Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 15. juni 2006  Í morgun, tá klokkan var farin eitt sindur av níggju, kom Bára Jákupsdóttir stórsmílandi út úr stundentaskúlanum í Hoydølum. Hon var tá júst liðug við sína síðstu próvtøku, og kann nú kalla seg student. Í dag var hon uppi í sponskum, og tað hevði gingið væl. Hon hevur gingið á málsligu deild, og hevur annars verið uppi í føroyskum og evning í teimum munnligu próvtøkunum, og tað hevur eisini gingið væl, letur hon at. – Tað er nakað so deiligt at vera liðug. Aftaná alt stríðið og alla orkuna ein hevur lagt í hetta í síðstuni, er tað ein sera deilig kensla, at onki at hava at hugsa um, sigur 19 ára gamla Bára Jákupsdóttir. – Nú skal eg bara slappa av, taka tað púra róligt. Summarferia er tað, sum stendur fremst á mínum lista í løtuni. Og áðrenn eg fari undir nakran víðari lesna, skal eg hava frí í eitt ár. Vónandi fari eg út at ferðast, sigur ársins fyrsta pisa í Hoydølum, Bára Jákupsdóttir. RWD Íslendska systkinapari, Gretar og Sigrún Harpa, hevur ongantíð siglt áður, men tað helt teimum ikki aftur í at keypa ein stuttleikabát í Turkalandi og sigla hann heim til Íslands SIGLING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Nú summari spakuliga byrjar at koma til Føroyar, eru ferðafólkini eisini so smátt byrjað at seta sín dám á oyggjarnar. Í Vágsbotni hava seinastu dagarnar ligið tríggir stuttleikabátar frá trimum ymsum tjóðum: Týskland, Ísland og Ongland. Umborð á íslendska bátinum eru systkini bæði Gretar Gretarsson og Sigrún Harpa Gretarsdóttir. Í fjør keyptu tey ein bát úr Turkalandi, sum tey sigldu til Spaniu beinanvegin. Har var báturin lagdur, men í mars í ár fóru til víðari við honum. – Eg havi ongantíð siglt áður, men eg kann ikki siga annað enn, at túrurin hevur gingið væl. Vit eru so komin hertil í øllum góðum, og so fáa vit at síggja, sigur Gretar Gretarsson skemtandi. Upprunaliga var ætlanin ikki at leggja at í Føroyum, men eitt minni ódnarveður kom á tey, og tí valdu tey at leggja seg her í nakrar dagar, og bíða eftir at veðrið fór at batna. – Nú hava vit verið her í fýra dagar, og her er fantastiskt. Men nú sær út til, at vit ikki vera nógv longur. Veðurforsøgnin sær út til at vera á eini leið, so vit ætla at seta kósina móti Íslandi nú um ikki so langa tíð, sigur Gretar Gretarsson. Tey bæði Gretar og Sigrún Harpa hava brúkt fýra mánaðir um at koma so langt, og sambært Gretar átti túrurin úr Føroyum og heim til Íslands ikki at tikið meiri enn tríggjar dagar. – Men sjálvandi er tað treytað av veðrinum, og tí ráða vit ikki yvir, segði Gretar Gretarsson, stutt fyri at tey av álvara fóru at gera seg kláran at seta kósina móti Íslandi. – Gretar og Sigrún Harpa fara ætlandi úr Vágsbotni í dag við kós ímóti Íslandi, aftaná at hava verið a sjónum í fýra mánaðir Mynd: Jens Kr. So flúgva pisurnar í Hoydølum 8. juni hevði Ísraelsfelagið sín fyrsta nevndarfund eftir aðalfundin. Á skránni var m.a. skipan av nevnd. Nevndin skipaði seg soleiðis: Formaður, Svenning av Lofti, Tórshavn Næstformaður, Maigun Solmunde, Syðrugøtu Vara næstformaður, Jákup Joensen, Miðvágur Skrivari, Poul Jóhann Djurhuus, Glyvrar K a s s a m e i s t a r i , Henrikka Øregaard, Fuglafirði Nevndarlimur, Brynhild Bláhamar Poulsen, Tórshavn Nevndarlimur, Petur Karl av Rana, Tvøroyri Eykalimur, Richard Danielsen, Fuglafirði Eykalimur, Katrin Egholm Isfeld, Tórshavn Einasti nýggi nevndar- limurin er Petur Karl av Rana. Hinir nevndarlimirnir hava sitið í nevndini í fleiri ár. Báðir eykalimirnir er nýggir. Ísraelsfelagi nýggja nevnd Íslendingar í Vágsbotni: Sigla úr Turkalandi til Íslands – Bára var fyrsta pisan í Hoydølum í ár, og tí var tað hon, sum vant Merkið í húnarhátt í Hoydølum Mynd: Àlvur Haraldsen Svenning av Lofti Oljutangar skulu fáast í rættlag Áðrenn 1. januar 2008 skulu allir oljutangar verða íbundnir sambært nýggjari lóggávu Í nýggju kungerðini, sum ætlandi verður lýst, eru krøv til nýggjar oljutangar umframt reglur, sum áseta skylduna hjá eigarum av verandi oljutangum. Fyri nýggjar oljutangar er galdandi, at hesir skulu vera sniðgóðkendir, og at tangin er niðurgrivin ella uppsettur sambært spesifikatiónum fyri tangan og sambært krøvum frá kommunalum myndguleikum og Brunaumsjón landsins. Somuleiðis fer nýggja kunngerðin at áseta serligar reglur fyri áfylling til oljuveitarar.