mánadagur 7. februar 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 26 - 8. februar 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 26 - 8. februar 2000
Í fjør heyst datt Jan Dam út
úr átjan manna landsliðs-
hópinum. Tí kom tað eitt
sindur óvart á hann, at ven-
jarin vildi hava hann við
niður til Spania. Men Jan
Dam hevur í vetur arbeitt
miðvíst fyri at koma upp í
part aftur:
– Eg havi ítrótt á linju á
læraraskúlanum, og so havi
eg eisini runnið nógv sjál-
vur. Tá vit vóru saman í
tveimum vikuskiftum á
Svangaskarði, kendi eg
meg væl, og tað man ven-
jarin eisini hava hildið.
Og nú ætlar tú at halda
tørn um landsliðsplássið?
– Eg vil fegin spæla fleiri
landsdystir. Nú eri eg 31 ára
gamal, og so er eingin tíð
at spilla burtur. Í síðstu und-
ankappingini var eg nógv
skaddur. Tað kanst tú ikki
tryggja teg ímóti, men er
venjingarstøðan góð, so er
sannlíkið
fyri
skaðum
minni.
Jan Dam hevur enn eina
ferð sagt barndómsfelag-
num HB farvæl. Nú spælir
hann fótbólt á Toftum, og
hann heldur, at tað styrkir
um møguleikan at vera á
landsliðnum:
– Nýggjar avbjóðingar
kveikja hugin at halda fram.
Vit í HB sóu hetta ógvuliga
væl, tá Allan Mørkøre kom
úr Klaksvík og til okkara.
Eg vóni, at bæði B68 og eg
sjálvur fáa gagn av sam-
starvinum okkara millum.
Eitt sindur tyngdur
At Óli Johannesen var dar-
vaður av skaða gjørdi, at
Jan Dam fekk møguleikan
á aftasta manni ímóti Finn-
landi. Hann hevði ikki verið
á landsliðnum, síðani hann
var liðformaður í stórtap-
inum í Estlandi í fyrraárið:
– Venjarin segði mær, at
hann hevði álit á mær, tí
hann helt, at tað hevði gin-
gið væl undir venjingini. Eg
skal ikki dylja, at eitt sindur
av fjáltri var á fyrstu min-
uttirnar móti Finnlandi,
men tað var skjótt, at alt var,
sum tað plagar at vera.
Jan Dam spældi allar 90
minuttirnar móti Finnlandi,
men móti Íslandi tók hann
seg úr slagnum í steðgi-
num:
– Longu tá eitt korter var
farið, fekk eg eitt dygt
spark. Tað var orsøkin til,
at eg fór út.
Tú gjørdi eitt brotsspark?
– Fyri dystargongdina
var tað sera harmuligt, at
teir fingu høvi at minka um
munin fyri steðgin. Í sovor-
num førum spælir tú støð-
una umaftur og umaftur í
høvdinum. Brotið varð
gjørt dygst úti við brots-
teigarmarkið, og sjálvsagt
harmar tað meg, men eg
fari ikki at siga, at dómurin
ikki var rættur.
Íslendingar javnaðu til 2–
2 tólv minuttir eftir steðgin,
og tá var aftur brotsspark.
Ta ferðina var tað Jens
Kristian Hansen, sum fór
eitt sindur skeivur av einum
bólti, og síðani feldi ein ís-
lending.
– Rikhardur Dadason
skoraði uppá bæði brots-
spørkini. Hann var í álop-
inum og var sera sterkur,
skjótur og nærgangandi,
sigur Jan Dam.
Tá Ísland miðskeiðis í 2.
hálvleiki skoraði sigursmál-
ið var talan um uppspæl eft-
ir miðásinum.
– Allan 2. hálvleik var
heilt týðuligt, at teir vóru
betri fyri, enn vit vóru.
Okkara menn orkaðu ikki
at bjóða seg til, og teir, sum
høvdu bóltin, orkaðu ikki
annað enn at senda langt
fyri at fáa luft, og so mátti
tað enda galið, er metingin
hjá Jan Dam.
– Vit høvdu tveir góðar
møguleikar at javna. Óli Jo-
hannesen sendi eitt rimmar
fríspark móti málinum, og
beint fyri leiklok tóktist
Heðin á Lakjuni ikki at vita,
hvussu leysur hann var.
