hósdagur 15. juni 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 15. juni 2006
7
– Tað einasta rætta
er, at Bjørn Kalsø
noktar at avgreiða
fleiri skipamál, til øll
ivamál eru ruddað
av vegnum. Men
ístaðin fyri at gera tað
einasta rætta, stingur
landsstýrismaðurin
høvdið í sandin, sigur
Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður
Handil við skipum
og loyvum
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er nóg ringt, at hetta
hendir innanlands. Men tann
heilt stóra vanlukkan er, at
nú sær tað út til, at tað eru
útlendingar, sum fara at eiga
okkara fiskiríkidømið.
Eins og mong onnur, er
eisini Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður fyri sjálv
stýrisflokkin,
ógvuliga
ørkymlaður av tí, sum fer
fram í føroysku fiskivinnuni
í løtuni.
Her verður hugsað um tey
risastóru skipahandlar, sum
eru gjørdur seinastu tíðina
fyri hundraðtals milliónir. Í
hesum sambandi verður ført
fram, at fyri tað fyrsta eru tað
í veruleikanum útlendingar
sum keypa fiskiloyvir og
kvotur í Føroyum ígjøgnum
føroyskar stráðmenn og í
øðrum lagi kunnu teir reið
arar, sum selja skip og loyvi,
stinga allan sølupeningin
skattafrítt í lumman.
Kári P.Højgaard heldur, at
hetta er ein ólevnaður, sum
má halda uppat í stundini
og hetta má politiski
myndugleikin taka upp
beinanvegin.
– Tað sær út til, at tað eru
so stór hol í lógini, at hetta
ber til. Men tað er eisini
greitt, at hetta er í stríð við
andan í lógini.
Hann sigur tí at tað einasta
rætta er, at hesi holini verða
typt beinanvegin.
– Men inntil holini eru
typt, eigur Bjørn Kalsø at
leggja allar umsóknir um
at flyta fiskiloyvi og kvotur
í eina skuffu, so at ongin
umsókn verður avgreidd,
fyrrenn full greiða er fingin
á lógina.
– Ein vandi við øllum
hesum er, at føroysk
vinnulívsfólkselja síni
feløg og fara úr vinnuni.
Men tað eru mangan
útlendsk vinnulívsfólk, ið
koma ístaðin.
Kári P Højgaard heldur í
hesum sambandi, at tað er
ein stór andsøgn ímillum
at stremba eftir politiskum
sjálvbjargni, samstundis
sum vinnutólini, ið skulu
lívbjarga okkum verða
avreidd á útlendskar hendir
– og tað enntá við lógini
um fiskidagaskipanina í
hondini, har tað annars
stendur, at útlendingar
kunnu í mesta lagi eina 1/3
av einum skipi.
Hann vísir á, at tað hevur
verið nógv ført fram um
gjøgnumskygni.
– Men í hesum føri er veru
leikin tann, at vit hava onki
gjøgnumskygni yvirhøvur
og sostatt hava vit onki innlit
í hvussu veruliga sambandið
er ímillum føroysk feløg og
útlendsk feløg.
Í lógini um vinnuligan
fiskiskap, verður staðfest, at
fiskiríkidømið er ogn Føroya
Fólks, men tá ið ogn Føroya
Fólks verður keypt og seld
fyri slíkar risa upphæddir,
sum her er talan um, má
tað vera eitt krav, at allir
upplýsingar verða lagdir á
borðið.
Hann vísir í hesum sam
bandi á, at honum vitandi,
kunnu útlendingar ikki gera
íløgur í náttúruríkidømið í
Íslandi.
–
Verður
føroyska
fiskiríkidømið avgreitt á
útlendskar hendir, verð
ur tað ein vanlukka,
staðfestir formaður sjálv
stýrisfloksins.
Kári P. Højgaard kann
yvirhøvur ikki góðtaka,
at Bjørn Kalsø segði við
Útvarpið í gjárkvøldið, at,
sum støðan er nú, er onki at
gera við hetta, men at arbeitt
verður við at endurskoða lóg
ina um vinnuligan fiskiskap
og at hetta má bíða til tá.
– Hetta er onki uttan ein
undanførsla og hetta er at
stinga høvdið í sandin. Men
tað sær út til, at tað er rættilig
ferð komin á handilin við
skipum og loyvum og tað ber
ikki til at siga, at vit skulu
bíða í vikur ella mánaðir
eftir eini avgerð.
– Tað er tað sama sum at
boða frá, at tey, sum ætla
sær at keypa ella selja, skulu
bera skjótt at, tí um nakrar
mánaðir verður lógin herd.
– Tí er tað einasta rætta,
at Bjørn Kalsø steðgar á og
noktar fyri at avgreiða fleiri
mál av hesum slagnum, fyrrr
enn øll ivamál eru beind av
vegnum, sigur Kári P. Høj
gaard.
