mikudagur 14. juni 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 112 - 14. juni 2006 ]
Gudjohnsen er í Barcelona
Eftir øllum at døma verður íslendski Eidur Gudjohnsen maðurin, sum
skal loysa Henrik Larsson av í Barcelona. Íslendingurin, sum fyri seks
árum síðani kom til Chelsea, hevur ikki verið fastur fúsur á liðnum
hjá José Mourinho, og nú hevur felagið eftir øllum at døma játtað at
selja.
Vit hava givið Eidur loyvi at fara til Spania at tosa við Barcelona,
eru boðini í einum tíðindabrævið frá enska felagnum.
Gudjohnsen er tann útlendski spælarin, sum hevur spælt næst flestar
dystir í søguni hjá Chelsea. Verður talan um eitt skifti til Barcelona,
verður hann fyrsti íslendingurin í spanska stórfelagnum.
-mørk
Koller kanska liðugur
Talan tykist vera um álvarsligan skaða, sum kekkiski Jan
Koller fekk í dystinum móti USA mánadagin. At byrja við
vónaðu læknarnir, at Koller kanska kundi vera tøkur, um
Kekkia kom víðari úr bólkaspælinum, men tað tykist nú
langt ífrá víst. Talan er um ein vøddaskaða, sum læknarnir
hava ilt við at viðgera, og í løtuni eru boðini, at steðgurin
verður onkra staðni millum tígjgu dagar og seks vikur. So
í ringasta føri kann væl vera, at HM-luttøkan hjá Koller
longu er av.
-mørk
FS Vágar
sekkjar
venjaran
Á fundi mánakvøldið
tók nevndin hjá FS
Vágar04 avgerð um, at
venjarin hjá felagnum
ikki framyvir skal eita
Bill McLeod Jacobsen.
Bill gjørdist venjari
hjá felagnum í fjør, og
sum heild vóru partar
nir tá væl nøgdir um
samstarvið.
Hetta kappingarárið
skuldi so vera árið, har
fetið varð tikið upp í
Formula-deildina, men
higartil hevur als ikki
gingið eftir vild. FSV04
er í løtuni á fjórða plássi
í kappingini – seks stig
frá einum uppflytingar
sessi.
Í tíðindaskrivi sigur
nevndin í felagnum, at
tey eru bæði fegin og
takksom fyri arbeiðið,
sum Bill hevur gjørt fyri
felagið.
– Hann hevur gingið
sera høgt upp í starv sítt
sum venjari felagsins,
og hevur avgjørt sett
síni fingramerki á fel
agið, eisini í truplum
umstøðum við nógvum
skaðum, ljóða boðini frá
nevndini.
Nýggjur maður í venj
arasessinum
verður
Jógvan Hendrik Samu
elsen, ella Hegga, sum
hann verður nevndur.
Hegga hevur tey bæði
seinnu árini virkað sum
hjálparvenjari hjá FS
Vágum.
-mørk
Klaksvíkingar hava
sett sær fyri at vinna
FM, og teir ásanna,
at tað var mest sum
alt avgerandi fyri
møguleikan at røkka
málinum, at teir fingu
fult í Kollafirði
KAPPRÓÐRARPRÁT
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað, sum ikki hevur borið
til í 36 ár, gjørdist veruleiki
leygardagin. Klaksvíkingur
var fyrstur á mál. Harvið
vunnu klaksvíkingar á Eyst
uroyingi, sum hevur vunnið
allar róðrarnar, síðani teir
vóru næstfremstir á Norð
oyastevnu í fjør.
Flestu sigrarnir hjá Eyst
uroyingi hetta seinasta árið
hava verið sannførandi.
Eisini á Norðoyastevnu vóru
lítlar ella ongar ábendingar
um, at nakar í næstu framtíð
skuldi taka Eysturoyingin.
Men soleiðis sóu teir
umborð á Klaksvíkingi ikki
upp á tað:
– Vit hava sett okkum
fyri, at vit skulu vinna FM
heitið, sum Klaksvíkingur
ongantíð áður hevur vunnið.
Málið undan Norðoyastevnu
var í fyrsta róðrinum at
enda millum tríggjar teir
fremstu. Tað eydnaðist heilt
væl, tí vit vórðu næstfremst.
Síðani tá hava vit verið
í bátinum hvønn einasta
dag. Tá ið vit komu á mál í
Klaksvík, vistu vit, hvat vit
skuldu leggja dent á undir
venjingunum upp undir
Sundalagsstevnuna, og tað
kendist ógvuliga søtt og gott,
tá ið vit komu fyrstir á mál í
Kollafirði.
