Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. februar 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindablaðið sosialurin Nr. 26 - 8. februar 2000 14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 26 - 8. februar 2000 JÁKUP MØRK Tað var ikki tað stóra, sum kom burtur úr sam- øðu okkara við Maritu Hermansen, tá vit stutt eftir steypasigurin fingu orðið á hana. Umgyrd av familjuni fegnaðist hon um ný- vunna steypið, men tá vit spurdu hana, hvat hon helt um sín egna leiklut í øllum hesum var hon heldur fámælt. -Eg haldi at handan seinasta bjargingin hevði stóran týdning, men ann- ars veit eg slettis ikki, hvat eg skal siga, vóru orðini hjá málverjanum. Víðari segði hon tó, at hon satt at siga ikki hugs- aði um nakað sum helst, tá hon tvær ferðir hevði sera týdningarmiklar bjargingar, tá Sólrun Krosslá var sloppin leys. Hvat støðan tá var, og hvussu nógv tíð var eftir hugsaði hon als ikki um, men royndi bara at verja málið. Tá gjørdi hon so í øll- um førum somikið væl, at steypið varð fingið til høldar, og verður hugsað um kappingina sum heild, er lítið at ivast í, at hon so sanniliga eisini átti sín leiklut í, at Kyndil yvirhøvur varð umboðað í finaludystinum. Í teimum báðum hálv- finalunum móti Stjørnuni stóð hon nevnliga tveir framúr góðar dystir, og yvirhøvur hevur hon stað- Hugsaði ikki um nakað Einki er at taka seg aftur í, at tað meira enn nøkur onnur var Marita Hermansen, sum tryggjaði Kyndli fyrsta sigurin nakrantíð í steypakappingini hjá kvinnunm ið seg avbera væl hetta kappingarárið. Í fleiri dystum hevur hon verið høvuðsorsøkin til, at kyndilsliðið hevur fingið nakað burtur úr dystinum, og hetta hevur hon so eisini fingið løn fyri, við tað at Sophus Dahl Christiansen, sum er venjari hjá kvinnulandsliðinum, hevur tikið hana við í landsliðshópin. FM ikki slept Kyndil hevur við steypa- sigrinum tryggjað sær luttøku í europeiskum høpi komandi ár, og hetta var eisini málið við kapp- ingarársbyrjan. Spurd um kappingar- árið nú er bjargað, soleið- is at tær nú hava fingið tað tær ætlaðu, svaraði málverjin: Nei, FM stríð- ið er ikki slept enn, men tað verður helst eitt sind- ur torført at gera nakað við Stjørnuna, men vit ætla so at royna, so leingi møguleikin er til staðar. Hon er tó bangin fyri, at Stjørnan hevur fingið ov langt tjóður í so máta, men alla ta tíð at nóg nógvir dystir eru eftir at leika, hevur kyndilsliðið sjálvsagt møguleikan at fanga tær aftur, og har við vinna greipuna, sum felagið ongantíð fyrr hevur havt hendur á. -Eg haldi at handan seinasta bjargingin var nokk so týdningarmikil, men annars veit eg ikki Mynd: Jonhard Hammer JÁKUP MØRK Hon hevur tað ikki eftir on- gum, Marita Hermansen. Í eini 10 ár var pápin, Hans Jákup Hermansen, málverji á besta mansliðnum hjá Neistanum, og framvegis er hann aktivur, tá hann saman við fleiri øðrum veteranum tørnar út í triðbestu mans- deildini. Eftir dystin hittu vit stolta pápan, og spurdu hann, hvønn týdning hann helt avrikið hjá Maritu hevði fyri dystin. Hans Jákup var samdur í, at tær bjargingar, sum Marita hevði móti endanum av dystinum, høvdu alstór- an týdning fyri endaliga úr- slitið. Hann helt tó eisini, at dótturin hevur staðið seg sera væl so at siga alt kapp- ingarárið, og tað man ikki vera nakað dulsmál, at hon í fleiri dystum hevur verið munurin á Kyndli og mót- støðuliðnum. Liðavrik Hans Jákup legði tó afturat, at Marita so at siga bert gjørdi sín part av avriki- num. Talan var jú eisini um eitt rættuligt liðavrik, har allar lyftu í felag. Í sama viðfangi heldur hann eisini, at VB so sann- iliga eisini hevur uppiborið rós fyri teirra leiklut í dyst- inum. -Tær vildu alla tíðina Fegnast um avrikið Fyrrverandi neistamálverjin, Hans Jákup Hermansen, sum er pápi at kyndilsmálverjanum, kundi eftir dystin fegnast saman við dóttrini vera við til at skapa dystin, og tað var eisini viðvirkandi til, at vit ein so spennandi og undirhaldandi dyst, seg- ði fyrrverandi neistamál- verjin, sum eisini helt tað vera stuttligt, at tað nú vóru somikið nógvir áskoðarar til avgerandi