Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 113 - 15. juni 2006 Hóast stórar útbyggingar eru framdar í und­ir­støðu­ kervið, verður framhaldandi tosað um at gera uppaftur størri íløgur á hesum øki. Tað var tann tíð, tá vit vóru nøgd við nýggjar og breiðkaðar vegir og atløgupláss kring oyggjarnar. Nú tykist sum um eingin avmarking er fyri, hvussu stórar íløgurnar skulu vera. Vit hava fingið tveir undirsjóvartunlar, hvat vildi verið heilt óhugsandi fyri bert fáum árum síðani. Vit hava við teimum kanska gjørt størstu íløgur í heiminum í undirstøðukervið mátað uppá íbúgvar í landinum. Nú er einki óført. Tosað verður um at gera tunnil í Sandoynna og seinni í Suðuroynna og at gera tunnil ella tunlar, sum binda saman Streymoynna og Eysturoynna enn meira. Aftrat hesum verður eisini alternativur flogvøllur umrøddur. Well, tað er gott at hava visjónir og hyggja langt inn í framtíðina. Spurningurin er sjálvandi, hvat vit hava ráð til og hvussu vit raðfesta. Men er tað ikki eisini rætt at seta spurningin, hvat tænir landinum og komandi ættarliðnum best. Og her er tað, at landsplanlegging eigur at koma inn í myndina. Hon hevur tíverri alt ov ofta verið eitt tabuorð í føroyskum høpi. Tí hevur eisini nógv útbygging verið stýrd av lokalpolitiskum áhugamálum. Tað var tann tíð, tá Landsverkfrøðingsstovnurin ver­ u­liga var ein tungur stovnur, og tað vigaði nógv, hvat fakkunnleikin har segði. Seinnu árini hava vit niðurpínt stovnin, soleiðis at ein ekspertisa, er farin fyri skeyti. Nú tá so stórar avgerðir skulu takast um milliardaí­løg­ ur í framtíðar infrastruktur hava vit vissuliga brúk fyri einum slíkum stovni, og politikararnir mjugu lurta meira eftir tí fakliga og objektiva kunnleikanum og ráðgevingini. Skal nøkur meining vera í at gera hesar stóru íløgur mugu tær byggja á objektiv og faklig infrastrukturell sjónarmið. Tíðin má vera farin, har lokalpolitiskt trýst er avgerandi fyri, hvussu landið verður útbygt og bundið saman. Taka vit komandi Skálafjarðartunnilin, má hann ikki gerast út frá, hvat júst tænir einum avmarkaðum lokalum øki. Eisini hann eigur at vera partur av eini landsplanlegging. Lat okkum tí longu nú fáa eitt breitt orðaskifti um eitt nú Skálafjarðarsambandið, eitt nú um í hvønn mun hann skal byggja á lokalpolitisk og á landspolitisk áhugamál! Í heila tikið eiga vit at brúka nógva orku at viðgera tær stóru íløgur, ið skulu gerast í undirstøðukervið. Vit mugu vita, hvat er búskaparliga mest forsvarligt og hvat tænir landinum sum heild best – heldur enn einum avmarkaðum lokaløki. Og hóast tosað verður um privatar íløgur, so vil tað almenna altíð vera ein týðandi partur av hesum. DAGSINS MEINING Sosialurin Undirstøðukervið og landsplanlegging VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Tað var nú gott, at bæði ting­­­bólk­­­a­fomaður ­ Javn­ að­­ar­floks­ins og formaður Fólkafloksins komu út úr skáp­inum við á­skoðanini hjá hesum báð­um loys­ing­ar­ flokkum í Kring­varp­i­num í samband við blokkstuðul og prís­tals­við­gerð av hesum. Javnaðarflokkurin, sum sig­ur seg vilja verja tann veika í samfelagnum fremst av øllum, hvat er eftirhondini hansara veruliga aðalmál?? - og Fólkaflokkurin – ja hann vita fólk flest hvat vil - meir til vælbjargaðu og minst møguligt til tey minni mentu, tað er ongin nýggjheit sum so. Hvat vil Javn­að­ar­flokk­ ur­in – meldið klárt út Eg seti stórt spurnartekin, við um Javnaðarflokkurin, sum sat í andstøðu tá blokkurin bleiv skerdur, veruliga var imóti at hesin skuldi skerj­ ast? Ella var tað tá hjá parti av hesum flokki, einans spæl fyri gallarínum? Jú víst vilja vit allir verða sjálvbjargnir, vit vita øll, at tað verða vit einans við størri inntøkuskapan í sam­ fel­øg­num, og tá meini eg ikki inntøkuskapan við størri óbeinleiðis skattum og avgjøldum. Um vit ikki eru førir