Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. februar 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 26 - 8. februar 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 26 - 8. februar 2000 Flýtur sum ein drotning á sjónum Tann nýggi rækjutrolarin hjá vágbingum er sera væl hildin og hartil sera væl útgjørdur í allar mátar. Ikki minst hevur manningin avbera góðar umstøður báturin Nýggi rækjutrolarin hjá vágbingum er av stásiligastu skipum. Teir vænta at fara til fiskiskap seinni í hesum mánaðinum ÁKI BERTHOLDSEN – Vit eru ógvuliga spentir og gleða okkum til at sleppa ígongd. Spentir og glaðir kunnu vágbingar saktans vera. Fríggjadagin fingu teir nýggjan rækjutrolara og hetta verður nakað heilt annað, enn tað, teir eru vanir við. Tað sást beinanvegin, tá ið hann kom út úr mjórkan- um á Vágsfirði á miðdegi fríggjadagin, tí tað vóru meiri enn ein sum bóru upp á mál, hvussu avbera vakur báturin er. Og komin umborð, krevst ikki meiri enn ein stutt rund- ferð til at undirbyggja tann fyrsta varhugan av, at hetta er eitt skip, sum manningin skuldi havt allar møguleikar at trivist umborð á. Tí eisini innan er báturin avbera snotiligur og væl út- gjørdur og hann sær út sum spildurnýggjur. So skiparin, Johannes Jo- ensen hevur alla orsøk til at vera spentur og glaður. Sjálvur eigur hann helvt- ina av bátinum, sum hann annars hevur keypt saman við 14 øðrum, eitt nú beiggja sínum, Dan Joen- sen. Talan er um hin navn- frama íslendska trolaran, Bessa, sum nú er keyptur til Vágs. Bessi er 11 ára gamal, nú íslendingar selja hann. Hann var upprunaliga bygdur til ísfisk í 1989, men í 1996 løgdu teir um til rækjur. Men síðani hava íslend- ingar mist heilt nógv av sín- um rækjukvotum, so at grundarlagið er mestsum tikið undan einum stórum parti av teirra rækjuflota. Tí varð gjørt av at selja Bessa og so var tað at vág- bingar lógu framvið og teimum eydnaðist at ogna sær bátin. Og higartil hevur báturin roynst teimum væl. Men tað skal sjálvandi takast við tí fyrivarni, at enn hava teir ikki verið fyrsta túrin við honum. Tó sigur Johannes Joen- sen, at áðrenn teir keyptu hann, høvdu teir fólk við honum til fiskiskap í nakrar dagar og hann vísti seg at rigga avbera væl. Eisini heimferðin gekk væl. Tann eina dagin høvdu teir sjaskveður. Men hann fleyt sum ein drotning á sjónum, sum tann eini av manningini tók til, hóast hann var skralltómur. Hesin nýggi báturin kem- ur ístaðin fyri gamla South Island, sum varð seld einum amerikanskum felag í fjør. Men annars kunnu bátar- nir ikki samanberast, tí hes- in tekur næstan tvær ferðir so nógv sum tann gamli og er annars nógv betri út- gjørdur í allar mátar. Eisini hesin nýggi báturin hevur fingið navnið South Island. Góður við skipið Skiparin sigur, at tað sæst aftur allastaðni, at íslend- ingar hava verið sera góður við bátin, tí hann er avbera væl hildin. Tað sæst ikki slit á honum nakrastaðni, hóast hann er 10 ára gamalur. Og umstøðurnar hjá manningini eru somuleiðis avbera góðar. Dekkararnir hava tvey- manskømur og yvirmenn- inir hava kømur einsamallir. Til hvørt kamar er wc og bað. Og fellir tíðin nakað long, ber altíð til at leggja seg undir háfjalssólina, ella at seta seg í sauna eina løtu. Men