mikudagur 14. juni 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 112 - 14. juni 2006
- Vit hava standard
til 4 stjørnur, men
av tí at vit ikki hava
skeinkiloyvi fáa vit
bert tríggjar.
- Men tað ætla vit
okkum ikki at broyta
uppá, sigur stjórin,
Andreas Andreasen
Gisting
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Runavík: Tað er nógv
at gera á Hotel Runavík
mánamorgunin í hesi vik
uni.
Uttanfyri síggjast bilar
úr fleiri ymiskum londum
– Føroyum, Danmark og
Hollandi.
Serliga hetta seinasta land
ið er vorðið ein rættiliga
áhugaverdur marknaður hjá
hotellinum:
Ein góð marknaðarføring
hevur nevniliga givið tað
úrslit, at gestir úr Hollandi
koma higar hvørja einastu
viku nú í summar.
– Vit gjørdu eitt upp
søkjandi arbeiði og fingu
fatur á eini ferðaskrivstovu
í Hollandi. Og henda
hevur gjørt eitt sera gott
arbeiði fyri okkum, sigur
hotellstjórin.
Úrslitið av hesum arbeiði
er, at fólk í Hollandi, Belgi
en og Luxemburg í dag
kenna hotellið í Runavík.
Og í summar er avtalan
hon, at teir senda eitt fast
tal – í hesum føri 10 fólk
við bilum – higar hvørja
einastu viku.
Tá Andreas hyggur í
kalendaran fyri teir komandi
mánaðirnar, kann hann bara
við einum brosi staðfesta:
Øll kømrini eru upptikin
restina av mánaðinum.
Tá vit vitjaðu á hotellinum
mánadagin var nakað av
fólki inni, men seinnapartin
skuldu koma 20 fólk sum
luttakarar á einum skeiði
hjá kristna felagsskapinum
Agape.
Fult hotel
Sum víst aðrastaðni á
síðuni eru íalt 19 kømur
við 37 sengrum á einasta
hotellinum í sunnara parti
av Eysturoynni.
Hóast hetta talið kann
tykjast stórt í hesum økin
um, so hevði hotelstjórin
fegin kunnað ynskt sær at
havt eini 10 til 15 kømur
aftrat um summarið, tá
flestu gestirnir vitja.
Í dag er støðan hon, at
onkur hendinga song er at
fáa í summar, men ikki í
samanhangandi dagar.
– Vit hava tíverri verið
noydd at siga nei til nógv
fólk í seinastuni, av teirri
einfaldu orsøk at hotellið
er fult.
– Vit hava ístaðin víst teim
um til hotellini í Klaksvík,
Eiði og aðrastaðni, sigur
Andreas.
Hagtølini fyri gistingar
og virksemið annars á
hotellinum vísa, at tað er
framgongd í mun til í fjør.
Í dag koma millum 30
og 100 fólk til døgurða á
hotellinum, meðan talið
liggur um 80 ein vanligan
sunnudag.
Hækka støðið
Tað eru nú gingnir 15
mánaðir síðani Andreas
gjørdist stjóri. Hann hevur
hesa tíðina framt ymiskar
broytingar soleiðis at støðið
á hotellinum er hækkað.
Eitt av hesum arbeiðum er
m.a. at marknaðarføra hetta
gistingarstaðið, sum áður
bar heitið Sjómansheimið
í Runavík, men sum síðani
hevur broytt navn til Hotel
Runavík. Ein partur av hesi
marknaðarføring er gjørdur
umvegis heimasíðuna hjá
hotellinum, sum hevur ver
ið væl vitjað.
Ein partur av hesi markn
aðarføringini hevur verið
snøgt sagt at hækka støðið
á teimum tilboðum, sum
teim vitjandi standa í boði:
Í matstovuni er altíð dag
sins rættur, og sum verður
kunngjørdur hvønn morgun
millum sendingarnar á Rás
2. Eisini ber til at bíleggja
mat eftir matarskránni.
Hinvegin hava nógvar
fyritøkur og onnur nýtt
frálíka
og
framkomna
møguleikan at hava skeiðir
á hotellinum.
So seint sum í farnu
viku varð hildin ein stórur
vinnudagur á Hotel Runa
vík. Og sum skilst vóru
luttakararnir sera væl nøgdir
við umstøðurnar og ikki
minst við tann matin, sum
borðreiddur var teimum.
– Jú, vit hava góðar
vónir fyri framtíðina, sigur
Andreas Andreasen.
Hotellið er ov lítið
Fleiri fyritøkur og stovnar gera brúk av fasilitetunum til ráðstevnur og fundir á Hotel Runavík. Stjórin, Andreas Andreasen kann bara fegnast um at hotellið er fult
av ferðafólki summarmánaðirnar
Mynd: Jens Kr. Vang
Hotel Runavík
Hotell ið hevur 14 dupultrúm, 4 einkultrúm og eina suitu.
Øll rúm hava sjónvarp, bað og telefon.
Matstovan bjóðar middagsbuffet og náttverða hvønn
dag.
Opið er hvønn dag til kl. 22
Átta fulltíðarstørv eru á hotellinum um summarið.
FAKTA
Stutt sagt
Mentan
í menning
Runavík: At ætlanir eru
frammi um at byggja
eitt mentanarhús í Runa
vík kemur ikki av ong
um.
Hesi seinnu árini
hevur
mentanarlívið
í kommununi staðið
í blóma, og meiri og
meiri sæst eisini til
ymiskar listagreinir og
nýggj listafólk.
Í samband við stóra
vinnustevnu í Runavík
í fjør heyst varð hildin
ein
mentanarvika
í
kommununi, og ætlanin
er at endurtaka hetta aft
ur í heyst.
Men teir røttu karm
arnir til eina enn størri
menning av mentanini
vanta. Tí hevur Mentan
arhúsfelagið sett sær
fyri at fáa eitt slíkt hús
upp á beinini.
Sum skilst skal hesin
bygningurin
standa
frammi við Løkin, og var
ætlanin at samantvinna
ætlanina við ein nýggj
an skúlabygning á øki
num.
Hvussu verður við
hesum ætlanum er ikki
greitt enn. Men helst fer
ein avgerð at verða tikin
í hesum máli rættiliga
skjótt.
sb.
Fimleikur
í 40 ár
Støkk: Í november ár
eru liðin 40 ár síðani
fimleikafelagið Støkk
varð stovnað.
Tá er ætlanin at skipa
fyri ymiskum tiltøkum
og eini gallaveitslu.
Samstundis við hetta
kunnu limirnir í felag
num sleppa til fim
leikafagnaðin sum verð
ur um sama mundið.
Evnið í ár verður
“Ein ferð kring jørðina”
og er ætlanin at lýsa
hetta við rørslum, ljóði
og ljósi.
– Vit ætla at gera alt
fyri at vinna. Vinna vit,
so fáa vit steypið til
ognar, verður sagt frá
felagnum.
Støkk fer eisini at
síggjast á Eystanstevn
uni, tá limir í felag
num fara at hava ein
heldur øðrvísi fim
leikaframsýning saman
við Trølla-pæturi og
Ommuni.
Ætlanin er m.a. at
læra ommuna at gera
estetiskan fimleik, með
an Trøllapætur skal
royna seg við amboðs
fimleiki.
sb.