Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. februar 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindablaðið sosialurin Nr. 26 - 8. februar 2000 18 tíðindablaðið sosialurin Nr. 26 - 8. februar 2000 SVEINUR TRÓNDARSON Mjølnir-Fleyr 0-2 Undan hesum vikuskifti- num var tað bara eittans lið, sum hevði møguleika at gera Fleyr ónáðir á veg móti meistaraheitinum í meistaradeildini hjá monn- um. Eftir at Fram tapti greitt móti Fleyr seinasta viku- skiftið, var tað bara Mjølnir, sum kundi leggja forðingar í vegin, men so varð ikki. Dystin sum liðini leiktu í Klaksvík hetta vikuskiftið vann Fleyr, og tí kunnu vit staðfesta tað, sum hevur ligið í luftini í longri tíð, nevniliga, at Fleyr verður meistari í meistaradeildini hjá monnum. Ov stórur munur Nú kappingin fer at nærkast endanum kunnu vit stað- festa, at tað í ár hevur verið alt ov stórur munur í lands- kappingini. Longu frá byrjan legði Fleyr sjógv millum seg og mótstøðuliðini, og tá Mjøl- nir var amputerað í byrjan- ini av árinum, er tað ikki fyrr enn móti endanum av árinum, at teir hava blandað seg í stríðið í ovaru helvt. Ilic var ov seinur til lands til at gera tann stóra munin, og hjá Fleyr, hevur tað so at siga gjørt tað sama um Romica var har ella ikki, tí hinir leikararnir á hansara plássi hava givið honum lít- ið eftir. Tí hevur eingin spenn- ingur verið um fyrstaplássi í landskappingini, men sig tða við Fleyrleikararnar, at tað hevur verið keðiligt ... Mjølnir má styrkjast Hvussu verður hjá klaks- víkingum komandi ár, er ikki gott at vita, men tað er greitt, at kemur Ilic ikki aft- ur til lands, mugu teir hava annan styrk ætla teir sær at gera seg galdandi næsta ár. Liðið er ov veikt til at hótta oddaliðini fáa teir ikki styrk, og tað eru teir uttan iva greiðir um í Klaksvík. Seinna partin av kapp- ingini hevur verið spenn- andi at fylgja Mjølnir. Bæði tí at teir heimligu spæla- Nú steðgar eingin Fleyr Flogbóltur: Skuldi nakar gera Fleyr ónáðir á veg móti meistaraheitinum, so skuldi tað vera Mjølnir. So var ikki, og nú er avgerðin fallin. Fleyr verður meistari hjá monnum rarnir hava blómað, men so sanniliga eisini tí at Ilic, sum í orðsins rætta týdningi er ein jugoslavisk eldsál, hevur blást til føroyska flogbóltseldin sum fáur annar útlendingur hevur gjørt. Kortini er tað kanska júst hann, sum hevur verið stør- sti trupulleikin hjá Mjølnir í ár. Teir hava dúvað ov nógv upp á hann, og hava kanska trúð ov lítið upp á egnan mátt. Tað hevur gjørt tað ov lætt hjá mótstøðu- liðunum at byrgja upp fyri. Nú hetta árið er avgjørt, bíða vit í spenningi eftir næsta kappingarári. Fleyr hevur víst klárt tað besta spæli í ár og tí er tað uppiborið, at teir gerast meistarar í ár. Einki av hinum liðunum hevur verið ein verulig hóttan fyri teir, hóast teir hava tapt onkran hálvleik SVEINUR TRÓNDARSON ÍF-TB 0-2 Fuglfirðingar høvdu nakað at prógva eftir tapið móti Fleyr seinasta vikuskiftið, meðan TB skuldi halda leið- ina fram, fyri framhaldandi at vera besta boðið upp á ein silvurvinnara í hesum kappingarárinum. Tað varð tað seinna sum eydnaðist og tískil er tað TB, sum situr við teimum bestu kortunum nú kapp- ingarárið fer at halla. Avgera tað sjálvar Fyri TB er tað at siga, at tað vera tær sjálvar, sum gera av, um tær skulu hava silvur, ella um tær vilja lata okkurt av hinum liðunum at sleppa framum. TB er