Perlur
Tá tað kemur til føroyska
álopsspælið, var tað serliga
í 1. hálvleiki. Og sambært
Jan Dam vóru bæði málini
sannar perlur:
– Málið hjá Kurt Mørk-
øre var eitt fantastiskt mál.
Todi var um at gerast leys-
ur, men valdi at spæla út í
vinstru. Bólturin rakti í ein
mótstøðumann.
Haðani
støkk hann til Kurt Mørk-
øre, sum var staddur á
brotsteigarlinjuni, tá hann
við vinstra beini heilflukt-
aði í kassan. Eitt fínt mál.
Og tá tit komu framum
2–0?
– Allan Mørkøre sendi
langt fram. Todi snittaði í
høgru bóltin fram um ein
mótstøðumann, og so fór
hann sum ein rakett frá hon-
um. Tá hann kom inn móti
málteiginum
smekkaði
hann inn við nærra stólp-
anum. Eg helt, at bólturin
fór skeivu megin stólpan,
men talan var um eitt fínt
mál. Todi hevði trupulleikar
við lærinum fyrstu dagarnar
har niðri (og ikki rygginum,
sum vit hoyrdu úr Spania,
blm.), men tá hann kom fyri
seg og vandi við, var tað
tyðuligt, at hann er sera væl
fyri, og eg rokni við, at tal-
an verður um eitt heilt gott
kappingarár hjá honum.
Trý tepur tap
Hetta var triðja ferðin, at
Jan Dam spældi móti Ís-
landi, og hvørja ferð hevur
tapið verið við einum máli:
– Í Höfn 27. juli í 1997
var tað harmuligt, tí tá skor-
aðu teir í yvirtíðini. Hesa
ferð var tað sera harmuligt,
tí vit høvdu gott tak á teim-
um og fingu tvey mál burt-
urúr. Í steðginum fingu teir
ein orduligan vals frá ven-
jaranum, og hugburðurin
hjá teimum var øðrvísi í 2.
hálvleiki, tá tað kom væl til
sjóndar, at teir vóru betri
fyri, sigur Jan Dam, sum í
tí fyrsta av teimum 38
landsdystunum skoraði ein-
asta landsliðsmálið. Tað var
8. august í 1990 í Gunda-
dali móti Íslandi. Ta ferðina
skoraði hann uppá brots-
spark til 2–2.
Dammurin aftur í hitanum
Jan Dam vil hava landsliðsplássið aftur, og veteranurin veit, at nú skal meiri til at hanga í, enn tað skuldi, tá hann
var yngri
Føroyingar hava nú spælt
seks ferðir móti Íslandi. Í
1–0 tapinum í fjør var Jan
Dam ikki í hópinum. Í 1988
var eingin HB maður við í
Íslandi, tí teir spældu móti
Brøndby (tá var Jan Dam
ikki komin í landsliðshóp-
in). Tá føroyingar 2. juli í
1995 taptu 2–0 í Neskaups-
staði, var Jan Dam heldur
ikki við:
– Minn meg ikki á tað.
Tá vóru vit við HB í Troms-
ø, har vit taptu stórt í Inter-
toto!
JH
Føroyar–Ísland 2–3
(2–1)
Í La Manga í Spania
fríggjadagin 4. februar
2000, kl. 14.00
Dómarakvartett:
Rune
Pedersen,
Noreg,
Bo
Blankholm Pedersen, Dan-
mark, Finn Erik Rasmus-
sen, Danmark og Nicolai
Vollquartz úr Danmark
Áskoðarar: 150
1–0: Kurt Mørkøre 19
2–0: Todi Jónsson 37
2–1: Rikhardur Dadason br
40
2–2: Rikhardur Dadason br
57
2–3: Bjarki B. Gunnlaugs-
son 68
Føroyar: 1. Jens Martin
Knudsen, Ayr United – 2.
Óli Johannesen, AGF, 15.
Jan Dam, B68 (4. Jóhannus
Joensen, HB, 46.), 3. Jens
Kristian Hansen, liðfor-
maður, Ayr United – 6.
Henning Jarnskor, GÍ, 9.
Dreymurin hjá nógvum
ungum fótbóltsspælarum
er at sleppa út um land-
oddarnar at gera frítíð-
arítrivið til livibreyð. At
tað í níti árunum hevur
eydnast hjá einum tíggju
føroyskum spælarum at
koma so mikið langt hev-
ur givið yngri monnu-
num blóð á tonna.
