Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-14, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 14. juni 2006 41 Puntur nr.12 Hergeir Staksberg, ið er lesandi í London, setur í hesi grein fokus á lívliga og hugnaliga Camden Town í London FERDING Torfinnur Jakupsson jakupsson@gmail.com Sigur ein ”mind the gap”, so má mann eisini siga London underground. Undirgrundin kann samanberast við lívs­ æðrar­nar í London, og fólk­ ið við blóðið, ið streym­ ar gjøgnum London við pulser­andi spasmum. Og har tað eru æðrar, eru eisini puls­æðrar, og ein av puls­ æðrunum er at finna á tí svørtu linjuni, eisini nevnd ”Northern Line”. Og kallast pulsæðrin Camden Town. Tað, Camden er mest kent fyri, er heimskendi markn­ aðurin, sera vítt fevnandi matin, fjølbroytta fólkið, ið fevnir um alt frá punkarum til skapningar í Armani klædningum, rúsevni og eitt víðagiti náttarlív. Móti og klædna­ handlar Tá ið fólk úr mótaheimin­um fáa eitt sokallað ”designer- block” og mangla íblástur til eitt hvørt snið, so eru góð ráð ikki dýr longur, tí ein kann altíð leggja leiðina framvið Camden og vera vís/ur í at fáa íblástur. Tað er ikki av tilvild, at sniðgevar kring allan heim­in leita sær til Cam­ den, tí Camden er snøgt sagt ein ótømandi inspira­ sjónskelda. Besti mátin at lýsa hug­ lagið í Camden er at lána slagorðið hjá ”The Dis­ covery Channel”, ið ljóðar soleiðis: ”Discovery – fejrer mangfoldighed”. Camden er eitt stað, har fordómar verða lagdir á hillina og øll fólkasløg- og typur smelta saman. Og hevur tú leita eftir einum ávísum kjóla, einum ávísum skóm, tatovering o.ø. í áravís, so ert tú vís/ur í at finna tað her. Ella kansta tú ert ein, ið er troyttur at ganga eins ílætin eins og 90% av teim kring teg, so er hetta staði fyri teg. Tú finnur alt frá punk og goth til hippie og tað mest alternativa. Tað er bert hugflogið, ið setir markið. Náttarlívið Camden er eisini kent fyri sítt náttarlív, sum altíð er fult av fólki og lívligum ungdómum, og skal ein vera vísur at sleppa inn ella fáa eitt evt. sitipláss á eini pubb, so ræður um at verða í góðari tíð. Ein tummilfingraregul fyri London er, at onki eitur føroysk tíð – og heldur enn at byrja at pimpa kl. 22 fyri at fara í býin um kl. 02, so er vanligt at seta seg á eina pubb um 14-18 tíðina, og síðani víðari á onkran klubba (les. ”diskotek”) uml. kl. 22-23. Á henda hátt fær ein nógv meira burtur úr umframt, at tað er neyðugt at vera í góðari tíð, um mann ætlar sær at sleppa inn á ein góðan klubba. Tey støðini, sum eg havi vitjað mest í Camden, eru BarTok og Barfly. BarTok er ein sera hugnalig pubb /barr í avslappaðum um­ hvørvi, ið spælir góðan elec­tronica/chillout tónleik. Barfly, harafturímóti, er ein klubbi í tveimum hæddum. Miðhæddin fun­ gerar sum ein klubbi við góðum og alternativum tón­ leiki, meðan ovara hædd­ in fungerar sum eitt spæli­ stað fyri undirgrunds- og upcoming bólkar. Typurnar av fólki eru ofta merkt av, hvør tónleikur verður spældur, men tó so eru tað altíð rættiliga al­ternativ og áhugaverd fólk. Tað kendasta staðið í Camden er tó Koko, ið er staðið, har allir tón­ leikabólkar vilja spæla og stór altjóða nøvn eru fastir gestir. Um ein ongantíð hevur rent seg í ein pushara/ dealara, so eru oddsini høg fyri, at hetta verður fyrstu ferð í Camden. Her finnast fleiri dealarar, sum selja alt frá marihuana til kokain og ecstacy, men hesir kunnu lætt undgangast, og tað ger mann heilt einfalt við at ignorera teir. Teir lata teg fáa frið. Annars er bara at takka nei, og so fært tú eisini frið. Hetta kann virka rímiliga sjokkerandi ella styggjandi fyri tann vanliga føroyingin, men fylgir tú ráðunum omanfyri, so er onki at óttast. Og hetta er einamest galdandi beint uttanfyri ”Camden Town” metrostøðina. Ferðafólk eru løtt offur hjá tasku- og lummatjóvum, og tískil er tað eitt gott hugskot, at hava pengar, visakort, koyrikort o.s.fr. í onkrum innaralumma ella einumhvørjum tryggum stað. Camden – nakað heilt serligt Mítt besta ráð til ein góðan túr í Camden er at fylgja hesum einfalda orðataki: ”The mind is like a para­ chute, it works best when opened.” Eydnast tað at leggja for­ dómar á hillina og heilsa Camden við einum opnum sinni, so er tað við 100% vissu, at ein fær eitt heilt serligt upplivilsi, ið avgjørt verður vert at endurtaka. Ein gimsteinur í London Camden er ein av mest fjølbroytnu pørtunum av London. Býarparturin hýsur øllum typum av menniskjum, og sera vanligt er at síggja slíkar punkarar á gøtunum Camden Town liggur á Northern Line í undirgrundini í London. Og Camden er ein sera lívligur býarpartur. Tað merkir tú beinanvegin, tá tú kemur út frá metrostøðini