Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 112 - 14. juni 2006 Runavíkar kommuna roynir seg við alternativari bygging av íbúðum. Keypararnir koma av Skálafjørðinum og úr høvuðsstaðnum. Bygging Orð/mynd: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Runavík: Tað vardi ikki leingi, fyrrenn allar 24 íbúð­ irnar vóru umbidnar. Ætlanin um íbúðirnar á heygnum omanfyri Tjarn­ ar­vegin í Runavík varð al­mannakunngjørd í januar mánaði í ár. At tørvurin er stórur á slíkum bústøðum kundi Andreas Andreasen og hinir staðfesta beinanvegin. – Fólk byrjaðu beinanveg­ in at spyrja eftir teimum. Og tað gekk ikki meiri enn ein vika, so vóru allar farnar, sigur Andreas. Tað áhugaverda við nýggju íbúgvunum í Runa­ vík er at teir koma úr mong­ um ymisk­um støð­um, bæði úr Runa­vík, av Skála­fjørð­ inum, Hoyvík og Havn. Langur bíðilisti Undirtøkan fyri hesi alterna­ tivu byggingini er so stórur, at í dag er ein bíðilisti líka langur sum talið av íbúðum. Tí kundu teir fyri tað bygt sama tal av íbúðum enn einaferð. Talan er um trý snið av íbúðum, sum eru úr 49 upp í 110 fermetrar. Prísurin liggur úr 750.000 kr. og upp í 1,2 mió. Henda verkætlanin í Runa­vík stavar upprunaliga frá eini kapping um at gera íbúðir í økinum. Byggingin verður skipað sum eitt grannalag við trim­ um íbúðarlonum í tveimum hæddum. Sagt verður, at talan er um nýmótans húsasnið og at alt er merkt av góðsku. Gott útsýni Arbeiðið uppá teir tríggjar bygningarnar, sum skulu hýsa hesum 24 íbúðunum er byrjað. Fyri fáum døgum síðani byrjaðu menn at grava út, og ætlanir er at tann fyrsti bygningurin skal verða liðugur í september mánaði næsta ár. Annar bygningurin verð­ ur liðugur undan jól­um komandi ár, meðan íbúð­ irnar í triðja og seinasta bygninginum verða klárar at fara í á vári 2008. Talan er her um lykla­ klárar íbúðir, sum er sera snotuligar á at líta, eins og tær eru væl innrættaðar. – Hóast talan er um tríggjar bygningar í tveim­ um hæddum, so verða teir lagaðir eftir lendinum. – Á henda hátt tryggja vit, at øll kunnu njóta tað vakra útsýni yvir Skálafjørðin, sigur Andreas Andreasen. 24 íbúðir fóru eftir einari viku Felagið VIST (tað at vera (á ávísum stað), tilhald, vistarhald) er sprottið úr samtakinum, sum varð valt til at fremja verkætlanina Íbúðir í Runavík. Endamálið við felagnum, í fyrsta umfari at fremja hesa verkætlan. Í samtakinum er Falkon v. Johan Berg, Haldur Vang og Fuglø Arkitektar. Stjóri er Andreas Andreasen FAKTA Dømi um 2-rúms íbúð Íbúðin er 49 fermetrar stór við duri, uppihaldsrúmi, baðirúmi og kamari. Uppihaldsrúmið er væl skipað við køki, spísiplássi og stovuinnrætting. Frá stovuni er hurð út á hátún ella svala. Kamarið er innrættað við plássi til breiða song aftanfyri hurð, umframt klædnaskáp, arbeiðsborð og annað leyst innbúgv. Baðirúmið er innrættað við toilettmøbli, kummu, brúsukróki og innviki til vaskimaskinu og turkitrumlu. Dururin er innrættaður við opnari garderobu við yvirskápum og plássi til lítið gongsmøbil. “Fýrrúm” er innrættað í skápi í duri. Hátún (terrassa) er til íbúðirnar í neðra og svali (altan) til íbúðirnar í erva. Úthús á góðar 6 fermetrar er skamt frá útdyrnum. Hóast allar íbúðirnar langt síðani eru farnar og langur bíðilisti er, kunnu fólk hyggja eftir teimum á heimasíðuni www.vist.fo FAKTA Íbúðirnar verða í einum hugnaligum og nútíðar umhvørvi, sum henda myndin ber boð um Teir eru farnir at grava út fyri vegnum niðan til økið, har hesar 24 íbúðirnar skulu liggja. Andreas Andreasen, stjóri kann fegnast um góðu undirtøkuna