mánadagur 7. februar 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 26 - 8. februar 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 26 - 8. februar 2000
Útbjóðingarlógin
endaliga samtykt
-Tá ið landsstýrismaðurin veitir loyvi, skal hann leggja dent á, at leitingar-
og framleiðsluvirksemi úr Føroyum, eisini fer fram í útjaðaranum samtykti
løgtingið fríggjadagin í einum broytingaruppskoti. Endamálið við hesum er
at spjaða virksemið, so ikki eitt pláss ella øki í landinum fær allar
avleiðingar – bæði fyrimunir og óhepnar avleiðingar. Tað verður tó ásannað,
at tað kann verða trupult at náa hesum endamáli í einum leitiskeiði við av-
markaðum virksemi
Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum hevur alla
orsøk til at fegnast, nú uppskot hansara varð endaliga
samtykt nærum óbroytt.. Men tingið hevur álagt honum
at hugsa um útjaðaran, tá virksemi verður í sambandi
við oljuleiting og framleiðslu
Nú er klárt at lata upp 1. útbjóðing. Helst verður útbjóðingin alment latin upp um
einar 10 dagar. Á kortinum síggja vit økið, sum verður boðið út innan fyri trappurnar
og marknalinjuna
JAN MÜLLER
Tingið samtykti fríggjadag-
in við 3. viðgerð uppskotið
til 1. útbjóðing við 27 at-
kvøðum fyri, eini ímóti og
4 blonkum. Umboð fyri
landsstýrisflokkarnar løgdu
eitt nýtt broytingaruppskot
fram millum 2. og 3. við-
gerð um oljuvirksemi. Tað
varð samtykt við 16 atkvøð-
um fyri, ein var ímóti og 15
vóru blankar.
Sjáldan í tingsins søgu
hevur ein 3. viðgerð tikið
so drúgva tíð, og sjáldan
hava tingmenn og landsstýr-
isfólk verið so harðmælt og
hatsk móti hvørjum øðrum
sum júst í hesum orða-
skiftinum, sum byrjaði
klokkan 10 og endaði eftir
klokkan 13. Tað var spurn-
ingurin um, hvar ein kom-
andi oljuútgerðarhavn skal
vera, sum varð reyði tráð-
urin í orðaskiftinum. Eitt
uppskot frá Javnaðarflokk-
inum um at fáa við í stand-
ardloyvini, at alt virksemi í
sambandi við leitingarskeið
og framleiðsluskeið og her
eisini
oljuðutgerðarhavn
skal ganga út frá Suður-
oynni, fall.
Í staðin varð eitt annað
broytingaruppskot frá ting-
monnum í samgonguni
samykt. Tað broytingarupp-
skotið varð soljóðandi:
„Í § 3 verður sett inn nýtt
stk. 2, sum verður soljóð-
andi: „Tá ið landsstýris-
maðurin veitir loyvi, skal
hann leggja dent á, at leit-
ingar- og framleiðsluvirk-
semi úr Føroyum, eisini fer
fram í útjaðaranum.“
Í viðmerkingunum verður
m.a. sagt: „Sum nevnt í á-
litinum hjá vinnunevndini
frá 26. januar 2000, eigur
ágóðin av eini møguligari
oljuvinnu at koma øllum
landinum til góðar – bæði í
leitingar- og møguligum
framleiðsluskeiði. Hetta er
galdandi
fyri
inntøkur,
vinnuframtøk og umsiting.
Virksemið
kann
hava
alstórar sosialar, mentanar-
ligar, umhvørvisligar og bú-
skaparligar avleiðingar við
sær. Vandi er fyri, at virk-
semið verður savnað á ein-
um stað og á fáum hondum,
og hetta kann hava stóran
ójavnað við sær millum
samfelagsbólkar og økir í
landinum.
Endamálið er at spjaða
virksemið, so ikki eitt pláss
ella øki í landinum fær allar
avleiðingar – bæði fyrimun-
ir og óhepnar avleiðingar.
Tað verður tó ásannað, at
tað kann verða trupult at náa
hesum endamáli í einum
leitiskeiði við avmarkaðum
virksemi.
Hetta eigur ikki bert at
vera eitt politiskt stevnu-
mið, men eitt mál, tá komið
verður til ymisku stigini í
eini oljumenning. Tí verður
tað hildið at vera rætt, at tað
í lógini er álagt landsstýr-
ismanninum at leggja dent
á, at virksemi verður lagt
soleiðis til rættis, at tað
gagnar øllum landinum“
siga uppskotsstillararnir.
Uppskotið varð samtykt og
somuleiðis øll útbjóðingar-
lógin. Við aðru viðgerð varð
uppskot frá andstøðuflokk-
unum um at fáa eina optión
við í uppskoti frá landsstýr-
inum somuleiðis vrakað.
