Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-14, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 112 - 14. juni 2006 Niels Uni Dam er 33 ár og blaðmaður á Sosialinum. Honum dámar væl at ferðast og hann hevur ferðast rættiliga fitt í lívi sínum, mest kring Evropa men eisini eitt so fjarskotið stað sum Ný Sæland. Í hesum døg­um sigur Niels Uni okkum 10 ferðamál, ið hann hevur hug at vitja. Hann sigur, at hetta verður eitt gott bland av støðum, ið hann hevur vitjað og vil vitja aftur, støðum, ið hann ongantíð hevur vitjað, men kundi hugsað sær at vitjað. Eg havi verið í Íslandi og serliga Reykjavík sera ofta. Eg vitjaði familju í Reykjavík nógv summar í barnaárunum, og eg gjørdist bergtikin av býnum longu tá. Eg havi í arbeiðsørindum vitjað aftur fleiri ferðir sum vaksin, men havi ikki veruliga havt høvið at vitja býin sum ferðafólk seinnu árini. Tað hevði eg fegin vilja. Eg havi bæði vinir og familju har, ið eg heldur enn fegin vildi sloppið at vitja. Býurin hevur øgiliga nógva sjarmu, og so eru íslendingar eitt av fittastu fólkasløgum, ið eg kenni, tað tykist sum um, teir hava eina sterka kenslu av brøðralagi við føroyingar. Stutt er úr Reykjavík til eitt av teimum kulastu støðunum, ið eg havi vitjað nevniliga Bláu Lón. Náttarlívið í Reykjavík er somuleiðis frálíkt við nógv­um góðum spæli­ støð­um og býurin hevur nógv­ar góðar matstovur. T.d. at bjóða konuni út á mat­stovuna á Viðey hevði verið ómetaliga romantiskt, túrurin við báti út á Oynna, ein gongutúr runt á henni og so fantastiski maturin í ótrúligu kørmunum, tað verður ikki nógv hugnaligari enn tað. Dreymaferð nr. 9 Reykjavík, Ísland Skapið framtíðina saman við okkum... Klaksvíkar Kommuna I Nólsoyar Pálsgøta 32 I FO-700 Klaksvík Tel. 410000 I Fax. 410001 I klaksvik@klaksvik.fo I klaksvik.fo 3. - 7.  okk kl. 15.00-18.00 8.  okkur - 18 ár kl. 18.30 - 22.00 Opið gerandisdagar kl. 15-22 - Klaksviksvegur 57 700 Klaksvik Tel. 458510