mánadagur 7. februar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 26 - 8. februar 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Lesarabræv:
Eg havi verið millum teirra,
sum altíð havi hildið, at teir
náttúrligu partamenninir í
føroyskum politikki vóru
Fólkaflokkurin og Sam-
bandsflokkurin høgrumeg-
in, og Javnaðar- og Tjóð-
veldisflokkurin vinstrumeg-
in. Eg havi hildið at hesir
báðir seinni høvdu so nógv
í felag hugsjónarliga, og at
løgdu teir kreftirnar saman,
høvdu teir kunna lyft før-
oyska samfelagið langt
framá við progressivum re-
formum á øllum samfelags-
økjum.
Eins og nógv onnur var
eg tí ómetaliga harmur, tá
vit fyri skjótt tveimum árum
síðani sóu Fólkaflokkin og
Tjóðveldisflokkin
skipa
samgongu.
Prísurin fyri hesa full-
veldissamgongu hevur ver-
ið øgiligur fyri Tjóðveldis-
flokkin. Alt annað hevur
verið til sølu til frama fyri
hesum eina máli. Enn er
ikki tvey ár runnin, men tó
hava vit ferð eftir ferð upp-
livað, hvussu tann hugsjón-
arliga útsølan hjá Tjóðveld-
isflokkinum hevur ført til,
at allar hyllar á vinstra borði
eru blivnar skralltómar
meðan tað fyllist upp høgr-
umegin.
Mikudagin í síðstu viku
vóru tvey stórmál til aðru
viðgerð á løgtingi: uppskot-
ið um fyrsta útbjóðingarum-
far til leiting eftir og fram-
leiðslu av kolvetni, og an-
legslógin um fast ssamband
um Vestmannasund. Undir
viðgerðini av og síðani at-
kvøðugreiðsluni um hesi
málini, sóu vit tann síðsta
av teim gomlu hugsjónar-
monnunum í Tjóðveldis-
flokkinum, tann valda for-
mannin Heini O. Heinesen,
geva seg endaliga yvir.
Nýliberalistarnir við vara-
løgmanni Høgna Hoydal og
tingformanninum Finnboga
Ísakssyni á odda hava tikið
yvir og sett sum nýtt
skjaldramerki yvir Tjóð-
veldisflokkin, at tað eru ikki
longur samfelagsáhugamál-
ini sum eru tey stýrandi,
men tær fríu marknaðar-
kreftirnar.
Onnur viðgerðin miku-
dagin, har Tjóðveldisflokk-
urin avlívaði landsverkfrøð-
ingin til frama fyri Partafel-
agið hjá Finnboga Arge og
Klæmint Weihe, og seinni
sama dag avreiddi møgu-
leikarnar fyri almennari lut-
tøku í komandi føroysku
oljuvinnuni, var sum hug-
sjónarlig deyðsboð av Tjóð-
veldisflokkinum.
Fríggjadagin hevði ein so
kensluna av at verða til jarð-
arferðina. Tá var triðja og
endaliga viðgerðin av hes-
um báðum nevndu málum.
Hetta gjørdist eisini Tjóð-
veldisfloksins endaliga av-
reiðing av samfelagsáhug-
amálunum yvir teirri fram-
komnu byggitøknini og yvir
eini komandi føroyskari olj-
uvinnu.
Føroya Løgting hevur
útgivið ein upplýsandi fald-
ara um m.a. tingskipanina
og flokkarnar. Har er eisini
ein mynd, sum umframt at
vísa støðu flokkanna í
sjálvsstýrisspurninginum til
loysing og samband, eisini
vísir flokkarnar eftir sam-
felagspolitiskum hugsjón-
arstøði frá vinstru til høgru.
Har stendur Tjóðveldis-
flokkurin
vinstrumegin
Miðflokkin og Sambands-
flokkin. Men soleiðis er ikki
longur — tí vit hava nú í
skjótt tvey ár upplivað ferð
aftaná ferð, at næstir eftir
Javnaðarflokkinum
á
vinstru síðu liggja nú Mið-
flokkurin og Sambands-
flokkurin sum teir sosialli-
beralu flokkarnir í Føroy-
um. Tjóðveldisflokkin hev-
ur flutt seg yvirum høgru-
megin. Og hasumegin hava
vit so nú Fólkaflokkin og
Sjálvstýrisflokkin sum teir
klassisku
konservativu
flokkarnar og Tjóðveldis-
flokkin sum nýliberalistar-
nir.
