hósdagur 15. juni 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
uf.fo
Heimasíðan hjá Útvar-
pinum www.uf.fo er besta
føroyska heimasíðan. Hon
røkir eina tænastu, ið er at
bjóða tíðindi til tey vitjandi.
Tó er hetta eitt dømið um
eina síðu, har tú ikki kanst
skriva bert uf.fo. Hetta er tí,
at hon ikki er sett rætt upp
á servaranum. Tú leggur
annars merki til at teknisk
dygd liggur aftan fyri
síðuna. Hon riggar í øllum
browsarum og hon hevur
RSS Feeds. Eg veit ikki um
nakra aðra føroyska síðu,
ið hevur tað. Eitt annað
dømið um teknisku dyg-
dina, ið liggur aftan fyri, er
drag and drop møguleikin
á 15 teimum bestu. Hetta
vísir, at fólkini aftan fyri
síðuna brúka nýggjastu
tøknina og teir møguleikar,
hon gevur. www.uf.fo
hevur eitt lekkurt snið, og
møguligt er at finna runt
á henni. Hon hevur eisini
eina avmarkaða nøgd av
lýsingum, so tú missur ikki
hugin til at vera á alneti-
num, tá tú vitjar hana.
portal.fo
Portal.fo veitir eina
tíðindatænastu og ber
eisini tíðindi, sum ikki
beinleiðis eru á www.uf.fo.
Portal verður sera regluliga
dagførd, hetta er fínt og
tað dámar mær væl við
síðuni. Tó er sniðið troyt-
tandi. Talið av lýsingum
er alt ov stórt. Eg brúki
møguleikarnar í Mozilla, at
sláa lýsingar frá og hetta
hjálpir munandi. Men man
kann siga, at eg brúki
portal.fo í mangul av betri
– har eru eingir veruligar
kappingarneytar. portal.fo
er ikki innbjóðandi at vitja,
og skipanin av tilfarinum er
sera ørkymlandi. Skipanin
er stutt sagt ógreið, eitt
miks maks av øllum
møguligum. Tú veitst t.d.
ikki, um tú ert á portal.fo,
nummar.fo, gulu.fo, tele.fo
ella onkra aðrastaðni, tí alt
líkist. Síðan hevur somu-
leiðis deyð link, trýstir tú
t.d. á útbúgving á sjálvari
forsíðuni, so kemur tekstu-
rin NOT FOUND - hetta er
ikki nóg gott
nummar.fo
Tað er ikki so nógv at siga
um nummar.fo. Hetta er ein
góð tænasta. Síðan riggar
sum hon skal. Tú kanst t.d.
kanna telefonnummur um
onkur hevur ringt til tín.
Hov nú krasjaði browsarin
hjá mær, meðan eg var
inni á nummar.fo, tað er
sjálvandi ikki so gott, men
eg haldi ikki, at tað hendur
so ofta á nummar.fo. Síðan
er ein partur av øllum
portal.fo óruddinum, og tú
hevur onga greiða fatan
av, hvar tú ert. Sniðið er
ørkymlandi. Eg kundi brúkt
nógvar tímar til at tosa
um brúkaravinarligheitina
á øllum hesum ymisku
pørtunum av portal.fo.
kagi.fo
Heimasíðan kagi.fo er ein
síða, ið minnir eitt sindur
um donsku síðuna krak.
dk. Tú kanst finna bústaðir
í Føroyum og fáa kort, ið
greitt vísa, hvat slag av
húsum talan er um. T.d.
hava sethús ein lit, hjallar
ein lit og so framvegis.
Síðan riggar og er góð at
brúka. Tá tú, sum eg, hevur
búð niðri í 10 ár, minnist
tú ikki altíð hvat ymisku
vegirnir eita, so er hetta ein
fín hjálp. Sniðið er ok, men
ikki so øgiliga spennandi.
Eisini er tað sera keðiligt, at
síðan bert riggar í Internet
Explorer. Eg vil ikki, at
onkur annar skal velja fyri
meg, hvønn browsara
eg skal brúka, tað vil eg
sjálvur avgera.
dimma.fo
Tøkniliga er heimasíðan
hjá Dimmalætting OK. Tó
er tað ov vánaligt, at tað
ikki riggar at skriva dimma.
fo uttan www. Hyggur tú
at dimma.fo í mun til tílíkar
síðir í øðrum londum, so er
eingin ivi um, at hon hevði
endað seinast í eini saman-
bering. Sniðið eri sjálvt eg,
sum eri teldufrøðingur ,
ørkymlaður yvir, so vanligi
brúkarin er ivaleyst uppaf-
tur verri fyri. Síðan hevur
nøkulunda sama grafiska
samleika sum portal.fo.
dimma.fo verður regluliga
dagførd og hevur eisini
ymiskar aðrar tænastur,
ið hon bjóðar teimum
vitjandi, sum t.d. marknað
og Sudoku. Men skipanin
er sera forvirrandi. Tú veitst
t.d. ikki, um tú ert inni á
dimma.fo ella inni á síðuni
hjá P/F Dimmalætting.
