Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 112 - 14. juni 2006 Fólk í Eysturoy hava nú fingið møguleika at tosa beinleiðis við umboð fyri størsta húsameklarin í land­ inum. P/f Inni hevur nevniliga latið upp eina skrivstovu í Runavík. – Hetta er eitt sera áhugavert øki, her er nógv vinnuligt virksemi og áhugi millum fólk at keypa sethús, sigur stjórin í Inni, Jónsvein Mortensen Húsamekling Orð/mynd: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Saltangará: – Tað er út frá hesum veruleikum, at vit valt at taka stigið fult út og lata upp hesa skrivstovuna, sigur Jónsvein. Mánadagurin var fyrsti dagur, sum henda skriv­ stovan var opin. Og sum støðan er í dag standa fimm hús til sølu í ymiskum bygdum í Eysturoynni. Møguleiki hevur verið hjá fólki at hyggja eftir húsunum á heimasíðuni hjá Inni, og umvegis hesa verða nógv tey flestu hús­ ini seld. Haraftrat hava fólk kunnað ringt fyri at spyrja um hús vóru til sølu. – Einki er kortini sum tað at kunna hava eitt per­ són­ligt samband við kund­ an. – Nú kunnu vit so práta saman í sama rúmi, og koma til eina skilagóða loysn fyri allar partar, sigur Jón Simonsen, sum kemur at taka sær av hesum partinum av virkseminum hjá Føroya Sparikassa í Saltangará. Miðdepil í landinum Føroya Sparikassi hev­ ur arbeitt við hesum ætl­ anunum í eina tíð. Nú er tað so umsíðir vorðið til veruleika í einum av miðdeplunum í landinum. – Tað sum sermerkir hetta alt hetta økið er vinnuvirksemi, virkisfýsni og vøkstur, sum Jónsvein Mortensen tekur til. Nýggja deildin liggur í hølunum hjá Føroya Spari­ kassa í Saltangará. Fyribils er ætlanin, at Jón Simonsen verður á nýggju deildini mánadag og mikudag, men annars er hann altíð tøkur umvegis telefonina. Hagtølini hjá Inni vísa, at sølan av sethúsum er ikki bundin at árstíðini. Sølan av húsum fer fram alt árið, og sølan bara økist ár undan ári.  Nøgdir Sum støðan er í dag vísir tað seg, at fólk kring land­ið, m.a. í Havn, hava stóran hug at búseta seg í Eysturoy. Enn er kostnaðurin á set­húsum í Eysturoy væl lægri enn í Havn, men verður eftirspurningurin størri, so fer prísurin helst eisini sama vegin. Uppgávan hjá Inni er at tryggja at seljarin fær so nógv fyri ognina sum gjørligt, samstundis sum keyparin fær ta vøruna hann ætlar sær. – Fyri okkum er tað týdn­ ingarmesta at báðir partar eru nøgdir, tá handilin er liðugur, sigur Jónsvein Mort­ensen. Húsameklarafyritøkan Inni er dótturfelag hjá Før­ oya Sparikassa. Fyritøkan hevur høvuðsdeild í Havn, men í februar lat ein deild upp í Klaksvík, og nú er somuleiðis ein deild latin upp í Runavík. Verkhúsið Stíggjur er eitt virkið hús. Her hava 22 brúkarar eitt innihaldsríkt lív. Ein teirra er Joanna av Strondum. – Hetta er eitt gott stað, sigur hon Verkhús Orð/myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Saltangará: – Mær dámar øgiliga væl at arbeiða. Og so er tað so gott fyri hend­ urnar eisini! 21 ára gamla Joanna Jarn­skor Poulsen av Strondum hevur úr at gera henda mánadagin á verk­ húsinum. Á borðinum stend­ur ein seymimaskina og frammanfyri hana ein rúgva av toyi. Hon er beint nú í ferð við at gera baby-teppir, sum síðani skulu til sølu í sølubúðini í verkhúsinum. Í dag liturin ljósabláur, og er hann tí ætlaður dreingja­ børnum. Men á jólum var liturin ljósareyður – gentu­ liturin. – Eg gjørdi fýra slíkt sett á jólum. Og tey vórðu seld beinanvegin, sigur Joanna, ikki sørt errin á málinum. Hon er ein av teimum 22 brúkarunum á verkhúsinum Stíggjur. Og her trívist hon sera væl, skilst á øllum brøgd­um! Bundið og seymað Verkhúsið Stíggjur heldur til í rúmligum hølum í Sal­ tangará. Hagar leitar Joanna sær hvønn dag, saman við starvsfelagum sínum. Íalt eru 22 brúkarar knýttir at verkhúsinum. Felags fyri tey at tey búgva øll í Eysturoynni, annaðhvørt heima ella á bústovnum. Byrjað varð við hesum húsinum fyri 13 árum síðani, og endamálið er at Joanna, Atli, Ann, Jákup, Magni, Ásbjørn og øll hini skulu føla seg væl og føla seg trygg innanveggja. Tey skulu eisini føla at tey gera okkurt veruligt til nyttu, soleiðis at lívsvirðið teirra kann økjast. Og tað er júst hetta sum Joanna er eitt gott dømi um. Umframt arbeiðið at gera baby-teppir hevur Joanna latið nógvar aðrar vørur úr hondum. Errin vísir hon fram, tær taskurnar hon hevur bund­ið, ein part av tí hon hevur seymað og annars alt tað, sum stendur frammi í sølubúðini. – Kom, sigur Joanna. Eg skal vísa tær alt úrvalið í handlinum! Hon fer tvísporandi oman í handilin, og henni á baki ein annar av brúkarunum, Ann. Her gongur sjón fyri søgn, at tey duga væl at fáa nógv burtur úr tilfarinum, tey hava at arbeiða við. – Í dag skal eg seyma Joanna er sera glað um at hon kann vera í hesum felagsskapinum saman við hinum á verkhúsinum Stíggjur. Henda mánamorgunin Jónsvein Mortensen og Jón Simonsen (hm.) eru spentir, nú teirra nýggja sethúsasøla er latin upp í Saltangará Inn í miðdepilin at selja hús – Í dag ætli eg