mikudagur 14. juni 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 14. juni 2006
11
Í fyrsta og øðrum
flokki í Eystur
skúlanum í Havn
eru karmarnir um
undirvísingina
rættiliga nógv øðrvísi
enn á flestu støðum.
Vit hava vitjað í 1.
flokki, har 37 børn
eru í sama flokki,
ið tríggir lærarar
hava ábyrgdina av.
Lærararnir hava
rættiliga fríar teymar
og avgera í størstan
mun sjálvir, hvussu
tímatalvan sær út.
Lærararnir arbeiða
í einum sokallaðum
sjálvstýrandi toymi.
Børn og skúli
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Børnini í Eysturskúlanum
í Havn hava onga fasta
tímatalvu. Lærararnir, ið
eru tríggir í tali, eru eitt
sjálvstýrandi
toymi,
ið
hvørja viku ger av, hvat
børnini skulu gera næstu
vikuna. Børnini fáa ein
vikuseðil við sær heim
hvønn fríggjadag, ið er ein
ætlan fyri komandi vikuna,
so foreldrini kunnu fylgja
við í, hvat gongur fyri seg í
skúlanum.
Tað eru altíð tveir ella
tríggir lærarar inni í stovuni,
og hetta halda lærararnir
vera gott, tí á henda hátt
er pláss fyri, at ein lærari
undirvísir og hinir hjálpa
til á ymsan hátt, so alt fæst
at rigga sum best. Tískil
verður undirvísingin sjáld
an avbrotin.
Lærararnir eru ótrúliga
væl nøgdir við alternativa
undirvísingarkarmarnar
og meta, at skipanin hevur
bestu umstøður at røkka
bæði veiku og sterku næm
ingunum frá fyrsta degi.
Øðrvísi skúlastova
Skúlastovan hjá børnunum
í Eysturskúlanum í Havn er
somuleiðis rættiliga øðrvísi.
Tvær stórar skúlastovur eru
koyrdar saman, ið síðani
aftur eru býttar upp í fýra
stovur. – Eina »stillastovu«,
eina »vanliga skúlastovu«,
eina »uppihaldsstovu« og
eina »lærarastovu«.
Í
uppihaldsstovuni
gongur eisini undirvísing
fyri seg. Her sleppa næm
ingarnir at sita, liggja, sum
teir hvør í sínum lagi vilja,
ella arbeiða í toymi og
tosa saman um arbeiðið.
Tey kunnu eitt nú sita í
trappum, liggja ella sita á
gólvinum, við eitt borð ella
hvat tey nú hava hug til ella
finna uppá. Hóast børnini
sita í øllum ættum og á
ymsan hátt, syrgja lærarnir
fyri, at øll fáa arbeiðsfrið
og at fáa nakað burturúr.
Men í uppihaldsstovuni ber
eisini til at dansa og spæla
sjónleik, men ikki tá tey
skulu læra at lesa, skriva
ella rokna.
Í stillustovuni sleppa
næmingarnir at arbeiða í
friði og náðum; har skal
vera fullkomiligur friður.
Stillastova verður eisini nýtt
til fundir millum lærarar og
næmingar. Í dag hevur ein
lærari næmingasamrøður
inni í hesi stovuni, meðan
ein annar arbeiðir við før
oyskari skriving saman við
børnunum í hinum stov
unum, sum tó eru sum ein
sera stór stova tilsamans.
Í stillastovuni verður í
dag prátað um trivnaðin
hjá barninum, og hvussu
tað klárar seg fakliga í
skúlanum. Børnini hava
fingið hvør sítt spurnarskjal
heim við sær, ið tey sjálv,
foreldrini og lærararnir so
fylla út. Í einum øðrum
parti av stóru skúlastovuni
er eisini ein “lærarastova”.
Har sleppa børnini ikki at
vera. Har leggja lærararnir
undirvísingina til rættis og
hava síni ting.
Øðrvísi undirvísing í Eysturskúlanum
Bjørn vísir okkum eina av talvunum, ið á ein hátt eisini er eitt
sindur alternativ. Hon er á tveimum hurðum: – Hetta er eingin
vanlig talva, men hon riggar væl. Her læra lærararnir okkum at
skriva og rokna, sigur Bjørn
Tá børnini eru liðug at skriva ella at rokna í eini bók, fáa tey eitt
stjørnustempul. Jana er júst liðug við sína føroysku skrivibók:
– Hetta er fyrstu ferð, eg fái eitt so vakurt stjørnustempul, tað eri eg
ordiliga glað fyri. Nú kann eg endiliga byrja upp á næstu bókina og
læra meg okkurt nýtt, sigur ein fegin og stolt Jana
Hvønn dag klokkan 9.40 fáa børnini mjólk at drekka. Tá sita øll saman á trappuni og lurta eftir eini søgu
Tá undirvísingin byrjar,
seta børnini seg júst har,
tey vilja arbeiða. Undir
einum borði liggja Heidi,
Kasandra og Randi og
skriva í eina bók:
– Vit sleppa at seta okkum
har, vit vilja. Beint nú læra
vit okkum at skriva føroyskt,
siga tær og eru samdar
um, at tað er nógv betri at
liggja undir borðinum og
arbeiða, heldur enn altíð at
sita á einum stóli við eitt
skúlaborð:
– Her fáa vit betri frið,
og larmurin frá hinum
børnunum órógvar okkum
als ikki. Vit liggja ikki altíð
á gólvinum og arbeiða, men
onkuntíð sita vit eisini á
trappunum ella á borðinum
og skriva, lesa ella rokna.
Tað er gott at arbeiða í
bólki saman við øðrum
børnum, men onkuntíð
velja vit eisini bara at sita
einsamallar og arbeiða í
friði og náðum, siga tær.
- horsdal
Best at liggja undir
borðinum og arbeiða