teir, sum hava tørv á at røra seg meiri enn ar- beiðið umborð krevur, kunnu altíð brenna nakrar kaloriur afturat í tí líta venj- ingarrúminum, har teir bæði kunnu royna seg við vekt- um, á rennibandi og onkrum øðrum amboðum við. Allir hesir hentleikar skulu uttan iva koma væl við hjá manningini, tí teir hava nógva frítíð. – Vit ganga seks og seks, so vit hava frí 12 tímar um samdøgurið. Og tað er hó- ast alt avmarkað, hvat mann kann sova, sigur Johannes Joensen. Hava royndirnar Fortreytirnar fyri at fingið tað at borið til, skuldi verið til staðar, tí eigararnir hava heilt fitt av royndum við rækjufiskiskapi. Í 1980 gjørdi Johannes Joensen eins og beiggi hansara, Dan, gjørdi fyrst í sjeytiárinum, og flutti til Noregs, har teir báðir vóru til sjós. Og har gekst teimum so mikið væl í hond, at í 1987 høvdu teir sín egna rækju- trolara, „Lady Linda“. Í 1989 kom Johannes heimaftur á skiparaskúla og her varð hann hangandi. Síðani seldu teir „Lady Lindu“ í 1991. Men tað var ikki tí teir ætlaðu at gevast. Í 1994 keyptu teir South Island, sum teir so høvdu til í fjør. Men tá ið teir seldu hana, var tað við tí í hyggju at útvega eitt betri skip. Og tað er so eydnast nú, teir eru komnir til lands við tí nýggja South Island. (Meira frá hátíð- arhaldinum verður í blaðnum í morgin) Við hesum nýggja South Island hava hava vágbingar nógv betri møguleikar enn teir høvdu við tí gamla. Teir kunnu fiska við tveimum trolum ísenn og tað økir munandi um fiskiorkuna Fara helst í Barentshavið Nýggja rækjuskipið í Vági fer helst til fiskiskap seinni í mánaðinum ÁKI BERTHOLDSEN Nýggi rækjutrolarin hjá vágbingum lá ikki leingi í Vági. Tað ræður um at fáa hann í vinnu sum skjótast. Tí fóru teir tíðliga í gjáramorgunin til Havnar at gera tær ábøtur, sum skipasýnið krevur. Annars skal verksmiðj- an umborð broytast nokk so fitt. Vit skulu m.a. hava nýggjan kókara og fryst- ara og tað er leveringstíð. Men Johannes Joensen roknar ikki við, at tað verður gjørt nú, tí tað ber ikki til at leggja seg at bíða eftir ymsari útgerð, sum ikki er átrokandi neyðug. – Tí ætla vit at fáa eitt yvirlit yvir tað, sum Skipasýnið krevur, at vit skulu gera beinanvegin, áðrenn vit sleppa avstað. – Og tá ið tað er gjørt, verður helst farið ein túr, ella báðar tveir, áðrenn á- bøturnar á verksmiðjuni verða gjørdar. Hann væntar, at teir fara fyrst í Barentshavið at royna bátin og at gerast meiri kunnigir við hann. – Barentshavið kenna vit, og tað er eisini styttri til lands, enn av Flemish Cap, skuldi nakað verð- ið. Men Flemish Cap er eisini ein møguleiki, sum teir helst fara at gera meiri burturúr nú, teir hava fingið so stóran bát. Ungt kjak um liberalismu og sosialismu Vilstir vallarar Fríggjadagin var samkoma í hølunum hjá Tutl í Havn. Nýggja fløgan hjá Jørgin Dahl kom alment á marknaðin og samstundis lat upp listaframsýning við myndum hjá Olivur við Neyst Leygardagin skipa Unga Sambandið og Sosialistiskt Ungmannafelag fyri kjakfundi á Parnassinum á Hotel Hafnia. Evnini eru útbjóðing av almennum ognum og miðsavnan og miðspjaðing DAGFINN OLSEN Unga Sambandið og Sosial- istiskt Ungmannafelag hava funnið saman í samstarv. Feløgini meta seg nøku- lunda samd í fullveldismál- inum, ið eftir