mánadagur 7. februar 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 26 - 8. februar 2000
20
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 26 - 8. februar 2000
CARL
ELI
NOLSØE
SAMUELSEN
Havnarmenn fóru til Koll-
afjarðar
við
almiklum
sjálvsáliti, og ikki var tað
merkiligt, tí frammanundan
høvdu teir vunnið allir sjey
dystirnir í ár. Men kollfirð-
ingar sum høvdu Báðir
Thomsen brøðurnir við
móti miðstaðarfelagnum,
ætlaðu at verða teir fyrstu
at knekka teimum úr Havn,
og tað gjørdu teir við at
vinna heili 3,5-0,5!
Torbjørn Thomsen vann
móti Carl Eli N. Samuelsen
á fyrsta borði. Torbjørn
kom annars sera illa frá byr-
junarspælinum, men í mið-
spælinum gjørdi Carl Eli
ein skeivan frúgvaleik og
eftir tað stóð Torbjørn betri.
Alt breyt saman hjá Carl Eli
og at enda bleiv kongur
hansara mátaður mitt á
borðinum.
Bernhard Thomsen stóð
verri alt talvi móti Halduri
S. Johansen á øðrum borði,
men beint sum Haldur ætl-
aði at bróta ígjøgnum gjørdi
hann ein tapandi kongaleik.
Eftir hetta fekk Bernhard
kvalitet og vann løtu seinni
talvið.
Hans Kristian Simonsen
hevur onga respekt fyri
hægri rataðum telvarum, tí
móti Herlufi Hansen, sum
annars hevði vunnið øll
talvini í ár, vann hann sann-
førandi. Hans Kristian hev-
ði svarta fólkið, men tað
vardi ikki leingi so hevði
hann fyrimun. Herluf royn-
di at verja sum frægast,
men Hans Kristian fekk
finnu og vann síðani trygt
eitt meirfinnu endatalv.
Hálva stigi havnarmenn
fingu fekk Martin Poulsen
á fjórða borði móti Karl L.
Johannesen. Martin stóð
eitt vet betur, og hann gjørdi
rætt við at avviklað støðuna
til eitt endatalv. Men Martin
bleiv ov grammur og fór
eftir finnum, og nærum
gloymdi frífinnurnar hjá
Karl Louisi. Martin mátti
lata bisp fyri finnu, men
Karl Louis gjørdi eitt grovt
mistak og Martin fekk
tvingað ein javnleik.
Einasta talvi sum skil var
í, var vinningurin hjá Hans
Kristiani. Hini talvini vóru
sera rótut og illa leikt.
Havnin er enn á odda í
deildini, men munurin er nú
bert hálvt stig.
Jens Kristian vann
Klaksvíkingar visti úrslitið
í Kollafirði áðrenn teir sett-
ust við talvborðini á Toft-
um, og tað eggjaði teimum
at herja á toftamonnum.
Høvdu
klaksvíkingar
vunnu 4-0, ja so var fyr-
stapláas teirra, men trý stig
varð tað teir máttu taka til
takkar við.
Tofta Talvfelag hevur eg-
ið talvhús, og hava tí allar
møguleikar at menna seg.
Kona til telvara hevði bak-
að køkur til telvarnar, so tað
varð lagt upp til ein hugna-
ligan og spennandi dyst, har
telvarnir ikki sótu svangir
teir mongu tímarnar eitt talv
tekur.
Fyrsta borðið hjá tofta-
monnum, Jens Kristian
Hansen, hevur ikki vunnið
nakað talv í hesum kapp-
ingarárinum, men móti
Rana Nolsøe fann Jens
Kristian sítt eyðkenda góða
spæl framaftur. Talvið varð
sera opið, og báðir høvdu
eina rúgvu av taktiskum
møguleikum. Báðir góvu
alt tað teir høvdu, men tað
varð Jens Kristian sum varð
tann stóri taktikarin. Hann
fekk rikið Ranasa kong út
á borðið, og fekk ein rók
sum bonus. Jens Kristian
átti at vunnið heldur fyrri
enn hann gjørdi, men eftir
sætta tíma fekk Rani sítt
fyrsta null í ár. Talvið er við
á blaðnum í dag.
