Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-14, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 14. juni 2006 29 Ein av áhugaverdu framsýningunum á eystanstevnu verður í blómuhandlinum Orkis, har Beinta Hansen av Skála sýnir fram glasmálningar. – Mítt ynski er, at eygleiðarin fær eina góða uppliving, sigur Beinta Framsýning Snorri Brend Glyvrar: Beinta hevur áð­ur sýnt fram í gamla handl­inum hjá Pidda og umborð á Høganesi á Glyvr­um, í Glyvra Hanusar húsi í Norðragøtu og í lítlu smiðjuni í Havn. Beinta hevur gjøgnum tíðirnar fingist við ymisk sløg av list, men hetta er fyrstu ferð at hon hevur eina framsýning við glas­ málningum. Spurd hvat tað er, sum hevur givið henni íblástur til teir glasmálningarnar, ið koma at hanga í Orkis, svarar Beinta: – Broytingarnar og tey skiftandi viðurskiftini í lív­ inum eru farin at hugtaka meg alsamt meira, so hvørt sum eg kenni, at eg búnist til eina vaksna kvinnu. Tað tykist sum um at skiftið frá tí at tú ert barn og til tú gerst gamal, skiftið ímill­­um kaos og kosmos, kreppu og lívsgóðsku, renn­ ur saman. At allir hesir mót­ setningarnir, sum kunnu tykjast so ymiskir, ikki eru so stórir mótsetningar hóast alt. – At teir harafturímóti eru partur av eini eind, sum kanska ikki er so løtt at fáa greiðu á við skilinum, men sum tú onkursvegna kanst loyva tær at nærkast í listini, sigur unga listakvinnan. Nærverandi streingir Glasmálningarnir hjá Beintu eru ein kompositión av seks rektangulerum motivum. Gjøgnumgangandi motivið eru streingir, sum snúgva seg inn og út á ymiskt litt­ um bakgrundum. Men hvat er hetta fyri nakað? Hvat er tað, sum listakvinnan vil við hesum kompositiónunum? – Eg veit ikki um eg endi­ liga vil nakað við mínum myndum, sigur Beinta. Hon lesur í løtuni til sjúkra­røktarfrøðing og so hvørt sum hon hevur lært meira og meira um mannakroppin, vísir hetta við streingjum seg at vera alsamt meira nærverandi, frá blóðæðrum til DNA, men kjarnin í menniskjanum vísir seg tó allatíðina at renna undan okkum. – Tí spyrji eg: Hvar er kjarnin? Og hvør er kjarn­ in? Eg veit ikki, og eg skal ikki gera meg klóka uppá tað, men fyri mær eru mínar myndir ein støðug leitan eftir onkrum, sum minnir um tað. – Kjarnin er væl bara tað, sum tú ert, óansæð hvør tú annars roynir at vera, og tí vil eg lata tann spurningin standa opnan fyri eygleiðaran sum eitt opið onki, sigur Beinta. Selji ikki integritetin Beinta hevði eina framsýn­ ing í Orkis á páskum og tá vóru onkrar kritiskar røddir frammi, sum søgdu at listin hjá henni kanska druknaði í teimum dekorativu blóm­ unum, sum var uttan um hana. Hvat heldur Beinta um hendan kritikkin: – Eg haldi at listin í grund­ ini kann nýtast til bæði líkt og ólíkt, og hetta við at listin bara skal vera eitt úttrykk fyri hvør tú ert, og hvussu tú sært uppá tingini, er eitt relativt nýtt hugtak. – Harragud, nøkur av teim­ um frægastu listaverk­unum, sum heimurin hevur sæð, eru verk, sum hava verið umbiðin av valdshavarum, ið hava sagt akkurát hvat tað er, sum teir vilja hava. At listaverkið er íkomið av einari bundnari uppgávu nýtist ikki endiliga at vera eitt prógv uppá at listaverkið er vánaligt. Kanska heldur tvørturímóti. – Decoart er eitt fyri­ brigdi, sum gerst alsamt meira vanligt, og eg haldi ikki at eg selji út av mínum listarliga integriteti, bara tí at eg seti mína list inn í eina eind, sum rennur saman við ta heild, sum tað er ein partur av. Og tað er eisini tí at mær dámar so mikið væl at arbeiða saman við Orkis. Listin er altíð ein partur av eini heild óansæð. – Um tann heildin er at finna í einum blómuhandli, í einum katólskum katedrali, ella í móttøkuhølinum á ein­um almennum stovni, tað hevur fyri mær ongan týdning. Tað avgerandi er at eygleiðarin fær eina upp­ living, sigur Beinta. Virkni listamaðurin Oggi í Søldarfirði hevur boðið listakvinnuni Guðrið Poulsen á framsýning saman við sær á Eystanstevnu List Orð/mynd: Snorri Brend Søldarfjørður: Oggi hev­­­ur innrættað seg væl í einum gomlum handli í Søldarfirði. Nú, ið stevna verður í Runavík hevur hann sett á skránna eina spennandi framsýning við nøkrum av sínum verkum og fleiri verkum hjá leirlistakvinnuni Guðrið Poulsen úr Havn. Hetta verður samstundis fyrstu ferð at hann hevur ein gestaframsýnara á verk­ staði sínum í Søldar­firði. Um­framt verkstaðin er høl­ið eisini vælegnað sum galla­rí. Framsýningin hjá Oggi og Guðrið letur upp við fernisering leygardagin kl. 17 og er annars opin báðar stevnudagarnar frá kl. 18 til 21. Annars hevur Oggi júst í hesum døgum sent eina framsýning við nøkrum av verkum sínum til Íslands. Her letur ein framsýning upp seinni í mánaðinum. Oggi er virkin listamaður og hevur innrættað seg væl í egnum hølum í Søldarfirði – Listin er partur av eini heild Tvær framsýningar ísenn – Eg veit ikki um eg endiliga vil nakað við mínum myndum, sigur Beinta