara Jacob Vestergaard, setti eg meg í samband við fjøl­miðlamannin um hansara skeivu tíðindabering. Eg fari tí her í stuttum at gera vart við, at tá eg kom sum landsstýris­mað­ur, lá hópurin av skeivt av­­greidd­ um út­lend­ing­a­mál­um. Fyri bert at taka tvey dømi av so mongum, sum lógu eft­­­ir, tá Høgni Hoydal slepti sum landsstýrismaður, vóru m. a. teir 17 tailendingarnir, sum høvdu liva undir øllum lág­­marki, tí viðgerðin hevði ve­r­­ið bæði ófullfíggjað og ov eftirgevandi. Fútin sendi hesi heim­aft­ ur. Hetta var eitt av álv­ar­ somu málunum, sum lógu eftir til mín. Skilaleysu ítr­ótt­ar­við­gerð­ ir­­­nar Annað var ítróttarmálini, sum vórðu avgreidd so­leið­ is, at fútin tók tey upp sum rættarmál, tí tey vóru skeivt avgreidd. Hóast ítróttarfeløgini í Út­­ varpi Føroya vitstu, at á­vís­ ar skeivar avgreiðslur vóru framdar, segði eitt nú ÍSF forsetin seg einki kenna til tað. Eg fari ikki í hesum við­ fangi at koma við fleiri døm­­­um, men gera vart við, at bæði føroyskir fjølmiðlar og politiska systemið av ein­ um ella øðrum orsøkum, ikki hava vilja viðgjørt ver­ u­leikan. Orsøkin til at eg ringdi til fjølmiðlamannin, sum við­ gjørdi málið, var ikki tí, at eg hevði roknað við, at eg slapp at gera viðmerkingar til útsagnirnar hjá Høgna Hoydal, men bert fyri at gera vart við, at hetta var eitt dømi um skeivan og skeiklaðan tíðindaflutning. Neyðugt verður seinni hjá mær at koma við meiri nágreiniligum frá­greið­ing­ um um fjølmiðlaviðgerðir av útlendingamálum og trýst­ið, sum “lítla sam­ gonga” setti, fyri at fáa mál framd, milt sagt, á ivasaman hátt. Hetta eru bert tvey dømi sum vísa, at hurlivasin lá eftir Høgna Hoydal, sum gjørdist mítt upttak. Nær var hurlivasin Sjúrður skaale Løgtingsmaður www.keldu.com keldu@post.olivant.fo jógvan við keldu heðin dánials­ son poulsen