teirra tykki eisini er tugt og tanlað. - Tað eru eisini onnur mál, ið hava áhuga, sigur Mich- ael Jensen, frá Unga Sam- bandinum. - Samstarv var fyrst mill- um Unga Tjóðveldið og sambandsungdómin. Síðani stakk Sosialistiskt Ung- mannafelag seg upp. Síðani skipaðu øll 3 feløgini fyri ymiskum, t.d. almennum fundi um fullveldismál, sig- ur Michael Jensen. Nú hava javnaðarung- dómar og sambandsung- dómar funnið nøkur evni, har semjan ikki er so løtt at hóma teirra millum. Tey hava valt eitt evni í part og tað eru hesi evnini, sum lagt verður upp til kjak um á al- mennum limafundi á Hotel Hafnia klokkan 14 leygar- dagin komandi. Sambandsfólkini hava valt útbjóðan av almennum ognum. Javnaðarfólkini hava sett á skránna mið- savnan og miðspjaðing. Edmund Joensen, for- maður Sambandsfloksins, luttekur fyri Sambands- flokkin. Fyri Javnaðarflokk- in luttekur eisini onkur av tingmanningini. Enn er ikki heilt greitt, hvør hetta verð- ur. Øll eru vælkomin á fund- in, sum verður klokkan 14 leygardagin, siga Michael Jensen, Unga Sambandið og Kristoffur Gaardlykke, Sosialistiskt Ungmanna-fel- ag. DAGFINN OLSEN Olivur við Neyst hevur myndprýtt fløguhúsan á nýggju fløguni hjá Jørgini Dahl. Fløgan kom alment út fríggjadagin og samstundis lat framsýning við myndum hjá Olivuri upp í hølunum hjá Tutl í Gongini í Havn. Tutl hýsir einum listafólki um mánaðin og myndirnar hjá Olivuri hanga til fyrst í mars. Vilstur vallari Fløgan hjá Jørgini Dahl nevnist Lost Pilgrims. Longi hevur verið bíðað eft- ir, at hesin undangongu- maður í føroyskum rocki aftur skuldi gera vart við seg. Í sjey- og áttatiárunum stóð Jørgin í fremstu røð. Síðani fór hann til Dan- markar og meira hoyrdist ikki frá honum. Um tað er hetta, sum liggur í heitinum á fløguni, skal ikki sigast her, men tað er, sum er vilsti vallarin komin heimaftur. Ein veteranur er komin undan kavi aftur. Á fløguni hjá Jørgini syngur John Mc- Sherry, Jørgin Dahl spælir ljómborð og syngur kór saman við Lars Christensen, Carsten Volsing, McSherry og Peter Brander. Carsten Volsing leikar guitar, bass og hevur forritað trummur. Jørgin spælir eisini sjálvur bass. Jørgin eigur øll løgini og tekst til eitt lag. Hann hevur eisini lagt tilrættis og verið framleiðslustjóri (produs- ari). Hinar tekstirnar eigur Lars Mossin Christensen. Ljóðførini og kór eru tik- in upp í Carma Produktion í Keypmannahavn í 1999 við Carsten Volsing við knøttarnar og Jørgin Dahl við hansara lið. Røddir og annað er tikið upp í Media Sound, Keypmannahavn. Peter Brander mastraði og stóð fyri endaliga ljóðblandinum. Olivur við Neyst og Sveinur Thomassen løgdu fløguhúsan tilrættis. Flagan er stuðlað av Norðoyar Sparikassa, Fjøl- rit og Mentunnargrunni Før- oya Løgtings. Kristian Blak, Tutl, Sveinur Thomassen og Olivur við Neyst, ið hava gjørt fløguhúsan, og Jørgin Dahl. Myndin er tikin á samkomu fríggjaagin, tá fløgan Lost Pilgrims hjá Jørgini Dahl kom út. Mynd: Jonhard Hammer Kristoffur Gaardlykke frá Sosialistiskum Ungmannafel- ag og Michael Jensen frá Unga Sambandinum taka nú saman lógvatak og skipa leygardagin fyri kjakfundi, men evnini hava tó einki við fulleldismál at gera, men viðvíkja øðrum síðum av politiska kjakinum Mynd: Jens Kristian Vang