Landsliðsferðin niður
til Spania var eitt gott
høvi hjá føroysku spæl-
arunum at gera seg kend-
ar. Øll tey norðurlendsku
landsliðini vóru har, og
tey drógu nógv fólk aft-
aná sær. Í síðstu viku vór-
u heili hundrað norður-
lendsk pressufólk í La
Manga. Har vóru eina
staðni ímillum tíggju og
fimtan persónar, sum
hava tað til vinnuveg at
keypa og selja spælarar,
og umleið tredivu fót-
bóltsfeløg aðra staðni
enn úr norðurlondum
høvdu umboðsmenn í La
Manga í síðstu viku.
Tá vit hava spurt okk-
um fyri, um serligur á-
hugi hevur verið frá út-
lendskari síðu fyri nøk-
rum av føroysku spæl-
arunum, hevur eingin
dugað at sagt frá nøkrum.
Kortini man einki vera at
ivast í, at nøvnini á onk-
rum føroyskum spæla-
rum – eftir altjóða alini
eru teir sera bíligir – eru
komin í svørtu bøkurnar
kring Europa.
JH
Nógv eygu
fylgdu við
Landsdystirnir í Spania vóru ein
rættuligur sýnisgluggi fyri føroy-
sku spælararnar
Allan Mørkøre, ÍBV (7.
Sámal Joensen, GÍ, 67.),
17. Fróði Benjaminsen,
B68 (13. Rógvi Jacobsen,
KÍ, 76.), 8. Julian Johnsson,
Sogndal, 5. Øssur Hansen,
B68 – 18. Kurt Mørkøre,
Sogndal (14. Heðin á Lakj-
uni, KÍ, 76.), 10. Todi
Jónsson, FCK
Á beinkinum uttan at verða
skiftur inn: 16. Sunvard
Joensen, GÍ
Gult kort: Øssur Hansen 17.
og Rógvi Jacobsen 84.
Venjari: Allan Simonsen
Uni Arge og Jákup á Borg
vóru so mikið skaddir, at
teir vóru ikki á beinkinum
Ísland: 1. Birkir Kristins-
son, ÍBV (12. Arni Gautur
Árason, Rosenborg, 46.) –
2. Auðun Helgason, Viking
Stavanger, 6. Rúnar Krist-
insson,
Lilleström,
7.
Tryggvi Guðmundsson, 8.
Helgi Kolviðsson, Mainz,
11. Rikhardur Daðason, Vi-
king Stavanger (18. Haukur
ingi Guðnason, Liverpool,
84.), 13. Einar þór Daniels-
son (21. Indriði Sigurðsson,
Lilleström, 31.), 15. Arnar
þór Viðarsson, Lokeren, 17.
Ólafur Örn Bjarnason,
Malmö (16. Sigurður Örn
Jónsson, KR, 75.), 19. þór-
hallur Hinriksson, KR, 22.
Bjarki B. Gunnlaugsson,
Preston (5. Sverrir Sverrirs-
son, Fylkir, 88.)
Gult kort: Bjarki B Gunn-
laugson 27
JÁKUP MØRK
Fyri stuttum varð ein rumenskur álopsleikari limaður
inn í leikarahópin hjá HB, og í næstum kemur ein
landsmaður hansara til landið.
Talan er um ein 24 ára gamlan verjuleikara, sum
frammanundan hevur leikt við Univers Craiova, sum
er við í fremstu rumensku fótbóltsrøðini.
HB hevur sum kunnugt mist nógv fólk í mun til
seinasta kappingarár, og millum annað man saknurin
í Hans Fróða Hansen vera sera stórur. Við nýggja
leikarunum vónar HB, at stykja munandi um
verjupartin.
Enn ein
rumena
Havnar Bóltfelag fær í næstum
enn ein rumena í leikarahópin
Jan Dam, sum á myndini er í dysti fyri barndómsfelagið, HB, hevur nú sett sær fyri at
vinna landsliðsplássið aftur
Tá tað plagar at verða mett
um hvørjir ellivu skulu vera
á vøllinum frá fyrsta bríksli,
tá landsliðið skal í eldin, so
hava royndirnar víst, at ivi
hevur bara verið um eitt og
onkuntíð tvey pláss.
