mánadagur 7. februar 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÓLAVUR Í BEITI
Sum longu nevnt, var stórur
dagur í Flogsøgu Føroya
seinasta fríggjadag, tá ið
nýggja flogfarið hjá Atlantic
Airways kom til landið. Og
tað var eisini ein fegin stjóri
í felagnum, Magni Arge,
sum lýsti løtuna í røðu síni
og eisini framtíðina hjá fel-
agnum sum nú hevði fingið
fleiri vegnur at flúgva á.
M.a. segði stjórin, at við
einum flogfari aftrat kom at
verða skapt sunnari og
tryggari grundarlag fyri
framhaldandi menning loft-
vegis í ferðslukervinum til
og úr Føroyum, og er hetta
úrslit av hepnu royndunum
við tveimum flogførum
seinastu tvey summrini.
»Dry lease« avtala
- Við hesum flogfarinum
aftrat gera vit eitt lop inn í
altjóða flogferðslu, tí flog-
farið skal í vinnu uttanfyri
Føroyar stóran part av ári-
num, einar 8-9 mánaðir.
- Vit hava gjørt eina »dry-
lease«(flogfar uttan mann-
ing) avtalu við British Mid-
lands í 4 mánaðir, men tað
er einki at ivast í, at tað kann
gerast til eina »wet-lease«
(flogfar við manning) av-
Størsti dagur í føroysk-
ari flogsøgu síðani 1988
talu, sum eru tveir av hand-
ilsmøguleikunum í dag,
umframt charter flúgving.
- Eg vóni, at um 5 ár er
virksemið í felagnum bygt
helvt um helvt á heima-
marknaði og útlendska
marknaðin og tað krevur
nógva av starvsfólki og
felagi at laga seg til altjóða
kapping, men vit hava gott
treysti kortini, segði stjórin
Magni Arge.
Trívast í kapping
Og um felagið og starvs-
fólkini, vísti Magni Arge á,
at bæði felag og starvsfólk
hava øll árini trivist í kapp-
ing, og fyrstu royndirnar í
altjóða flúgving hava vit í
flúgving til m.a. Sarajevo og
Grønland, og nógv orka er
løgd í arbeiðið at fáa nýggja
flogfarið hendavegin, har
tveir mans hava verið burt-
uri í ein mánað at skipa fyri
øllum.
- Hetta er eitt gott flogfar í
góðum standi, kundi ein
fegin stjóri at enda boða frá,
tó at tað er eitt sindur eldri
enn hitt flogfarið hjá Atlan-
tic Airways. Men innan
flogfør er tað meiri tímarnir
í luftini sum telja heldur enn
árini á jørðini.
- Hetta er eitt lop inn í altjóða flogferðslu, tí flogfarið skal í vinnu uttan fyri
Føroyar 8-9 mánaðir av árinum, segði Magni Arge m.a. á stóru móttøkuni í
Hangarinum, tá ið nýggja flogfarið var komið inn at standa
Magni Arge, stjóri, helt røðu við hátíðarhaldið í hangarinum fríggjadagin
Myndir: Jens Kristian Vang
Finnbogi Niclasen, flogvallarstjóri, helt eisini vælkomurøðu
ÓLAVUR Í BEITI
Høgni Hoydal sigur enda-
málið við uppskotinum
verða, at mæla Løgtingi-
num til at taka støðu av
nýggjum í málinum um at
seta ríkislóg um fjølmiðla-
ábyrgd í gildi fyri Føroyar.
Og orsøkin til tað er, at
danska Løgmálaráðið ikki
er sinnað at gera allar tær
broytingar í lógini, sum
Løgtingið samtykti í 1997.
Í tí sambandi hevur Høgni
Hoydal endurskoðað alt
málið og er komin til hesar
niðurstøður, sum landsstýr-
ið tekur undir við:
Og niðurstøðurnar eru:
At biðja Løgtingið um und-
irtøku fyri at heita á ríkis-
myndugleikarnar um at
steðga málinum. Og at
landsstýrismaðurin ístaðin
leggur uppskot fyri tingið
um føroyska lóg um fjøl-
miðlaábyrgd.
Viðvíkjandi gongdini í
málinum, sigur landsstýr-
ismaðurin, at málið er
dømi um eina sera stirvna
og lítið haldgóða skipan
fyri lóggávu í Føroyum.
– Tað er hálvt triðja ár síð-
ani, at Løgtingið samtykti
ríkislógartilmælið um fjøl-
miðlaábyrgdarlóg. Síðani
hevur málið ligið hjá
donskum myndugleikum,
uttan at lógin er sett í gildi.
Nú verða so úr Løgmála-
ráðnum reistir ymsir prin-
sippiellir trupulleikar við
tilmælinum, og Løgmála-
ráðið boðar frá, at lógin ikki
kann setast í gildi við teim-
um broytingum, sum Løg-
tingið hevur samtykt.
Tríggir møguleikar eru
og mælir landsstýrið til: at
Løgtingið samtykkir at
støðga gildiskomuni av rík-
islógini, og ístaðin verður
farið undir at gera føroyska
lóg um fjølmiðlaábyrgd,
sum tingið tekur støðu til,
tá uppskotið er liðugt.
– Við hesum møguleika-
num taka landsstýrið og
Løgtingið sjálvi ábyrgdina
av at fáa lóg um fjølmiðla-
ábyrgd í gildi fyri Føroyar,
sigur Høgni Hoydal í við-
merkingunum.
– Samanumtikið skuldi tí
verið óneyðugt at farið í
politiska og løgfrøðiliga
togtogan millum danskar og
føroyskar myndugleikar um
hetta mál. Spurningurin er,
hvat Løgtingið vil við
spurninginum um fjølmiðl-
aábyrgd, og hvussu vit
tryggja, at lóggávan verður
gjørd og sett í verk eftir
Løgtingsins ynskjum.
Samstundis sum hetta
uppskot verður lagt fyri
Løgtingið, verður uppskot
til samtyktar um at heita á
landsstýrið um at leggja fyri
Løgtingið uppskot til løg-
tingslóg um fjølmiðlaá-
Greiðar reglur og
krøv til virksemi
fjølmiðlanna
– sum bæði kunnu tryggja fjølmiðlunum sína
óheftu støðu og sum kunnu tryggja einstakling-
ar og samfelagsbólkar móti órættari viðferð í
fjølmiðlunum, sigur Høgni Hoydal m.a. í við-
merkingunum til uppskot um fjølmiðlalóggávu
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 26 - 8. februar 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 26 - 8. februar 2000
Dr. Jacobsensgøta 21 • Tórshavn • Tlf. 315315 • Fax 311739
Konfirmatiónskjólar
ÓLAVUR Í BEITI
Tað var frálíkt lag á bæði
starvsfólki og gestum seinn-
Byrjar at flúgva út frá München
Nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways fór í gjár at flúgva fyri Lufthansa og kemur at hava høvuðsstøð í München.
Tað er British Midland sum leigar flogfarið frá Atlantic Airways og so víðari til Lufthansa, og tí hevur flogafrið teir
tiltiknu leðurstólarnar umborð, sum eru ein dreymur at sita í
apartin fríggjadagin, tá ið
nýggja flogfarið hjá Atlantic
Airways hevði lent um 2-
tíðina og seinni varð togað
yvir í Hangarin hjá Atlantic
Airways, har øll fingu høvi
at vitja umborð á snotuliga
flogfarinum, og eisini fáa
sær ein forkunnugan bita frá
føroyska
flogfelagnum
undir fagnaðarløtuni.
Tókst tú í hondina á
starvsfólkunum og ynskti
teimum til lukku, varð svar-
að uttan undantak: Í líka
máta! Jú hetta var nýggja
flogfarið hjá øllum føroy-
ingum og tað vóru so mang-
ir føroyingar komnir at
fegnast um eisini saman við
teimum, sum høvdu hetta til
sítt dagliga arbeiðspláss.
Í røðu síni, segði stjórin,
Magni Arge, at hetta var
størsta løtan hjá felagnum
og nú fóru eisini góðir møg-
uleikar at vera fyri at menna
flogferðsluna bæði úti sum
heima hjá felagnum, nú
nýggja flogfarið eisini er
komið. Og hann nevndi, at
longu sama kvøld klokkan
7, skuldi flogfarið avstað at
flúgva fyri stóra evropeiska
flogfelagið Lufthansa. Brit-
ish Midland hevur leigað
frá Atlantic Airways og so
víðari til Lufthansa, har tað
skal flúgva út frá München
til summarflúgvingin hjá
Atlantic Airways byrjar í
juni.
Og fórt tú í sjálvt flogfar-
ið at vita, sást tú víst, at tað
er eitt stórfelag, sum leigað
hevur, tí teir 80 stólarnir í
flogfarinum eru úr ljósgrá-
um leðri, sum er eyðkennið
hjá hesum stóra flogfelag.
Hesir 80 stólarnir viga góð
300 kilo meiri enn vanligu
stólarnir, sum Atlantic Air-
ways brúkar.
Flogfarið hjá Atlantic Air-
ways er bygt í 1985 og fleyg
upprunaliga í USA. Tað er
tvey ár eldri enn hitt flog-
farið, men hevur flogið ein-
ar 10.000 tímar minni, og
sambært Hans Hansen,
flogskipara, er tað í avbera
góðum standi. Seinastu ár-
ini hevur tað flogið fyri
bretska felagið Debon Air.
Fyrsta túrin síðan yvirtøku-
na fleyg flogfarið 2. februar
úr Stansted uttan fyri Lon-
don, har tað hevur verið til
eftirlit og umvæling, til
Manchester.
Myndamaður blaðsins var
eisini til staðar á flogvølli-
num, tá ið nýggja flogfarið
hevði sett seg, og vit lata
myndirnar talað fyri seg.
Magni Arge handar Hans Meinhardi á Høgabóli eina nál fyri at hava flogið yvir 10.000 tímar
Myndir: Jens Kristian Vang
Teir 80 leðurstólarnar eigur Lufthansa. Teir viga um 300 kg meira enn vanligu
stólarnir hjá Atlantsflog
Jóhan í Niðristovu, flogskipari og konan, Lis Eklund, stjóri á Hotel Føroyum, saman
við Magna Arge, stjóra í Atlantsflog
Hans Hansen, yvirflogskipari, hevur verið við frá byrjan
Tó at nýggja flogfarið er eldri enn gamla flogfarið hevur tað flogið 10.000 færri tímar