Tískil er lógin til 1.
útbjóðing komin ígjøgnum
nærum óbroytt.
Nú restar so í at fáa olju-
skattafyrisitingarlógina
samtykta. Hon hevur verið
í Fíggjarnevndini og kemur
til 2. viðgerð í dag. Eftir er
so at leggja fram uppskot
til broytingar í oljuskatta-
lógini. Her er talan um ser-
skattin. Tað uppskotið hev-
ur verið til hoyring hjá øll-
um flokkum og verður
møguliga lagt fyri tingið í
dag ella eina av døgunum.
Hetta uppskotið er so gott
sum tað sama, sum varð
kunngjørt á oljumessuni í
Aberdeen herfyri.
SVEINUR TRÓNDARSON
Saman standa vit sterkari ...
Hesi orðini kunnu teir
fýra advokatarnir brúka um
seg sjálvar nú teir hava gjørt
av at ganga saman í sam-
starv frá mánadegnum 7.
januar ar rokna.
Páll Nielsen og Sigmund
Poulsen hava hildið til við
Hoyvíksvegin, meðan Hans
Trygvi Teirin og Eyðhild
Skaalum hava húsast í J. H.
Schrøtersgøtu. Men nú tey
eru farin í samstarv er alt
virksemi flutt oman í J. H.
Scrøtersgøtu, har tey, fyri-
bils, húsast í tveimum hús-
um. Nummar 20 og 22.
Vit fingu orð á Páll Niel-
sen mánamorgunin, og
hann segði okkum, at hetta
var nakað tey høvdu tosað
Fýra í einum - nýtt advokatsamstarv
Mánadagin byrjaðu teir fýra advokatarnir Páll Nielsen, Sigmund Poulsen, Hans Trygvi Teirin og Eyðhild Skaalum
nýtt samstarv, sum eftir ætlan skal enda við, at teir koma undir somu lon
um í drúgva tíð.
– Vit hava tosað um tað
leingi, men tað er ongantíð
komið longur. Nú hildu vit,
at tað var vert at royna.
Páll leggur kortini dent á,
at fyribils er bert talan um
skrivstovusamstarv. Advok-
atvirkini verða rikin á sama
hátt. sum tey vóru undan
samanleggingini
– Rakstrarliga er tað
sjálvsagt ein fyrimunur at
leggja saman, sigur Páll
Nielsen, sum leggur afturat,
at tað ikki er øll orsøkin.
Fakliga hevur tað eisini
stóran fyrimun, tí nú eru teir
fýra ístaðin fyri tveir.
Tá vit spyrja hann, um
teirra fakliga styrki er á hvør
sínum øki, sigur hann, at
soleiðis er tað ikki.
– Her heima er tað ógvu-
liga sjáldsamt, at ein sak-
førari er serfrøðingur á ein-
um øki, tí landið er so lítið.
Kortini er tað ein veru-
leiki at kanska serliga Páll
sjálvur hevur nógv at gera
við fakfeløgum, og tí er
hann ikki ósamdur í.
– Men tað er í grundini
galdandi fyri bæði virkini,
sigur Páll.
– Sum nevnt húsast virk-
ini bæði í tveimum húsum
at byrja við, men ætlanin
er, at tey við tíðini skulu
koma undir somu lon.
Nær tað verður og um tað
ber til har tey húsast nú,
dugir Páll ikki at siga, tí so
langt eru tey ikki komin
enn.
Steypavinnarar hjá kvinnum 2000, Kyndil
Aftast f.v.: Ann Rubeksen (li›l.), Frida Johannesen, Tina Danielsen, Beinta Sørensen, Ann
Hansen, Jensia Petersen, Lotte Sørensen, Bár›ur Johannesen (venjari)
Fremst f.v.: Anya Midjord, Palma Petersen, Elin Michelsen, Jórun Ludvig, Marita
Hermansen, Rakul N. Joensen og Semona Fjallstein
Steypavinnarar hjá monnum 2000, Kyndil
Aftast f.v.: Sophus Dahl Christiansen (venjari), Rúni Poulsen, Hans Áki Dahl Christiansen,
Niels Viggo Niclasen, Bjarni Wardum, Janus Einar Sørensen, Bár›ur Mikkelsen, Leivur
Holm, Hans Andreas Dahl (li›l.)
Fremst f.v.: Rúni Mohr Gunnarson (hjálparv.), Gunnvald Lützen, Uni Wardum, Jacob
Jónsson, Hannis Wardum og Regin Petersen. Liggjandi fremst er Lars Winther
Myndir: Jonhard Hammer
2 x K ndil
2 x K ndil
2 x 22
2 x 22