Helgi Joensen av Toftum
tapti móti Ólavi Simonsen
á øðrum borði. Tað varð
annars javnt í byrjanini,
men Ólavur fekk ogna sær
eina finnu, og vann uppá tíð
í vunnari støðu.
Steintór Rasmussen vann
eitt drúgt talv móti Wenzeli
Højgaard. Wenzel mátti lata
finnu í byrjanini, men hann
leikti væl hareftir og átti
helst at fingið okkurt stigið,
men tíðarneyðin ávirkaði
Wenzel ov nógv, og Stein-
tór vann at enda.
Jústines Hansen av Toft-
um tapti sítt fyrsta talv í ár,
og tað móti Tummasi M.
Anthoniussen. Jústines stóð
klárt betur, men í miðspæl-
inum fekk Tummas útjavn-
að og løtu seinni hevði hann
fyrimun. Jústines royndi alt
hann var mentur, men
Tummas fekk at enda
stigið.
3-1 er eitt gott úrslit hjá
klaksvíkingum, og hjá toft-
amonnum varð úrsliti ikki
gott, teir eru nú nevnliga
einsamallir aftastir.
Hvalvíkingar snávaðu
Teir úr Sandavági vórðu
glaðir fyri at fáa tvey stig
vestur við aftur úr Hvalvík.
Hvalvíkingar hava betri
manning og kunnu tí ikki
verða nøgdir við úrslitið.
Martin Brekká hevur
leikt nógvar javnleikir í ár
á fyrsta borði, og móti Tor-
kili Nielsen mátti hann
stríðast manniliga fyri javn-
leikin hann fekk. Torkil
royndi at vinna við meir-
finnu, men Martin vardi
væl og teir samdust um
javnleik.
Á øðrum borði vann
Bernhard Augustinussen úr
Sandavági óvæntað móti
Finnbirni
Zachariassen.
Finnbjørn sá ov seint van-
dan, og misti mann fyri
tvær finnur. Bernhard vann
trygt.
Á triðja borði gjørdi Gutti
Petersen eitt grovt mistak
móti Gunnari Joensen. Eftir
tað vann Gunnar lættliga.
Heri Christoffersen úr
Sandavági og Sámal Christ-
iansen leiktu javnt á aftasta
borði. Sámal fekk mið-
skeiðis í talvinum eina finn-
u, men Heri svarari skjótt
aftur við at taka aðra finnu.
Heri bjóðaði tá javnt og
Knekkur miðstaða
Talv: Skjótt kann vendast í talvi, og tað kunnu havnarmenn bert ásanna. Kollfirðingar vunnu nevnliga stórsigur móti
oddaliðnum, meðan klaksvíkingar nú bert eru hálvt stig aftanfyri eftir at hava vunnið móti toftamonnum.
1. e4 e5
2. Rif3 Ric6
3. d4 exd4
4. Rixd4 Rif6
5. Rixc6 bxc6
6. e5 Fe7
7. Fe2 Rid5
8. c4 Ba6
9. b3 Fh4!? (Jens K. gev-
ur Rana ábending um
at hann ætlar sær at
vinna. Leikurin er sera
taktiskur.)
10. a3 Bc5
11. Ra2 (11. g3 hevði
tapt: 11_Bxf2+!
12. Kxf2 (12. Fxf2 Fe4+
og rókur á h1 er farin)
Fd4+ 13. Ke1 Fxa1) 0-
0 12. g3 Fe7
13. Bb2 Rib6 (13. b4
Bd4
14. b5 Ric3 er gott fyri
svart)
14.
Fc2
f6!
(Svartur hevur fyri-
mun)
15. Bd3 fxe5
16. 0-0 Rxf2!
17. Rxf2 Rf8
18. Bxh7+ Kh8
19. Bf5 g6
20. Kg2 Bxf2
21. Bxg6 Bc5
22. Bf5 d6!
23. Bc1?! (23. Fe4 hevði
verið betri. Sigast skal,
at báðir høvdu lítið av
tíð eftir) Bc8
Talvið hesa
vikuna
Hvítur: Rani Nolsøe, Klaksvík (2180)
Svartur: Jens K. Hansen, Toftir (2195)
24. g4 Bxf5
25. gxf5 Rg8+
26. Kf3 (Einasti leikur)
Fh4
27. Fe4 Fh3+
28. Ke2 Rg2+
29. Kd1 Rxa2
30. Rid2 Fxh2
31. f6 Fg1+
32. Ke2 Ff2+
33. Kd1 Fxf6
34. Fxc6 Fg7? (Hesin
leikur gevur nærum
hvítum ævigt skák.
