Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eystanstevna í 45 ár Um vikuskiftið verður Runa­­vík karmur um árs­ ins triðju summarstevnu. Nógv verður gjørt burtur úr fyri at fáa eina so áhugaverda skrá sum til­ ber. Í sambandi við stevnuna er eitt serstakt stevnuøki sett upp, har tiltøk av al­ ­ skyns slagi verða hesar komandi dagarnar. Tiltøk­ ini her eru so nógv í tali, at ein serstøk skrá er gjørd fyri hetta økið. Eystanstevnan verður annars sett leygardagin kl. 14, tá ein skrúðgonga fer frá Glyvra skúla og út á stevnuøkið. Her fer Nes Sóknar Musikkfelag at spæla og kórið hjá Jóhan at syngja. Tað verður for­ maðurin í mentanar­ nevnd­ ini, Hans Petur Ellings­ gaa rd sum setir stevnuna. Síðani heldur stevnan fram við tiltøkum bæði fyri børn, ung og tilkomin av ymiskum slagi. Í veru­ leikanum byrjaðu fyrstu tiltøkini longu mánakvøldið við fótbóltsdysti í 3. deild millum NSÍ og B68. Ilt er at spáa um veðrið, men skal ein ganga eftir tí sum skilamaðurin Petur Skeel Jacobsen sigur, so kann væntast regn av og á leygardagin. Fyrrapartin sunnudagin verður ælingur, men annars verður turt henda dagin. Hitin verður alt vikuskiftið millum 12 og 15 stig. Veðrið má sær kortini ráða, eins og tað hevur gjørt tað tey undanfarnu 45 árini, tá fólk úr øllum ættum eru savnað saman her í Runavík. Soleiðis verður uttan iva eisini í ár, hvat enn so veður­for­søgn­ irnar siga. Góða eystanstevnu! Mynd: Jens Kr. Vang