– Tá ið iví verður sáddur
um, at lógin verður misbrúkt,
eigur landsstýrismaðurin
undir ongum umstøðum at
avgreiða fleiri mál av hesum
slagnum, til allur ivi er
burtur, leggur hann afturat.
Ein vavgreytur
Kári P. Højgaard sigur, at
eitt, sum ger støðuna ser
liga ivingarsama, er, at eftir
hansara tykki er her talan um
ein løgfrøðiligan vavstur,
sum greiða eigur at fáast á.
Tað stendur beinleiðis í
lógini um vinnuligan fiski
skap, at fiskiríkidømið er
ogn Føroya Fólks.
– Men í veruleikanum er
fiskiríkidømið blivið ogn hjá
reiðarunum. Loyvini verða
útskrivað einaferð um árið,
men hvørja ferð, tey verða
útskrivað, eru tey galdandi
í 10 ár. Sostatt er loyvini í
veruleikanum óendalig.
– Samstundis verða fiski
loyvini skrivað í roknskapir
nar hjá feløgunum sum ein
ogn, eins og reiðarin altíð
kann selja tey og stinga
vinningin í lumman.
– Spurningurin er, um hetta
er í samsvari við lógini um
vinnuligan fiskiskap, at tað
er staðfest, at fiskiríkidømið
er ogn Føroya Fólks.
– Tað, sum hendir
í fiskivinnuni nú,
er eitt mál, sum
samgongan má taka
upp beinanvegin,
heldur Kristian
Magnussen, formaður
javnaðarfloksins á
tingi
Handil við skipum
og loyvum
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eisini Kristian Magnussen,
formaður í javnaðarflokk
inum á tingi, er eisini við á
tí liði av politikarum, sum
halda, at málini um at keypa
og selja skip og fiskiloyvi
fyri risaupphæddir, eiga at
verða tikin upp á politiskum
stigi.
Hann sigur, at javnaðar
flokkurin hevði tað sum
eitt punkt í síni valskrá til
seinasta løgtingsval, at fiski
dagalógin skuldi endurskoð
ast og at ein fiskidaga- og
loyvisbanki skal setast á
stovn, sum skal umsita øll
fiskirættindi.
Men samstundis ásannar
hann, at ov lítið er hent á
hesum øki.
– Tað sum vit hava frætt
um seinastu tíðina, ger tað
í hvussu so er ikki minni
átrokandi at taka hesi viður
skifti upp, staðfestir hann.
Tí heldur hann ikki at tað
er rætt at bíða við hesum,
so at tað ikki verður tikið
upp, fyrrenn øll lógin um
vinnuligan fiskiskap verður
endurskoðað.
Hann sipar til, at nú eru
upphæddirnar so stórar at
tað ber ikki til at lata sum
onki, samstundis sum um
at tað eisini tykist sum um
at útlendingar fáa ein størri
og størri leiklut í okkara
fiskivinnu.
– Tí er hetta ein spurning
ur, sum eigur at verða tikin
upp fyri seg og tað eigur
at vera gjørt beinanvegin,
tingið kemur saman aftur
á Ólavsøku, sigur løgtings
maðurin.
Hann heldur kortini ikki,
at tað er rætt at nokta fyri
at avgreiða fleiri skipamál,
til greiða er fingin á viður
skiftunum.
– Tað vildi verið at sett
marknaðarkreftirnar
úr
gildið og tað er ikki okkara
uppgáva sum politikarar.
Okkara uppgáva er at taka
okkum saman og fáa greiði
á viðurskiftunum og tað
eiga vit at gera sum skjótast,
sigur hann.
Í hesum sambandi heldur
hann, at tað er neyðugt at
fáa ein fiskidaga- og loyvis
banka, sum allur handil skal
ganga í gjøgnum og soleiðis,
at prinsippið varð staðfest
um, at tað er landið sum
eigur loyvi og rættindi og
ikki tann einstaki reiðarin og
at reiðarin bert hevur brúks
rættin og sostatt ikki kann
handla við loyvunum og
stinga vinningin í lumman.
– Fæst ikki semja um tað,
eigur okkurt annað at verða
gjørt fyri at sleppa undan
tí, sum nú fer fram við
fólksins ogn, sigur Kristian
Magnussen.
Bjørn Kalsø má rudda allan iva av vegnum
Má takast upp beinanvegin
– Hetta er ein trupulleiki, sum vit eiga at taka upp beinan
vegin, uttan at bíða, heldur Kristian Magnussen, formaður
javnaðarfloksins á tingi
- Tað, sum nú fer fram, kann enda við eini vanlukku og tí er tað
jánkasligt, at Bjørn Kalsø bara stingur høvdið í sandin ístaðin
fyri at gera nakað við tað beinanvegin, sigur Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður