Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. februar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 26 - 8. februar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 26 - 8. februar 2000 JÓANNES HANSEN Tað eru ov fáir maskin- smiðir í Føroyum, sum eru í tríati árunum, og tað kastar skuggar á vinnuna nú, og Tað er trot á handverkarum í bestu árum Kreppan fyrrapartin í níti árunum hevði við sær, at nógvir handverkarar fóru úr vinnuni, og at næstan eingir unglingar fingu lærusáttmála JÓANNES HANSEN Tá vinnan í Eysturoy herfyri skipaði fyri fundi at lýsa støðuna hjá ymsu tættunum í vinnuni í oynni var Kári Johannesen í Fuglafirði tann, sum hevði orðið vegna tænastuvinnurnar í oynni. Kári Johannesen vísti á, at í Eysturoy eru nógvar tænastuvinnur, sum veita vinnulívinum, húsarhaldu- num og tí einstaka eina fjøld av ymiskum tænastum. Fyri at lýsa umstøðurnar og korini hjá tænastuvinn- uni í Eysturoy, brúkti Kári Johannesen sítt egna virki sum dømi. Á fundinum vóru bæði lands– og lokal- politikarar. Kári Johannesen nýtti høvið at lýsa viður- skifti, sum hann við roynd- um frá sínum virkjum vildi ynskt vóru øðrvísi. Hetta hava vit eitt sindur meiri um aðra staðni á hesi síðuni. Men áðrenn umboðið fyri tænastuvinnurnar í Eystur- oy kom so langt, greiddi hann fundinum frá, hvør hann var, og hvussu gongd- fer ivaleyst at gera tað í fleiri ár fram í tíðina. Ein handverkari, sum er í tríati árunum verður ofta mettur at vera komin á tind- in í sínum yrki. Hann hevur lærdómin og royndirnar, sum gera, at hann er førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, hann er væl førur fyri at tilogna sær tað nýggja, sum kemur undan kavi í faki- num, og hann er á tindinum, hvat likamsevnum viðvíkur. Men sambært Kára Jo- hannesen í Fuglafirði, sum eigur Hydro–Tech á Eiði og KJ–Hydraulik á Kambsdali, so eru fáir maskinsmiðir í hesum aldrinum. Á teimum báðu omanfyri nevndu virkjunum eru 72 fólk í starvi. 56 av teimum eru handverkarar og hand- verkslærlingar. Níggju eru yngri enn tjúgu ár, fýra og tredivu eru í tjúgunum, trett- an eru í fjøritunum, fýra eru í fimti árunum, og tríggir eru omanfyri seksti ára gamlir. Í tredivunum eru bara níggju. – Hetta er ikki tað aldurs- býtið, sum var vanligt ímill- um handverkarar fram til síðst í áttati árunum. Eg var liðugur at læra í 1968. Tá og í langa tíð eftir tað var tað vanligt, at nógvir hand- verkarar vóru í bestu árum, sigur Kári Johannesen, sum dugir væl at síggja orsøkina til, at smiðirnir í tríati áru- num eru so fáir: – Kreppan fyrrapartin av níti árunum er høvuðsorsøk- in til, at tað stendur soleiðis til. Arbeiðsloysið hevði við sær, at nógvir ungir handverkarar fóru av landinum. Summir fóru at útbúgva seg, summir fluttu og fingu sama slag av ar- beiði, sum teir høvdu havt, og uppaftur aðrir fóru at ar- beiða uttanlands og varð- veittu bústaðin í Føroyum. Skuggarnir Kári Johannesen heldur, at tað fer at síggjast aftur í fleiri ár, at tað er ein aldu- dalur, har handverkararnir hava verið roknaðir at vera Úr kjallaranum og til 72 fólk í starvi Fyritøkan hjá Kára Johannesen í Fuglafirði hevur síðani byrjanina í 1978 ment seg til eina av teimum stóru innan maskinsmíði in og vit kunnu avgjørt siga menningin hevur verið á hansara egna virki. Øll mundu samtykkja við Dan Reinert Petersen, løg- tingsmanni, tá hann undir orðaskiftinum helt, at alt tað, ið var komið fram í lýs- ingini av støðuni hjá vinn- uni, var sera áhugavert, men at eingin tók honum tað illa upp, tá hann gav til kennar, at lýsingin, sum Kári Jo- hannesen hevði havt av, hvussu virkið hjá honum hevði virkað og ment