hósdagur 15. juni 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 15. juni 2006
17
Er tað eins sunt at
drekka fruktdjús sum
at eta fruktina sum
hon er? Hvat kann
gerast fyri at stýra
trongdini til at eta
søtmeti? Er frystur
matur eins góður og
frískur matur?
Føðsla
■ Er fruktdjús eins sunt at
drekka og at eta fruktina
sum hon er?
Djús er eins sunt, um fruktin
verður pressað og drekkin
beinanvegin. Fruktdjús, ið
verður keypt í handlunum,
er viðgjørt fyri at drepa evt.
bakteriur (pasteuriserað),
og er tí ikki so sunt sum at
eta vanliga frukt.
■ Hvat kann gerast fyri
at stýra trongdini til at eta
søtmeti?
Tað er ikki neyðugt heilt at
gevast við at eta søtmeti,
men bert at finna nøkur
alternativ, sum t.d. frukt,
proteinbarrir og ristaðar
soyanøtur. Minst til at tað
tekur millum tríggjar og
seks vikur at bróta ella fáa
ein nýggjan vana.
■ Hvat er munurin á
vitaminum og mineralum?
Vitaminir eru oraniskar (lív
runnar) og stava frá tilfari
úr plantum og djórum ella
substansum sum einaferð
vóru livandi sum t.d. kol,
meðan mineralir eru ikki
lívrunnin.
■ Kemur turr húð av at
vánaligum kostvanum?
Turr kann koma av tørvi
á týdningarmiklum feitt
sýrum, tí tað í staðin verður
etið ov nógv av mettaðum
feittsýrum. Hetta kann bøt
ast upp á við at eta meira
av feitum fiski sum t.d
makreli, sardinum, laksi,
sild ella fiskaolju.
■ Hvussu stór er ein
portión?
Tað er ógvuliga individuelt.
Tørvur á mati er treytaður
av t.d. aldri, stødd, kyni,
heilsu og hvussu nógv ein
rørir seg.
■ Er frystur matur eins
góður og frískur matur?
Ja, tað hann væl vera. Um
maturin t.d. ikki hevur verið
rætt goymdur ella hevur
ligið ov leingi á goymslu,
kann frysti maturin inni
halda meira av føðsluevni
enn tann “fríski”.
■ Hvussu kann bein
broyskni (knogleskørhed)
fyribyrgjast?
Beinbroyskni kann fyri
byrgjast við at eta mat við
kalsium innihaldi, sum t.d
mjólk, ost, sardinir og grøn
sakir, serliga salatbløð
■ Hvat kann gerast fyri at
hava eitt sunt hjarta, tá vit
eldast?
Vel ein kostplan við øko
logiskum, frískum og dygd
argóðum føðivørum.
Et fisk minst tríggjar ferðir
um vikuna og drekk minst
átta gløs av vatni dagliga.
Být vanliga borðsaltið út
við mineralsalt við lágum
natriuminnihaldi og fá nokk
av kropsvenjing.
■ Hví kenna vit okkum
ofta so uppfylt eftir at hava
etið høvuðsmáltíðina?
Orsøkirnar kunnu vera
nógvar og ymiskar, sum
t.d stress, sinnistyngd ella
vanlig møði, sum kunnu
ávirka frígering av maga
sýruni. Ella kann tað vera
ein ov stór máltíð ella ein
máltíð, ið inniheldur ov
nógva sýru. Tað hjálpir eis
ini at eta minni.
Kelda: www.nyggjanfigur.nu
Hví er vatn so neyðugt?
■ Vatn hjálpir kroppinum við at skilja seg av við gift- og
affalsstoffir
■
Vatn hjálpir kroppinum við sodningini við at taka
upp mat og sundurskiljing av affalli.
■
Vatn hjálpir til við sundurskiljingini av affalsstoffum
frá tarmum og nýrum
■
Blóðið hjá okkum er gjørt úr 92 prosentum av vatni
■
Kroppurin missur umleið 1,7 litur av vatni um dagin
gjøgnum sveitta og sundurskiljing av affalsstoffum.
Kelda: Herbalife
FAKTA
Drekk átta gløs av vatni dagliga
Heilsa
& lívsstílur
Heilsa
maggi@sosialurin.fo