hósdagur 15. juni 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 113 - 15. juni 2006
Tíðindaskriv
Høgni Thomsen hevur máln
ingaframsýning í Gallarí
Ribarhús í Fuglafirði.
Framsýningin er sera for
vitnislig, og er avgjørt eina
vitjan verd.
Við eru 24 oljumálningar.
Framsýningin er opin
fram til 21.juni 2006. Opið
er mán-fríg. kl. 15.00 til
17.30 leygardag frá kl.
11.00-13.00.
Høgni hevur eina heimasíðu
www.gluggin.com.
Málningaframsýning í
Ribarhús í Fuglafirði
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sjálvt um tað nú er tíð fráliðin, síðan
tú andaðist, vilja við tó koma við koma
við við eini seinastu heilsan til tín.
Nú er heldur tómligt í túninum,friður
hevur lagt seg yvir grannalagið, men
er tað salur friður? Nei slett ikki,
røddir mangla.
Tá vit komu út á Lið,fyri meira enn
fimtan árðum síðan, tóktist alt at anga
av lívi, nógv fólk, lív, alt tyktist so
nærliggjandi.
Vit, eini ung hjún tá,við einum
barni, elskaðu hetta umhvørvið, fólk
við nógvum lívsroyndum,bæði góðum
og minni góðum, tað gav íblástur.
Hvat stóð okkum fyri framman?
Tó við eitt rakti sjúka okkum, hví?
vit vóru jú yngsta ættarlið, Gott er
at hava góðar vinir,tað fingu vit at
sanna.
Sjálvt um hálvtrýss ár vóru millum
Nomi og Brynhild, knyttu tær vinar
bond fyri lìvið, hettar vinarband var
serstakt, gongdin húsana millum var
lívgevandi, sjálvt um ofta torførar
støður vóru, bæði hjá tær og okkum.
Brynhild var eitt serstakt menniskja,
lagnan var ikki altíð so blíð móti
henni, menniskjaligi missurin var
stórur, tó hettar bar hon við tolsemi,
helst tí at hon frá skaparans hond
hevði fingið ein útrustning, ikki øll
um er givið,tolsemi.
Sjálvt um aldurin var vorðin høgur,
trúðu vit, at Brynhild fór at vera her í
mong ár frammyvir, men so var ikki,
við eitt var hon kallað heim til ein
betri stað.
Hennara blíða lyndi og tann hugni
hon bar við sær inn í okkara heim
er ikki longur ”ætt eftir ætt søkkur
undir mold”. Men eitt skal tú vita,vit
sakna teg.
Heilsan Nomi og Holgar
Til minnis um okkara høgt virda
nábúgva og vin Brynhild Hansen
Tíðindaskriv
Fríggjakvøldið 16. juni kl.
19 letur ein framsýningin
hjá
Mariu
Mørkøre,
listakvinnu, upp í Leikalund
í Klaksvík.
Maria Mørkøre er úr
Klaksvík. Hon hevur gingið
á Listaskúla í Danmark, og
hevur teknað og málað síðani
1996. Seinastu árini hevur
listin meira ella minni verið
hennara livibreyð. Maria
undirvísir eisini í tekning og
máling og fæst við ymiskt
annað kreativt. Málningarnir,
hon sýnir á hesi framsýning,
eru flest oljumálningar, har
hon lýsir menniskju, bygdaløg
og føroysku náttúruna. Maria
sigur at hon heilt tilvitað fæst
við ta klassisku listina, tí hon
leitar eftir vakurleikanum í
menniskjanum og í tí skapta.
Fernisering er ókeypis og
verður fríggjakvøldið 16.
juni kl. 19, framsýningin
heldur fram juni mánað
út. Upplatingartíðirnar hjá
Leikalund eru hesar: mán.-
leyg. 10- 20, sun. 16-20.
Maria Mørkøre í Leikalund
Fríggjakvøldið 16. juni kl. 19 letur ein framsýningin
hjá Mariu Mørkøre, listakvinnu, upp í Leikalund í
Klaksvík
Í summar fáa vit í
Føroyum vitjan av
Graciu Burnham
úr USA, sum kemur
at greiða frá tá hon
og maðurin, Martin
Burnham, ið var
flogskipari hjá New
Tribes Mission á Filips
oyggjunum, vóru
gíslar í næstan tvey
ár. Martin kom ikki
undan við lívinum
Tíðindaskriv
Í døgunum 24. juli til 9. august
fáa vit í Føroyum vitjan av
Graciu Burnham úr Kansas
í USA, sum kemur at greiða
frá hendingunum, ið henni
vóru fyri, tá hon og maðurin
Martin Burnham, ið virkaðu
sum trúboðarar og vígdu lív
sítt at hjálpa fátækum, vóru
gíslar árini 2001 og 2002.
