hósdagur 15. juni 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 15. juni 2006
15
skal tryggja hægri støði
n Harðlig atferð móti øðrum
børnum
n Talumál barnsins –
málburður – tað, ið barnið
fortelur um gerandisdag
sín
n Sjálvoyðandi atburður
Vanrøkt/umsorg-
anarsvik
n Matpakkin manglar ofta
ella er vánaligur
n Vánalig ella ógvuliga
skitin
klæði,sum
eru
óhóskandi til veðrið og
árstíðina
n Vánaligt reinføri
n Vánaligar og óstøðugar
avhendingar og heintingar-
umstøður
n Vantandi grundleggjandi
vitan kann vera tekin um
vánaliga stimbran
n Atburður, ið víkir frá
n Harðlig atferð móti øðrum
børnum
Kynsligur ágangur
n Ampi ella bløðingar kring
kynsgøgnini ella gatið
n Barnið gremur seg um
pínu, tá tað er á vesi
n Lágt sjálvsálit,torir
ikki,vil ikki,heldur ikki at
tað dugur nakað
n
Mistrúgv á onnur
børn,vaksin og tilveruna
sum heild
n Sjálvoyðandi atferð
n Psykosomatiskar klagur
(høvuðpína,búkilska)
n Hvíldarloysi
n Harðlig atferð móti øðrum
børnum
n Eyðsýndan seksuella
atburð
Minnist til, at í flestu familjum
eru tíðarskeið, har eitt ella
fleiri av omanfyri nevndu
eyðkennum koma fyri. Eitt
nú, tá foreldrini eru undir
stórum arbeiðstrýsti, ella
familjan annars er í kreppu.
Men hevur tú illgruna, set teg
í samband við familjuna og
met síðani um tørvur er á at
fáa barnaverndartænastuna
upp í málið. Um tú hevur
grundaðan illgruna um
lógarbrot, so set teg
beinleiðis í samband við
barnaverndartænastuna ella
løgregluna.
Kelda: www.bvs.fo
At boða frá er
kanska fyrsta stigið
til at støðga einari
syrgiligari lagnu
Av Barnaverndarstovuni
verður sagt, at tað er
ikki altíð lætt at vita við
vissu, nær eitt barn er fyri
misrøkt ella ikki, men sum
borgarar í samfelagnum
eiga vit at vakna, tá vit
hava varhugan av, at eitt
barn er fyri misrøkt. Vit
eiga at bjóða barninum
bestu kor at liva undir,
og tí skulu vit boða
myndugleikunum frá, so
barnið kann fáa hjálp.
Lógin um barnavernd
er sera greið, tá talan er
um fráboðan. Øll hava
vit skyldu til at boða
myndugleikunum frá,
um vit kenna til mál,
har barn er fyri misrøkt.
Lógin sigur, at øll hava
f r á b o ð a n a r s ky l d u ,
men skilur tó ímillum
vanliga borgaran og
tann sum í starvi sínum
hevur við børn at gera.
Sostatt kunnu vanlig
fólk boða frá ónavngivin,
meðan starvsfólk, skulu
vera
navngivin,
og
fráboðanarskyldan kemur
fram um tagnarskylduna.
Fráboðanin er fyrsta stigið
§ 14. Øll, sum í starvi
sínum hava við børn at
gera og sum í hesum
sambandi fáa kunnleika
til viðurskifti, sum krevja,
at komið verður uppí eftir
hesi lóg, hava skyldu
til navngivin at boða
barnaverndartænastuni
frá hesum. Fráboðanar-
skyldan sambært hesum
stykki verður sett fram
um ásetingarnar í øðrum
lógum um tagnarskyldu í
viðkomandi yrkjum.
Stk. 2. Tann, ið fær
kunnleika til, at foreldur
ella annar uppalari t.d.
misrøkir,
meiðslar,
misnýtir ella handfer barn
soleiðis, at álvarsamur
vandi er fyri tess sálarligu
ella likamligu heilsu ella
búning, hevur skyldu
at
boða
avvarðandi
barnaverndartænastu frá
hesum. Fráboðarin kann
vera ónavngivin.
Stk. 3. Fráboðast skal
eisini
viðvíkjandi
kvinnum, ið eru við barn,
tá ið mett verður, at tørvur
er á stuðli sambært hesi
lóg, t.d. vegna álvarsama
rúsevnismisnýtslu,
sálarsjúku ella sálar-
trupulleikar.
Stk. 4. Barnaverndar-
tænastan
skal
sum
skjótast, og seinast innan
eina viku, ganga ígjøgnum
innkomnar fráboðanir og
meta um, hvørt kanningar
skulu setast í verk sambært
hesi lóg, sí §§ 45 og 49.
Fráboðanir skula vendast til
barnaverndina í tínum øki
Sosiala deild Tórshavn
Barnaverndartænastan tlf. 30 20 60
Vakttelefonin eftir arbeiðstíð 21 60 12
Sosiala deild Klaksvík
Barnaverndartænastan tlf. 41 00 00.
Vakttelefonin eftir arbeiðstíð 21 91 81,
Sosiala deild Runavík
Barnaverndartænastan tlf. 41 70 00
Sosiala deild Fuglafjørður.
Barnaverndartænastan tlf. 44 50 06 ella 21 08 06.
Vakttelefonin eftir arbeiðstíð tlf. 21 50 06
Sosiala deild Sunda Kommuna.
Barnaverndartænastan tlf. 47 10 22 .
Vakttelefonin tlf. 77 10 22
Barnaverndartænastan Sandavágur.
Barnaverndartænastan tlf. 33 39 60.
Vakttelefonin tlf. 21 29 60
Sandoyar Barnaverndartænasta.
Tlf. 361024/281024
Sosiala Deild Tvøroyri
Barnaverndartænastan tlf. 37 10 85.
Vakttelefonin tlf. 22 39 96
Fráboðanarskyldan
Foto: Scanpix