tvey stig framman fyri Drátt og TB besta silvurboðið Flogbóltur: Tvørákvinnur vunnu torføra dystin móti ÍF á Kambsdali, og eru framhaldandi besta boðið upp á ein siluvrvinnara SVEINUR TRÓNDARSON SÍ-ÍF 0-2 Fimti dysturin, sum varð leiktur hetta vikuskiftið var tann utsetti dysturin millum sørvingar og fuglfirðingar. Óða- mannaverk var hjá fugl- firðingum at fara vestur tá illveðrið leikaði fyri kortum, og tí var hann avgreiddur nú ístaðin. Úrslitið av dystinum var, at ÍF vann 2-0 á SÍ. Úrslitið hevur við sær, at liðini nú liggja púrasta jøvn í botninum og tað verður tann seinasti dyst- urin teirra millum, sum kemur at gera av hvat av liðunum endar niðast og hvat endar næstniðast. Skrædnað hjá SÍ Tað er ikki hissini túrur, sum sørvingar hava tikið niður eftir stigatalvuni. Einu tíðina í fyrru helvt vóru teir á øðrum plássi, og tá vóru teir vandamiklir fyri øll lið- ini. Síðani endaspælið byrjaði hevur ikki gingið fyri fliðuna hjá teimum, og teir hava tapt og tapt. Ilt er at siga hvør orsøkin er, men ein teirra er uttan iva, at leikararnir eru rættuliga spjaddir. Onkur lyklaleikari hevur verið til skips í seinastuni, og tað bøtir ikki um samanspælið tá so er. Vit kunn í øllum førum staðfesta, at tað ikki er nóg mikið at vinna dystir í fyrru hálvu, tí tú missir helmingin av stigunum um jóltíðir, og tá farið verður undir enda- spælið verður lættari hjá hinum at fáa fatur í tær aftur. ÍF fótar sær nú Hjá fuglfirðingum hevur hetta árið verið ein marra. Meistaraliðið í fjør misti nærum alt liðið, og tí skul- di mestsum byrjast á berum. Tað tekur tíð, at spæla eitt nýtt lið saman, og tað hava fuglfirðingar merkt. Ungu leikararnir hava sum oftast víst viljan at spæla, og til tíðir hevur tað eisini verið nóg mikið tá sterku liðini hava vit- jað. Hetta fekk Mjølnir at kenna í heyst. Royndirnar hjá Bjarna og Kenneth eru uttan iva tað, sum hevur borið liðið ígjøgnum hetta strævnað árið og nú sær tað út til at bera ávøkst. Stuttligt verður tí at síggja, um tað fer at bera inn í næsta kappingarár við. Púra javnt í botninum Flogbóltur: Loksins eydnaðist ÍF at vinna á SÍ og við sigrinum eru liðini púra jøvn í botninum trý framman fyri Fleyr, men hava leikt ein dyst færri. Tí er teirra støða væl betri enn hon er hjá hinum liðunum og tað er lítið sannlíkt, at tær gloppa dyrnum fyri hinum. Tað má sigast vera eitt sindur óvæntað, at TB er so ovarlaga í ár, hóast alt. Tær mistu nógv fólk áð- renn árið byrjaði og tí var ikki væntandi, at tær skuldu fara at ger<a so nógv um seg, og vit stíga neyvan TB- ararnar á tærnar tá vit siga, at tær eisini hava dúva upp á missin hjá hinum lið- unum. Men tað er eingin skomm. Tað er í grundini ein góð styrki at hava, at ein dugur at vinna tá hini liðini ikki eru so góð, og tað er so teirra fyrimunur. ÍF bíðar til næsta ár Fuglfjarðakvinnur fara utt- an iva at brynja seg við tol- ið, nú tær enda hetta kapp- ingarárið í niðaru helvt av stigatalvuni. Heldur ikki tær hava nak- að at skammast um, nú árið fer at halla. Tær hava gjørt sítt besta, og tað var bara spell, at tær ikki komu í gongd eitt sindur fyrr. Tað er bert at vóna, at tær halda upp á tað fólki, sum tær hava í ár, tí so fara tær uttan iva at gera seg meira galdandi næsta ár. ÍF hevur roynt í ár, men tær hava barst ímóti vindinum. Kanska fer tað at ganga teimum betri næsta ár. Tá eru tær so mikið