Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 113 - 15. juni 2006 Tá P/F Sea Freeze keypti Sheanne, Bettina og June-D, ætlaði dóttirfelagið hjá Næraberg at lata seljara skipini aftur alt fyri eitt – men uttan fiskiloyvi. Skip­ ini vórðu seld Sea Freeze ávíkavist 19. og 27. apríl, og fáar dagar seinni vórðu loyvinin tilskeytað P/F Sea Freeze Fiskivinna Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo »Tíðin er ikki heilt búgvin enn at yvirtaka sjálvt skip­ ið. Men fyri fyrst er ætlanin at yvirtaka loyvini. Hetta verður ætlandi gjørt á tann hátt, at skipið beinan vegin nú verður tilskeytað keyparunum, sum so av Fiski­ málaráðn um fær út­skrivað neyðugu rættindini til­ hoyrandi skipunum. Síðani verður skipið afturskeytað seljara við ræðisavmarking, og keyparin hevur framvegis tilsøgn um veiðirættindini« Soleiðis er orðaljóðið í skrivi, sum sakførarin hjá P/ F Sea Freeze, sum er dóttur­ felag hjá P/F Næraberg, sendi Fiskimálaráðnum tann 18. apríl í ár. Í sama brævið verður sagt, at tað heldur ikki er heilt víst, at skipini verða verandi hjá Sea Freeze. »Tað kann eisini koma hartil, at keyparin ikki endaliga keypir skipið, og tí má keyparin hava vissu fyri, at hann fær áðurnevndu tilsøgn frá Fiskimálaráðnum, um framman fyri nevnda manna­ gongd verður framd.«. Handilin vil Sheanne varð gjøgnumførdur tann 18. apríl, og tríggjar dagar seinni fekk felagið váttan fyri, at veiðiloyvið nú var flutt partafelagnum – heldur enn skipinum. Fáar dagar seinni verða Bettina og June-D eisini seld P/F Sea Freeze, og 1. mai verður biðið um, at veiðiloyvini hjá hesum verða flutt felagnum á sama hátt, sum tað varð gjørt við Sheanne. Sambært bræva­ skift­inum millum Fiski­málaráðið og advokatin hjá Sea Freeze, hevur felagið onga vissu fyri, at keyptu kvoturnar ikki broytast í framtíðini Fiskivinna Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá P/F Sea Freeze keypti tey trý ídnaðarskipini, Sheanne, Bettina og June-D, fylgdu 4/7 partar av felagskvotuni hjá ídnaðarskipum við í handlinum. Í skrivi til Fiskimálaráðið verður staðfest, at felagið vil hava vissu fyri, at loyvini verða verandi ogn hjá P/F Sea Freeze, og felagið ikki kann gera nakra stóra íløgu í skip, so leingi sum vissa ikki er fingin fyri, hvørji rættindi verða tillutað. Í svarskrivi sínum skrivar Fiskimálaráðið, at tey illa fáa veit nakra vissu fyri hesum. »Mett hevur verið, at fel­ ags­kvota tænti best enda­ mál­inum at fiskirættindi hjá ídnaðarskipunumv verða fult gagnnýtt. Tað eru ongar ítøkiligar ætlanir um at víkja frá hesi mannagongd. »Tað skal tó verða lagt afturat, at um farið verð­ ur frá felagskvotum til at luta fiskirættindi hjá ídn­að­ arskipum sum egnar kvotur grundað á aðalregluna um at býta javnt millum skip­ ini, er sannlíkt, at tey trý navngivnu skipini fara at fáa 4/7 av felagskvotunum hjá ídnaðarskipunum, um talið av ídnaðarskipum er óbroytt. Hetta avarkar tó ikki møguleikan hjá Fiski­ mála­ráðnum seinni at lata onkrum skipi afturat burtur av fiskirættindunum hjá ídnaðarskipum, sum síðani kann ávirka oman fyri nevnda brøk« Hvørt hetta verður roknað sum nakað garanti hjá keyp­ ara, er ilt at siga. Men undir øllum umstøðum varð hand­ il­in gjøgnumførdur fyri ikki minni enn 101 mió kr. Skuldu bara hava kvotuna Saman við Bettina og June-D varð Sheanne selt P/F Sea Freeze, sum Næraberg eigur. Samlaði prísurin var 101 mió kr., men skipini ætlaðu keypararnir ongan tíð at eiga Stutt sagt 101 milliónir fyri kvot­ urnar Aker Stord fíggjaði 95 mió kr., tá P/F Sea Freeze keypti kvoturnar frá Sheanne, Bettina og June-D Fiskivinna Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í lógini um vinnuligan fiski­skap verður stað­ fest, at landsstýrið hev­ ur heimild at biðja um útgreinan av fígging, um útlensk áhuga­mál eru í keypi av skipi við tilhoyrandi veiði­ rættindum. Soleiðis var eisini, tá Sea Freeze keypti tríggjar ídnaðartrolarar. Og svarið sýnir greitt, at tað er norska Aker Sea­food, sum Kjeld- Inge Røkke, eigur, ið hev­ur fíggja gildið. Aker Seafood hevur í fyrsta lagi lænt 70 mió kr., sum síðani eru læntar PF/ Sea Freeze. Hartil hevur Aker Seafoods Holding lænt Sea Freeze 25 mió kr., og at enda hevur P/F Næraberg, sum partvíst er ogn hjá Aker, lænt Sea Freeze 6 mió kr. Í alt 101 mió kr. Landsstýrið kann hartil eisini biða um váttan fyri, hvussu ognarlutfallið og ræðisrættindini í ymsu feløgunum eru. Tí ber til at kontrollera, hvør á pappírinum hev­ur at­kvøðurættin í fel­øg­ un­um, men hinvegin fæst ikki at vita, hvørt serlig viðurskifti eru í partaeigaraavtalum. Við­ ur­skifti, sum kunnu nýta at tryggja peningaligu áhuga­málini hjá minni­ lutaeigarum. Hava onga vissu Lesið Sosialin - so eru tit við