hósdagur 15. juni 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sugababes er fremsti
enski gentubólkurin
í løtuni. Tríggjar
kvinnur, sum hava
selt fimm milliónir
fløgur, hava havt fýra
fyrstapláss á enska
hitlistanum, og sum
spæla kring alt Europa.
Fríggjakvøldið í síðstu
viku vóru tær komnar
til Keypmannahavnar,
har Tivoli hvørt fríg-
gjakvøld hevur konsert
við donskum ella
útlendskum bólki.
Áhugin fyri
Sugababes var sera
stórur, tí eini 40.000
fólk høvdu leitað
sær í Tivoli at síggja
og hoyra ensku
kvinnurnar. Onkuntíð
hava verið fleiri fólk
til konsert í Tivoli,
men hetta var eitt av
teimum heilt stóru
tiltøkunum.
Konsertirnar í Tivoli
eru eitt sindur serligar.
Samstundis sum
tónleikurin ljómar
av pallinum, hugna
fólk sær í tornum,
í rutsjubanum og
aðrastaðni., men
onkursvegna ber tað
væl til at hava góðar
konsertir har.
Soul og poppur
Tónleikurin hjá
Sugababes er eitt
bland av soul og
poppi. Nógva av
tónleikinum er rími-
liga friðarligt, og tað
hoyrdist aftur í Tivoli
hetta kvøldið. Onkrar
løtu vóru smákeðiligar,
meðan tær tríggjar
kvinnurnar dansaðu
við røddunum omaná
róligum og tungum
rútmum. Søtur
soultónleikur, sum
kanska riggar betur á
eini fløgu enn á palli til
júst hesa konsertina.
Men so vóru eisini
glottar, tá ið tær sungu
sínar meira lívligu
poppsangir, sum fólk
kenna aftur. Ikki minst
er sangurin Push The
Button eitt ordans
hitt, og sangurin var
eisini tað, sum fólk
helst vildu hoyra.
Pallurin í Tivoli er sera
stórur, og tað er líka
við, at tónleikararnir
á pallinum hvørva
eitt sindur. Stórskíggi
er við síðuna av
pallinum, og til eina
konsert við Sugababes
er ein slíkur skíggi
eitt must. Tað røk-
kur ikki heilt, at fólk
bara hoyra tónleikin
og so síggja nakrar
kvinnur langt burturi
á einum stórum palli.
Sugababes skulu ikki
bara hoyrast, tær
skulu eisini síggjast,
og tí tænti stórskíggin
sínum endamáli.
Einki show
Tær tríggjar kvinnur-
nar í Sugababes
syngja sera væl.
Tónleikurin er væl
samansettur, og tey
bestu poppløgini hjá
teimum fanga veruliga
fólk.
Hinvegin plaga
gentubólkar av
hesum slagi at hava
eitt stórt show, sum
skal fylgja saman við
rútmum og røddum,
men Sugababes
gjørdi ikki ov nógv av
við showinum. Tær
dansaðu og fluttu
seg runt á pallinum,
høvdu hampuliga
gott samband við
áhoyrararnar frammi
við pallin, men annars
var ikki nógv annað,
sum kundi imponera
av pallinum.
Til onkrar sangir
stóðu tær tríggjar lið
um lið og sungu, og tá
tóktist pallurin verða
ov stórur til bólkin.
Sugababes eru
eitt heitt navn á
europeiskum hitlistum,
og tær hava veruliga
nakrar framúr
góðar poppsangir.
Sjónbandaløgini
hjá teimum eru
eisini hugtakandi og
fangandi, men kanska
er tað har, at tær
fyrst og fremst kunnu
hugtaka.
Á eini konsert er
bólkurin góður, men
ikki framúr góður.
Søtt frá Sugababes
Sugababes spældu fyri eini 40.000 fólkum í Tivoli í Keypmannahavn fríggjakvøldið. Sjálvandi var megahittið Push The Button millum sangirnar, sum
bólkurin spældi
Konsert
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Óvanliga stór mannfjøld var møtt upp í Tivoli í
Keypmannahavn fríggjakvøldið, tá ið enski gentubólkurin
Sugababes fór á pallin. Tær bjóðaðu soul, popp og eitt
risahitt, men í løtum var konsertin smákeðilig