Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 14. juni 2006 23 Á sjógvi og landi Hetta við sjólívinum er ikki ókent hjá Nikkel. Longu sum 14 ára gamal fór hann til skips. – Ja, eg fór faktiskt beint av skúlabeinki avstað sum messur, sigur hann. Hann hevur gjøgnum árini siglt við mongum ym­isk­um skipum og bátum, m.a. teimum gomlu kol­trolarunum. – Eg vil ikki altíð siga, at fortjenastan var so góð. Men eg havi so klárað meg til denna dag, sigur hann blídliga. Nikkel hevur tó eisini arbeitt á landi, har hann helst man vera best kendur sum lastbilaførari. Hann var ein teirra sum fekk tann fyrsta Scania-lastbilin til Føroyar. Saman við honum fingu Menning Geyti í Kollafirði og Jóhannus Solmunde í Søldarfirði eisini slíkar bil. Hetta var ein jubileumsbilur – ein 56’ari. – Eg minnist, at teir komu at standa her á kajini. Tað var øgiligt sum fólk hugdu. – Teir gomlu bilarnir vóru so lágir, meðan hesir vóru høgir – so høgir, at fólk hildu at hesir kundu ikki brúkast til nakað. Men tað kundu teir altso, sigur Nikkel. Seinni seldi hann so eina lastbilin, og fekk sær bát ístaðin. Og tað er hesa vinnuna, hann nú fær tíðina at ganga við. Orsøkin til hesa støðuna er helst hon, at alingin hevur dálkað fjørðin nakað nógv. Hinvegin so er botnurin á Tangafirði heldur ikki ov góður. Her man tað helst vera línan og kanska eisini alingin sum eru orsøkir til tað. Nikkel kann bara stað­ festa at fiskiskapurin hevur verið í minking. Hann vónar tó ikki, at Tangafjørðurin gerst alt ov dálkaður í framtíðini. – Men hinvegin so eru árini altíð ójøvn. Man ger góð ár viðhvørt og minni góð til aðrar tíðir, sigur hann. Góður prísur Tá apríl mánaður byrj­ aði legði Nikkel til brots beinanvegin við humm­ara­ rúsunum. Tað vísti seg, at hann bein­anvegin fekk nógvan humm­ara. Og tá hann rokn­ aði eftir mánadagin hevði hann fingið eini 1300 kilo síðani. Tann fyrsta mánaðin fekk hann 600 kilo og góð 500 kilo tann næsta mánaðin. Higartil í juni mánaði hevur Nikkel fingið um 200 kilo. – Nú er veiðan minkað nógv. Í dag liggur tað millum 18 og 25 kilo hvønn dagin. – Hinvegin so fáa vit góð­ an prís um hummarin hevur røttu støddina, staðfestir Nikk­el. Vigar hummarin meiri enn 60 gramm fæst heilt upp í 85 kr. fyri kilo. Góð heilsa Mánadagin var Nikkel enn einaferð á Tangafirði fyri at taka upp hummararúsurnar. Hann var farin tíðliga frá húsum, tí veðurmenninir høvdu boðað frá nakað av vindi av landsynningi. Klokkan mundi vera um hálvgum seks, tá hann legði frá landi. – Tað ráddi tí um at vera nóg skjótur at draga rús­ urnar. Tí landsynningur er ikki so góður har norðuri. Hann hevur rúsurnar stand­andi norðanfyri Kald­ baksnes. Hann dregur tríggj­ar ferðir um vikuna, annanhvønn dag. Hann er altíð einsamallur í báti sínum. – Tí, sum hann sigur. Heilsan er enn í lagi og alt fungerar gott. Másin er eisini útgjørdur við sjálvstýrara, og tað lættir nógv um hjá Nikkeli. – Eg seti bara sjálvstýrarin frá, tá eg byrji at draga. Og so liggur báturin sum hann skal, sigur hann. Lágorku dygdarketil frá Hógv Oman á Sand 15 . FO-660 Søldarfjørður . Tel 470 400 . Faks 470 401 . hogv@hogv.fo . www.hogv.fo Hógv Handilsvirki Manufacturer of boilers and other heating equipment Lágorku ketlar, sum spara munandi um oljunýtsluna. L 2000 Ein sera orkusparandi lágorku ketil, CE góðkendur eftir strangastu krøvum. L2000 er gjørdur eftir nýggjasu EU krøvum um orkusparing. Serkunn vitan Framleiðslan er bygd á vitan, ið er savnað gjøgnum nógv ár, og er væl blandað við tey krøv, ið tíðin setir til reina og orku- sparandi brenning. Rein forbrenning 3-trekks forbrenningin er ein borgan fyri at at umhvørvið ikki verður dálkað óneyðugt, og at oljunýtslan verður so lág sum gjørligt. Vit framleiða ketlar til sethús, bátar, skip, og størri bygningar. Opið mán. til frí. frá kl. 8.00 til 16.15. Ley. frá 9.30 til 12.30. Annars eftir avtalu. K R E A . F O . TEL 47 80 80 F Ø R O Y S K F R A M L E I Ð S L A . .