mánadagur 7. februar 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 26 - 8. februar 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 26 - 8. februar 2000
JÁKUP MØRK
Kyndil-VB 22-21 (12-11)
Tað var um at gerast rættu-
liga trongt, tá steypafinalan
hjá kvinnunum varð brík-
slað í gongd av dómarapar-
inum. Nógv viðhaldsfólk
hjá báðum feløgum høvdu
gjørt seg til, og rópini dundu
oman til leikararnar. Ja, so-
mikið har varð rópa, at leik-
ararnir valla fingu tosað
millum sín.
Komu væl aftur
Nú veit eg ikki, um tað var
nógvi gangurin, sum órógv-
aði VB liðið, men í byrjan-
ini av dystinum hekk snøgt
sagt einki saman hjá teim-
um.
Spælið koyrdi seint runt,
og gjørdi hetta verjuupp-
gávuna hjá kyndilsliðnum
alt ov lætta. Snøgt ráddi bert
um hjá Ann at fylgja við,
hvønn veg Regina mundi
fara, og so at blokka, tá
skotini fullu.
Hjá Kyndli lá munandi
betri fyri, álopini gingu
skjótt og væl, og tá skotini
eisini sótu har, sum tey skul-
du, var lítið at siga til, at
Kyndils fekk eina trygga
leiðslu beinan vegin.
Eftir eitt time-out, eydn-
aðist tað tó hjá VB at fáa
skil á spælið, og spakuliga
fingu tær minkað um munin
upp til kyndilsliðið. Regina
hevði skift pláss, soleiðis at
hon nú var á veinginum, har
eingin Ann var at taka hana,
og í verjuni var skift til 5-1,
og tóktist hetta at rigga nógv
betri.
Tá farið var til hálvleiks,
var munurin sostatt mink-
aður niður í eitt mál, og
flestu áskoðararnir mundu
nú vera sannførdir um, at
talan fór at gerast um eina
sera spennandi finalu.
Lotte mansvard
Seinna hálvleik byrjaði
Marita við at vísa, at hon
kanska fór at hava ein av
sínum góðu døgum. Í fyrra
hálvleiki hevði hon tikið eitt
Loksins eydnaðist tað Kyndli
Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins, eydnaðist tað kyndilskvinnunum at vinna finaludystin í steypakappingini. Hetta hendi
eftir eina sera spennandi finalu, har allir leikarar á báðum liðum góvu alt tað, tær áttu. Tó var ein leikari, sum skar-
aði fram um allar aðrar, og varð tað sum ikki eina ferð Marita Hermansen í kyndilsmálinum
brotskast frá Reginu, og
beint sum seinni hálvleikur
var byrjaður, var hon aftur í
fokus, tá hon bjargaði ein-
um brotskasti frá Sólrun
Krosslá.
So at siga allan seinna
hálvleik stríddust liðini
bæði ein sera javnan dyst.
Fleiri ferðir kom VB upp á
liðina á kyndilsliðnum, men
fram um sluppu tær bara
ikki.
Í royndunum at steðga
kyndilsliðnum, varð gjørt
av at mansverja Lotte Sør-
ensen. Hetta tók sjálvandi
ein part av kyndilsálopi-
num, men Beinta, sum var
komin heim til finaludystin,
og Ann gjørdu sítt til, at
missurin ikki gjørdist so
stórur kortini.
Onkuntíð slapp Lotte
kortini fram at, og tá skotini
sita somikið vær, sum talan
var um leygardagin, er lítið
hjá málverjunum at gera.
VB royndi seg við ikki færri
enn trimum av slagnum,
men líkamikið hvat og
hvussu, so megnaði Lotte
kortini at finna vegin til
meskarnar.
Marita bjargaði Kyndli
Móti endanum av dystinum
var tað tó um reppið, at VB
slapp at leggja seg fram um
kyndilsliðið. Kyndilsliðið
var júst tá skert, við tað at
Ann hevði fingið tveir fing-
rar frá dómaranum.
Við støðuni 20-20 eydn-
aðist tað VB at bróta eitt
kyndilsálop, og Sólrun
Krosslá fekk fría kós móti
málinum. Við eini meistara-
ligari bjarging fekk Marita
tó vart fyri, og í næsta á-
lopinum noyddist Arnleyð
Krosslá út, tá hon var eitt
sindur harðlig við Lotte.
