Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 15. juni 2006 9 Alt bendir á, at Runavíkar kommuna fer at fáa nýggjan borgarstjóra í næstum og sambært vælvitandi keldum, sum standa býráðnum nær, bendir mangt á, at nýggjur borgarstjóri í triðstørstu kommununi í landinum verður Hans Jacob Lamhauge, lærari, sum hevur sitið í býráðnum í samfull 28 ár Eykabýraðsfundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á skránni til almennan eykabýráðsfund í Runavíkar kommunu í kvøld er eitt av málunum »møgulig umskipan av býráðnum«. Leigi hevur ljóðað, at sitandi borgarstjórin, Rodmundur Nielsen, hevur havt í hyggju at leggja frá sær sum borgarstjóri, og ymiskt hevur verið gitt um, hvør eftirmaðurin verður. Rodmundur hevur eisini verið formaður í KSF, Kommusamskipan Føroya, og alment hevur hann sagt, at arbeiðsbyrðan er vorðin ov stór. Avgerðin um at leggja formanssessin í KFS frá sær, er tikin fyri eini tíð síðan, og nú bendir alt á, at hann eisini fer at leggja frá sær sum borgarstjóri í triðstørstu kommununi í landinum. Saman við Jónsveini Knudsen, reiðara og øðrum hevur Rodmundur Nielsen keypt seg inn í vinnulív, bæði í Eysturoy og Norðoyggjum. Nýggjur formaður í KSF er Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Avgerð í kvøld Hvør eftirmaðurin hjá Rodmundi í Runavíkar bý­ráð verð­ur, er ógjørligt at siga við vissu fyri eykabýráðsfundin í kvøld, men alt bendir á, at Sosialurin hevur fingið »fatur« á navninum á eftir­ manninum. Í Runavíkar kommunu sita tilsamans 11 býráðs­ limir, og hesir hava ikki skipað seg í samgongu og andstøðu. Breið semja hevur frá fyrsta degi verið í samanløgdu kommununi um, hvussu ymisku nevndirnar skuldu mannast, og alt bendir á, at breið semja eisini verður um valið av nýggjum borgarstjóra Hvørki Kári ella Hans Petur Av teimum 11 býráðs­ limunum í kommununi, eru sjey valdir á høvuðslist­an­ um í gomlu kommununi, og hugsandi er, at eftirmaðurin verður ein av hesum sjey. Teir, sum eru valdir á høvuðslistanum, eru Rodmundur Nielsen, Kári P. Højgaard, Hans Petur Ellingsgaard, Hans Jacob Lamhauge, Regin Olsen, Regin Jacobsen og Kristian Gaardbo. Varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu er Kári P. Højgaard, og hann hevur verið virk­ andi borgarstjóri, tá ið Rodmundur hevur verið burturstaddur. Legg­ ur borgarstjóri frá sær permanent, skal býráðið sambært kommunulógini skipa seg av nýggjum. Kári P. Højgaard hevur boðað Runavíkar komm­ unu frá, at hann tekur ikki við borgarstjórasessinum, um so er, at borgarstjórin leggur frá sær. Starvið, sum løgtingsmaður, krevur so nógv, at stundir ikki eru at røkja uppgávuna sum borgarstjóri – um hesin møguleiki annars stóð honum í boði. Hans Petur Ellingsgaard hevur verið nevndur sum eftirmaðurin, men hann hevur alment avsannað, at hann tekur við borg­ar­ stjórasessinum í Runa­víkar kommunu. Tættir sum fløskan Í morgun hevur Sosialurin tosað við býráðslimir í Runavíkar kommunu um útlitini, og sum skilst, er avtala gjørd um, hvør eftirmaðurin verður, um Rodmundur Nielsen leggur frá sær. Men avtalað er eisini, at hetta ikki skal upplýsast alment, fyrr enn valið er farið fram. Hvørki Kári P. Højgaard, ei heldur Klæmint Østerø, sum er valdur á listanum á Skála, vilja siga okkum, hvør eftirmaðurin verður. Í skrivandi løtu mugu vit eisini hava í huga, at í skránni til almenna eykabýráðsfundin í kvøld stendur »møgulig umskipan av býráðnum«. Av sjey býráðslimum, s um eru valdir á høvuðs­ listanum, er nú tríggir úti­ lokaðir sum eftirmenn. Teir eru sitandi borgarstjórin, Rodmundur Nielsen, Kári P. Højgaard og Hans Petur Ellingsgaard. Eftir eru Hans Jacob Lamhauge, Regin Jacob­sen, Regin Olsen og Kristian Gaardbo. Vælvitandi keldur sum standa býráðnum nær, vænta ikki, at Regin Jacobsen (Regin á Bakka) tekur við borgarstjórasessinum, ei heldur Regin Olsen og Kristian Gaardbo. Royndur eftirmaður Tey, sum vit hava tosað við, biðja okkum hyggja at, hvør hevur drúgvastu royndirnar í býráðsarbeiði av teimum, sum eftir eru. Sambært teimum samrøðum, vit hava havt við vælvitandi keldur í morgun, bendir alt á, at nýggjur borgarstjóri í Runavíkar kommunu verður Hans Jacob Lamhauge, lærari, sum hevur sitið í býráðnum í samfull 28 ár. Hans J. Lamhauge nýggjur borgarstjóri í Runavíkar kommunu Tilsamans 11 býráðslimir eru í Runavíkar býráð, og hesir hava í stórum drigið eina línu í samanløgdu kommununi. Væntandi er ikki, at ósemja fer at taka seg upp, nú býráðið væntandi verður umskipað við nýggjum borgarstjóra Hans Jacob Lamhauge hevur sitið í Runavíkar býráð í 28 ár, og mangt bendir nú á, at hann verður nýggjur borgarstjóri