hósdagur 15. juni 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Courtney Cox,
ið heimurin
best kennir
sum Monicu úr
Friends, er
næsta Friends
stjørnan, ið
fær sína egnu
sjónvarpsrøð.
Frammanundan
hevur
Matt Le Blanc røðina
Joey. Røðin hjá Cox
eitur Dirt, og í henni
spælir hon blaðstjóri
á einum slatriblaði.
Umframt høvuðsleiklutin
skal Courtney Cox eisini
vera framleiðari av
sjónvarpsrøðini saman
við manni sínum David
Arquette. Upptøkurnar
byrja
í
næstum
og
fyrstu partarnir koma
á sjónvarpsskíggjan í
heyst, skrivar danska
TV2 á heimasíðu síni.
TV2 veit eisini at
siga, at verkætlanin
hevur
skapt
eitt
sindur av ónøgd millum
hini fimm úr Friends,
tí Cox brúkti tey
í síni research til
pilotsendingina
av
Dirt.
Hon
skrivaði
yvirdrivnar
og
ófantaligar
søgur
um
tey.
Hetta
var
eina løtu dekan ov
nógv av tí góða fyri
fyrrverandi vinirnar.
Men tey eru sambært
keldum øll vorðin væl
aftur.
Vinn eina date við David
Fyrrverandi boyband stjørnan David
Pepke úr C-21 spælir umborð á Norrønu á
Ungdómstúrinum ’06. Nú fær ein heppin
genta møguleikan at sleppa á eina date við
David. Tað er Planet.fo í samstarvið við Smyril
Line, ið skipar fyri date’ini, ið verður umborð
á Norrønu á Ungdómstúrinum ‘06. Date’in
umfatar umframt ein romantiskan døgurða
saman við David, ein gongutúr á dekkinum og
ein romantiskan dans við fittliga dananum, ið
sigst at duga væl at dansa. Harumframt fær
vinnarin ein ferðaseðil til Ungdómstúrin við
gisting í Couchett.
Fyri at luttaka í kappingini skalt tú vera fylt
átjan ár, vera konufólk og hava hug til at fara
á date við David. Tú skalt síðan senda eitt
teldubræv til planet@sosialurin.fo og greiða
frá, hví júst tú skalt sleppa á date við David.
Tað verður David sjálvur, ið lesur teldubrøvini
og velur vinnaran. David dugur nøkurlunda
at lesa føroyskt, men um tú vilt, at hann
skal skilja alt teldubrævið, er best at skriva
tað á donskum. Royni at vera skikkiligar og
sømiligar í teldubrøvunum. Freistin at senda
inn teldubrøv er á miðdegi mánadagin 19.
juni.
David hevur síðan hann einaferð hevði
eina føroyska damu, verið púra forliptur í
føroyskum konufólki. Hann segði í samrøðu
við planet.fo, at tá C-21 í fjør vitjaðu í
Føroyum fór hann í býin at dansa tað eina
kvøldið, og tað er ótrúligt, at so nógvar vakrar
gentur kunnu vera á einum so lítlum øki.
Hann legði dent á at tær vóru festligar og
fittar, men samstundis eisini skikkiligar. Tí var
hann eisini beinanvegin tilreiðar tá planet.fo
í samstarvi við Smyril Line skutu upp, at ein
heppin lesari skuldi sleppa á date við honum.
Courtney Cox
í skittinum
Vinirnir úr Friends hildu als ikki, at tað var
stuttligt at Cox gjørdi gjøldur við teimum í
pilotsendingini av Dirt.
Courtney Cox verður aftur á sjónvarpsskíggjanum
í heyst í sjónvarpsrøðini Dirt
Tungmálms
sangarar
hjálptu Korn
Korn
oddamaðurin
Jonathan
Davis
gjørdist
álvarsliga
sjúkur
dagin
fyri,
at
bólkurin
skuldi
á pallin á bretska
Download festivalinum
í vikuskiftinum. Davis
endaði á sjúkrahúsinum
við
álvarsligari
blóðsótt,
ið
kundi
havt beint fyri honum,
var hon ikki funnin í
røttum
tíma.
Hevði
hann fari á pallin,
runnið runt og head
banga, so kundi hann
smollið um við eini
heilabløðing.
Restin
av
bólkinum
meldaði
tó
ikki
avboð
til
Download
festivalin,
har
Korn
var
eitt
av
høvuðsnøvnunum.
Í
samráð við Jonathan
Davis
spældi
Korn í staðin við
gestasangarum
úr
bólkunum
Slipknot,
Devildriver, 10 Years,
Skindred og Avenged
Sevenfold,
skrivar
Billboard.com.
Tungmálms-
sangarar
stóðu í
bíðirøð at
hjálpa,
tá Korn
knappiliga
manglaði
sangara.