hósdagur 15. juni 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 113 - 15. juni 2006
UTTAN ÚR HEIMI
Stutt sagt
Ein uppgerð hjá Danske
Bank vísir, at danska stjórn
in hevur ikki megnað at
steðga teimum almennu
útreiðslunum, sum stjórnin
annars setti sær fyri.
Uppgerðin vísir, at tann
almenna nýtslan er vaksin
11 milliardir krónur meiri,
enn tann sokallaða 2010-
ætlanin hjá stjórnini sigur.
Thor Pedersen, fíggjar
málaráðharri, sigur við
Berlingarin, at stjórnin
hevur tamarhald á sínum
útreiðslum, men at tað eru
kommunurnar, sum brúka
meiri enn ætlað. Tað kemst
av, at kommunurnar hava
fingið størri sjálvræði, og tí
er tað truplari hjá stjórnini
at avmarka tær kommunalu
útreiðslurnar, sigur hann.
Skattamálaráðharrin,
Kristian Jensen, leggur eis
ini ábyrgdina á kommun
urnar og sigur, at tær øktu
kommunalu útreiðslurnar
hava gjørt, at skattasteðgurin
hjá stjórnini hevur ikki
virkað eftir ætlan
Tá ódnin Katrina legði stór
ar partar av amerikanska
býnum New Orleans í
oyði fyri skjótt einum ári
síðani, játtaði amerikanska
Kongressin nógvar milliardir
krónur í neyðhjálp.
Nú vísir tað seg, at
minst átta milliardir krón
ur hvurvu á vegnum og
komu tí ongantíð teim
um neyðstøddu til góðar.
Grannskoðanin hjá Kongr
essini er komin eftir, at í
veruleikanum játtaðu pol
itikararnir pengar til fleiri
hjálpartiltøk, sum als ikki
vóru til. Tvørturímóti
blivu pengarnir brúktir til
atgongumerki til fótbólts
dystir, skreytlutir av ymsum
slagi og dýrar frítíðarferðin,
og tað finnast eisini dømi
um, at neyðhjálparpengar
blivu brúktir til kynsligar
tænastur, sigur grannskoð
anin hjá Kongressini.
Sambært grannskoðanini
umfatar svikið 16 prosent
av allari neyðhjálpini, sum
Kongressin játtaði.
Síðani hann fór frá, hevur
fyrrverandi amerikanski
forsetin Bill Clinton hildið
røður um mong ymisk evni
víða hvar um heimin, og
fólk eru til reiðar at gjalda
nógv fyri at sleppa at hoyra
hann. Tað ávirkar sum vera
man samsýningina, og
sambært AP fekk Clinton
einar 45 milliónir krónur
í fjør fyri at halda røðu
ymsastaðni. Orsøkin til, at
talið er alment, er, at Hillary
Clinton er senatorur og skal
tí geva upp, hvussu nógv
hjúnarfelagin forvinnur.
Jay Carson, sum er tals
maður hjá Bill Clinton,
sigur við AP, at fyrrverandi
forsetin hevði óvanliga
nógv at gera í fjør. Hann
helt 42 røður. Tann minsta
samsýningin var beint
niðan fyri eina millión
krónur, men fyri at halda
tvær røður í Kanada fekk
Clinton næstan fimm milli
ónir krónur.
Clinton-hjúnini hava
ikki liðið neyð, síðani tey
fóru úr Hvítu Húsunum.
Tvørturímóti hava tey
forvunnið nógvar pengar
burtur úr røðum og bóka
útgávum. Harafturat fær
Hillary sína føstu løn sum
senatorur.
Í USA hevur Senatið sam
tykt, at í framtíðini skal
George W. Bush, forseti,
ikki brúka meiri pengar til
bardagan ímóti yvirgangi,
enn fíggjarlógin sigur. Við
øðrum orðum kann forsetin
ikki brúka tær sokallaðu
neyðlógirnar, sum higartil
hava givið honum heimild
til at biðja um meiri pengar,
tá hann hevur hildið tað
vera neyðugt.
Tað er ein sannroynd, at
nógv av tí, sum forsetin
hevur fingið játtað við at
vísa til neyðlógirnar, er far
ið til krígsførsluna í Irak og
Afghanistan, og ofta hava
málini havt slíkan skund,
at senatorarnir hava hildið
seg fáa ov lítla tíð til at við
gera tey. Tá forsetin fyri
nøkrum døgum síðani bað
um góðar 350 milliardir
krónur afturat við at vísa til
neyðlógirnar, var bikarið
fult hjá Senatinum. Við 98
atkvøðum fyri og ongari
ímóti samtykti Senatið at
broyta mannagongdina.