34_.Fg6 hevði vunnið
við tað sama)
35. Fe8+ Kh7
36. Fh5+ Kg8
37. Fe8+ Ff8
38. Fg6+ Kh8
39. Fh5+ Kg7
40. Rif3!? Ra1! (Jens
Kristian var um reppið
at tapa talvið á tíð, og
síðsti leikurin hjá hon-
um brestir allar vónir
hjá Rana)
41. Fh6+ Kf7
42. Rig5+ Ke8
43. Fe6+ Fe7
44. Fg6+ Kd7
45. Ff5+ Kc6 (Svarti
kongurin
klárar
at
snúgva
sær
undan
skákunum)
46. Ff3+ d5 Og Rani
gavst 0-1
Sámal tók av.
Støðan eftir 8. umfar:
Havnin 22,5
Klaksvík 22
Hvalvík 14,5
Kollafj. 13,5
Sandavág 12,5
Toftir 11
Spenningur er nú av
álvara komin í toppin.
Telvað verður ikki næsta
vikuskifti, men um tvær
vikur skulu sandavágsmenn
til Havnar og hvalvíkingar
fara til Klaksvíkar, meðan
kollfirðingar taka móti toft-
amonnum.
2. deild
Um vikuskifti vórðu tveir
dystir telvaðir í Havn.
Havnin 2 vann 3-1 móti
runavíkini, meðan Havnin
3 tapti 3-1 móti vestmenn-
ingum.
Støðan í 2. deild:
Vestmanna 16,5
Havnin 2 14
Runavík 11
Havnin 3 10,5
Klaksvík 8
Nú fá umfør eru eftir, er líkt
til vestmenningar verða aft-
ur at síggja í fyrstu deild.
3. deild
Vestmanna og Havnin 4
leiktu 2-2 í Vestmanna, og
Klaksvík vann 2,5-1,5 móti
Róki.
Støðan í 3. deild:
Havnin 4 22,5
Gøta 15
Havnin 5 14,5
Vestmanna 14
Klaksvík 12,5
Rókur 5,5
Í unglingadeildini varð ein
dystur. Klaksvík 1 vann 3-
1 móti Havnini 2.
Higartil í ár hevur ikki hylnast nakað serligt hjá Jens Kristiani Hansen, men…
…í vikuskftinum vann hann á Rana Nolsøe, og talvið
teirra millum, verður sundurgreinað niðanfyri
Tað, sum ikki
skuldi verið sagt
Fyrst kunnu nøkur viður-
skifti fáast upp á pláss, sum
ikki hava nakað við skjalið
um fiskidagamarknað at
gera, men sum Bjarti Mohr
og Jørgin Niclasen bland-
aðu uppí lortaspannirnar,
teir tveittu eftir formanni-
num í Búskaparráðnum.
• Um skattalættin hjá fisk-
imonnum skal avtakast ella
ikki hevur einki við upp-
skotið um ein fiskidaga-
marknað at gera.
• At Bjarni Olsen sam-
stundis við at vera formaður
í Búskaparráðnum er stjóri
í Føroya Sparikassa hevur
slett einki við uppskotið at
gera.
• At limirnir í Búskaparráð-
num ikki eru uppremsaðir í
byrjanini av búskaparfrá-
greiðingini er ein feilur frá
mínari síðu og tí mín ábyrgd
sum skrivari í Búskaparráð-
num, og er slett ikki úttrykk
fyri at limirnir vilja goyma
tann veruleika, at allir lim-
irnir uttan Anfinn Olsen eru
cand. dit ella cand. dat, sum
fiskimálaráðharrin
róði
uppundir.
Økonomiska
motivatiónin
Tvey høvuðspunkt eru í
uppskotinum
hjá
Bú-
skaparráðnum:
2.Føroya fólk eigur tilfeing-
ið
3.Tað skal vera lætt at koma
inn í fiskivinnuna (og fara
útaftur).
