hósdagur 15. juni 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 113 - 15. juni 2006
Á heimasíðuni hjá
Barnaverndarstovu
Føroya er stutt
leiðbeining til fólk,
sum starvast við
børnum og til onnur,
ið varnast, at børn
ikki hava tað gott.
Hvat hendir tá tú ringir til
barnaverndartænastuna
Á barnaverndartænastuni
ber til at koma í samband
við ein sosialráðgeva. Tú
kanst fáa ráðgeving, uttan
at upplýsa hvat barn talan
er um. Eingin fyriskipan
verður sett í verk, einans av
tí orsøk, at tú hevur tørv á
at tosa við onkran um tað,
tú hevur varnast.
Tað vil siga, at tínir
spurningar ella upplýsingar
nýtast ikki at seta nakra
fyriskipan í verk. Tað er
heldur ikki neyðugt at upplýsa
familjuni, at tú hevur ringt
til barnaverndartænastuna.
Hetta kann bíða til avtala er
gjørd við sosialráðgevaran
um, hvat skal henda í
málinum víðari.
Soleiðis kanst tú gera,
varnast tú okkurt, ið
ikki ruggar rætt
n Tosa við starvsfelagar/
leiðslu um tað er innan
starvsøkið títt
n Set teg í samband við
barnaverndartænastuna og
fá dulnevnda ráðgeving
n Tosa við foreldrini hjá
barninum um tað, tú hevur
illgruna um
n Stúrir tú enn fyri støðuni
hjá barninum kanst tú:
n Antin siga við foreldrini,
at tú stúrir fyri barninum
og, at tú hevur í hyggju,
at taka tað upp við
barnaverndartænastuna
n Tosað við barnaverndar-
tænastuna
n Gera eina skrivliga
frágreiðing til barnaverndar-
tænastuna, sum inniheldur:
n Navn og bústað hjá
barninum og hjá foreld-
runum
n Hvussu leingi tú hevur
kent barnið og familjuna
n Lýsing av tí, sum tú hevur
varnast
n Hvat tú hevur sagt við
foreldrini og hvat hava tey
sagt/gjørt í tí sambandi
n Hevur tú ikki tikið trupul-
leikan upp við foreldrini,
frágreiðing um hví
n Tína meting um, hvørji
fyrilit skulu takast um so er,
at ein fyriskipan skal setast
í verk
n Tann sum fráboðar verður
vanliga ikki kunnaður
um, hvat víðari hendir í
málinum!!
Tekin um umsorg-
anarsvík og ágang
Kropsligur harð-
skapur
n Blá merki, rípur eftir
eitt nú sløgum við reim
ella stavi,sjónligir reyðir
prikkar
frá sløgum við hárbust
n Brunasár og bløðrur
–
kunnu
stava
frá
sigarettum,tendrara o.ø.
n Blá merki um hálsin ella
merki frá bandi kunnu vera
tekn um roynd at kvala
n Harðlig atferð móti øðrum
børnum
Sálarligur harð-
skapur
n Atburður,ið víkir frá
n Málsligu førleikar eru
vánaligir
Nýggja skipanin
skal tryggja
rættartrygdina hjá
familjum og børnum,
nú fakfólk taka málini
upp.
Barnavernd
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Endamálið við nýggju
barnaverndarlógini, sum
kom í gildi fyri knøppum ári
síðan, er at tryggja børnum,
sum liva undir umstøðum, ið
kunnu skaða teirra heilsu og
menning, neyðugu hjálpina
og umsorganina í rættari tíð
og at hjálpa teimum at fáa
ein tryggan uppvøkstur.
Tað nýggja og slóðbrótandi
við nýggju lógini er
at finna í skipanini av
barnaverndarøkjum runt í
landinum. Sostatt áleggur
lógin kommununum at finna
saman í samstarvseindir á í
minsta lagi 1.500 fólk, og í
tilknýti til hesar eindir at seta
eina fakliga umsiting, sum
skal fyrireika og málsviðgera
øll barnaverndarmál. Hesar
eindir
verða
nevndar
barnaverndartænastur, og
verður skipanin vónandi
ein fyrimunur fyri smáu
samfeløgini,
har
ikki
altíð er tespiligt at boða
frá ella at skula viðgera
barnaverndarmál. Tað er
ógvuliga tilvitað, at orðið
tænasta verður brúkt, tí
vónin er, at fólk fara at kenna
tað sum eina tænastu og ikki
eina revsing, at hond verður
tikin um børnini.
Í kjalarvørrinum á nýggju
barnaverndarskipanini
gjørdist eisini interkom-
munali stovnurin Barna-
verndarstovan veruleiki.
Skrivstovan lat upp 1.
desember 2005 og er mannað
av trimum starvsfólkum,
sum eru Anna Dam, leiðari,
Hallbjørg Lamhauge, leiðari
av Fosturforeldraskipanini
og Jendis Gærdbo, sum
er
skrivari.
Sambært
heimasíðuni hjá stovuni, eru
uppgávurnar hjá henni:
n At umsita fosturforeldra-
skipanina
n At veita barnaverndar-
tænastum og samdøgur-
stovnum holla vegleiðing
og ráðgeving
n At virka sum ráðgevi
hjá landsstýrinum á barna-
verndarøkinum
n At styrkja og samskipa
barnaverndarøkið
n At fáa til vega hagtøl
og skipa fyri gransking og
menning á økinum.