dystirnar í hondbóltskappingini, við tað at hetta setur rættuligan dám á dystirnar. At enda spurdu vit hann, um tað hevði nakað at siga fyri honum, at dótturin var- di málið hjá Kyndli, og ikki hjá Neistanum, har hon tó eisini hevur roynt seg. - Eg eri bæði glaður og stoltur um at eiga eina dótt- ur, sum í dag kann kalla seg steypavinnara, og so er tað líka mikið, hvørjum liðið tað er við. Nú ætli eg mær tó at rópa á Neistan, vóru seinastu orðini vit fingu frá Hans Jákupi, áðrenn hann fór yvir at finna sær sess, áðrenn menninir fóru í holt við sín finaludyst. Marita, umgyrd av foreldrunum, Hans Jákupi og Sigrun og systkunum báðum, Herman og Bodil Mynd: Jonhard Hammer JÁKUP MØRK Tað var ein vónbrotin Heini Joensen, sum eftir dystin stóð við blómutyssunum og hugsaði um dystin, sum júst var liðugt leiktur. Hann helt tað snøgt sagt Hava sjálvir skuldina Heini Joensen heldur ikki nakra orsøk vera til at koma við umberingum eftir tapið leygardagin. -Hatta høvdu vit sjálvir skuldina fyri, helt liðformaðurin eftir dystin vera ov vánaligt, at lið han- sara ikki megnaði at halda fast um leiðsluna, sum tíð- liga í seinna hálvleiki var ikki minni enn 18-12. -Tá Áki og eg verða mansvardir, merkir tað sam- stundis, at hinir leikararnir hava umleiði fýra metrar hvør at spæla á, og hetta eigur at opna fyri møgu- leikum. Ikki tí, eg hevði eis- ini møguleika at avgera dystin sjálvur, men eins og liðfelagarnir, so brendi eg, tá eg slapp leysur. Spurdur um teir ikki høv- du gjørt nakað við mans- verjuna undir venjing segði hann, at teir sum so ikki høvdu vant hesa støðu undir venjing. Hetta má sigast at vera eitt sindur hugvekjandi, tí tað kann neyvan koma sum ein skelkur av teimum stór- u, at mótstøðuliðið finnur upp á at mansverja teir báð- ar. Bæði Kyndil og StÍF hava fyrr í ár roynt hetta, og uttan iva fara onnur lið eisini at royna tað sama, so tað er í hvussu er nakað, sum Páll Poulsen átti at um- hugsað. FM er eftir Eftir at hava tosað um farna dystin, numu vit samstundis við spurningin um FM- stríðið, har Neistin fram- vegis hevur ein stóran leik- lut. Heini helt tó sjálvur, at hetta orkaði hann als ikki at hugsa um nú. Hann legði tó afturat, at teir sjálvandi fara eftir FM-heitinum, men í løtuni var hetta ikki tað, sum hevði fremsta pláss í hugaheiminum. Hóast stóra vónbrotið, so hevði Heini tó yvirskot til at handa mótstøðumonnunum eitt blómutyssi eftir dystin Mynd: Jonhard Hammer JÁKUP MØRK Enn er hann einans 19 ár, men longu nú eru fleiri farin at rokna hann millum frem- stu strikuspælararnar her á landi. Janus Einar Sørensen hevur rættuliga gjørt um seg á kyndilsliðnum hetta kapp- ingarárið, og eftir steypa- finaluna fekk hann eitt stórt herðaklapp fyri hetta, tá Palli Joensen boðaði honum frá, at hann nú var úttikin til A-landsliðið. Palli sigur við Sosialin, at hann hevur hugsað um, at tikið enn ein strikuspælara inn í hópin, tí hetta er eitt av teimum plássum, har teir ikki tosa skaðar. Um ein bakkur ella vongur verður skaddur, ber altíð til at blanda kortini eitt sindur Fekk landsliðsboð Eftir steypasigurin fekk strikuspælarin hjá Kyndli, Janus Einar Sørensen, enn meira at fegnast um, tá landsliðs- venjarin, Palli Joensen, kundi siga honum at hann var úttikin til landsliðshópin øðrvísi, men verður annar av strikuspælarunum skad- dur, er bert ein leikari til allar 60 minuttirnar, og tí er neyðugt at hava tríggjar leikarar til hetta plássið. Ein dreymur Sjálvur sigur Janus Einar, at hann sjálvsagt hevur vónað, at tað eina ferð vórðu boð eftir sær. - Sjálvandi er hetta ein dreymur, sum nú er gingin út, sigur greiðir hann frá. Seinasta ár var hann annars við U-18 landsliði okkara, og í ár var so ætl- anin, at hann skuldi vera á U-21 liðnum, men hetta verður nu helst av ongum. Leiðin inn á besta liðið hjá Kyndli hevur verið rættuliga stutt hjá Janusi Einari. Seinasta ár kom inn í flestu dystunum í enda- spælinum, og í ár hevur tað meira ella minni eydnast honum at skumpa undan- gongumann sín, Rúna Poul- sen, út á beinkin. Janus Einar leggur tó á- herslu