Ogn Føroya fólks
Fiskur í sjónum er eitt til-
feingi, akkurát sum olja í
undirgrundini. Í lógini um
vinnuligan fiskiskap stend-
ur at fiskurin í føroyskum
havøki er ”ogn Føroya
fólks”. Altso eiga eg og Ják-
up Sólstein og Palleba og
Fossadun og allir aðrir før-
oyingar líka stóran part av
tilfeinginum, sum svimur
runt Føroyar — eingin
meira enn hini og eingin
minni. Í 1994 var hetta til-
feingið latið nøkrum fáum
at nýta ókeypis í 10 ár. Eing-
in rindaði felagskassanum
hjá mær og Sigmar Bláberg
og Osmundi Justinussen og
øllum øðrum føroyingum,
nevniliga landskassanum,
nakað, fyri at teir sluppu at
nýta okkara tilfeingi. Tað
sum hendi í 1994 var so-
statt, at allir føroyingar
góvu nøkrum fáum eina
gávu uppá fleiri milliónir
krónur. Legg til merkis, at
øll sum eru komin inn í fisk-
iskap við Føroyar síðan
1994 hava goldið fyri til-
feingi, tey brúka, tí tey hava
goldið teimum, sum fingu
fiskirættindini ókeypis, fyri
hesi rættindi.
Sæð frá sjónarhorninum hjá
vanligum føroyingum sum
mær og tær og Páll í Svínoy
merkir uppskotið um ein
fiskidagamarknað bara, at
vit krevja gjald fyri, at onn-
ur nýta tilfeingið hjá okk-
um, ístaðin fyri at tað hvørt
10. ár verður latin nøkrum
fáum ókeypis. Um tað er
rímiligt ella ikki, kann ein-
hvør meta um sjálvur, men
hetta er so fyrsta implikati-
ónin av uppskotinum hjá
Búskaparráðnum um ein
fiskidagamarknað.
Tað
kann nevnast, at hetta er
samsvar við Caragata álitið,
sum mælir til at fiskivinnuni
verður álagt eitt tilfeingis-
loyvisavgjald (síða 57, til-
mæli 6).
Í hesum viðfangi kann eg
nevna, at óttin hjá Bjarta
Mohr, fyri at uppskotið fer
at gera milliónaíløgurnar
hjá honum og øðrum virð-
isleysar, tí fiskirættindini
verða ognartikin, er púra ó-
grundaður. Eingi rættindi
verða tikin frá teimum, sum
eru í vinnuni í løtuni, tí í
uppskotinum stendur, at
nýggja skipanin fyrst skal
byrja í 2004, tá tey núver-
andi fiskirættindini, sum
staðfest í lógini um vinnu-
ligan fiskiskap, ganga út og
fella aftur til landið.
Vert er at leggja til merk-
is, at hetta fyrra høvuðs-
punktið í uppskotinum er
óheft av tí seinna. Hvussu
langt tíðarskeið fiskirætt-
indini, ið seld verða, skulu
vera galdandi, hevur sum so
einki at gera við meginregl-
una um, at Føroya fólk skal
selja fiskirættindi og ikki
lata tey ókeypis. Tað ber væl
til at selja langtíðarrættindi
— tað er hetta sum hendir í
dag, men tað er bara ikki
Føroya fólk sum selur, men
menn, ið hava fingið hesi
rættindi ókeypis frá mær og
tær og Palleba og Marsannu
og...
Og lat okkum enda við-
gerðina av tí fyrsta høvuðs-
punktinum við at kalla ein
spaka fyri ein spaka: Landið
áleggur ikki vinnuni skatt,
um tað krevur gjald fyri
fiskirættindi. Tað selur eina
vøru, sum tað higartil hevur
latið vinnuni ókeypis. Søla
av fiskidøgum er ikki meira
skattauppkrevjing, enn søla
av fiski frá skipum á eini
gólvuppboðssølu er tað.
Lætt at koma inn og út
Tað seinna høvuðspunktið
er, at tað skal vera lætt at
sleppa inn í fiskivinnuna. Á
henda hátt fáa øll áhugaði
ein møguleika at royna seg
í fiskivinnuni, og harvið
gerst vinnan meira dynam-
isk. Til at røkka hesum end-
amálið verður skotið upp,
at fiskirættindini, sum verða
seld, skulu vera tíðarav-
markað, og helst skulu tey
vera galdandi so stutt tíðar-
skeið sum gjørligt.