royndari... Fuglfirðingar vunnu á sørvingum um vikuskiftið og um væl liggur fyri, kunnu teir smoyggja sær av niðasta plássi tá liðini hittast næstuferð SVEINUR TRÓNDARSON Mjølnir-Fleyr 2-0 Tað eydnaðist heldur ikki Fleyr at leggja Mjølnir forðingar á vegnum móti meistaraheitinum. Um vikuskiftið spældu liðini bæði í Klaksvík og har varð úrslitið — næstan sum væntað — at Mjølnir vann Mjølnir vann aftur Flogbóltur: Mjølnirkvinnurnar gjørdu bart um vikuskiftið tá tær spældu moti Fleyr. Tær vunnu 2-0 og eru enn á beinari kós moti meistaraheitinum Heldur ikki Fleyr megnaði at steðga Mjølnir á vegnum móti meistaraheitinum, sum tær enn einaferð kunnu tryggja sær áðrenn kappingarári er liðugt leikt ein greiðan 2-0 sigur. Spenningurin burtur Eins og í fjør, hevur tað ikki eydnast nøkrum av liðunum í kvinnudeildini at gera nakað við Mjølnir. Gamaní var gongulagið ikki tað besta í fyrsta dyst- inum í ár, men síðani hevur eingin so mikið sum hótt dámurnar úr Klaksvík. Tær hava verið greiðir vinnarar í so at siga øllum dystunum tær hava leikt higartil í ár. Einasta liðið, sum í løtuni kann — teoretiskt — hótta Mjølnir er TB, men so skal av álvara ganga av skriðuni hjá Mjølnir. Klaksvíksgent- urnar eru fimm stig fram- manfyri TB, og hóast tvørá- gentur hava leikt ein dyst færri, eru ikki útlit til at tær kunnu forða fyri at enn eitt meistaraheitið fer til Klaks- víkar. Uppiborið Tí er tað heldur eingin loyn- a, at tað er fult uppiborið, at Mjølnirkvinnurnar um ikki so langa tíð enn eina- ferð kunnu lata seg krúna til Føroyameistarar. Tær hava víst størsta dirv- ið, besta álopsspæl og ikki minst eisini besta verjuspæl. Tí er valla nakar, sum fer at misunna teimum hetta meistaraheitið. At Fleyr fór at taka stig frá Mjølnir var heldur ikki nakar, sum væntaði, serliga við tí spæli, sum Fleyr hev- ur víst í ár, í huga. Tær eru ongantíð komnar í hæddina, heldur ikki eftir at tær fingu nýggjan venjara. Seinasta vikuskiftið vunnu tær á ÍF, men tann dysturin vísti eisini, at tað er eitt sindur millum topp og botn. SVEINUR TRÓNDARSON Fram-ÍF 2-0 Fram ætlar sær silvur í ár, og um vikuskiftið gekk tað út yvir ÍF. Havnadreingirnir vunnu 2-0 á ÍF, og við sigr- inum tryggjaði Fram sær eitt gott útgangsstøði til kappingina um annaðpláss, sum stendur við Mjølnir. Skuldu hava sigurin Hóast tað vóru verandi meistararnir sum komu á vitjan í Eysturskúlanum, so var ikki annað væntandi, enn at Fram fór at tryggja sær sigurin. Fram hevur havt gott tak á ÍF í ár, og teir eru serliga torførir at taka á heimavølli. ÍF hevur, sum kunnugt, ikki somu styrki sum í fjør, og tí átti Fram at vinna henda dystin. Tað gjørdu teir eisini og tískil eru teir enn væl við í stríðnum um silvurmerkini. Góð framtíð Tað er eingin loyna, at Fram seinastu árini hevur verið tað mest spennandi sum er hent føroyskum flogbólti. Hóast ungir eru fleiri teirra sjáldsama knáir, og teir smæðast ikki burtur millum stóru feløgini. Hetta kappingarárið hev- ur kortini ikki verið av teim- um bestu millum annað tí, at Rúni Weihe, sum hevur verið undangongumaður á liðnum, hevur drigist við SVEINUR TRÓNDARSON Seinasta heyst stakk ein av bestu kvinnuligu flog- bóltsleikarunum, Gudrid Nolsøe, í sekkin og fór til Danmarkar í lestrarørind- um. Samstundis hevði hon gjørt av at royna kreftir við danskan topp- flogbólt, og eftir stuttari tíð hevði hon