á, at hann og Rúni hava tað fínt sínamillum. - At vit kappast er bara nát- túrligt, og hetta er eisini við til at gera okkum til betri leikarar. Eisini heldur hann, at teir báðir eru rættuliga ymiskir í spælistíli, og tískil riggar tað øgiliga væl hjá teimum. Venjarin hevur al- tíð møguleika at skifta, um so er, at mótstøðuverjan hevur ov gott tak á, og hetta kom eitt nú til sjóndar, tá seinna hálvfinalan móti VÍF varð leikt. Annars legði Janus Einar afturat, at fyri hansara við- komandi hevði tað verið ó- trúliga lætt at fella inn í góða samanhaldið, sum er á liðnum. - Hóast aldursmunurin millum ymsu leikararnar er rættuliga stórur, er hetta als ikki nakað sum merkist í hópinum. Kanska hava vit arga Hannis eitt sindur, nú hann hevur verið skaddur so leingi, men samanumtikið fungerar liðið ótrúliga væl uttan fyri vøllin, sigur strikuspælarin og nýklækti landsliðsleikarin at enda. JÁKUP MØRK Ein av orsøkunum til at tað eydnaðist Kyndli at taka Neistan aftur, var at Lars Winther stóð seg sea væl í seinna hálvleiki. Efti dystin hittu vit Lars, og spurdu hann, hvussu tað bar til, at hann menti seg somikið nógv í seinna hálvleiki. Sjálvur heldur hann, at høvuðsorsøkin til, at hann byrjaði at fanga skotini var, at Heini og Áki vórðu mansvardir. - Hetta tók líka sum broddin av teirra skotstyrki, og beint eftir hetta hevði eg tvær bjar- gingar sjálvir, og so koyr- ir tað bara, sigur Lars, sum annars eisini legði Stemningurin var ótrúligur Eins og hjá kvinnunum, átti mál- verjin sín stóra leiklut í, at kyndils- menninir komandi árið kunnu kall- a seg steypavinnarar stóran dent á, at stem- ningurin, sum var í høll- ini, eisini gjørdi sítt til, at kyndilsliðið megnaði stóra takið. Liðavrik Lars hevði tó ongan hug til at taka allan heiðurin einsamallur, men legði í staðin dent á, at talan var um eitt rættuligt liðavrik, har hvør tann einasti leik- ari gjørdi sítt til at venda dystargongdini. - Eisini hevði tað stóran týdning, at Petur ikki stóð seg eins væl í seinna hálv- leiki, sumí fyrra, og hóast Bogi stóð seg væl, tá hann kom inn, so var tað ikki nóg mikið til at bremsa okkum. JÁKUP MØRK Liðskiparin hjá Kyndli, Uni Wardum, kundi leygardag- in fegnast um higartil triðja steypasigurin, og fyri fyrstu ferð kundi hann fegnast um hetta saman við brøðru- num, Hannis og Bjarna. Hann var sannførdur um, at talan í stóran mun var um eitt megnar liðavrik, sum at enda viðførdi, at kyndilslið- ið megnaði at koppa Neist- Lyftu í felag Miðlingurin av hondbóltsbrøðrunum, Uni Wardum, helt, at liðavrikið var størsta ørsøkin til, at Kyndil leygardagin varð steypavinnari hjá monnunum anum. Skeldaðust í hálvleikinum Eftir mínum tykki tóktust kyndilsmenninir eitt sindur mótfalnir, tá farið varð inn til seinna hálvleik. Spurdur um hetta svaraði liðformaðurin, at teir høvdu skeldast eitt sindur í hálv- leikinum, men hetta var so viðvirkandi til, at vit allir fingu reinsað luftina. Aftan á samdust vit so um, at nú skuldu vit út sum ein eind, og í felag gera eina roynd at venda dystinum. At hetta eydnaðist komst í stóran mun av, at vit við hjálp av mansverjuni fingu fatur á bæði Heina og Áka. 3-2-1 verjan, sum vit royndu í fyrra hálvleiki gav ikki ætlaða úrslitið, men framman undan vóru vit fyrireikaðir upp á, at hetta kundi henda, og tískil ken- du vit eisini uppgávuna, tá vit í seinna hálvleiki fóru at mansverja. Eisini helt hann, at eldri bróðurin, Hannis, átti sín leiklut í sigrinum. Talan er sjálvandi fyrst og fremst um eitt liðavrik, men Hannis hevur nakrar ótrúliga týd- ningarmiklar skoringar, sum eisini eru viðvirkandi til, at vit sjálvir vinda okk- um meira og meira upp. Ein stór hondbóltsfamilja: f.v. Jóannes, Bjarni, Rúna, Beinta, Uni, Tróndur, Bartal, Hannis, Katrin og Sólrun Mynd: Jonhard Hammer Í fyrra hálvleiki var lagið ikki altíð líka gott… Mynd: Jonhard Hammer …Men eftir dystin vórðu allar hugsandi orsøkir til at lata champagnupropparnar flúgva Mynd: Jonhard Hammer Janus Einar fær her boðini frá Palla Joensen um, at hann er úttikin til landsliðshópin Mynd: Jonhard Hammer