Kyndil slapp nú aftur
fram um, men í næsta á-
lopinum javnaði Regina til
21-21. Kyndil legði seg enn
eina ferð fram um, tá Ann
eftir eitt sera vakurt álop
slapp leys mitt fyri og kundi
skjóta seinasta málið í dyst-
inum, men dysturin var tó
als ikki liðugur enn.
Sólrún slapp enn einaferð
fram við kyndilsverjuni,
Beinta Sørensen var komin heim til dystin, og tað hevði alstóran týdning, at hon tók ábyrgdina á sínar herðar, tá VB
fór at mansverja Lotte Sørensen
Mynd: Jonhard Hammer
men aftur hesu ferð hevði
Marita eina hond við í spæl-
inum, og so kundi Kyndil
fara í álop, tá tað bert rest-
aðu umleið 30 sekund.
Onkursvegna mistu tær
bóltin til vágsgenturnar, og
seinasta álopsroyndin end-
aði við, at Regina slapp leys
á vinstra vengi, men ennn
eina ferð var Marita fyri, og
so var dysturin lokin.
Góð reklama
Tá seinasta bríkslið hevði
ljóðað, kundu kyndils-
kvinnurnar fegnast um, at
tað fyri fyrstu ferð í søgu
felagsins hevði eydnast
kvinnunum at at sigra í fi-
naludystinum í steypakapp-
ingini.
Stoltar kundu tær fara
fram til pallin eftir steyp-
inum, og í bakgrundini só-
ust vónbrotnu vágsgentur-
nar. Tær høvdu rætt og slætt
givið alt tað tær kundu, men
tá tað kom til stykkis, var
hetta ikki nóg mikið.
VB liðið hevði tó onga
orsøk til at skammast, tí
sum kunnugt er fortreytin
fyri einum góðum dysti, at
talan er um tvey góð lið, og
einki er at ivast í, at talan
var um ein sera góðan hond-
bóltsdyst leygardagin.
Kanska er tað skeivt, at
taka ein einstakan leikara
burtur úr, men eftir mínum
tykki var tað Marita Her-
mansen, sum átti størsta
heiðurin av kyndilssigr-
inum. Tríggjar tær seinastu
bjargingarnar vóru avger-
andi fyri úrslitið, og júst
hetta, at kunna tá man skal,
er tað, sum eyðkennir ein
góðan málverja.
Tó slepst ikki undan, at
talan eisini var um eitt sera
gott liðavrik hjá báðum
pørtum, og hóast nógv stóð
á leikarunum, so eiga tær
allar rós uppiborið fyri, at
talan ongantíð gjørdist um
ljótt ella ófantaligt spæl.
Tilsamans vóru ikki fleiri
enn 4 útvísingar, og má
hetta sigast at vera sera lítið
í einum somikið intensum
dysti, sum talan var um.
Alt í alt ein sera góð re-
klama fyri hondbóltin, sum
enn tá, varð varpað út til alt
Føroya fólk.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte Sørensen 8
(2), Ann Hansen 4 (1),
Beinta Sørensen 3, Palma
Petersen 2, Rakul Joensen
2, Jensia Petersen 2, Frida
Johannesen 1
VB: Gurið Mortensen 6,
Regina Rádó 5 (1), Chris-
tina Holm 4, Sólrun Krosslá
3, Arnleyð Krosslá 2, Rann-
vá Augustinussen 1
Brotskøst:
Kyndil 5, VB 3
Útvísingar:
Kyndil 3, VB 1
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar Petersen og Krist-
ian Johansen
Christina Holm og liðfelagar hennara máttu taka til takkar við einum teprum tapi, men vóru tær eitt lítið sindur
hepnari, kundi tað eins væl verið tær, sum stóðu við steypinum, tá dysturin var lokin
Mynd: Jonhard Hammer
JÁKUP MØRK
Kyndil-Neistin 22-20
(10-14)
So skjótt sum steyp og heið-
ursmerki vórðu handað
kvinnuliðunum, sum fram-
man undan høvdu gjørt fi-
naludystin av sær, vóru
bestu mansliðini hjá Kyndli
og Neistanum at síggja á
vøllinum, har vøddarnir
skuldu hitast og mýkjast áð-
renn stóra dystin.
Sum nevnt í leygardags-
blaðnum, so vóu krøvini hjá
kyndilsliðnum sera greið
undan dystinum. Varð dyst-
urin ikki vunnin, kundu teir
helst gloyma alt um at vinna
nakað sum helst í ár, og fyri
sigursvanda havnarfelagið,
hevði hetta helst verið ein
sera herskin biti.