Martin var flogskipari hjá
trúboðanarfelagsskapinum
New Tribes Mission á Filips
oyggjunum.
Á vári 2001 vóru Martin og
Gracia har suðuri í landinum,
á oynni Palawan, hetta var í
arbeiðsørindum í sambandi
við hansara tænastu sum flog
skipari. Tá hetta fall sama n
við einum merkisdegi hjá
teimum báðum, gjørdu tey
av at taka sær nakrar dagar
frí frá trúboðanarverki teirra
til tess at hátíðarhalda 18 ára
brúdleypsdagin. Hesir frídagar
á einum feriustaði har, vendust
til eina óhugnaliga gíslatøku.
Tey bæði vórðu tikin gíslar,
og vóru hildin sum fangar av
einum yvirgangsbólki í meira
enn eitt ár. Í eini roynd at fría
tey, varð Martin Burnham
dripin.
Nógv í Føroyum fylgdu við
í hesum óhugnaliga drama og
bóðu fyri teimum. Hjúnini
áttu 3 børn. Børnini vórðu
eftir hjá skildfólki í Manila, tá
hendingin fór fram og vórðu
tey stutt eftir, at foreldrini
vórðu tikin gíslar, flutt til Sam
eindu Statirnar, har tey vórðu
hjá ommu og abba teirra alla
ta tíðina, sorgarleikurin fór
fram. Fleiri føroyskar familjur
vóru á Filipsoyggjunum um
hetta mundi, tá hendingarnar
fóru fram.
Føroyavitjanin kom í lag í
Manila á nýggjárinum í 2004,
har Gracia Burnham varð
boðin at koma til Føroya. Tað
eru Jógvan Zachariassen og
Ólavur Jøkladal (NTM), sum
samskipa ferðina, og aftanfyri
stendur føroyska nevndin fyri
New Tribes Mission. Ragnar
Niclasen verður í Føroyum
meðan vitjanin er, og hann
verður millum annað at hoyra
í Ebenezer ólavsøkumorgun.
Í sambandi við vitjanina
verða ymisk tiltøk runt um
í landinum. Høvuðstiltakið,
ið vendir sær til øll, verður í
Ítróttarhøllini á Eiði týsdagin
hin 1. august. Hetta verður
eitt kvøld, har skipað verður
fyri tónleikaframførslum. Her
verður eitt serligt høvi hjá fólki
at kunna seg um trúboðan.
NTM fer at sýna tilfar um
virksemi hjá felagsskapinum,
og Logos bókahandilin kemur
at hava eit úrvæl av bókum,
har ímillum bøkurnar, Gracia
Burnham hevur skrivað: ”In
the Presence of My Enemies”
og “To Fly Again”. Gracia
verður eisini at hoyra í Bet
esda í Klaksvík, hetta til
tak ið fer serliga at venda
sær til ungdómin, tó rokna
fyrireikararnir við, at øll fara
at kenna seg vælkomin til
hetta tiltakið eisini. Eitt møti
verður í Lívdini í Hoyvík, og í
sambandi við eitt kvinnutiltak
verður ein dagur fyri kvinnur
í Ebenezer í Havnini. Í suð
uroynni verður eitt møti,
ið kemur at fevna um alla
oynna, og verður hon eisini
á tveimum av barnalegunum
í Zarepta. Meðan Gracia
Burnham er í Føroyum, fáa
fólk, ið hava eitthvørt til
knýti til NTM, høvi at møta
henni, hetta verður meiri at
kalla ”ntm-familjan”. Tað
eru fólk, ið hava verið úti
á trúboðanarmarkini ella í
venjing hjá felagsskapinum.
Umframt hetta verður skipað
fyri tíðindafundi, har høvi
verður hjá tíðindafólki at
seta spurningar til Graciu
Burnham.
Gracia býr í dag saman
við børnum sínum í USA.
Hon hevur ferðast nógv runt
í heiminum og sagt frá um
tær hendingarnar, hon hevur
verið úti fyri, og hvussu tær
hava broytt hennara lív. Eftir
hesar hendingar hevur Gracia
givið út tvær bøkur: Í Nærveru
Fíggindans (In the Presence of
My Enemies), og Aftur á Flog,
(To Fly Again). Tíðindasending
hjá sjónvarpsrásini NBC,
Dateline, segði herfyri frá
søguni um trúboðarahjúnini
hjá NTM, Martin og Gracia
Burnham.
Gracia Burnham til Føroyar
Ása Jøkladal (v.m.) og Gracia Burnham á trúboðanarráðstevnu
í Manila januar 2005
Gracia Burnham vitjar í Føroyum í døgunum 24. juli til 9. aug.