Hetta er undarligt at
noyðast at staðfesta, at út
frá teimum hugsjónum, sum
koma til sjóndar í tí førda
politikkinum, so er hetta er
tað
samstarvið
millum
flokkarnar sum ídag tykist
at verða tað mest náttúrliga.
Nú skal eisini sigast, at
tað er komið fyri, at onkur,
sum varð hildin at vera
deyður, í síðstu løtu raknaði
við og kom til lívs aftur.
Óivað kann hetta koma oft-
ari fyri í tí politiska heimi-
num enn í biologiska. Men
tað stendur so til Tjóðveld-
isflokkin at vísa í viðgerðini
av komandi málum, um
hansara hugsjónarliga hótt-
afall er ein skinndeyði, hann
kann vakna úr. Nógv við
mær høvdu frøtt seg um tað.
Hans Pauli Strøm,
javnaðartingmaður
Ein hugsjónarlig jarðarferð
Tað verður hervið kunngjørt ætt og vinum at elskaði
pápi, verfaðir og abbi okkara
FINNBOGI DAM JACOBSEN
andaðist á landssjúkrahúsinum 5. feb, 59 ára gamal.
Børan fer frá landssjúkrahúskapellinum týsdagin
8. feb. kl. 18.
Jarðarferðin verður frá Frelsunarherinum mikudagin
kl. 14.
Familjunnar vegna
Lillian, Jannie, Linda, Bogi, Laura og
abbadótturin
✝
Tey, ið vilja minnast Finnboga, kunnu lata eina peningagávu til
Herbergið hjá Frelsunarherinum, konto í peningastovnunum.
Hevur tú eina meining ella
eitt uppskot, sum tú sigur
alment í Føroyum í dag,
verður pápi tín alment við-
gjørdur afturímóti. So langt
eru vit komin. Tilráðingin
frá Búskaparráðnum um
fiskidagabanka hevur gjørt
fólkafloksmenn og reiðarar
púra svakar. So svakar, at
teir heilt hava mist alt fyrilit
og avdúka eina muru, sum
fær kalt at renna eftir ryggi-
num á fólki, sum dagliga
hoyra um, hvussu Europa
hartar Eysturríki fyri sínar
fascistisku
tendensir.
Í
Fimmaranum mikudagin
førdi fiskimálaráðharrin,
Jørgen Niclassen, seg fram
á ein so skammiligan hátt,
sum ikki eigur at koma fyri.
Hann var komin í útvarps-
stovuna at viðgera eina til-
ráðing frá Búskaparráðnum.
Hildu lurtararnir. Men mað-
urin brúkti tíðina til at við-
gera útbúgving teirra, sum
skrivað høvdu tilráðingina.
Tað sigur vanligum fólki
so mikið sum, at hann visti
ikki, hvat hann vildi har
handan dagin. Hann var so
avsporaður, og hann gjørdi
sær so fullkomuliga fyri
skommum,
at
tað
hevði...“betri verið honum
heima at sitið, tann fugla-
flokk at fanga.“
Í Dimmalætting hósdagin
- dagin eftir Fimmaran - fer
Osmund Justinussen eitt vet
longri enn fiskimálaráðharr-
in. Hann heldur seg ikki
bara til, hvussu lærdir lim-
irnir í búskaparráðnum eru.
Nei, hann ger sær sanniliga
tann ómak at siga okkum
føroyingum, hvussu virkin
foreldur teirra hava verið í
føroyskum vinnulívi.
Hygg! Hetta, vit nú eru
vitni til, er rættiliga vanda-
mikið. Her hava vit eitt ráð,
sum er sett at ráðgeva
Landsstýrinum. Ráðið kem-
ur við eini tilráðing, sum
arbeiðssetningurin jú er.