Vónin
við
nýggju
skipanini er, at umsitingin
av
barnaverndarmálum
verður smidligari, skjótari
og meira professionel,
samstundis sum at ætlanin
er at skipa fyri skeiðum
og kunnandi tiltøkum
fyri fakfólki, eitt nú um
fráboðanarskylduna og um
at lesa av tekin um vanrøkt,
ágang og umsorganarsvík.
Harumframt
er
eisini
ætlanin at seta niður lokalar
tvørfakligar bólkar við
umboðum úr skúlunum,
dagstovnum, heilsuverki og
almannaverki.
Nýggj skipan um barnavernd
Úrvalið av
fosturfamiljum
skal vera størri og
meiri fjølbroytt, so
lættari verður at
finna røttu familjuna
til rætta barnið.
Hetta er ynski frá
Barnaverndarstova
Føroya.
Barnavernd
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Av Føroya Barnaverndar-
stovu verður sagt, at
tørvurin á fosturfamiljum
er ovurhonds stórur, serliga
í
høvuðsstaðarøkinum.
Talan er bæði um vanligar
fosturfamiljur og familjur,
sum kunnu taka børn til
umlættingar.
Sjálvsagt verða ávís krøv
sett fosturfamiljum. Í fyrsta
lagi skal fosturfamiljan draga
umsorgan fyri barninum,
sum var tað teirra egna.
Samstundis skulu tey duga
at seta seg inn í støðuna hjá
barninum og skilja, at barnið
hevur eina søgu og nakrar
upplivingar, sum merkja tað.
Fosturfamiljan skal verða til
reiðar at lata barnið frá sær
aftur, um tað skal heim aftur
og hon skal kunna samstarva
við biologisku familjuna hjá
barninum. Um barnið skal
búgva fast í heiminum, skal
tað helst hava eitt kamar,
men annars eru tað ikki
fysiska umhvørvið hugt
verður mest eftir, verður sagt
av Barnaverndarstovuni.
Í ávísum førum er
tað ein fyrimunur, um
fosturforeldrini hava eina
ávísa útbúgving, so sum
pedagogur ella lærari. Hesir
starvsbólkar hava lært at
verða serliga tilvitaðir um
børn, sum hava ein serligan
tørv, og nøkur av børnunum
bera ymisk brek, sálarlig,
kenslulig ella kropslig.
Sambært Barnaverndar-
stovuni er serstakliga tørvur
á familjum, sum kunnu taka
ungar teenagarar til sín.
Hetta kemst helst av, at tað
er nústani tá, at møgulig
tekin og sár veruliga koma
til sjóndar, og tá hava aðrar
loysnir kanska longu verið
royndar, til men til fánýtis.
Breiðari úrval
Av Barnaverndarstovuni
verður sagt, at trupulleikin
er ikki so stórur, at tey
mangla familjur, tá eitt
barn hevur tørv á tí. Men tey
hava eitt stórt ynski um fleiri
familjur, so úrvalið verður
fjølbroyttari og at tað sostatt
verður lættari at matcha
familju og barn. Her verður
eitt nú hugsa um førleikar og
bústað hjá familjuni.
Tað er næstan altíð ein
fyrimunur, um barnið
framhaldandi kann vera í
vanda umhvørvinum, so sum
skúla/stovni og grannalagi.
Í lógini er verður sagt, at
myndugleikarnir fyrst skulu
royna at finna fosturforeldur
millum kenningar ella
familjuna hjá barninum. Til
dømis kann talan vera um
eina ommu, lærara, pedagog
ella granna, sum barnið
hevur álit á.
Samsýningin fyri at vera
fosturfamilja veldst um,
hvussu kravmikil uppgávan
verður mett at vera, og
verða upphæddirnar ásettar
í kunngerð frá Almanna- og
heilsumálaráðnum. Ofta
eigur barnið onki, tá tað
verður sett heiman, og tí
fær fosturfamiljan hjálp til
at etablera barnið, so sum
song og seingjarklæði.
Harumframt
fær
fosturfamiljan kostískoyti,
lummapening, klæði og
samsýning annars. Vanliga
kunnu fosturforeldrini halda
fram á arbeiðsmarknaðinum,
og
barnið
gongur
í
barnagarði ella skúla, men
summi mál eru somikið
krevjandi, at mett verður, at
barnið skal vera heima. Tá
verður samsýningin mett út
frá vanligari mánaðarløn.
Eftirlýsa fosturfamiljur
Tekin um umsorganarsvík og ágang
– Sum við øllum øðrum lívsins
viðurskiftum, hava fólk tað best við at
verða spurd beinleiðis, í staðin fyri at farið
verður afturum ryggin á teimum, segði
Anna Dam. Og hon vísti á, at foreldur,
sum ikki vita, hvør hevur boða frá brúka
alla orkuna til at hugsa um, hvør hevur
boða frá, í staðin fyri at viðurkenna
trupulleikan og samstarva um at hjálpa
barninum.
Anna Dam, leiðari fyri Barnaverndarstovu Føroya