Svein Rógvi Nielsen er
lærmaður í stýriborði og
bátsformaður umborð á
Klaksvíkingi. Hetta er 14.
árið, at hann og felagin Uni
Oknadal rógva. Hvørgin teirra
ella nakar annar av manningini
hevur vunnið FM í kappingini
millum 10-mannaførini. Enn
er langt á mál, men Svein
Rógvi ásannar, at sigurin
í Kollafirði hevði alstóran
týdning:
– Um vit ikki høvdu havt
vunnið, hevði tað ivaleyst
gingið út yvir sinniliga yvir
skotið, og so hevði tað ivaleyst
kenst trupult at seta seg upp.
Nú kenna vit okkum vera
sinniliga omaná. Vit hugdu
at upptøkuni av róðrinum
týskvøldið. Síðani hava vit
lagt hann afturum okkum,
og nú hava vit fokus á
leygardegnum og kappingini
á
Skálafjørðinum.
Tá
verður aftur talan um harða
kapping frá fyrst og fremst
Eysturoyingi, sum sjálvsagt
ógvuliga fegin vil vinna í
heimasjógvi. Vit halda, at tá
ið teir vunnu her norðuri hjá
okkum, so er tað upplagt, at
vit vinna úti hjá teimum!
Hví vunnu tit hesa ferð,
tá ið tit á ongan hátt hóttu
Eysturoying í Klaksvík?
– Sæð við okkara eygum
so var tað ein høvuðsorsøk,
at tað hesa ferð hilnaðist
væl betri hjá okkum. Hon
var ferðin ella tempoið.
Í Klaksvík róðu vit sum
pískirís. Longu sunnudagin
á Norðoyastevnu fóru vit at
venja meiri seigan róður.
Hesar báðar vikurnar hevur
talan verið um støðuga fram
gongd, tí vit hava fingið
styrkina í rygginum við, og
báturin hevur gingið væl.
Verkætlanin
At 10-mannafarið í Klaksvík
loksins hevur blandað seg
upp í toppin er ikki komið av
sær sjálvum. Manningin er
so at siga headhuntað, sum
tað plagar at verða tikið til,
og 2. jóladag fóru teir undir
miðvísu projektið, sum teir
vóna og ætla skal enda við
FM heitinum.
Eftir FM heitið við Nevin
um Reyða í fjør, gjørdi
manningin av, at teir í ár
skuldu royna seg umborð á
Klaksvíkingi. Seks rógvarar
og stýrimaðurin vóru við
Nevinum í fjør. Fýra rógvarar
eru komnir afturat. Teir
hava allir drúgvar royndir,
og fleiri teirra hava vunnið
róðrar, men eingin teirra
hevur vunnið FM við 10-
mannafari.
Merkisvert er tað, at
manningin bara hevur vant
saman í bátinum síðani
fríggjakvøldið
undan
Norðoyastevnu. Teir vóru í
bátinum 2. jóladag, og síðani
vandu teir næstan hvønn dag
– teir høvdu seks dagar frí
– fram til Norðoyastevnu í
maskinum. Miðal teinurin
um dagin í maskinunum
rokna teir við var onkra
staðni millum níggju og tólv
kilometrar.
At tað ikki bar til at
venja umborð á bátinum
komst av, at manningin var
rættiliga spjødd. Ein var til
skips við Kvikki, ein var í
Keypmannahavn, ein var
í Aberdeen, tríggir vóru
í Havnini, og hinir vóru í
Klaksvík.
– Síðani á Norðoyastevnu
hava vit vant saman. Fleiri
koyra aftur og fram til og
frá venjingunum, og tað
er heilt víst, at hetta hevði
ikki borið til, um tað ikki
var fast samband undir
Leirvíksfirði, heldur Svein
Rógvi Nielsen.
Teir ellivu, sum leygar
dagin við mettíð á Kollafirði
vunnu við Klaksvíkingi fyri
fyrstu ferð í 36 ár, eru Oddur
Olsen, Svein Rógvi Nielsen,
Uni Oknadal, Debus Sivert
sen, Magnus Norðberg, Jan
us Dam Jacobsen, Símun
Mikael Kerlok, Jón Syderbø,
Rasmus Magnusson, Heini
Hátún og Hjálmar Hátún.
Verkætlanin kann gerast til veruleika
Talan hevur at kalla verið um “headhunting”, tá leitað hevur verið eftir monnunum, sum skuldu afturat, til tess at menninir av Nevinum Reyða skuldu manna
Klaksvíking
Mynd: Álvur Haraldsen