hósdagur 15. juni 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 113 - 15. juni 2006
Álvarlig sjúka rakar
eisini avvarðandi.
Hesa vikuna varpar
Føroya Felag móti
Krabbameini ljós
á tey avvarðandi at
krabbameinssjúk
lingum og skipar fyri
skeiði og fyrilestri
Heilsa
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Føroya Felag móti Krabba
meini er eitt tað størsta
sjúklingafelagið í Før
oyum. Stórur partur av
teimum, sum venda sær
til felagið fyri at fáa
ráð og vegleiðing, eru
avvarðandi at krabba
meinssjúklingum. Tí skip
ar felagið í kvøld fyri
almennum
fyrilestri
í
Miðlahúsinum fyri avvarð
andi. Somuleiðis verður
skeið leygardagin fyri
avvarðandi at krabbameins
sjúklingum. Tað verður
Thorkild N. Jørgensen,
psykoterapeutur, sum fer
at hava skeiðið og halda
fyrilesturin.
– Tað er umráðandi
at fokusera á lívið í
staðin fyri pínuna
og alt, ið forðar og
gloypir lívinum,
sigur Thorkild N.
Jørgensen, psyko
terapeutur. Hesa
vikuna fer hann
at halda skeið og
almennan fyrilestur
fyri avvarðandi
at krabbameins
sjúklingum
Heilsa
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Thorkild N. Jørgensen,
psyko terapeutur,
hevur
arbeitt við sjúkuraktum í
nógv ár og hevur drúgv
ar royndir sum psyko tera
peutur og diakonur:
– Ein avvarðandi kann
verða fangaður av pínuni
hjá tí sjúka. Hetta hendir
ótilvitandi, og tí skal ein
leita eftir hjálp fyri at gerast
vitandi um sína egnu støðu
og at skapa sær nýggjar
møguleikar.
– Nógv avvarðandi brúka
alla orkuna á at nøkta tørvin
hjá tí sjúka. Tað er sjálvandi
natúrligt og rætt at hjálpa
teimum, ið standa einum
nær. Men ein kann missa
seg sjálvan burtur, greiðir
Thorkild frá og skoytir uppí,
at tað er eingin loyna, at tað
er tyngjandi og trupult at
verða avvarðandi:
– Eingin hevur biðið um
at verða avvarðandi, og
hetta noyðist ein at læra.
Tað er umráðandi at deila
lívið hjá sær við øðrum.
– At skapa trúnað og eina
oasu, har ein kann verða
fríur og fortelja um sítt lív
og sína støðu. Tað er mín
uppgáva at skapa rúmið, har
tað ber til at vera tann, ein
er, og at kenna sorgina og
máttloysið, sigur Thorkild
Jørgensen.
– Tað ber veruliga til at
gera sítt besta fyri tann sjúka
uttan at missa seg sjálvan
burtur. Somuleiðis ber til
at koma ásamt við sorgina,
pínuna og samvitskubitið,
sum ein næstan altíð fær,
tá ein sær onnur pínast.
Meiningin er, at øll, eisini
tann álvarsliga sjúki, kunnu
fáa eina góða tíð saman,
sigur Thorkild Jørgensen at
enda.
Føroya Felag móti
Krabbameini
varpar ljós
á avvarðandi
Thorkild N. Jørgensen, psykoterapeutur:
– Setið lívið í hásætið
– Nógv avvarðandi brúka nógva orku uppá at nøkta tørvin hjá tí sjúka. Tað er sjálvandi natúrligt og rætt, men ein kann missa seg sjálvan burtur, sigur Thorkild N. Jørgensen
Fyrilesturin »Álvarslig sjúka rakar eisini avvarðandi« verður í kvøld klokkan 19.00
í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Skeiðið fyri avvarðandi at krabbameinssjúklingum »Avvarðandi tørvar eina
oasu« verður leygardagin 17. juni frá klokkan 9.00 og til klokkan 16.30 í
hølunum hjá Føroya Felag móti Krabbameini á Grønlandsvegi 58 í Havn.
Áhugað kunnu tekna seg hjá felagnum á telefon 317959.
Til ber somuleiðis at práta við Thorkild N. Jørgensen undir fýra eygum. Áhugað
kunnu venda sær til Føroya Felag móti Krabbameini.
FAKTA
Lesið meira á:
www.krabbamein.fo
www.livifokus.dk
www.psykoterapeutforeningen.dk
FAKTA
Avvarðandi mugu ikki steingja seg
inni, men heldur geva sær tíð til
at hjúkla um seg sjálvan. Eitt nú
við at fara á vitjan hjá onkrum, at
ganga ein túr ella svimja.
– Thorkild N. Jørgensen
”