Krøvini til neistaliðið
vóru kanska ikki heilt so ul-
timativ, men hinvegin vildu
teir sjálvsagt ógvuliga fegn-
ir fingið fatur á steypinum.
At tað vóru grannarnir, sum
stóðu himumegin miðlin-
juna, órógvaði kanska als
ikki, tí í trimum innanhýsis
uppgerðum higartil í ár hev-
ði Neistin hvørja ferð verið
við yvirlutan.
Kanónirnar dundu
At byrja við var eisini líkt
til, at neistaliðið so sanni-
liga eisini ætlaði sær at
vinna hesa uppgerðina móti
grannunum.
Álopsspælið gekk sera
væl fyrstu tíðina, og um-
framt at Áki og Heini høvdu
onkur av sínum vælkendu
høggum, sluppu aðrir leik-
arar sær eisini fram at.
Í verjuapartinum stóð lið-
ið seg eisini sera væl, og
gjørdust kyndilsmenninir
ov naskir, tók Petur Mag-
nusson sær av tí mesta.
Einastu kyndilsleikarar-
nir, sum veruliga megnaðu
at hótta neistamálið, vóru
tveir av ungu leikarunum á
liðnum, Janus Einar Søren-
sen og Bjarni Wardum. Av
teimum tíggju málunum,
sum Kyndil fekk fyrra hálv-
leik, áttu teir heili sjey, og
høvdu teir sín part av æruni
fyri, at munurin í hálvleik-
inum ikki var størri enn tey
fýra málini.
Serliga var tað merkis-
vert, at Janus Einar skuldi
gera somikið nógv um seg.
Ikki tí, hann er góður spæl-
ari, sum uttan iva hevur
evnini til at gerast fremsti
strikuspælarin í landinum,
men tað tóktist ørkymla
neistaverjuna nakað, at
Kyndil
gjørdi
somikið
nógva nýtslu av strikuspæl-
inum, ístaðin fyri at nýta
yvirgongdirnar á bakkinum.
Sum, hálvleikurin leið,
byrjaði kyndilsverjan at fáa
betri fatur á Heina, soleðis
at verjan rullaði við, tá hann
skuldi spælast upp til skot.
Verri var statt hinumegin,
og satt at siga gjørdi Áki
júst sum honum lysti. Skot-
ini brakaðu avstað, og Lars
kundi ikki gera tað stóra fyri
at verja meskararnar aftan
fyri seg.
Ivaleyst hildu neistavið-
haldsfólkini, at sigurin var
so at siga vísur, og tá Heini
við einum skotið frá 20 met-
ra fjarstøðu langaði bóltin í
málið til hálvleiksstøðuna
14-10 mundi fagnaðurin on-
gan enda tikið.
Mansverjan riggaði
Kyndilsleikararnir tóktust
Kyndil fekk sær ein dupultan
Fyrstu 58 minuttirnar av finaludystinum hjá monnunum, eydnaðist tað ikki Kyndli at ota seg fram um grannarnar úr
Neistanum. Seinastu tveir minuttirnar fingu teir tó fatur í langa endanum, og so var kyndilsveitslan fullkomin, tá bæði
kvinnur og menn høvdu tryggjað sær heitið sum steypavinnarar 2000
eisini at hanga nakað við
høvdinum, tá komið var út
til seinna hálvleik. Tað tók-
tist nærum soleiðis, at leik-
ararnir høvdu mist alla vón,
men tað skuldi tó vísa seg,
at soleiðis var nú ikki.
Seinni hálvleikur byrjaði
tó við sama skili, men tá
okkurt um triðingurin av
teimum 30 minuttunum
vóru leiktir, tók kyndilsven-
jarin, Sophus Dahl Christ-
iansen, eina avgerð, sum
skuldi vísa seg at hava av-
gerandi týdning fyri end-
aliga úrslitið.
Í eini seinastu roynd at
tippa kanónirnar hjá Neist-
anum varð gjørt av at mans-
verja bæði Aka Olsen og
Heina Joensen.
Spakuliga kom Kyndil nú
nærri og nærri Neistanum,
men spurningurin var, um
ikki ov nógv longu var mist.
Tað vísti seg tó, at alt neista-
liðið fullkomuliga steðgaði
upp, nú stórskjúttarnir báðir
ikki vóru tøkir.
