Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 113 - 15. juni 2006 Stutt sagt Rigga til útbyggingina Klaksvík: Tað hevur leingi verið eitt ynski, og nú sær umsíðir út til at skúlin við Ósánna verður útbygdur. Á fundi í býráðnum stutt undan jólum í fjør varð henda útbyggingin samtykt, og nú er klárt at fara í holt við hana. Upplýst verður, at spak­ in verður sett í jørðina longu í summar til ar­ beiðið at gera lendið klárt til útbyggingina. Henda útbyggingin skal gerast norður úr ver­andi skúlabygningi, og byrjar fyrst í komandi ári. sb. Egið skótahús Runavík: Skótaliðið hjá KFUM-skótunum á Glyvrum telist millum størstu skótabólkar í land­inum. Í bólkinum eru um 100 limir, sum koma úr øllum bygdum við Skálafjørðin. Nú hava skótarnir sett sær eitt mál fyri, nevni­liga at útvega sær egið skótahús í Runavík. Í sam­band við hetta hevði býráðið eitt mál um hetta fyri á seinasta fundi sín­um. Her var eitt mál, har Ognarhagin á Mýrunum søktu um at frábýta eitt grundstykki burtur av eini trøð nærhendis Tofta­ vatni til KFUM-skótarnar at byggja skótahús á. Á fundinum hevði Byggi- og býarskip­an­ ar­­nevndin játtað hes­um frá­býtinum, og á fundi 1. juni samtykti bý­ráðið at taka undir við til­ mælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini. Býráðsfundurin við­ gjørdi eisini eitt annað mál í hesum sambandi, nevni­liga viðvíkjandi barna­ansingini og hesi ætlanini hjá skótunum at byggja egið skótahús. Sosiala nevnd mælir til at arbeiða víðari við ætlanini. Og tað samtykti býráðið eisini. sb. Øki til ídnaðin Toftir: Sáttmáli er nú undirskrivaður um ar­ beiðið at gera eitt øki mill­­um Oyrarnar og Rætt byggi­búgvið. Ætlanin er, at hetta ídn­ aðarøkið skal vera klárt at byggja á í sep­temb­er mánaði. Tað er Hentze Entre­ prenørar sum skal standa fyri arbeiðinum, sum longu er farið í gongd. Teir gera arbeiðið fyri slakar 1,6 mió. kr. sb. – At inntøkan av skatti hækkar, setir samstundis krøv til okkum um at brúka peningin á skilagóðan hátt, sigur borgarstjórin í Sørvági, Jákup Suni Lauritsen Fíggjarstøða Snorri Brend Sørvágur: – Vit kunnu bert gleðast um, at fleiri og fleiri vilja búseta her í Sørvági, sigur Jákup Suni. Hesa seinastu tíðini hava tey í kommununi sæð gongd­ina, at fólk flyta vest­ ur, men vilja framvegis varð­veita arbeiðið sítt á øðr­ um støðum. Hetta hevur aftur skapt tørv á enn fleiri grundøkjum. Ein útstykking er í løtuni í gerð, men henda nøktar als ikki tørvin. – Vit mugu tí í holt við at stykkja út fyri enn fleiri grundøkjum. Hesi verða tøk fyrst í komandi ár, sigur ein væl nøgdur borgarstjóri. Trívast Fíggjarstøðan hjá kommun­ uni er somuleiðis avbera góð. Roknskapurin fyri farna árið javnvigar við 80 mió. kr. Roknskapurin vísir, at í fjør vórðu gjørdar fyri oman fyri 10 mió. kr. í íløg­ um, harav barnagarð Positiva gongdin hjá komm­ununi heldur fram í ár. Staðfestast kann nevni­ liga, at skattainntøkan held­ ur fram at hækka. Nógv virksemi er eisini í kommununi. Ein nýggjur barnagarður verður liðugur í august mánaði, eitt nýtt reinsiverk verður liðugt um stutta tíð, eins og aðrar ætlanir