fyri at fáa inntøkuskapanina til vega, sum kann fyllast í hol­ini, sum verða orsakað av minkandi blokki, so fær samfelagið ein trupulleika, tí inntøkurnar skulu til vega so ella so fyri at upp­ rætt­halda kostnaðin av væl­ferð­ar­tæn­astu­num í væl­ ferðarsamfelagnum Føroyar framyvir. Vit eru eftirbátar á t.d. pensjónsøkinum Vit eru eftirbátar í fólk­ a­pen­sjón­unum í mun til t. d. Danmark og við alt størri og størri kostnaði fyri húsarhaldið orsakað av alsamt hækkandi olj­u­prís­ um, so fáa vanligu fólk­a­pen­ sjón­istarnir ikki endarnar at røkka saman, tí við einum gjaldi fyri olju upp á 1800- 2000 krónur um mánaðin, so er soltið hjá mongum. Hyggja vit eftir løn­ar­lag­ num í hinum norð­an­lond­ unum sum vit samanbera okkum við, so eru vit eisini væl aftan fyri hesi, men vit vilja helst veita somu væl­ ferðartænastur og tær krevja inntøkur - nógvar inntøkur. Blokkstuðulin eigur at hækka við prístalinum Sjálvandi eigur blokk­stuð­ul­ in at verða tillagaður prís­tal­ i­num, og tí eigur Sam­bands­ flokkurin eisini at halda fast um sítt krav framm til komandi samráðingar um blokk­in. Um vit hyggja í bakspeglið, so hevur Føroya land og har­við Føroya fólk mist eina inntøku fram til dagin ídag uppá 1 milliard og 648 milliónir. Eg vil loyva mær at kalla blokkskerjingina fyri eina skemdargerð móti føroya fólki – onki minni. Høvdu vit havt klárað at tjent tað meira inn til sam­ felagið, sum erstattaði blokk­ in hevði sum áður nevnt kundi hetta rættvístgjørt fyri niðurskurðinum, - men tað hava vit ikki. Kundi verið til stórt gagn 1 millión meira um dagin - 1648 milliónir inntil dags dato, til landshúsarhaldið hevði gjørt stóran mun til m. a.: • Sjúkrahúsverkið • Eldrarøkt • Fólkapensjónir • Infrastruktur ( vegir, havn­ir og tunnlar) • Undirvísingarverk • Gransking og fram­tíð­ar­ menn­ing av føroyska sam­ fel­ag­num Ella vit kundu havt goldið nógv størri part av okkara utt­ an­landsskuld niður við hesi upp­hædd, um tað var málið við peninginum. Prístalsviðgerð av blokk­ stuðl­i­num vil gera, at blokk­ urin ikki minkar enn meira og tað eiga vit at halda fast við. Prístalsviðgerðin av blokkstuðlinum løgtingsmaður Vágur 15.06.2006 Johan Dahl Løgtingsmenn, lands­­stýr­ is­menn og gospelsangarar fara á pallin í Runavík fríggj­ a­kvøldið, og her er sannlíkt, at politikararnir kunnu ger­ ast bestu tónlistarligu upp­ livingarnar á konsertini, í øll­um førum um rødd­ir­nar hjá eitt nú Bill Justinussen og Jógvani á Lakjuni eru við KONSERT Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo »Ver tolin, verð tolin, ver ei so ferðslu fegin, er ferðin ov nógv, verður galið beinanvegin...«. Soleiðis sang Bill Just­ in­us­sen á bandinum Spæl­ i­maskinan, ið var eitt av stutt­ligastu barna­bond­u­num í Føroyum í áttatiárunum. Nógv vatn er runnið í ánni síðan hetta, og Bill hevur m. a. verið landstýrismaður og situr nú á Føroya Løg­ tingi, har hann millum ann­að hevur skotið upp, at hámarkið fyri ferð hjá bæði bilum og prutlum skal set­ast upp – Hetta er ikki beinleiðis í trá við andan í sanginum um snigilin Her­ bert. Men fríggjakvøldið verð­ ur kanska møguleiki, at uppliva Bill í gamla sang­ ara haminum. Hetta tá gos­pel konsert verður í ítr­ óttarhøllini í Runavík. Konsertin verður fjøl­ broytt og spennandi við fleiri av kendastu gospel tónleikarunum í landinum. Alex og Kristina Bærentsen, Mart­in Joensen, Systkinini Stein­hólm og Laila, Vanja og Barbara. Men sum nak­að heilt serligt fara aft­ur í ár nakrir løgtings- og landsstýrismenn úr Eyst­ur­oynni at royna seg sum gospelsangarar á konsertini. Hóast, fyri­ reik­ar­ar­nir ikki hava sett navn á politikararnar, er nokk lítil ivi um, at lands­ stýrismaðurin Jógvan á Lakj­uni verður millum rødd­ir­nar, meðan Bill Just­ in­uss­en man vera ein av tingmonnunum. Annarleiðis gospel konsert í Runavík