Harafturat fann Lars Win-
ther í málinum brádliga upp
á, at nú skuldi eingin bóltur
afturat fram við honum.
Líkamikið hvat og hvussu,
so var hann fyri bóltinum,
og einar tvær ferðir bjargaði
hann meistaraliga, tá Finnur
slapp púrasta leysur av ver-
juni.
Í hinum gekst ikki eins
væl hjá Peturi, sum tað gjør-
di í fyrra. Hetta broyttist tó,
tá Páll gjørdi av at senda
Boga Henriksen í málið,
men hóast Bogi stóð seg
væl, tað lítla korterið hann
var á vøllinum, so megnaði
hann ikki einsamallur at
halda kyndilsmonnunum
frá málskjótingini.
So hvørt sum munurin
minkaði gjørdust kyndils-
menninir alsamt grammari,
og tá tveir minuttir vóru eft-
ir at leika, komu teir end-
iliga fram um mótstøðu-
menninir, tá Hannis War-
dum, sum nú er komin fyri
seg eftir skaða, skoraði til
21-20.
Enn vóru tó eini 30 se-
kund eftir at spæla, so
Neistin hevði møguleikan at
koma aftur í aftur.
At teir ikki fingu møgu-
leika til tess komst av, at teir
ístaðin fyri at geva sær
stundir til seinasta álopið,
skundaðu sær inn móti
kyndilsverjuni.
Úrslitið
varð, at teir noyddust at
royna eina upstilling til
tríggja metra kast, og tá
henda miseydnaðist, kundi
Hannis fanga bóltin og ró-
liga kundi hann renna oman
móti Boga Henriksen og
langa seinasta málið í
meskarnar.
At neistaleikararnir tá
høvdu mist alla vón var
eyðsæð. Tað vóru nøkur se-
kund eftir at spæla, tá Hann-
is fekk fatur á bóltinum,
men eingin neistamaður
sást fara rennandi eftir
honum, í eini seinastu des-
peratu royn at forða fyri tap-
inum.
Vunnu á beinkinum
At tað hevði alstóran týdn-
ing fyri úrslitið, at Heini og
Áki vórðu mansvardir, er
helst eingin loyna, men tað
er kortini undrunarvert, at
neistaliðið ikki hevði nøkur
móttrekk móti hesum.
Tað er ikki fyrstu ferð, og
neyvan seinastu ferð, at teir
báðir verða mansvardir, og
tískil skuldi ein trúð, at liðið
var fyrireikað upp á, at
henda støðan tók seg upp.
Tað, sum hendi, var tó, at
als einki hendi. Neistin fekk
einans seks mál allan seinna
hálvleik, harav trý brots-
køst, og hetta er snøgt sagt
ov vánaligt.
Eingin
av
hinum
leikarunum gjørdi nakað
sum helst um seg, og tað
kann jú ikki vera ætlanin,
at øll ábyrgdin skal hanga á
tveimum herðum. Gaman í,
Lars stóð ein ótrúliga góðan
seinna hálvleik, men allíka-
væl…
Enn er alt tó ikki mist hjá
Neistanum, men skulu teir
gera sær nakrar vónir um
eitt FM-heitið, er tvingandi
neyðugt, at venjarin fer at
leita sær eftir ráðum móti
hesum vápni.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Bjarni Wardum 6
(1), Janus Einar Sørensen 6,
Hannis Wardum 5 (1), Hans
Áki Dahl Christiansen 3,
Uni Wardum 1, Regin Pe-
tersen 1, Jacob Jónsson 1
Neistin: Áki Olsen 8 (1),
Heini Joensen 6 (3), Finnur
Hansson 2, Kári Mortensen
1, Jákup Sverri Kass 1, Karl
Oddmar Rasmussen 1, Áki
Mørk 1
Brotskøst:
Kyndil 3, Neistin 4
Útvísingar:
Kyndil 4, Neistin 1
Dómarar úr Tjaldur:
Dánjal Hansen og Kári
Hansen
Saman við Bjarna Wardum, var Janus Einar við til at halda leiðsluni hjá Neistanum
niðri í fyrra hálvleiki
Mynd: Jonhar Hammer
Í fyrra hálvleiki høvdu kyndilsmenn alstórar trupulleikar av stórskjúttunum báðum hjá Neistanum. Í seinna hálvleiki
vórðu Áki og Heini tó mansvardir, og tá lá betur fyri hjá Kyndli
Mynd: Jonhard Hammer