seg, var serliga áhugaverd. Tað halda vit eisini, at hon var. Sólskynssøgan KJ–Hydraulik á Kambsdali er eitt av virkisnøvnunum, sum tað tey seinnu árini hevur verið alt meiri at hoyrt um, og hesa seinastu tíðina hevur ikki so sjáldan verið at hoyrt um Hydro– Tech á Eiði. Aftanfyri hesi bæði eru feløg, sum arbeiða innan maskinsmíð, og sum um- framt til skip, bátar og onn- ur, ið brúka hydraulik, eisini veita tænastur til alivinnuna. Felags fyri bæði feløgini er, at tað er ein og sami maður, sum er ánari. Mað- urin eitur Kári Johannesen. Hann er ættaður úr Fugla- firði, og hann býr í Fugla- firði. Í 1978 fór hann at arbeiða fyri seg sjálvan í kjallaran- um heima hjá sær sjálvum í Fuglafirði. Virksemið øktist stútt og støðugt. Fleiri fólk komu í arbeiði, og í 1988 varð virkið flutt út á Kambs dal í nýggjan bygning, og í hesi 570 fermetra stóru høll ini halda teir framvegis til. Hjá pf. Kára Johannesen maskinsverkstaði á Kambs dali, sum hevur hjánavnið KJ–Hydraulik, starvast 47 fólk. 35 teirra starvast í maskinsmíðfakinum, og Kári Johannesen er sjálvur stjóri. Kári Johannesen eigur og er nevndarformaður í Hy- dro–Tech á Eiði. Á hesum arbeiðsplássinum eru 23 fólk, og 20 eru í maskin- smíðfakinum. Virkið á Eiði heldur til í einum fýra hundrað fermetra stórum bygningi á havnarlagnum, og nú verður ein nýggjur bygningur upp á tólv hundr- að fermetrar bygdur við síð- una av. Á virkjunum á Kambsdali og á Eiði eru sostatt 72 fólk í starvi, og av teimum eru 22 lærlingar: 19 maskin- smíðlærlingar, ein goymsl- ulærlingur og tveir skriv- stovulærlingar. Lønin fer víða Í fjør vóru samlaðu lønar- gjaldingarnar 13,1 milliónir krónur. Um lønarveitingar- nar verða roknaðar til eitt miðal tal fyri øll starvsfólk- ini – tá verður roknað við, at lærlingarnir fáa somu miðalløn sum hini starvs- fólkini – so var miðalinn- tøkan í fjør 187 túsund krónur. Tá havt verður í huga, hvørja tímaløn handverkar- ar fáa, og at ein lítil triðing- ur av arbeiðsfólkunum vóru lærlingar, sum ikki fáa fulla løn, so boðar miðallønin frá, at starvsfólkini í miðal hava arbeitt eitt stórt tal av tímum í 1999. Umframt at arbeiða undir taki á omanfyri nevndu plássum, so gongur ein ikki so lítil partur av virksemi- num fyri seg hjá fyritøku- num, sum fáa tænasturnar veittar á staðnum. Her er eitt nú talan um skip og alibrúk. Tað kemur meiri enn so fyri seg, at arbeiðsfólk verða send av landinum í arbeiðs- Fokus á vinnuna í Eysturoy Greinarnar í dag eru tær síðstu í røðini í einari lýsing av vinnuni í Eysturoy. Vinnan í Eysturoy skipaði mánakvøldið 10. januar fyri fundi, har umleið hálvt annað hundrað fólk úr vinnuni í oynni luttóku. Burturúr tí, sum varð lagt fram, hava vit umframt í dag, havt tvær aðrar opnir í blaðnum – hin fyrra týsdagin 18. januar og hin seinna fríggjadagin 28. januar. Umframt tað, ið er komið fram í blaðnum, varð m. a. nógv gjørt burturúr at sannføra vinnuna og politik- ararnar um, at Eysturoyggin og Skálafjørðurin er best egnaða økið til útgerðarhavn fyri oljuvinnuna. komnir í besta aldur: – Eitt er, at fyritøkurnar sakna, at hesin aldursbólk- urin ikki er so stórur í ar- beiðsmegini, sum hann hev- ur verið. Eitt annað er, at lærlingarnir sakna hesar sveinarnar at læra av. Í báð- um førum er talan um ó- hepnar avleiðingar, sum tað fer at taka rúma tíð at sleppa av við. Flest í Eysturoy Kári Johannesen hevur sjálvsagt serligan áhuga fyri maskinsmíð fakinum. Í Eysturoy hava maskinverk- staðirnir altíð verið nógvir, og tískil hevur talið á mask- insmiðjum sammett við aðra staðni verið høgt í oynni. Sum omanfyri nevnt, so eru í teimum báðu fyri- tøkunum hjá Kára