Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 15. juni 2006 11 Í mong ár hevur lands­mynd­ugleikin forsømt sína ábyrgd og skyldu til at útvega teim­um eldru óhjálpnu neyðug røktarheims­pláss ella nøkt­andi hjálp til at verða búgv­andi heima, og kortini verð­ur ábyrgdin av ringa skil­i­num skumpað yvir á komm­un­urnar, hóast tær enn onki oyra hava fingið í endur­ gjaldi til at yvirtaka hetta málsøkið frá landinum Í politikki kann tað, sum vendur niður, uttan trup­ul­ leikar fáast at venda upp! Feskasta dømið um hetta upplivdu vit í sambandi við málið um útbygging av eldraøkinum, sum hev­ ur verið nógv umrøtt í seinastuni. Gjald og vald skulu fylgjast Ein er eftirhondini byrjaður at troytt­ast av at endurtaka seg sjálvan í spurninginum um uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, men lat meg siga tað enn eina­ferð: Fyri nøkrum árum síðan lat Føroya Landsstýrið gera ta sonevnda “grøna” komm­unuálitið, sum bæði landsstýri og løgting síðani tóku undir við og søgdu seg vilja arbeiða eftir. Í hesum áliti er meg­in­ regl­an, at annaðhvørt skal landið, ella skulu komm­un­ur­nar hava fulla á­byrgd av einum málsøki, ikki bæði í senn. Víðari verður í álitinum sligið fast, at gjald og vald skulu fylgjast. Í stuttum merkir hetta, at tann myndugleikin (land ella kommuna), sum hevur ábyrgdina av einum málsøki, skal eisini rinda allan kostnaðin av tí. Í triðja lagi sigur kommunuálitið, at tá uppgávur verða fluttar út til kommunurnar at umsita, skal peningur fylgja við á tann hátt, at landið lækkar sín skatt, samstundis sum kommunurnar hækka sín skatt samsvarandi. Sum grundgeving fyri hes­um meginreglum varð m.a. sagt í álitinum, at hetta er besti háttur at tryggja fult gjøgnumskygni og fulla ábyrgd á einum og sama staði av tí, sum gjørt verður, ella kanska rættari, av tí sum ikki verður gjørt á einum málsøki. Kl. Kommuna hev­ urvíst ábyrgd kortini Hóast høvuðsá­byrgd­in av eldraøkinum í dag fram­ veg­is liggur hjá lands­mynd­ ug­leik­a­num, so hevur Klaks­víkar Kommuna hesi seinnu árini í verki víst stóra ábyrgdarkenslu yvir fyri hes­ um málsøki og teimum eldru í lokalsamfelagnum. Her kann eg nevna: § Sambýlið í Bø­ gøtu til 10 pláss, sum var eitt bráfeingis tiltak í 90’árunum, tá tað var sera smátt við peningi, § Ve r k æ t l a n i n a und­ir Kráarbrekku, har 1. bygg­i­stig fevnir um m.a. 24 eldraíbúðir, og § Sambýlið á Heyg­ num til 16 pláss, sum lat upp fyri fáum árum síðan. Av teimum áleið 16 mill. kr., sum hetta sambýlið kostaði, stuðl­aði landskassin íløguni bein­leiðis við bert 800-tús­ und kr.! Í veruleikanum hev­ur komm­una­n kent seg noydda til summi av teimum her nevndu tiltøkum, tí lands­ myndugleikin ikki hevur gjørt og framvegis ikki ger nóg mikið fyri eldru borg­ ararnar í samfelag okkara. Leggur trýst ákommunurnar Í sambandi við fíggjarætlanir komm­ununnar, arbeiddi bý­ráð­ið í fjør eitt sindur við at leggja eina langtíðar fíggj­ arætlan fyri nøkur ár fram. Úrslitið av hesum ar­beiði vísti, at Klaks­vík­ ar Komm­una hevur sera nógvar áleikandi íløgur at gera innan tey málsøki, sum kommunan sjálv hev­ur ábyrgd av. Hetta er eitt nú innan skúlaøkið, barn­a­­ansing, set­húsa- og vinnuútstykkingar, havn­a­ økið, vatnveiting, kloakk­ leið­ingar og annað mangt. Ein avleiðing av hesum umstøðum gjørdist, at tað á langtíðarætlanini, sum alt býráðið viðgjørdi á ser­ støk­um fundum í fjør, ikki gjørdist pláss fyri íløgum innan eldraøkið fyrr enn í 2008 og eftir tað. Tað var m.a. út frá hesi fortreyt, at býráðið áðrenn seinasta ársskiftið legði fíggj­ar­ætlanina fyri 2006. Men so er tað, at lands­ stýrið í endanum av 2005, brádliga kemur fram við sínum “tilboð” til komm­ un­urnar um – innan fáar vikur – at søkja landsstýrið um 50% stuðul til bygging av røktarheimum v.m. kring landið. Saman við útmeldingini fylgdi eitt yvirlit yvir brá­feing­is tørvin kring landið, og tað var týðiligt at lesa millum linjurnar, at landsstýrið á henda hátt vildi leggja trýst á kommunurnar at koma fram við síni helvt av tørvandi íløgunum. Hetta kom sjálvandi dátt við hjá Klaksvíkar Kommunu so brádliga at fáa eina so stóra “rokning” frá landinum at gjalda sum part av eldraøkinum hjá land­ i­num. Talan er nevniliga um stórar upphæddir, um eldraøkið í Norðoyggjum skal nøktast, ja samanlagt er talan um fleiri ferðir 10 milliónir krónur! Langtíðarætlanir! Ikki “vikutilboð”! Sum borgarstjóri í næst størstu kommunu í landinum má eg siga, at slíkur pol­i­ tikk­ur frá landsins síðu er ó­hepp­in, tí hann leggur eitt sera stórt og órættvíst trýst á býráðið, sum ger, at tað ógv­uliga lættliga kann fara í tvíningar, tí talan er sjálvandi um álvarslig viðurskifti hjá okkara eldru. Og tað hendi eisini hesum máli, at býráðið býtti seg í tveir næstan eins stórar partar. Fyri tað fyrsta er eldr­a­ økið framvegis undir lands­ ins høvuðsábyrgd, og tí er tað burturvið at geva komm­ ununum skuldina fyri vant­ andi eldraheimspláss. Fyri tað næsta sakni eg ein meira langsiktaðan politikk frá landsins síðu í sambandi við hetta seinasta útspælið frá landsstýrinum. Tað er ikki nøktandi, at landið kem­u­r so brádliga út og við so stuttum tíðarfreistum til kommunurnar at um­ráða seg í. Slík mál mugu viðgerast við størri virð­ing fyri lang­tíð­ar­ætl­an­u­num, bæði hjá landi og komm­ unum, tí talan er jú ikki um smápening men sera stórar íløguupphæddir. Fyri tað triðja varð sagt, tá landsstýrið kom út við hesum stuðulspakkanum við fifty-fifty býti millum land og kommunur til í­løg­ur innan eldraøkið, at hetta var ein fyrireiking til at leggja málsøkið út til kommunurnar at taka sær av, og tí var umráðandi, at øll økini vórðu nøkulunda útbygd, áðrenn lagt varð út til kommunurnar. Eg ivist ikki í, at henda fortreyt hev­ur ligið í huganum hjá fleiri av kommununum, tá tær hava viðgjørt hetta mál og játtað pening til end­a­málið. Tí er tað sera løg­ið og eisini óheppi, nú eftir at kommunur hava játtað luttøku og har­v­ið hava bundið seg til mill­ i­ónaupphæddir, at lands­ stýr­is­maðurin nú hevur meld­að út av nýggjum, at landsstýrið kortini ikki er samt um at leggja eldraøkið út til kommunurnar. Hetta er ein kúvending, sum broytir eina óvuliga prin­ sipp­­iella fortreyt fyri lut­ tøku kommunanna í hesum íløgum. Tí er tað, at eg sigi: Lang­ tíð­ar­ætlanir, ikki ‘viku­til­ boð’, sum kunnu broytast næstan frá degi til dags. Landið kann sjálvt økja sínar játtanir! Ørindi míni við hesi grein eru ikki at skapa óneyðugt stríð og kegl um hetta álv­ ars­mál, ið snýr seg um okk­ ara eldru og teirra kor og umstøður. Okkara eldru borgarar hava borið byrðar í sam­ fel­agnum og hava slóðað fyri okkum, sum aftaná eru komin. Tað er tí ógv­ u­liga harmiligt, at hesi ikki fáa nøktandi tilboð og møguleikar til røkt og um­lætting á ellisárum, men tað er sanniliga eis­ini órættvíst at leggja ­á­byrgd­ ina av hesi ringu støðu yvir á kommunurnar, tí tað er altso landið, sum hevur havt og enn í dag hevur høvuðsábyrgdina av hesum málsøki. Hvørki sum borgarstjóri ella sum kommunupolitikari kann eg standa tigandi, með­ an tann kommuna, sum eg umboði, fær skuldina fyri, at landið ikki hevur gjørt sína skyldu innan eldr­a­ økið, sum tað hevur ábyrgd av, og sum tað m.a. krevur skatt inn til. Sum nevnt er ein høv­uðs meginregla í komm­un­u­álit­ inum, at gjald og vald skulu fylgjast. Tað rættasta hevði tí verið, at landið sjálvt økti sínar játtanir til eldraøkið, soleiðis at tey eldru fingu nøktandi