fingið fótin fastan á fyrstaliðið hjá Fortuna úr Odense. Tað er ikki á hvørjum degi, at føroyskir flog- bóltsleikarar gera seg galdandi í bestu deildini, men avrikið hjá Gudrid — og Bárði, sum spælir í sama felag — eigur at geva øðrum føroyskum leikarum blóð á tonna. Neyvan hevði Gudrid hugsað fyri sær, tá hon fór, at hon seks mánaðir seinni skuldi vera við til at spæla um sjálvt DM heitið, men soleiðis er veruleikin nú vorðin. Fingu kravda sigurin Um vikuskiftið spældu Fortunakvinnurnar móti ASV og hjá teimumvóru boðini greið. Ætla tit tykkum í endaspælið um meistaraheitið, so hava tit at vinna dystin móti ASV. Av tí at ASV undan dystinum lá triðniðast átti tað ikki at gerast trupult hjá Gudrid og hennara liðfeløgum at vinna dyst- in, og so varð. Hóast tær vóru eitt sindur kroystar í fyrra hálvleiki vunnu Fortuna- kvinnurnar dystin greitt 2-0 og við sigrinum tryggjaðu tær sær pláss í endaspælinum. Taparin í spælinum gjørdist HIK Ålborg, sum við 16 stig- um — tveimum færri enn Fortuna — skal spæla endaspæl um einki. Spæla um einki Hjá Alvildu Ólavsdóttir og Anniku Joensen hevur gingið rættiliga illa í hond í ár. Venjarin fekk sekkin tá ringast stóð til, og síðani er bert eydnast teimum at hála tveir sigrar heim. Hetta vikuskiftið spældu tær móti Gentofte, og tær taptu dystin ruddiliga 2- 0. Nú innleiðandi kapping- in er liðug, er TV55 á næstseinasta plássi, og tær skulu tí vera við tí løgna endaspælinum um einki ... Orsøkin til hetta er, at danska flogbóltssam- bandið hevur avgjørt, at landskappingin skal víð- kast til 10 lið úr átta, og tí skulu tey fýra niðastu liðini bara spæla móti hvørjum øðrum um ær- una. Neyvan nakað, sum fær spælararnar at gera sítt ítarsta, tí tað kann vera fullkomiliga líka- mikið um tað verður vunnið ella tapt. Bárður í somu støðu Mansliðið hjá Fortunu er í somu støðu sum TV55 kvinnurnar, tí teir liggja eisini næstniðast. Teir kundu við sigri á Skov- bakken um vikuskiftið flutt seg upp á triðsíðsta pláss, men hvørki hugur ella vilji var til staðar skilja vit úr Odense. Skovbakken vann greitt 2-0, men hjá teim- um er støðan lítið mæt- ari. Teir liggja nevniliga á triðsíðsta plássi og skulu spæla móti Fortun- a tvær ferðir aftur í vetur, tá endaspælið um einki verður ... Gudrid skal spæla um DM Danskur flogbóltur: Fortuna kvinnurnar skuldu vinna á ASV År- hus fyri at koma í endaspæli, og tað gjørdu tær. Tí skulu Gudrid og tær spæla um DM heitið Gudrid Nolsøe, sum í fjør var við at vinna gull til Føroya á Oyggjaleikunum, skal nú berjast um DM heitið við liðfeløgum sínum úr Fortuna. Og Delta Seafood sleppur við ... Fram ætlar sær silvurið Flogbóltur: Hóast flestu menninir eru ungir, eru teir knáir, og Fram dylir ikki fyri, at nú fyrstapláss er gloppið av hondum fara teir eftir silvrinum. Um vikuskiftið vunnu teir 2-0 á ÍF Fram ætlar sær silvurmerkini nú tað ikki longur er teimum møguligt at fáa klørnar í gullmerkini. ÍF megnaði einki at gera við teir drúgvan skaða. Slíkt merk- ist, tí Rúni er ein einari í føroyskum flogbólti. Torført er at spæla liðið saman av nýggjum tá ein so týdningarmikil leikari ikki er við á sínum vanliga plássi og tað hevur eisini merkt fleiri av dystunum hjá Fram í vetur. Kortini hava teir hingið í oddinum og tað er einki at ivast í, at teir fara at gera alt, sum stendur í teirra makt, fyri at tryggja sær sil- vurmerkini.