Talið á spælarum, sum
hoyra til hópin, er umleið
tað sama, sum tað hevur
verið árini frammanundn.
Men landsliðsferðin til
Kekkia í oktober og ferðin
til Spania í síðstu viku hava
víst, at nú eru tað fleiri um
boðið at vera ímillum teir
fyrstu ellivu, enn tað fram-
manundan hava verið.
Allan Simonsen hevur
fleiri ferðir sagt, at honum
líkar best at hava spælarar,
ið eru førir fyri at spæla á
fleiri plássum. Allir teir úti-
spælararnir, sum nú eru í
landsliðshitanum,
hava
royndir í at spæla í fleiri
plássum.
Verjan
Jens Martin Knudsen spæl-
di fríggjadagin fyri 49. ferð
í altjóða skrásettum lands-
dysti. Tað vil við øðrum
orðum siga, at tað er møgu-
leiki fyri, at hann – sum
tann fyrsti – fer at runda teir
fimti landsdystirnar seinni
í ár. Um hetta skal gerast
veruleiki er treytað av, um
Allan Simonsen velur vete-
ranin framum Jákup Mikk-
elsen. Venjarin plagar at sig-
a, at hann hevur tveir eins
góðar málverjar.
Í miðverjuni vóru tveir
spælarar burturfrá hesa ferð
– Hans Fróði Hansen og Pól
Thorsteinsson. Tvey tey
seinastu árini hevur venjarin
– tá møguleiki hevur verið
fyri tí – hildið seg til Hans
Fróða Hansen, Óla Johan-
nesen og Jens Kristian Han-
sen. Hesa ferð vísti venjar-
in, at hann hevur ikki av-
skrivað Jan Dam.
Venjarin plagar at siga, at
hann fegin vil hava fótbólts-
spælarar á øll plássini á lið-
num, og hesa ferð royndi
hann Jóhannes Joensen í
miðverjuni.
Tað hevur ljóðað, at ven-
jarin kundu hugsað sær at
sæð Rógva Jacobsen í tí fyri
hann óroynda leiklutinum
sum miðverji, men henda
royndin varð ikki gjørd í
Spania. Pól Thorsteinsson
er leikbannaður alt hetta ár-
ið, og tí kunnu vit staðfesta,
at evnini til miðverjuna
verða Óli Johannesen, Hans
Fróði Hansen, Jens Kristian
Hansen, Jan Dam, Jóhannes
Joensen og so Kurt Mørk-
øre. Ein annar møguleiki er
Fróði Benjaminsen, sum
fleiri ferðir hevur spælt á
hesum plássinum í B68.
Vongverjarnir
Tá landsliðið í heyst fór til
Kekkia, roknaði Henning
Jarnskor við, at hann skuldi
sita á beinkinum frá fyrsta
bríksli. Tað kom óvæntað á
hann, tá venjarin segði hon-
um, at hann – og ikki Øssur
Hansen – skuldi vera vong-
verji í vinstru. Venjarin
mintist, at GÍ maðurin hevði
spælt væl í hesum pláss-
inum undir stórum trýsti í
Jugoslavia í 1996. Henning
stóð seg væl í Prag, og í
Spania vísti venjarin, at
hann roknar Henning fyri
meiri enn ta ífylluna í hóp-
inum, sum tað onkra ferðina
í fjør kundi tykjast, at hann
skuldi vera, tá Pól Thor-
steinsson ella Allan Mørk-
øre røktu vongverjan í høg-
ru, og Øssur Hansen og
John Ryan stríddust um
plássið í hinum borðinum.
Venjarin hevur stórt álit á
Øssuri Hansen, og tá John
Ryan ikki vil vera við á
landsliðnum, so eru Øssur
og Henning bestu boðini
uppá vongverjar. Jóhannes
Joensen og Heðin á Lakjuni
eru aðrir møguleikar, og so
er spurningurin, hvar ven-
jarin ætlar at brúka Allan
Mørkøre, sum ikki spældi
1. hálvleik ímóti Finnlandi,
tí hann var ikki heilt klárur.
Miðvøllurin
Tá Sámal Joensen, John Pe-
tersen og Julian Johnsson
allir hava verið tøkir, hevur
Allan Mørkøre fleiri ferðir
verið vongverji. Tá John Pe-
tersen ikki var við í Spania
var kanska upplagt, at hinir
tríggir her nevndu vóru á
miðvøllinum, men hesa
ferðina troðkaði ein nýggjur
maður seg fram í kappingini
um miðvallarplássini.