Styttri tíðarskeið rættind-
ini eru galdandi, minni er
kravda kapitalbindingin, tað
vil siga minni av peningi
skal á borðið, áðrenn tú
sleppur út at fiska. Haraftrat
skal bert hyggjast eitt stutt
tíðarskeið fram og ikki fleiri
ár, tá metast skal um virðið
á fiskirættindunum, ið keypt
verða. Tí verður vágin ikki
so stórur, og tí vilja pening-
astovnarnir
eisini
vera
skjótari at veita fígging til
góðar ætlanir. Hetta merkir
aftur, at tað ikki verður kap-
italstyrki men førleiki á
sjónum, ið avgerð hvør fær
fiskidagar. Í staðin fyri at
bert teir, sum kunnu leggja
fleiri milliónir á borðið,
sleppa inn í fiskivinnuna, so
fer at bera til at keypa sær
fiskirættindi fyri kanska
nakrar fáar túsund krónur,
so øll hava ein møguleika.
Men summi vilja vera
við, at vágin verður størri,
tí tú ikki veitst um tú fer at
hava nøkur fiskirættindi um
eitt ár. Tí fer eingin at tora
at seta pening í nakað skip,
verður sagt. Men eitt flaka-
virki veit heldur ikki, um
tað hevur nakað tilfeingi at
arbeiða við um eitt ár. Tá
eitt flakavirki verður bygt,
verður nógvur peningur
settur í bygningar og útgerð,
uttan at vissa er fyri, at nak-
ar fiskur verður at hagreiða
um eitt ár. Sama meginregla
er galdandi fyri hýruvognar,
bilverkstaðir, skipasmiðjur,
hárfríkaðnarstovur, matvør-
uhandlar_og allíkavæl tora
fólk at byggja sær eina til-
veru upp um slíkar vinnur.
Hví kann tað sama ikki vera
galdandi fyri fiskiflotan?
Her er tað av avgerandi
týdningi, at uppskotið ikki
leggur upp til, at um fiski-
rættindini til dømis eru
galdandi 6 mánaðar, so vera
fiskidagar bert seldir 6.
hvønn mánað. Fiskidagar
kunnu seljast hvønn dag,
um ynski er um tað. Um ein
handilsmaður selur allar
mjólkapakkarnar í kulda-
skápinum, er hetta ikki eins-
týðandi við at hann ikki sel-
ur mjólkapakkar aftur fyrr
enn um eina viku, tá teir
seldu mjólkapakkarnir ikki
eru drekkandi longur. Øll-
um kunnugt fyllir hann
kuldaskápið aftur so skjótt
sum gjørligt. Tað sama er
galdandi fyri fiskidaga-
marknaðin. Sjálvt um seldu
fiskirættindini eru galdandi
3 mánaðar, so kann markn-
aðurin selja nýggj fiskirætt-
indi hvønn dag, so leingi
fiskidagar eru á lagri. Tað
sum er týdningarmikið er,
at tað er eitt støðugt útboð
av einum tilfeingi, líkamik-
ið um talan er um mjólka-
pakkar ella fiskidagar, so-
leiðis at um tú ikki kundi
keypa tilfeingið í dag, so er
møguleiki aftur í morgin.
Men um reiðarin yvir eitt
longri tíðarskeið ikki klárar
at keypa sær fiskidagar, fer
hann á húsagang, kann onk-
ur mæla ímóti. Men tað er
júst hetta ein marknaðarbú-
skapur gongur út uppá. Um
reiðarin ikki er kappingar-
førur fer hann á húsagang
akkurát sum handilsmaður-
in ella bilverkstaðurin eisini
fara á húsagang, um teir ikki
eru kappingarførir. Grund-
leggjandi trupulleikin við
føroysku fiskivinnuni er, at
ov nógvir eru um boðið at
fiska ov lítið av fiski. Ein-
hvør mekanisma er neyðug
at stýra, hvør sleppur at
gagnnýta hetta avmarkaða
tilfeingið.
Men tað er júst hetta
marknaðarmekanisman
(eisini kallað prísmekan-
isman) er so ótrúliga góð til.