umstøður og møg­u­leikar, eitt nú innan heim­a­røktina. Ikki minst nú kanningar vísa, at bestu úrslitini fáast við at geva fólki umstøður og hjálp til at verða heimabúgvandi sum longst. Klaksvíkar Býráð hevur á seinasta býráðsfundi sam­ tykt at stuðla eini út­bygg­ ing av Norðoya Ellis- og Vistarheimi, ið fevnir um 6 búrúm afturat. Hóast hetta er eitt avmarkað til­ tak, so er tað tó ein hart tiltrongdur bati, og vil eg heita á landsstýrið um eisini at stuðla hesi ætl­aðu útbygging, til frama fyri eldru borgararnar í Norð­ oyggj­um. Landið hevur forsømt eldraøkið men kommunan fær skuldina!! VIÐMERKINGAR borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu Steinbjørn O. Jacobsen Rithøvundar, sum skriva barn­a­bók­ ment­ir á grøn­ lendskum, før­oysk­ um ella sámiskum, verða við hesum bodn­­ir at vera við í skriv­i­kapping bókmentir Freist at senda inn handrit er 10. januar 2007. Stigtakarar eru rit­høv­undafeløguni í Sám­a­landi, Grønlandi og Føroyum saman við NORDBOK (Norð­ur­ lendsku bókmenta- og bók­a­savnsnevndini) Kappingin er fyri øll, sum skriva á føroyskum, grønlendskum ella sám­iskum, og bæði roynd­ir rithøvundar og ó­roynd eru væl komin at vera við í kappingini. Tilfarið, ið verður sent inn, skal ikki áður hava verið givið út ella hava verið virðislønt í aðrari kapping. Málbólkurin er 8 – 12 ára gomul børn, og tekstaslagið er barnabók, antin ein sam­ an­hangandi søga ella nakrar stuttsøgur (ikki myndabók, leikrit, yrk­ ing­ar e.l.) Trý handrit verða kosin at vinna, eitt á hvørjum máli, og tey verða so giv­ in út bæði á sámiskum, grøn­lendsk­um og føroyskum. Rit­høv­und­a- fel­øg­ini og Nordbok fara at samstarva við for­løg i teimum trimum mál­økjunum eins og í Noregi, Svøríki og Dan­ mørk um at geva út og týða handritini, ið vinna. Ein dómsnevnd verður sett fyri hvørt av teimum trimum máløkjunum. Í dóms­­nevndu­num fara at sita nøkur fak­fólk, sum avvarðandi rit­høv­und­a- feløg velja. Vinnararnir verða kosnir í februar 2007. Vilt tú vita meir: sí www.nordbok. org Tú kanst eisini seta teg í samband við: Marjun Kjelnes, Rithøvundafelag Føroya: marjun@webhiker.dk, tlf. 0045 33 21 33 18 Ella Bókadeild Føroya Lærarafelags: bfl@bfl.fo, tlf. 317644 Skrivikapping fyri barnabókarithøvundar tónleikur Nú Braquet eru við at vera klárir, sum fyrsti føroyski rokkbólkur nakrantíð, at fara á mánaðarlanga konsertferð í Amerika, verður spennandi og eksklusiv konsert í Virkishúsinum í Klaksvík fríggjakvøldið. Bólkurin hevur seinastu vikurnar vant miðvíst og verður nú møguleiki at fáa eina smaksroynd av nýggjum tilfarinum, ið fer at verða borðreitt fyri amerikumonnum, tá ið konsertferðin byrjar um slakar tvær vikur. Á ferðini fara Braquet at spæla runt í øllum Amerika og vitja býir sum New York, Chicago, Las Vegas, Houston, Washington og Los Angeles. Eingin ivi er um at hetta er eitt stórt framstig fyri bólkin og tónleik sum heild í Føroyum. Konserferðin fer ikki einans at føra Braquet fram, men kann fara at vera eitt stórt stig á leiðini til eina veruliga tónleikavinnu í Føroyum. Eisini kann hugsast, at áhugin fyri Føroyum sum ferðamáli fer at vaksa, so hvørt sum føroyskur tónleikur verður meira kendur. Áðrenn konsertina friggjakvøldið verður ein forvitnisslig, sokallað guitar-klinikk við gittarleikaranum í Braquet, Arna Zachariassen. Arni varð av G! Festivalinum kallaður ein “absolutt gittarhetja”, sum “ósmæðin fresar reyvina av hvørjum sum helst.” Arni fer á klinikkini at tosa um sítt gittarspæl og við støði í Braquet sangum, at vísa hvat eyðkennir hansara spæl. Alt hetta fer fram á Virkishúsinum í Klaksvík fríggjakvøldið. Gittar-klinikkin byrjar kl. 18:30 og konsertin Braquet hitar upp í Klaksvík fríggjakvøldið