Men í staðin fyri at viðgera
tilráðingina
seriøst
og
fakliga, verða ráðslimirnir
og familjur teirra viðgjørd
alment í føroyskum fjøl-
miðlum.
Tað er vanligt, at tá tú
traðkar á halan á frensinum,
so fýsir hann. Men hesi ýl-
ini, sum nú hoyrast frá teim-
um, sum halda seg hava ein-
arætt til fiskivinnu undir
Føroyum, eru nógv vanda-
miklari enn ein frensur, sum
kanska kann klóra eitt sind-
ur.
Taktikkurin er púra greið-
ur. Hann gongur út upp á at
fáa einhvønn, sum bara so
mikið sum dittar sær at
hugsa um at broyta verandi
skipan, at tiga. Tað gerst
sera effektivt við at leggja
eftir manninum. Og helst
familjuni eisini. Tað hevur
virkað fyrr.
Men tað ringasta eru við-
merkingarnar frá fólki eftir
sendingina í Útvarpinum
mikudagin. Mangastaðni er
vanlig mannahugsan, at for-
maðurin í Búskaparráðnum
slapp alt ov væl. Teir skuldu
farið nógv verri við honum,
verður sagt.
Tað er óhugnaligt, at før-
oyingar ikki eru komnir úr
miðøldini enn. At fólk enn
troðkast saman um skafottið
ella bálstaðið at síggja,
meðan hesin ella hasin
verður avrættaður.
Jú, sanniliga hevur Jørn
Nú er vandi á ferð
Astrup Hansen rætt: „Man
brænder da hekse.“
Edvard í Skorðini Joensen
Breiða semjan
TAÐ kann staðfestast rættuliga greitt,
at tað finst ein breið politisk semja
um ríkisrættarligu støðuna. Semjan
er sum nú er uttan um Tjóðveldis-
flokkin. Um hesin flokkur skal vera
við, so má hann sleppa kravinum
um, at avgerðin um at loysa frá
danska ríkinum verður tikin her og
nú.
TANN avgerðin eigur sambært javn-
aðaruppskotinum at verða tikin, tá
ið vit hava fíggjarligan og umsiting-
arligan førleika at loysa. Tá og um
loyst verður, so eigur tað at verða
við egnum forseta og gjaldoyrasam-
starvi við Europasamveldið, ikki við
Danmark. Nær tíðin er fíggjarliga
búgvin at loysa vil altíð verða ein
subjektiv vurdering - alt eftir hvørji
vælferðarkrøv, ið verða sett.
TAÐ, sum í dag, tykist meira ræðandi
er tað politiskt umsitingarliga makt-
arloysi, ið ræður. Heilsu- almenna
og samferðsluøkið eru í andaleypi.
Hettar eru málsøki, ið vit hava um-
sitið í áravís. Tey virkaðu rímuligt og
fóru ikki í smildur sjálvt tá kreppan
leikaði harðast. Nú samfelagið kom
fyri seg aftur og peningaligu fyritreyt-
irnar batnaðu fór alt í smildur. Hetta
bøtir ikki um álitið til okkara politisku
evni, sum umsitarar av einum sjálv-
støðugum Føroyum. Enn eru so um-
sitingarøki fyri eina 200 milliónir eftir
at yvirtaka og umsita.
HER skulu pengar og politiskur um-
sitingarligur dugnaskapur til. Í dags-
ins Føroyum ein mangulvør vísir tað
seg. Hinvegin so kann ongantíð
leggjast nóg stórur dentur á, at tað
hevði verið ein sigur fyri fólkaræðið,
um løgtingið einmælt samtykti ein
nýggjan sáttmála við Danmark.
HETTA kann lættliga henda bert
Tjóðveldisflokkurin sleppur kravinum
um, at avgerðin um loysing ella ikki
skal takast nú. Hinvegin, um so
verður, at semjan uttan um flokkin
verður formaliserað, so verður trupult
at koma aftur um aftur tey nógvu
næstu árini. Tað stendur, ið hvussu
er fast.
Kyndil steypavinnari hjá kvinnum og monnum
VIT YNSKJA KYNDLI
TILLUKKU VIÐ STEYPUNUM
Sosialurin - 311820