Um fiskidagar verða seldir
á uppboðið vil prísmekan-
isman avgerða - ísakalt og
ópersónliga - at teir ella tey
effektivastu sleppa at fiska,
meðan hini mugu finna sær
ein annan vinnuveg. Tað vil
siga sama skipan sum er
galdandi fyri tey, sum vilja
royna seg í skipasmiðju-
vinnuni ella hárfríðkanar-
vinnuni ella matvøruhand-
ilsvinnuni ella flakavirkis-
vinnuni ella oljuvinnuni
ella_Við núverandi skipan
er tað fiskimálaráðharrin
sum avgerð, um reiðari dit
ella reiðari dat skal sleppa
at fiska. Við einum fiskidag-
amarknaði kundi fiskimál-
astýrið kanska spart fleiri
starvsfólk, og harvið kundi
skatturin verðið lækkaður.
Annars ber til, um ynski
er um tað, at selja fiskirætt-
indi við ymiskum loyvistíð-
um. Tað ber til dømis væl
til at hugsa sær, at seld verða
rættindi, sum eru galdandi í
6 mánaðir, 1 ár, 2 ár og 5 ár.
Á henda hátt kunnu til døm-
is ung, ið vilja royna seg,
keypa fiskirættindi galdandi
6 mánaðar fyri á henda hátt
koma í gongd. Tey meira
etableraðu í vinnuni kunnu
so keypa rættindi, sum eru
galdandi eitt longri tíðar-
skeið. Við eini tílíkari skip-
an kunnu aðrir trupulleikar
stinga seg upp, men ikki
meira um tað her.
Aðrir partar
av uppskotinum
Tey bæði høvuðspunktini,
sum eru gjøgnumgingin
omanfyri, eru kjarnin í upp-
skotinum hjá Búskaparráð-
num um ein fiskidaga-
marknað fyri Føroyar. Øll
onnur viðurskifti eru í hes-
um sambandi minni týdn-
ingarmikil. Aðrir eginleikar
við fiskidagamarknaðinum
kunnu skipast eftir ynski, til
dømis at bert føroyingar
skulu kunnu bjóða upp á
fiskidagar, og at útróðrar-
flotin upp til ávísa stødd
skal vera undantikin.
Ein konstatering
Arbeiðið hjá Búskaparráð-
num er at koma við óheft-
um, fakliga kompetentum
lýsingum av føroyska bú-
skapinum og tilmælum til,
hvussu hesin kann skipast
á besta hátt, til frama fyri
alt Føroya fólk. Í hesum
sambandi er náttúrligt at
leita sær upplýsing hjá teim-
um, ið hava sítt dagliga
starv í teim pørtum av bú-
Nakrar viðmerkingar til
Fimmaran í Útvarpinum 2/2-2000
Eftirsum formaðurin í Búskaparráðnum noyddist at brúka næstan alla sína talutíð upp á at verja seg móti álopum frá
monnum, ið ikki hava lisið skjalið frá Búskaparráðnum um ein fiskidagamarknað nóg væl, ístaðin fyri at greiða frá, hvat
uppskotið gongur út uppá, vil eg gjarna nýta nakrar reglur uppá at siga tað, sum kundi verðið sagt, um hinir luttakararnir
høvdu hildið seg til evnið, kjakast varð um
Viðmerking:
skapinum, sum arbeiðið
viðvíkur, tó uttan at lata á-
hugamálini hjá hesum av-
gera, hvat endaligu tilmæl-
ini hjá Ráðnum eru. Eftir
úttalilsunum í Fimmaranum
at døma er sitandi fiskimál-
aráðharri tann síðsti, ið kann
geva eitt positivt íkast til
hetta arbeiðið.
Jóannes Jacobsen
cand. oecon.
skrivari í
Búskaparráðnum
OPIÐ ER:
Mánadag............. STONGT
Týs.-hós............... kl. 10.00-18.00
Fríg.......................kl. 10.00-19.00
Leyg..................... kl. 10.00-14.00
MENA er byrjað
at arbeiða í
salongini hjá okkum
180,-
Ringið og bíleggið tíð
FRISØRSALONGIN
BYRJUNAR-
TILBOÐ
KLIPPING
Sosialurin - 311820
HESA
VIKUNA