Longu í heyst – í heima-
dystunum ímóti Íslandi og
Litava – fekk Fróði Ben-
jaminsen spælitíð. Tá lands-
liðið fór til Kekkia, gav B68
maðurin avboð, og venjarin
duldi ikki, at hann harm-
aðist um hetta. Allan Si-
monsen plagar ikki at siga
so nógv um sínar ætlanir,
men ta ferðina segði hann,
at hann hevði umhugsað at
latið Fróða Benjaminsen
verið ímillum teir fyrstu ell-
ivu. Hesa ferð spældi Fróði
Benjaminsen á miðvølli-
num bæði ímóti Finnlandi
og Íslandi, og hann má nú
metast at standa sterkur í
kappingini um pláss ímill-
um teir fyrstu ellivu.
Ímóti Finnlandi kom
Allan Mørkøre inn fyri Jó-
hannes Joensen, sum hevði
Fróði nærri føstum plássi
Landsliðsferðin í Spania vísti, at tað í ár verður størri kapping um tey fyrstu
ellivu plássini, enn tað nakrantíð áður hevur verið
verið miðverji. Tá Allan
kom inn, fór Sámal Joensen
aftur á miðverjan, har hann
ongantíð hevur spælt áður,
og Allan kom inn á mið-
vøllin.
Álopið
Nú er tað langt síðani, at
landsliðið bara spældi við
einum manni frammi. Tað
er ikki komið fyri síðani í
útidystinum niðri í Bosnia
19. august í 1998. Ta ferðina
var Uni Arge einsamallur á
toppinum fyrstu 78 minutt-
irnar, og so varð hann av-
loystur av Jákupi á Borg,
meðan John Petersen alla
tíðina var framrættaður
miðvallari.
Todi Jónsson (var ikki við
í Bosnia, tí hann var skadd-
ur) hevur verð sjálvskriv-
aður sum fyrsta val í álop-
inum øll árini, sum Allan Si-
monsen hevur havt ábyrgd-
ina av liðnum. Í Spania
spældi hann saman við Kurt
Mørkøre, og í fjør spældi
hann saman við Jákupi á
Borg, Una Arge og John Pe-
tersen, sum var í álopinum
í Prag.
Tað verður ímillum hesar
fýra, at makkarin hjá Toda
Jónsson skal finnast í ár.
Rógvi Jacobsen og Heðin á
Lakjuni hava sneytað til
landsliðið fýra ferðir í part.
Nógvur eru um boðið, og tí
verður tað framvegis fyrsta
takið hjá teimum at sleppa
uppí part ímillum teir átjan,
ið manna hópin. Hvussu
nógva spælitíð, teir fara at
fáa, verður treytað av, hvør-
jir av hinum monnunum far-
a at verða tøkir.
JH
Báðir teir føroysku mál-
skjúttarnir ímóti Íslandi
fríggjadagin høvdu áður
roynt at skora fyri Før-
oyar, men um teir meiri
ella minni høvdu gloymt
kensluna av at skjóta mál
á landsliðnum, so var tað
kanska einki at siga til, tí
hjá báðum hevði tað verið
málleyst rættuliga leingi.
Allan Simonsen hevði
ætlað, at Uni Arge í út-
gangsstøðuni skuldi vera
í álopinum saman við
Toda Jónsson. Men fót-
skaðin, sum Uni Arge (og
ikki Julian Johnsson, sum
vit frættu úr Spania hós-
dagin) fekk undir venjing
hósmorgunin, darvaði so
mikið, at Uni Arge helt
seg ikki til at spæla. Jákup
á Borg var frammanund-
an so mikið skaddur, at
hann ikki fekk spælt.
So hevði Allan Simon-
sen valið ímillum tríggjar
klaksvíkingar til álops-
plássið, og hann valdi
Kurt Mørkøre framum
Rógva Jacobsen og Heðin
á Lakjuni.
Fyrstu ferð
Kurt Mørkøre og Todi
Jónsson høvdu framman-
undan verið á landslið-
num saman ellivu ferðir.
Men hetta var fyrsta ferð-
in, at teir báðir mannaðu
álopsplássini í senn.
Kurt verður 31 seinni í
hesum mánaðinum, og
Todi varð 28 í síðstu viku.
