mikudagur 14. juni 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 14. juni 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Jarðarferðin hjá Thor
valdi
M.
Poulsen
verður hósdagin kl. 13
úr Tvøroyrar kirkju.
Tey, ið vilja minnast
Thorvald, kunnu lata
Hjartafelagnum eina
peningagávu. Konta í
peningastovunum.
Mina Olsen úr Vági,
búsitandi í Tórshavn,
andaðist í heiminum
mánadagin, 82 ára
gomul.
Jarðarferðin
verður úr Havnar kirkju
hósdagin kl. 13.
Louis Sigfred Andrea
sen, Eiði, andaðist
mánadagin 12. juni á
Landssjúkrahúsinum, 85
ára gamal. Kistan fer úr
kapellinum mikudagin
klokkan 17. Jarðarferðin
verður úr Eiðis kirkju
fríggjadagin klokkan
14.
Lindi Gardar, Klaksvík
andaðist mánadagin 12.
juni í Sambýlinum á
Heygnum, 69 ára gam
al.
Jóhanna Olsen, ættað
úr Oyndafirði búsitandi
í Havnsø Danmark, and
aðist leygardagin, 68
ára gomul. Jarðarferðin
verður úr Stig Bjergby
kirkju hósdagin kl. 13.
Jonhard Vang Jacobsen
úr Syðrugøtu andaðist á
Ríkissjúkrahúsinum leyg
ardagin, 70 ára gamal
Andlát og jarðarferðir
Í dag, mikudagin 14. juni,
verður Leivur á Torkilsheyggi
á Nesi í Eysturoy 50 ár. Leiv
ur er bóndi, og hann hevur
nógvu tey seinastu árini havt
vøruflutning við lastbili.
Leivur er ættaður av
Torkilsheyggi. Foreldrini
vóru Olivia fødd Petersen og
ættað úr Rituvík, og Kissa
Thorkildshøj. Kissa sat við
hálvum Náðisgarðinum,
og so ansaði hann fýrin á
Garðsenda á Toftum. Leivur
tók báðar uppgávurnar eftir
pápan, og hann hevur eisini
ábyrgdina av vitanum á
Flesjunum.
Olivia og Kissa fingu sjey
børn. Fyrst fimm gentur
og síðani tveir dreingir:
Bettemi, Tóra, Guðrun,
Karin, Eydna, Símun Pæt
ur og Leivur. Bettemi,
Karin og Eydna búgva í
Runavík. Tóra og Guðrun
búgva á Toftum, Símun
Pætur býr í Kristnastovu í
Keypmannahavn, og Leiv
ur býr á Nesi, har hann
hevur bygt við síðuna av
barnaheiminum.
Eftir skúlatíðina royndi
Leivur eitt sindur av
hvørjum.
Hann
sigldi
við Skipafelagnum, var á
skrivstovuni hjá Lynfrost í
Runavík, koyrdi Shell oljubil
og eitt stutt skifti arbeiddi
hann hjá verfaðirinum, Ólavi
Gregersen, sála, sum hevði
Tøtingarvirkið.. Miðskeiðis
í áttati árunum fekk Leivur
sær lastbil, og síðani hevur
hann á fyrimyndarligan hátt
rikið sína egnu fyritøku.
Leivur er røkin, álitisfullur,
trúfastur og fyrikomandi.
Hann er altíð við tí góða
orðinum, og tað liggur væl
fyri hjá honum at skemta.
Í 1980 giftist Leivur Elini
Gregersen úr Syðrugøtu. Tey
eiga fýra børn: Óli Kristian
(1981), Erla (1983), Beinta
(1987) og Óluva (1992).
Heimið er fyrimyndarligt
og gestablídnið er stórt.
Tað liggur væl fyri hjá
Leivi at bóndast. Honum og
familjuni dáma væl at vera
í Húshaganum, í Rituvík og
yviri í Nevinum, og tey ganga
høgt upp í seyðahaldið.
Leivur er altíð í sving.
Tá ið ein fríløta er, dámar
honum væl at fáast við
sang og tónleik. Hann
spældi bass og sang í Mid
náttarsangbólkinum, sum
var nógv frammi í sjeyti
árunum, tá tey eisini góvu
tvey bond út. Hann er
trúgvur í samkomuni Nebo,
har hann plagar at hjálpa til
við sangi og musikki, og
seinastu árini hevur hann
verið ein av teimum, sum
hava lagt nógva orku í at
byggja samkomuni í Nebo
nýggjan sal.
50 ára føðingardagin er
opið hús á Torkilsheyggi.
J
Leivur á Torkilsheyggi 50 ár
Dagurin í morgin
15. juni. Valdemarsdagur. Danski kongurin Valdemar
Sigur vann í orrustuni við Reval í Estlandi 1219. Søgnin
sigur, at tá illa stóð til, fell reyður dúkur við hvítum
krossi niður av himni. 15. juni í 1912 varð kunngjørt, at
hesin dagurin skuldi vera almennur danskur flaggdagur
til minnis um sigurin við Reval. Navnið Valdemar er eftir
russiska Vladimir, ið merkir mikil í sínum veldi.
Í hesum døgum fáa
øll børn, sum ganga
í 1. flokki í Føroyum,
hvør sín súkkluhjálm.
Tað er felagsskapurin
Kiwanis, sum fyri
nøkrum árum síðani
tók stig til hetta
tiltakið
Ferðslutrygd
Aftur í ár fáa øll børn,
sum ganga í fyrsta flokki
súkkluhjálm sum gávu. Tað
er felagsskapurin Kiwanis,
sum fyri nøkrum árum síð
ani tók stig til hetta tiltakið,
sum verður stuðlað av Før
oya Sparikassa, MBM og
Skipafelagnum.
Nú er summar og besta
súkklutíð, og at súkkla
er bæði sunt og stuttligt.
Men tað er ikki vandaleyst.
Serliga er tað høvdið, sum
stendur fyri skotum, um illa
vil til.
Tí er umráðandi, at børn
eru í hjálmi, tá ið tey súkkla,
standa á rulluskoytum,
rullufjøl og tílíkum.
– Vit eru stuðlunum sera
takksom, tí uttan teirra
stuðul, var hetta tiltakið
ikki møguligt, sigur Rúna
Sivertsen, formaður í Ráðn
um fyri Ferðslutrygd.
Hjálmur er cool
Týsdagin byrjaði árliga Kiwanis útberingin av súkkluhjálmum til næmingarnar í 1. flokki. - Vit eru stuðlunum sera takksom, tí
uttan teirra stuðul, var hetta tiltakið ikki møguligt, sigur Rúna Sivertsen, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd
Mynd: Ferðslutrygd