Trýstir tú t.d. á Sudoku,
endar tú inni á síðuni hjá
partafelagnum, og leitar tú
á henni, so finnur tú ikki
tilfarið á dimma.fo.
5 tær bestu føroysku heimasíðirnar við Torkil Olsen
Ofta í mangul av betri
Torkil Olsen
starvast í
løtuni sum KT-
frøðingur hjá
IBM Danmark,
og hevur m.a.
verið við
til at gera
heimasíður
fyri nakrar av
størstu donsku
fyritøkunum.
Vit hava biðið
Torkil hugt
at føroyskum
heimasíðunum
og valt tær 5,
ið honum dámar
best.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Torkil
Olsen
er
best
kendur
sum
gittarleikari
í
Føroyum. Hann spældi
í bólkum sum Panic,
Betrayer,
Lisa
Sær
Dupult, MC-Hár, Malan
Eyðunsdóttir
Band
og Lucination. Hann
hevur
spælt
nógvar
konsertir og ofta til
dans umframt á fløgu.
Men seinastu árini er
gittarin mest brúktur
til klassiskan tónleik
heima í stovuni hjá
Torkili.
KT-frøðingur
Seinastu 10 árini hevur
Torkil búð í Danmark,
fyrstu árini læs hann
til telduástøðing í
Keypmannahavn. Liðugur
í skúlanum fekk hann
starv sum KT-frøðingur
hjá Mærsk Data, við
serligum atlitið at
Microsoft
forritan.
Seinni
varð
Mærsk
Data
keypt
av
IBM
- Torkil fylgdi við
í keypinum. Í løtuni
fæst hann við forritan
av tryggingarskipanum.
Hann
hevur
nógvar
ymiskar royndir innan
forritan. Hann hevur
forritað fyri fyritøkur
sum
A.P.
Møller,
Lego, TDC og fleiri
almennar stovnar. Her
er talan um nógvar
ymiskar skipanir og
heimasíðir. M.a. var
hann við í arbeiðinum
at gera maersk-air.
dk, ið ivaleyst nógvir
føroyingar
kenna.
Torkil sigur, at hóast
hann hevur verið í
Danmark í 10 ár, so
er eingin ivi um, at
ætlar sær heim aftur
til Føroyar at búgva
onkuntíð, kanska enntá
ikki um alt ov langa
tíð.
Í mangul av
betri
Vit hava biðið Torkil
um at nevna okkum 5
tær
bestu
føroysku
heimasíðurnar. Torkil
sigur, at tað er ringt
at finna 5 tær bestu
føroysku heimasíðurnar,
nógvar av teimum, ið
hann nevnir, brúkar
hann
í
mangul
av
betri. Hann er sum
heild ikki serliga væl
nøgdur við støðið á
føroyskum heimasíðum.
Summar
atfinningar
ganga aftur á fleiri
síðum, og eru galdandi
fyri flestu føroysku
heimasíðurnar. Her er
m.a. talan um ringa
skipan av tilfarinum,
og ringa sniðgeving.
Eisini
manglar
møguleikin
fyri
at
brúka
RSS
Feeds
á
flestu síðunum. Hetta
er
ein
eginleiki,
ið gevur brúkaranum
møguleika at síggja,
hvørjar broytingar eru
hendar á síðuni, síðan
seinastu vitjan.
Torkil heldur eisini,
at tað, at so nógvar
heimasíður ikki rigga,
uttan at tú skrivar www
frammanfyri tær, er
øgiliga sigandi. www
er ein leivd, frá tá
alnetið varð uppfunnið
í 1993, og fert tú inn
á útlendskar síður,
riggar tað altíð bert
at skriva síðu heitið.
T.d. eru stórar danskar
síðir sum dr.dk og
tv2.dk marknaðarførdar
uttan www. Í stuttum
er www ein fornleivd,
ið bert verður brúkt í
Føroyum.