Men hóast aldursmunin,
so vóru teir ofta á sama
liði í yngru deildunum hjá
KÍ. Tá var Kurt ofta í á-
lopinum, meðan Todi var
miðvallari. Teir vóru sam-
an á liðnum, sum í 1991
vann FM. Tá var Kurt fyri
tað mesta aftasti maður í
verjuni, meðan Todi var
á miðvøllinum.
Vit skilja á teimum,
sum sóu dystin ímóti Ís-
landi, at innanhýsis fat-
anin var góð ímillum teir
báðar.
Bíðaðu leingi
Kurt Mørkøre hevur eina
ferð áður skorað á lands-
liðnum. Tað var í Gunda-
dali mikukvøldið 8. au-
gust í 1990. Ta ferðina
legði hann Føroyar fram-
um 1–0 ímóti Íslandi. Úr-
slitið ta ferðina var, at Ís-
land vann 3–2. Fríggja-
dagin – knøpp tíggju ár
og eftir at Kurt hevði
spælt 23 landsdystir uttan
at skora mál – legði Kurt
Mørkøre Føroyar framum
1–0 ímóti Íslandi. Aftur
hesa ferð varð úrslitið 3–
2 til Ísland.
Todi Jónsson hevði
frammanundan fríggja-
degnum
skorað
átta
landsliðsmál. Hetta var
fyrsta ferðin, at hann
skoraði ímóti Íslandi. Í
gott og væl fýra ára tíð-
arskeiðnum frá tí at Todi
skoraði fyrsta landsliðs-
málið ímóti Turkalandi í
1991, og til hann skoraði
ímóti Russlandi í 1995,
spældi Todi átjan ferðir á
landsliðnum uttan at gera
mál.
Áttanda málið skoraði
Todi ímóti Malta á
Svangaskarði 8. juni í
1997. Síðani tá hevur
toppskjúttin spælt ellivu
landsdystir, uttan at tað
hevur eydnast at gera mál
(hann hevur fingið trý
brotsspørk, sum, tíverri,
bara hava givið eitt mál).
Mikudagin í síðstu viku
hevði Todi føðingardag.
Tá góvu føroyingarnir í
Spania honum ein revol-
vara, tí teir vildu hava
hann at venja í at miðja
eftir málinum, og vit kun-
nu bara staðfesta, at longu
fríggjadagin fruktaði. Og
so mugu vit vóna, at
neyvleikin verður eins
stórur, tá Morten Olsen
kemur við sínum monn-
um til Føroya í august, og
ikki minst tá tað í sep-
tember verður farið undir
HM undankappingina.
Sjáldan fleiri mál
At føroyingar skora tvey
mál kemur ikki fyri á
hvørjum ári. Landsdyst-
urin ímóti Íslandi var
nummar 65, og hetta var
tíggjunda ferðin, at før-
oyingar megnaðu at skora
fleiri enn eitt mál. Tað er
merkisvert, at tað hevur
bara eydnast at vunnið
fimm av hesum tíggju
dystunum: tvær ferðir í-
móti Malta, tvær ferðir
ímóti San Marino og eina
ferð ímóti Estlandi.
Tvær ferðir ímóti Ís-
landi, eina ferð ímóti
Russland og eina ferð í-
móti Spania hevur lands-
liðið skorað tvær ferðir og
alíkavæl tapt. Ímóti Est-
landi endaði tað fyri fýra
árum síðani 2–2.
Tað er bara eina ferð
áður komið fyri, at báðir
álopsmenninir
hava
skorað í sama dysti. Tað
var á heimavølli 8. juni í
1997
ímóti
Malta.
Føroyar vunnu 2–1, og
Uni Arge og Todi Jónsson
mannaðu álopsplássini og
skoraðu hvør sítt mál.
JH
Gamlir liðfelagar
funnu væl saman
Knøpp tíggju ár vóru ímillum tey
bæði landsliðsmálini hjá Kurt
Mørkøre, og Todi Jónsson var far-
in ellivu ferðir av vøllinum uttan
at skora, áðrenn tað eydnaðist
hesa ferð
Fróði Benjaminsen er nú av álvara farin at banka upp á
landsliðsdyrnar
Komandi tíðin fer at vísa, um tað skal eydnast Jens Martini
at røkka teimum hálv hundrað landsdystunum.