Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mazda RX-8 er ein einari á bilmarknaðinum sum tann einasti við wankelmotori. Talan er um ein ektaðan sportvogn við fýra hurðum og sitiplássum til fýra persónar Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tað ljóðar sum ein sjálv­ mótsøgn, at ein bilur við 1.3 litur motori hevur langt yvir yvir 200 hk, men so­leiðis er við Mazda RX- 8 við wankelmotori. Í 1970- og 80-unum vóru lutfalsliga nógvir Mazda- bilar í Føroyum við wank­ elmotori, sum t.d. RX-2, RX-3, RX-4 o.s.fr. Eftir ein støðg í nøkur ár er so RX-8 komin á marknaðin.   Tá man setur seg við ratt­ ið á RX-8 og traðkar á spitaran, kennist tað, sum bilurin vil á flog – men sannleikin er, at talan er um ein bil við sera lágum tyngdipunkti og framúr góð­ um vegfesti undir øllum koyriumstøðum. Ljóðið frá wankel­motor­ inum er nakað heilt serligt, tað er eins og eingin endi er á motorsnúningunum. RX-8 er ein serligur bil­ ur á so mangan hátt – ein ektaður sportvognur við fýra hurðum og sitiplássum til fýra persónar og einum motori, sum ikki kann sam­ metast við nakran annan. Eisini designið er ser­ merkt, bilurin sær út, sum hann veruliga vil nakað. Bakhurðarnar eru fjaldar, soleiðis at forhurðarnar fyrst mugu latast upp, áðrenn bakhurðarnar kunnu latast upp. Eingin B-stólpi er, so tað er sera lætt at koma inn og út úr bilinum – eisini hjá teimum á baksetrunum. Wankelmotorurin hev­ur eingi stemp­ul og sylind­ar­ ar, sum van­ligir motor­ar hava, men tvey køm­ur við hvør sín­um rotori inni í. Motorurin er eisini nógv minni og lætt­ari enn ein vanligur motorur. RX-8 fæst við tveim­um wankel­ motorum við ávika­vist 192 hk (5 gir), og 231 hk (6 gir).  Bilurin verður drivin av bakhjólunum. Kabinan er flott og sport­ lig í allar mátar, bæði hvat setrum og instru­ment­ borðinum viðvíkur. Alt er gjørt úr gjøgnumførdum kvaliteti. Viðførisrúmið upp á 290 litrar er ikki stórt, men er hóast alt stórt til ein sportbil í hesum klassanum. Prísirnir á Mazda RX-8 byrja við kr. 377.000, meðan bilurin vit royndarkoyrdu kostar kr. 448.000,- við metal­lakki. RX-8 kann síggj­ ast og royast hjá Bilasøluni í Hoyvík. Mazda RX-8 Motorurin 1,3 litur wankel  231 hk 0-100 km/t         6,4 sek. Bensinnýtsla    8,8 km/l Dekkstødd         225/45-18 Stødd og vekt Longd             443,0 cm Breidd            177,0 cm Hædd             134,0 cm Eginvekt           1.250 kg Viðførisrúm 290 litrar Prísur             kr. 448.000,- Søluumboð         Bilasølan                          Vegurin Langi              FO-188  Hoyvík              Tel. 315354              www.bilasolan.fo FAKTA Mazda RX-8: 1,3 litur wankelmotor við 231 hk Nr. 112 • mikudagur • 14. juni 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Mazda RX-8 er ein ektaður sportvognur við wankelmotori, fýra hurðum og sitiplássum til fýra persónar Designið er sermerkt og sera sportligt. Bakhurðarnar eru fjaldar, soleiðis at forhurðarnar fyrst mugu latast upp, áðrenn bakhurðarnar kunnu latast upp Kabinan er flott og sportlig í allar mátar. Alt er gjørt úr gjøgnumførdum kvaliteti