Johann- esen 56 í maskinsmíð fak- inum. – Samlaða talið í oynni hevur verið hægri, enn tað er nú, men tað er framvegis hægsta talið í landinum. Tað eru umleið tvey hundrað maskinsmiðir og lærlingar í oynni, og tað svarar til umleið tvey prosent av sam- laða fólkatalinum í Eystur- oy. Í hinum oyggjunum er talið upp á seg lægri, og eg rokni við, at miðaltalið fyri alt landið liggur onkra staðni ímillum 1,0 og 1,5 prosent. Tá vit hugsa um avbjóðingarnar, sum standa fyri framman í einari møg- uligari oljuvinnu, so er talið ikki nóg høgt, heldur Kári Johannesen. ørindum. Hetta sást í fjør aftur í, at umleið tíggju prosent av umsetninginum stavaðu aðra staðni frá enn úr Føroyum. Lønirnar frá teimum báð- um virkjunum fara víða, tí tey 72 starvsfólkini eru úr fimtan býum og bygdum í Eysturoy (av Toftum og Strondum og norður til Eið- is) og Streymoy (úr Havnini og norður til Haldarsvíkar). Ein handverkari, sum er í tríati árunum verður ofta mettur at vera komin á tindin í sínum yrki. Hann hevur lærdómin og royndirnar, sum gera, at hann er førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, heldur Kári Johannesen Lærlingarnir ganga ov leingi í skúla Meistari sigur seg hava ítøkiligt dømi um, at tekniski skúlin gevur ikki nóg holla undirvísing í nýtslu av nýmót- ans amboðum JÓANNES HANSEN Hóast tíðin, sum lærlingar- nir eru í tekniska skúlanum er nógv longd, og hóast al- menni skúlaførleikin hjá lærlingunum er nógv betri nú, enn hann var fyri einum ættarliði síðani, so er frá- læran ikki vorðin betri. Hesa staðfestingina segði Kári Johannesen, sum eigur KJ–Hydraulik á Kambsdali og Hydro–Tech á Eiði, seg hava gjørt. Í løtuni hava tey bæði virkini hjá honum nítj- an maskinsmíðlærlingar, og Kári Johannesen heldur, at teir kundu fingið meiri burt- urúr teimum 55 vikunum, sum teir eru í skúla, enn teir fáa nú. Hann helt, at tað hevði verið skilagott at stytt fyrsta skúlaskeiðið úr 20 og niður í 10 vikur, og hann gav hetta ynskið víðari til politikararnar, sum vóru á fundinum, ið vinnan í Eyst- uroy skipaði fyri, at arbeiða víðari við. – Fram til sjeyti árini høvdu flestu lærlingarnir sjey ára skúlagongd, og tá teir lærdu, vóru teir tilsaman í umleið tjúgu vikur í tekn- iska skúlanum. Nú hava all- ir teir, sum koma í læru, gingið í skúla í níggju ella tíggju ár. Onkrir hava SIT frá tekniska skúlanum, og summir hava studentsprógv. Harafturat kemur, at saml- aða tíðin í tekniska skúla- num er 55 vikur. Út frá hesum veruleika- num helt Kári Johannesen, at lærlingarnir eru ov lítið úti á virkjunum, og at hetta gongur bæði út yvir virkini og lærlingarnar: – Lærutíðin er fýra ár, men fleiri lærlingar søkja um niðursetta lærutíð – úr trimum mánaðum og upp í eitt hálvt ár. Teir hava eina ella aðra orsøk fyri tí, sum ger, at umsóknin í flestu før- um verður váttað. Um vit rokna stytta lærutíð, summ- arfrí og annað uppí, so fáa vit tað úrslitið, at vit á virkj- unum hava lærlingin í 110 vikur, og skúlin hevur hann í 55 vikur. Tað almenna rindar lønina, meðan teir eru í skúla. Meistarin ger tað í fyrsta umfari, men so fær hann útreiðsluna end- urgoldna. Allir vinna Kári Johannesen segði seg vita, at lærlingarnir, ið allir eru ungir og raskir, kenna seg bremsaðar í fyrsta skúl- askeiðnum, sum er 20 vikur. Skúlin er teimum ov lítil avbjóðing, og tey kenna tað sum um tey hava ov lítið at takast við. – Eg havi tosað við tey flestu teirra, og tað er sama søgan. Tey eru vaksin fólk, sum keða seg. Eg fari tí at mæla politikarunum til at arbeiða fyri, at hetta fyrsta skúlaskeiðið í staðin fyri 20 verður tíggju vikur. Um vit hava og løna lærlingunum í hesar