Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 112 - 14. juni 2006 Børn yngri enn 10 ár eru ikki búgvin at súkkla í ferðsluni Ferðslutrygd Eitt sindur um børn og súkklur: Heilt vanligt er, at børn fáa tríhjólaðar súkklur, tá ið tey eru 2-3 ár. Tá ið tey nærkast 4-5 ára aldri, munnu fleiri longu hava fing­ið tveyhjólaða súkklu við studdhjólum. Og summi eru longu kom­ in so langt, at tey duga at súkkla uttan studdhjól. Men, hvat er tað, at duga at súkkla? Er tað nóg mikið at duga at halda javnvágina? Sjálvandi er tað høvuðs­ fyri­treytin. Men hesin før­ leiki einsamallur røkkur ikki longur enn til at súkkla í vardum umhvørvi, har eing­ in bilferðsla er. Tí fyri at súkkla millum bilar, bussar og lastbilar krevst nógv meira. Tá er í minsta lagi neyðugt at duga hetta: • at venda í torførum um­støðum, eisini tá ið ferðin er lítil. • at bremsa ella at seta ferð á júst í tí løtu, tað er neyðugt, og at hava megina til tað. • at súkkla við aðrari hond­ ini leysari, t.d. at vísa hvønn veg tú ætlar. • at lesa ferðsluna av, meta um støðuna og taka skjóta avgerð, so at ikki verður komið út í vandamiklar støður. • at meta um, hvussu skjótt bilar koyra, eisini tá ið teir eru langt burturi. • at hava eitt vakið eyga við holum í vegnum, kant­ steinum o.s.fr. Fyri at fóta sær í ferðsluni er sjálvandi neyðugt at duga at gera alt hetta í senn – og meira afturat. Børn yngri enn 10 ár megna hetta ikki, hvørki kropsliga ella sálarliga, og eru tískil ikki búgvin at súkkla í ferðsluni. Børn brúka t.d. alla orkuna at hugsa um bilin, sum kemur frá høgru, og síggja tí ikki tann, sum kemur frá vinstru ella holið í vegnum fyri framman… Ferðslulógin sigur, at barn yngri enn 6 ár má ikki súkkla í ferðsluni uttan fylgi við einum 15 ára gomlum ella eldri, ið hyggur eftir tí. Boðskapurin hjá Ferðslutrygd: Børn mugu ikki súkkla einsamøll á vegi, har nógv ferðsla er, fyrr enn tey eru eini 10 ár. Tað er við hesum í huga, at vit eiga at geva barninum súkkluna, samstundis sum vit vísa tí á, hvar tað kann súkkla, og hvar tað ikki kann súkkla. – Og sjálvsagt skal barnið vera í hjálmi, tá tað súkklar. Heldur hol í hjálmin, enn hol í høvdið! Heldur hol í hjálmin, enn hol á høvdið Ferðslulógin sigur, at barn yngri enn 6 ár má ikki súkkla í ferðsluni uttan fylgi við einum 15 ára gomlum ella eldri, ið hyggur eftir tí NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Í juni 1971 tóku 23 lærarar prógv á Føroya Læraraskúla. Á myndini eru lærararnir saman við sínum lærarum. Aftasta rað f.v.: Niels Nattestad, Øssur Hovland, Páll Poulsen, Ólavur Sjúrðarberg, og Hans Holm. Næst aftasta rað f.v.: Ólavur Niclasen, Ragnar Magnussen, Arngrím Thomasen, Lars Djurhuus, Óli í Hjøllum, Jeffrei Henriksen, lærari, og Hans Poulsen. Næstfremsta rað f.v.: Egon Hansen, Jákup Meinhard Sólbjørg, Torre Rasmussen, Julia Johannesen, Heini Gásdal, Sofus Strøm, Jákup Mohr, og Eigil Rasmussen. Fremsta rað f.v.: Bjarni Niclasen, lærari, Borghild Høgnesen, Helena Jacobsen, Litzie Rasmussen, Una Højgaard, Sólrun Samuelsen,og Sofus Joensen, lærari Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1971 Fyri 35 árum síðan: Læraraprógv í 1971