Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Claiborne rokkaði hart og væl á spælistaðnum Drop-In mitt í Keypmannahavn, bólkurin vísti, at hann er munandi betur á konsert enn á fløgu. Niels Uni Dam, nielsuni@sosialurin.fo Vit vóru við, tá føroyskt/danski rokkbólkurin Claiborne spældi eina konsert á spælistaðnum Drop- Inn í Kompagnistræde 34 mitt í Keypmanna- havn. Rættiliga fitt av fólki var komið saman, hóast talan var um eitt mikukvøld, ið ikki telist millum best umtóktu kvøld at fara í býin. Spælistaðið, ið vanliga er stúv stúgva í vikuskiftinum, tyktist tó næstan tómligt, hóast fólk sat við flestu borðini. Rokkaðu Drop-In Konsertin gjørdist ein sera jalig uppliving. Lítli pallurin við tivoli perunum, var fyltur av kvartettini. Á konsert er bólkurin munandi betur enn á fløgu. Ikki tí, fløgan er heilt hampilig, men manglar tí orkuna, ið bólkurin hevur á konsertum. Saman við framleiðaranum Louise Nipper, ið millum annað hevur arbeitt við Carpark North, hevur Claiborne valt, eitt sera poppkent ljóð á fløguni, ið saman við teirra løgum er meira áhugavert, enn tað er gott. Hetta var tó ikki galdandi á konsertini. Tá hevði bólkurin heilt aðra orku, og tónleikurin rokkaði munandi meira. Ja, teir rokkaðu so mikið væl, at eigarin kom og bað teir um at skrúva niður, aftan á tvey løg vóru spæld. Ein natúrmegi Trummuleikarin Kenneth er ein natúrmegi, ið bukar og buldrar handan trummirnar. Hann er drívmegin, ið gevur tónleikinum eitt spark í endan, langt útum pallkantin. Kemiin og innaru bondini millum limirnar eru tøtt eftir samstarv í so nógv ár, og hetta hoyrist. Teir spæla stutt sagt ordiliga væl. Sjarmerandi og lætt hása røddin hjá Remi, er tó tað mest áhugaverda við bólkinum, hann er inniligur og syngur veruliga væl Góð løg Fleiri av løgunum eru heilt góð, kanska serliga løgini Into Grace og Reach, ið eisini eru bestu løgini á fløguni. Serliga væl eydna var Into Grace, ið byrjaði við, at Remi legði fyri einsamallur, áðrenn restin av bólkinum kom við. Hetta lagið er eitt greitt boð upp á eitt komandi hitt hjá Claiborne. Ein fitt rokk ballada, ið letur røddina hjá Remi fáa ríkiligt av pláss í ljóðmyndini, og røddin er sum sagt frálík, so hetta er eitt gott hugskot. Umframt hetta var eisini lagið Open Again rættiliga gott, eitt rokklag uttan ov nógv hóvasták. Meðan teirra roynd at spæla kontri á lagnum Borderline, als Claiborne rokkaði á Drop-In