eru í gerð beint nú. – Hetta eigur alt at gera sítt til at kommunan veksur og at fólk fara at trívast her, sigur Jákup Suni. Gott at búgva í Sørvági Tríggjar vikur eft­ ir herviliga jarð­ skjálvtan í Indonesien er framvegis stórur tørvur á neyðhjálp. - Størsta avbjóðing beint nú er at fáa tey heimleysu undir tak og fáa heilivág, læknahjálp og slíkt til harðast raktu økini, sigur altjóða stjórin hjá Reyða Krossi í Danmark, Anders Ladekarl Neyðhjálp Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Indonesien: – Tørvur er á enn størri neyðhjálp, sigur Suni Vinther, formaður í føroysku deildini av Reyða Krossi. Tey í felagsskapinum hava fylgt væl við gongdini eftir jarðskjálvtan fyri sløkum trimum vikum síðani, sum legði eitt stórt øki oyðið. Frá føroyskari síðu hevur ein higartil sent 50.000 kr. til arbeiðið eftir jarðskjálvtan, men ein ynskir framvegis at stuðla við enn meiri pen­ ingi. – Á fundi fyrr í vikuni av­gjørdu vit tí at játta 100.000 kr. aftrat til Indo­ nesien. – Saman við tí, sum lands­stýrið hevur sent, hava føroyingar higartil sent 250.000 kr., sigur Suni. Hetta er so tað sum Reyði Krossur sjálvur hevur sent. Tann vanligi føroyingur hevur eisini verið íðin at stuðla. Ein innsavning umvegis giro og peningastovnarnar hevur higartil givið 30.000 kr., umframt tað sum fólk hava latið við at ringja til tlf. 905656. Hjálpin ger mun Lítil ivi er um, at hesin føroyski peningurin kemur væl við í arbeiðinum at fáa lívskorini hjá fólkinum í Indonesien aftur á eitt rími­ ligt støði. Slíkt kostar sjálvandi hóp­in av peningi, og enn vantar nógv í. Altjóða Reyði Krossur hevur tí heitt á heimssamfelagið um at játta 120 mió. aftrat sum hjálp til teirra, sum yvir­ livdu jarðskjálvtan. – Umframt ta peningaligu hjálpina er eisini neyðugt at veita sálarligan stuðul og at hjálpa fólki til at endurvinna sítt lívsbreyð, sigur Anders Ladekarl. Hann kom herfyri aft­ ur úr jarðskjálvtarakta øki­num, og hevur tí við egnum eygum sæð tørvin á hjálpa og eisini, hvussu hjálpararbeiðið er komið í gongd. Tað hevur eydnast at fáa læknar og sjúkrasystrar inn í økið. Soleiðis hevur ein tryggjað sær, at sjúkra­ húsini kunnu fremja skurð­ viðgerðir og annars røkta tey mongu sum eru komin til skaða. Reyði Krossur í Danmark hevur higartil savnað inn omanfyri 250.000 kr., eins og felagsskapurin hev­ ur játtað 200.000 kr. úr kreppugrunni sínum til sama endamál. Uttanríkisráðið og danska sendistovan í Indonesien hava latið 4,6 mió. kr. Føroysk hjálp kemur væl við í Indonesien Jarðskjálvtin: Rakti tætt við stórbýin Yogyarkarta leygardagin 27. mai, og varð máldur til 6,3 á Richter- talvuni. Skaðar/deyð: Higartil rokna indonesisku myndugleikarnir við at um 5000 fólk eru deyð og omanfyri 130.000 heim løgd í oyði Landið: Í Indonesien eru omanfyri 13.700 oyggjar í Kyrrahavinum. Íbúgvarar: 230 milliónir Høvuðsstaður: Jakarta FAKTA – Hjálpin úr Føroyum ger góðan mun í jarðskjálvtarakta økinum, sigur Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroya Sørvágur stendur í menning, og hetta sæst aftur í fíggjarstøðu og eftirspurninginum á grundøkjum