Demokratarnir og nógvir
republikanarar leggja for
setan undir at brúka neyð
lógirnar fyri at fjala tær
ovurhonds stóru útreiðslur
nar av bardaganum ímóti
yvirgangi. Forsetin og
stjórnin siga, at tað ber ikki
til at hava eina fasta játtan til
endamálið, tí tað ber ikki til
at siga frammanundan, hvat
eitt kríggj fer at kosta.
Tað almenna brúkar ov nógv
Svik við neyðhjálp
Betri eftirlit við útreiðslum
Dýrur røðari
Skal mannaættin yvir
liva, mugu vit byggja
búpláss á Mánanum
og á Mars. Tað heldur
heimskendi alisfrøð
ingurin Stephen
Hawking
Tilvera
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Tað er ein ávísur og veks
andi vandi fyri, at mannaættin
verður oydd av einari ella aðrari
vanlukku so sum ov nógvum
hita á Jørðini, kjarnorkukríggi
, onkrum virusi ella kanska
onkrum vanda, sum vit einki
vita um enn. Framtíðin hjá
mannaættini er treytað av, at
hon verður før fyri at finna
sær okkurt annað stað í
rúmdini.
Orðini eigur heimskendi
bretski
alisfrøðingurin
Stephen Hawking, og áhugin
var ovurstórur, tá hann nú
um dagarnar helt fyrilestur
í Hongkong. Sjálvur heldur
hann, at tað ber til at byggja
eina støð á Mánanum um eini
20 ár, og at tey fyrstu kunnu
seta seg niður á Mars um eini
40 ár.
– Men vit finna einki stað,
sum er líka gott sum Jørðin
– í hvussu er ikki í okkara
sólskipan, sigur Stephen
Hawking.
Tann 64 ára gamli Hawk
ing, sum er professari á lærda
háskúlanum í Cambridge, er
ikki hvør sum helst. Hann
hevur granskað rúmdina
í mong ár, og bók hansara
„A brief History of Time“
er sera væl umtókt.
Tað eru kortini ikki øll vís
indafólk, sum eru samd við
honum, tá tað snýr seg um
búsetingarmøguleikarnar úti
í rúmdini. Alan Guth, sum
eisini er professari á alisfrøði,
sigur við AP-tíðindastovuna,
at tað er einki, sum bendir á, at
tað verður lættari hjá fólki at
búgva á Mars enn á Jørðini um
eini 50 ár, men hvat tøknin fer
at gera møguligt um eini 100
ár, er nakað annað, sigur hann.
Sjálvur heldur Alan Huth,
at vit eiga at fara niðureftir
heldur enn uppeftir.
– Tað mest einfalda er at
byggja eina støð undir jørð,
eitt nú á Antarktis, sigur
hann.
Undir Taliban-stýr
inum sluppu bønd
urnir í Afghanistan
ikki at dyrka opium,
men nú dyrka teir
næstan einki annað
Rúsevni
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Umleið 90 prosent av øllum
heroini, sum verður selt á
altjóða marknaðinum, hevur
sín uppruna í Afghanistan, og
í ár verður útflutningurin so
stórur sum kanska ongantíð
fyrr, skrivar bretska blaðið The
Guardian. Síðani innrásina
hava bretar havt ábyrgdina
av at avmarka teir ovurstóru
rúsevnatrupulleikarnar í
Afghanistan, men bretskir
embætismenn viðganga fyri
blaðnum, at allar royndir at
avmarka framleiðsluna eru
miseydnaðar.
Tað eydnaðist Taliban-
stýrinum at steðga rúsevna
framleiðsluni, og bøndurnir
vórðu hóttir við lívinum,
gjørdu teir ikki eftir boðunum
frá myndugleikunum. Men
síðani innrásina í 2001 er
framleiðslan vaksin í stórum,
og í dag dyrka bøndurnir
næstan bara opium.
Trupulleikin er, at tað loysir
seg betur hjá bøndrunum
at dyrka opium enn hveiti
og annað. The Guardian
skrivar, at teir sokallaðu
rúsevnabarónarnir bjóða
bøndrunum tíggju ferðir
meiri, enn teir kunnu fáa
burtur úr at dyrka hveiti. Tað
er ikki so løgið, at bøndurnir
taka av, og hjá nógvum
bøndrum er rúsevnið álitið,
skrivar blaðið.
Tað sæst eisini í hagtøl
unum, tí í fjør stavaðu
52 prosent av afghansku
bruttotjóðarframleiðsluni
frá rúsevnum.
Neyðugt at byggja búpláss
úti í rúmdini
Ongantíð so nógv rúsevni
úr Afghanistan sum nú