Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 112 - 14. juni 2006 72 ára gamli Nikkel Petersen hevur arbeitt bæði á landi og sjógvi. Í løtuni er hann mitt í hummaraveiðuni. - Tað er nógv betri at royna eftir hummara um summarið. Um veturin kundi tað vera grúsommiliga strævið, sigur hann Hummaraveiða Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Runavík: Klokkan er far­ in at nærkast eitt, tá ein út­róðrarbátur kemur sigl­ andi inn í havnarlagið. Umborð á bátinum stend­ ur tann 72 ára gamli runa­ víkingurin, Nikk­el Peter­sen. Hann hev­ur enn einaferð verið á hummaraveiðu við báti sínum Másin. Rúsurnar hevur hann drig­ ið á Tangafirði, og í einum kari við sjógvi standa kass­ arnir við hesi dýrabaru og livandi veiðuni. Hann leggur at landi, bindur bátin fastan og tekst við ymiskt umborð, meðan hann bíðar eftir bilinum. Nikkel veit, at ein bil­ur er á veg higar eftir veið­ uni henda dagin. Allur humm­arin verður seldur til fyritøkuna ORCA, sum hevur tilhaldsstað á Argj­ um, men sum arbeiðir humm­arin í Kollafirði. – Tað hevur gingið so­leið­ is nøkulunda hesi árini, eg havi roynd eftir hummara. Okkurt árið hevur verið gott og okkurt annað minni gott. – Men sum heild hevur tað hilnast væl, sigur Nikkel Petersen. Mugu dríva tað Nógvir bátar fáa loyvi til hummaraveiðu á hvørjum ári. Og teirra millum er út­róðrarbáturin Másin. Saman við Nikkeli eru tveir aðrir bátar úr Runavík, sum royna eftir hummara í ár. – Vit eru tó bert tveir sum dríva tað ordiliga – eg og ein annar sum royna tríggjar ferðir um vikuna. – Tað er man noyddur at gera, um man skal fáa nakað burtur úr tí. Tað er ikki annað at gera enn at hanga í, sigur Nikkel. Másin er væl útgjørdur bæði til fiskiskap við línu og snellu, men eisini til veiðu eftir hummara. – Tað er faktisk humm­ araveiðan sum í dag eigur lívið í einum, slær Nikkel fast. – Hetta er ikki so galið. Hetta er akkurát fyri pen­ sjónistar, tí ein krevur ikki so nógv. Skipanin við hummara­ veiðuni er tann, at Nikkel hevur eina kvotu uppá 2500 kilo. Men er heildarkvotan uppi áðrenn hann hevur fingið hesa nøgdina, fær hann ikki øll hesi kilo’ini sjálvur. – Tí ræður tað bara um at hanga í, sigur hann. Grúsommiliga strævið Tíðin, har loyvt er at royna eftir hummara, er broytt. Í dag byrjar vertíðin fyrst í apríl mánaði. Fyrr var bert loyvi at royna um veturin, men tá kundi viðra rættiliga illa hjá bátunum – Eg byrjaði í 1977 og tá royndu vit alt árið. Men tá var grúsommiliga lítið at fáa. – Síðani varð tað broytt til at vera um vetrarhálvuna. Tá byrjaðu vit hálvan sep­ tember og út í hálvan apríl. men eg vil tó siga, at tað var eitt hundalív at royna um veturin, slær Nikkel fast. Teir royndu nógv í Tanga­firði, men var hann útnyrðingur ella útsynn­ ingurvestan í ættini var ofta nógvur vindur og nógvar glaður. – Tað var grúsommiliga strævið. Men soleiðis sum skipanin er nú, dámar mær nógv betri. – Tað einasta sum man nú kann verða hindraður av er toka. Dreggini standa so mikið nær hvørjum øðrum, at man sær so illa. – At seta eftir radaranum, – tja, eg veit ikki. Og plott­ arin hjá mær er so lítil, at eg má hava brillur fyri at hyggja í hann. So tú skilir, at tað er ikki av tí besta, sigur Nikkel. Dálking Tá talan er um hummara­ veiðu hjá bátunum á Skála­fjørðinum og í nánd av honum, hevur Tanga­ fjørðurin verið álitið – og er tað enn. Nikkel hevur onkutíð roynt eftir hummara á Skála­ fjørðinum, men tað er ikki so væl roynandi, tí fjørð­ urin er vorðin so dálkaður. – Eg haldi ikki at humm­ arin trívist rættiliga her, sigur hann. Onkutíð hevur hann tó fing­ið kvotu sína á Skála­ fjørðinum. Her hava verið nakrir aðrir og roynt, men sum skilst hevur veiðan ikki verið hin mesta. – Tað ræður um at hanga í Hjá Nikkel Petersen og øðrum hummarafiskarum er Tangafjørðurin álitið. Støddin á hummaranum er eisini í lagi Nikkel legði árla til brots mánamorgunin. Hann fór avstað kl. 5:30 og var aftur kl. 13. – Hetta er eitt gott lív, sigur hann