hósdagur 15. juni 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Hít til kvinnur
n Enn eru p-bollar ikki komnir til menn,
men nú er ein hít komin á marknaðin til
kvinnur.
Nýggja hítan líkist einum posa og er
nógv størri enn ein vanlig hít til menn.
Nýggja hítan skal setast upp í klovuna hjá
kvinnuni og festast við tveimum ringum.
Enn hevur eingin á Planet.fo roynt nýggju
hítuna, men á pakkanum stendur, at hon
er løtt at brúka.
Hítin góð gitnaðarfyribyrging
Planet kannar hítur
Hvussu nógv vatn passar
í eina hít? og hvussu ofta
kann ein stinga eina hít
við gaffli, uttan at hon fer
á hol?
Hesar týdningarmiklu
spurningar hava vit á
Planet kannað.
Vit valdu fimm sløg av
hítum og togdu, stungu
og blástu alt, vit orkaðu.
Extra
Vit
taldu
til
100 ferðir – so
tímdu vit ikki
meira
Hálvan undirar-
min
1,3 metrar long
96 cm
12 litrar
Durex
14 ferðir áðrenn
hon skrædnaði
Hálvan
undirar-
min
1,8 metrar long
72 cm
RFSU
23 ferðir
Hálvan undirar-
min
1,5 metrar long
132 cm
6,5 litrar
Plan
21 ferðir
Upp til albogan
1,4 metrar long
minst
130
cm
(skrædnaði ikki)
7 litrar
Femidom
11 ferðir (men
er ikki gjørd úr
sama tilfari sum
hinar)
Upp á hondina
Ber ikki til at
blæsa í
Ber ikki til at
toyggja
Stinga við gaffli
Draga upp á armin
Blæsa luft í
Toggja
Fylla vatn í
n Egyptar sigast at hava brúkt hítir fyri
langari tíð síðani fyri at verja seg ímóti
sjúkum og smákyktum.
n Fyri 2000 árum síðani nýttu kinverjar
hítir úr silkipappíri.
n Í 14. øld nýttu japanesarar hítir úr
leðri
n Tá syfilis gjørdi um seg í 16.øld vóru
hítir úr toyi nýttar í hópatali.
n Toyi varð skjótt skift út við fiska-
bløðrur og blindgørn hjá svíni. Tær
vórðu gjørdur við hond og sera dýrar.
Hinvegin vóru hítirnar góðar, tí tær
kundu nýtast aftur og aftur.
n Í 19. øld vóru hítir mettar at vera
ókristiligar, tó vóru tær nýttar í loyn-
dum.
n Í 1844 vórðu tær fyrstu híturnar
úr gummi gjørdar, men bert tey ríki
høvdu ráð at keypa tær.
n Í dag eru hítir úr gummi tunnari,
bíligari og betri enn nakrantíð.
Ein hít kann nýtast av øllum. Við
sáðlát savnar hítin sáðið hjá man-
ninum og verjir tískil móti óynsktum
gitnaði.
Ein hít er úr tunnum gummi (latex).
Hon skal smoyggjast á limin innan
samlegu og skal sita á alla samle-
guna. Hítir hava ymisk snið, stødd,
tjúkd, lit, smakk og kunnu somuleiðis
fáast við kremi. Til teirra, ið ikki tola
latex, eru eisini hítir úr øðrum tilfari.
Fyrimunir við at nýta hít
n Veitir 97% tryggleika móti óynsk-
tum gitnaði, um hon verður brúkt á
rættan hátt.
n Verjir ímóti kynssjúkum.
n Hon er bílig og løtt at fáa hendur á.
n Gevur sjáldan hjáárin.
Vansar við at nýta hít
n Kann skrædna ella glíða av undir
samlegu.
n Onkur er ovurviðkvæmur fyri
hítum.
n Kenslusemi í eini samlegu við hít
er minni hjá nøkrum.
Fakta um hítina