vikurnar meiri, so sparir tað almenna samsvar- andi í løn til lærlingarnar. Áhugi fyri samstarvi Tað verður nógv tosað um oljuvinnuna og um at før- oyska vinnan skal vera klár at taka við avbjóðingunum, sum nýggja vinnan fer at bera við sær. Kári Johanne- sen nevndi eitt ítøkiligt dømi, har hann helt seg hava staðfest, at lærlingarnir verða ikki nóg døgført skúl- aðir til nýggju avbjóðingar- nar: – Okkara fyritøka hevur verið á nógvum oljufram- sýningum. Í 1998 vóru við í Stavanger. Har royndu vit at fáa samstarv í lag við fyr- itøkur av sama slagi sum okkara og sum arbeiddu í oljuvinnuni. Vit ætlaðu at býta um fólk við teir, og eg legði upp til, at vit kundu senda nakrar menn til teirra í eitt tíðarskeið, og um ar- beiði av sama slagi var hjá okkum, so kundu teir senda fólk henda vegin. – Felagið, sum vit høvdu verið í sambandi við, var áhugað í samstarvi. Teir høvdu brúk fyri seks fólk- um, sum kundu arbeiða við teldustýrdum maskinum, tveimum verkfrøðingum – teir kundu vera nýútbúnir og harvið óroyndir. Felagið bjóðaði sær til at læra teir upp, og so kundu teir koma í vinnu hjá okkum, tá ið oljuvinnan verður veruleiki her. Hetta helt Kári Johanne- sen ljóðaði spennandi. Teir høvdu tó ongar sveinar, sum dugdu at arbeiða við teld- ustýrdum maskinum, og teir høvdu heldur ongar verk- frøðingar. Teir á Kambsdali høvdu heldur onga teldu- stýrda maskinu. Men tekn- iski skúli hevði eina, men eingin lærlingur hevði lært at brúka hana. Fáa nyttu úr lærutíðini Um KJ–Hydraulik skuldi hava møguleika fyri at fáa kunnleika til tílíkar mask- inur, so vóru teir noyddir at keypa eina, og síðsta summ- ar keyptu teir eina sovorna, sum tveir av monnunum settu seg inn í at brúka. – Eg haldi, at hetta átti at havt verið ein uppløgd upp- gáva hjá tekniska skúlanum at taka sær av. Tí fari eg at skjóta upp, at seks av teimum tólv spardu viku- num, sum eg sipaði til í áðni, kundu verið brúktar til hesa upplæringina. Tað vil við øðrum orðum siga, at í seks vikur kundu lærling- arnir á skúlanum fingið áð- urnevndu upplæring, meðan hinar seks í fyrsta skúla- skeiðnum spardu vikurnar kundi tað almenna spart lønarútreiðslurnar til og har- við havt pengar at keypa skúlanum útgerð fyri, helt Kári Johannesen fyri. Hann visti at siga, at sum er hevur tekniski skúlin bara eina teldustýrda maskinu. Tað eru fimtan lærlingar, sum samstundis skulu und- irvísast, og so sigur tað seg sjálvt, at hetta ber ikki so væl til. Vinnan uppií Signar á Brúnni, landsstýr- ismaður í skúlamálum, var á fundinum. Hann segði seg skilja boðskapin hjá virkis- eigaranum, men hann segði seg samstundis undrast á, at vinnan ikki hevði ávirkað skúlatíðina meiri, enn hon eftir útsøgnini á hesum fundinum hevði fingið burt- urúr: – Vinnan hevur síni um- boð í yrkisnevndini og hevði síni umboð í víðkaða læruráðnum. Men um vinn- an ynskir, at viðurskiftini skulu broytast, so eru vit klárir at taka spurningin til viðgerðar segði landsstýris- maðurin. Kári Johannesen ynskti ikki at fara út í nakað orða- skifti á fundinum við lands- stýrismannin, men hann gav til kennar, at tað er fram- vegis ikki væl dámt av teim- um, sum á arbeiðsplássu- num hava ábyrgd av lærl- ingunum, at nógv bendir á, at hugtakið meistaralæra kámast alt meiri og meiri: – Nú stendur ikki í bløð- unum longur, hvør læru- meistarin hevur verið, tá lærlingar eru avlærdir. Nú fær lærlingurin ikki sveina- bræv, men hann fær í staðin eitt útbúgvingarskjal, og hetta eru ikki allir so fegnir um. Kári Johannesen heldur, at tað hevði verið skilagott at stytt fyrsta skúlaskeiðið hjá lærlingunum úr 20 og niður í 10 vikur Mynd: Jens Kristian Vang