hósdagur 15. juni 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Claiborne gevur
í hesum døgum
fløguna Head High
EP út á TUTL.
Kvartettin av
tveimum dønum
og tveimum
føroyingum, sigur
at vónirnar eru at
sleppa til Føroyar
at spæla. Vónandi
longu í summar.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Brøðurnir Remi (sang
og klaver) og Rúni
Thomsen (gittar) hava
spælt í bólki saman
við dønunum Kenneth
Gøtsche (trummir) og
Rune Andersen (bass
og kór) síðan mið-
skeiðis í nítiárunum.
Bólkurin hevur flutt
seg nógv tónlistarliga
hesi árini. Bólkurin
eitur í dag Claiborne.
Egin meldiøsur rokkur
Claiborne spælir eitt
slag av rættiliga meli-
diøsum rokki, poppi
ella málmi. Tú hoyrir
bólkar sum Paradise
Lost, Tim Christensen
og System Of A Down
aftur í tónleikinum.
Samstundis dregur
klaver spæli hjá Remi
tankarnar til klas-
siska málmsbólkin
Savatage. Í stuttum
kann tónleikurin sigast
at vera okkurt slag av
málmi, settur út og
spældur, sum um tað
var poppur - ein stutt-
lig og egin blanding.
Head High EP
Bólkurin hevur gjørt
eina EP við fimm
løgum., ið eitur Head
High. Hon verður í
hesum døgum útgivin
í Føroyum av TUTL.
Fløgan fæst eisini til
keyps á heimasíðuni
hjá bólkinum www.
claiborne.dk.
Rúni og Remi hava
búð í Danmark, síðan
Remi var smádrongur
og Rúni ungur tan-
náringur. Tí hevur
eisini størsti partur av
tónleikalívinum hjá
teimum báðum verið
í Danmark. Men Rúni
var ein virkin viðleikari
í menningini av føroys-
ka tungmálmspallinum
fyrst í nítiárunum
Settu fingramerkið á
føroyska tónleikapallin
Hann spældi gittar
og sang í bólkinum
Epitaph, ið m.a. hevði
eina minniliga framfør-
slu í tónleikakapping
í Sjónleikarhúsinum í
1993. Í Epitaph spældu
fleiri tónleikarar, ið eru
vorðnir kendir í øðrum
bólkum seinni. M.a.
Jákup Pauli Gaard
Olsen úr Hatespeech,
ið spældi gittar, og
Hanus Midjord úr
Oblivion, ið spældi
bass.
Størsta framførslan
hjá Remi á føroyska
tónleikapallinum var á
eini Ólavsøkukonsert,
tá hann avloysti
sum bassleikari í
Hatespeech.
Ungum makrelum
Remi búi miðskeiðis í
90’árunum í Føroyum
eitt ár. Tá spældi hann
í bólkinum Mind,
saman við Rasmusi
Rasmussen, Rólant
av Reyni, Sveini
Gaard Olsen og Jens
Virgari Jakobsen.
Hesin bólkur varð eftir
nakrar útskiftingar í
manningini til Happy?
og broytti síðan navn
til Makrel. Men tá var
Remi langt síðan flut-
tur til Danmarkar aftur.
Danskur málmur
Upprunin til Claiborne
liggur í bólkinum
Epitome. Rúni greiðir
frá: “Tá eg flutti niður,
byrjaði eg at spæla í
Epitome, sum sangari
og solo-gittaristur.
Remi kom við í bólkin
sum bassleikari nøkur
ár eftir hetta.” Epitome
spældi harðan tung-
ella deyðsmálm,
og var ein virkin
bólkur í náttarlívinum
í Keypmannahavn. Í
1995 vann bólkurin
kappingina Rock Træf.
Í 1996 gjørdist Remi
sangari, og Rúni
fekk nýtt alla sína
orku til leiklutin sum
gittarleikari. Í 1998
gav Epitome einastu
útgávuna út, fløguna
Promotion #1. Rúni
sigur, at bólkurin
seldi eini 200 eintøk í
Føroyum.
Fóru hvør til sítt
Eftir 5 ár gavst
Epitome, stutt fyri
aldarskiftið. Remi
og Rune vildi heldur
arbeiða tónleiki á
teldu, meðan Rúni og
Kenneth fóru upp í
bólkin Korn Jam, har
Jákup Pauli Gaard eitt
tíðarskeið var sangari.
Kenneth og Rúni
spæla enn við Korn
Jam, ið bert spælir løg
hjá amerikanska rok-
kbólkinum Korn.
Vilja sleppa til Føroyar
Fyri nøkrum árum
síðan fann bólkurin
saman aftur undir
navninum Claiborne,
og hevur síðan tá
spælt løg, ið Remi
og Rune hava
skrivað. Í summar
skal bólkurin spæla á
Samsøfestivalinum,
men Rúni leggur
heldur ikki skjól á, at
bólkurin hevur sett
seg í samband við
føroysku festivalirnar í
vón um at sleppa heim
til Føroyar at spæla.
Enn er tó einki konkret
komið í lag á hesum
øki, sigur Rúni. Men
sigur, at vónirnar ikki
eru heilt so ringar, fyri
at okkurt kemur í lag.
einki hevði við kontri
at gera, men heldur
minti um amerikanskar
rokkbólkar sum Tesla.
Annarleiðis lániløg
Bólkurin skuldi spæla
rættiliga leingi hetta
kvøldið, og tí vóru
eisini útvald lániløg á
skránni, tó øll spæld í
Claiborne útgávum.
Her var Unforgiven
hjá Metallica kanska
lagið, ið tyktist at vera
mest upplagda av
lániløgunum. Meðan
rokkútgávur av Money,
Money, Money hjá
ABBA, Confide In Me
hjá Kylie Minogue og
Never Ending Story
hjá Limahl, vóru
heldur forkunnugar.
ABBA lagið var meira
stuttligt enn gott.
Meðan bæði Confide
In Me og Never Ending
Story riggaðu sera
væl.
Mangla pondus
Visuelt hevur bólkurin
als ikki sama pondus
sum á ljóðsíðuni.
Her er serliga Remi
ein trupulleiki. Hann
stendur við sítt
keyboard og syngur,
og sær fittur út. Men
hann hevur ikki serliga
nógv stjørnukarisma,
og kemur ikki serliga
væl útum pallkantin
visuelt. Hetta er synd
tí røddin er góð, men
hann líkist meira
einum telduforritara
ella verkfrøðingi enn
einum rokk guði.
Okkurt av løgunum er
heldur ikki betur enn
næst best, her var
kanska serliga lagið
Traveller munandi
verri enn hini. Men
samanumtikið vóru
bæði løg og framførsla
sera góð
Vóna at sleppa til Føroyar
Mynd: Símun Jóannesarson