hósdagur 15. juni 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 15. juni 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan við Linda Gardar
fer úr kapellinum á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi
heim í Kristianskirkjuna
hóskvøldið kl. 18.
Jarðarferðin
verður
fríggjadagin klokkan
13.30. Tey, ið vilja
minnast Linda kunnu
lata
Emmaus
eina
gávu. Konto í Norðoya
Sparikassa.
Jonhard Vang Jacobsen
úr Syðrugøtu fer til
gravar úr Gøtu kirkju
hósdagin kl.14. Tey, ið
vilja minnast Jonhard,
kunnu lata Gøtu kirkju
eina gávu, konta í
peningastovnunum.
Ebba Lamhauge, búsit
andi í Florida, andaðist
sunnudagin 11. juni, 84
ára gomul.
Louis Sigfred Andrea
sen, Eiði, fer til gravar úr
Eiðis kirkju fríggjdagin
kl. 14
Andlát og jarðarferðir
“Mær er sagt um ein stað í tí høga”
soleiðis byrjaði fyrsti sálmurin í
Glyvra kirkju týsdagin 11. apríl –
henda dagin, vit skuldu siga farvæl
við Linhild, okkara starvsfelaga.
Sjálvt um dagurin var so dapur fyri
okkum øll, so var hann eisini ein stak
vakur dagur við stilli og sólarglottum,
júst soleiðis sum vit kendu okkara
Linhild.
Linhild, hin stilla og góða, við sín
um serstaka smílandi lyndi, sum altíð
fekk okkum at minnast tað góða, sum
býr í hvørjum menniskja.
Linhild var dagrøktari í 14 ár, og
røkti hetta arbeiði sera væl. Hon var
góð við børnini og tey við hana. Somu
leiðis var hon nógv avhildin millum
starvsfelagarnar við sínum blíða og
hjálpsama lyndi. Linhild var saman
við okkum til jólaborðhaldið fyri jól
2005. Tá tyktist alt at ganga rætta
vegin, og vón var fyri at sjúkan var
bast og lívið kundi ganga víðari.
“Harrans vegir eru ikki okkara
vegir” m.a. soleiðis tók Meinhard
Bjartalíð, prestur til í síni sera góðu og
kenslubornu talu við jarðarferðina.
Hesi orð fingu vit so eisini at sanna,
nú Linhild ikki longur er millum
okkum.
Tað er ikki av tilvild, at sálmurin
“Mær er sagt um ein stað í tí høga”
var sungin í kirkjuni við jarðarferðina.
Hvørt eitt orð í sálminum er grundað
á tað trúgv, sum hevði so sterkar røtur
í Linhild og sum hon bygdi sítt lív á
saman við síni kæru familiu.
Vit í dagrøktini vilja við hesum
minnast ein góðan og hjálpsaman
starvsfelaga, ein høgt virdan og góð
an dagrøktara og sum hevði stóra
umsorgan fyri okkum øll.
Tankar okkara leita til tín Hera og
børnini Louis, Siri og Jannu, sum
hava mist so ómetaliga nógv, men
eisini hevur eftirlatið so nógv góð
minnir og sum tit skulu byggja lív
tykkara víðari á.
Linhild er tí landi ei tár skulu renna,
eingin pína og sjúka skal níva,
har ei særandi sorg er at kenna,
- um eitt bil, ja, so eri eg har.
Ei skal gleðinnar dagur har halla,
ei skal ivin tá tyngja mítt sinni,
aldri meira vit snáva og falla,
tí tá eru vit heima, o, Gud!
Takk fyri at vit eisini fingu lut í tí stóru
og gevandi gávu, sum tú, Linhild, var
fyri okkum allar.
Takk fyri alt, vit síggjast!
Dagrøktararnir í Runavík
Minningarorð um Linhild Jóhannesen
f. 20.12 1959 - d. 06.04.2006
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá kæra
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Marjun W. Niclasen
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Jónsvein Bech fyri troystarrík orð í
kapellinum og kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar,
sangarar, organist, berarar og gravara.
Tøkk til Landssjúkrahúsið, Suðuroyar Sjúkrahús og
Suðuroyar Ellis- og Røktarheim.
Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og
peningagávur til Hjartafelagið og til tykkum øll, ið
fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Hans Rudolf, Leif Erik, Finnbjørn og Kári
Fríggjadagin 16. juni letur
eina framsýning hjá Odu
Guld Bruun upp í Smiðjuni
í Lítluvík.
Framsýningin er sett
saman av myndum við
einfaldum geometriskum
myndum, ið eru málaðir á
lørift ella træplátur.
Oda Oda Guld Bruun, sum
býr í Keypmannahavn, var
fyrstu ferð í Føroyum í 2004,
og er hon sera hugtikin av
ljósinum og litunum í okkara
náttúru.
Hon hevur fingist við
málningalist í umleið 20 ár.
Tey seinastu trý árini hevur
hon málað á Billedskolen í
Keypmannahavn, ið er ein
nógv virdur listaskúli. Í løt
uni arbeiðir hon í einum
atelieri saman við øðrum
málarum.
Framsýningin er opin til
og við týsdagin 20. juni,
allar dagar frá kl. 15.-20.
Oda Guld Bruun, listakvinna:
Framsýningin við geometriskum myndum
Oda Guld Bruun letur upp eina framsýning í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin 16. juni
Mynd: Jens Kristian Vang
80 ár
Paula Davidsen, Sørvágur verður 80 ár fríggjadagin
16. juni. Føðingardagurin verður hildin í heiminum hjá
dóttrini Hallu Henriksen.
Dagurin í morgin
16. juni. Tycho. Í fjórðu ella fimtu øld var hann biskupur
í Amatus á Kypros.
Lesið Sosialin - so eru tit við