Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-15, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ronaldo illa fyri Orð sum feitur og latur hava verið sett á brasilska Ronaldo, sum ikki gjørdi stórvegis um seg í fyrsta dystinum hjá landinum. Hvørt tað er samanhangur ella ikki, skal ikki sigast, men í gjár var Ronaldo ikki heilt væl fyri, skriva fleiri miðlar. Spælarin valdi at fara til læknakanningar, tí hann kendi seg ikki væl, men læknarnir kundu tó ikki staðfesta nakra sjúku. – Spælarin er væl fyri, og hann venur aftur í dag, eru boðini úr brasilsku landsliðsleguni. -mørk Eidur skrivað undir við Barcelona Fremsti íslendski fótbóltsspælarin, Eidur Smári Gudjohnsen, skrivaði í gjár undir við spanska stórfelagið, FC Barcelona. Talan er um fýra ára sáttmála við sponsku meistararnar og Champions League-vinnararnar, sum mugu rinda Chelsea 90 mió krónur fyri spælaran. Hetta er nógv tann størsti handilin, sum ein íslendskur spælari hevur verið partur av, og tað dupulta av tí, sum Chelsea fyri seks árum síðani rindaði Bolton fyri undirskriftina hjá Eidur. Eidur Smári er tann útlendski spælarin, sum hevur spælt næst flestar dystir fyri Chelsea. Hann hevur í 263 dystum skotið 78 mál, og tað er bert Gianfranco Zola av teimum útlendsku spælarunum, sum kann vísa á slík tøl í Chelsea-búnanum. -mørk Við knúsandi 4-0 sigrinum á Ukrainsku kontra-maskinuni staðfestu spaniólar, at teir eru óvanliga væl fyri í løtuni HM Bólkur H Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ferð eftir ferð eru spaniólar vónbrotnir farnir heim eftir eina miseydnaða HM- kapping. Hóast landið telur fleiri av sterkastu liðunum í heiminum, so gongur mest sum altíð galið, tá lands­ liðsfótbóltur er á skránni. Tað kann tað sjálvandi eisini gera hesaferð, men í fyrsta dystinum staðfestu spaniólar, at teir kunnu vera sera vandamiklir. Ukraina, sum í tryggum stíli við drepandi kontra- fótbólti vann sær veg til enda­spælið, hevði snøgt sagt ikki ein livandi kjans í dag. Longu eftir fyrsta góða korterinum var Spania á 2-0, og so var mest sum liðugt. Tað gjørdi tað ikki betri, at sveisiski dómarin tíðliga í seinna hálveiki gav Spania brotsspark. Og fyri at gera ilt verri, varð Vladislav Vashchuk rikin av vølli fyri eitt brot, sum hann ongan tíð hevði framt. Meðan Spania soleiðis vann tryggan sigur, var spenn­­ingurin stórur í hinum dystinum í bólki H. Tunis fekk her betru byrj­ anina, men við tveimum málum eftir steðgin vendu saudi arabar dystinum. Í evstu løtu fekk Tunis tó bjarg­ að sær einum stigi, so­­leiðis at teir enn eru væl við í kapp­ ingini um viðari lut­tøku. Tvær ferðir um Oyggjarvegin Leygardagin verður skipað fyri kapping í landavegssúkkling. Til samans skulu súkklast 90 kilometrar Startur og mál verða við vegin við plantusøluna í Havn, og haðani verður súkklað norður gjøgnum Kaldbakstunnilin, eftir Oyggjarvegnum og ti lHavnar aftur. Teinurin verður súkklaður tvær ferðir. -mørk Katrin rør í World Cup Katrin Olsen skal um vikuskiftið royna seg í lættvekts single- scullara tá World Cup stevna verður í Poznan í Pólandi. Í teldubrævi sigur Katrin, at hon er spent til uppgávuna. Hon hevur bara vant hetta slagið av róðri í tvær vikur, og tí kunnu trupulleikar standast av, um veðrið ikki er heilt eftir vild. Men fer hetta ikki at bila, metir hon seg hava møguleika at fáa eina góða tíð. Til ber at fylgja við róðrinum á heimasíðuni, www. worldrowing.com. -mørk Nr. 113 • hósdagur • 15. juni 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Týskarar vinna altíð Ævigu sannleiks­ orðini hjá Gary Lineker komu aftur til sín rætt, tá Oliver Neuville í yvirtíðini vissaði Týskalndi sigurin á Pólandi HM Bólkur A Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo »Fótboltur er eitt spæl, har 22 mans dystast móti hvørjum øðrum. Og har Týskland altíð vinnur at enda« Væl kendu orðini, sum Gary Lineker á sinni læt falla, vórðu aftur tikin fram, tá Týskland í gjár­ kvøldi basti Pólandi. Týskland hevði gjøg­ num tað nógva av dyst­ inum sera greiða yvirvág, og satt at siga, so trutu málmøguleikarnir ikki. Serstakliga var talan um einvegis ferðslu, eftir at pólverjar eitt korter fyri leiklok fingu mann riknan av vølli. Tað tóktist tó vera nyttu­leyst hjá Týsklandi, men í yvirtíðin bragdaði tó. David Odonkor kom ígjøgnum í síðuni, og tá hann sendi innfyri, var innskifti Oliver Neu­ ville fyrstur á, og so var fagnaður um allan leikvøllin. Sigurin merkir, at Týsk­ land er fyrsta landið, sum hevur spælt seg víðari úr bólkaspælinum. Óvildugur lækni til Rooney Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Fergu­ son, er í øðini, nú Ong­ land ætlar sær at nýta Wayne Rooney, tá teir í kvøld skulu spæla móti Trinidad & Tobago. Saman við felagnum hevur Ferguson hótt við endurgjaldskravi, um Rooney aftur verður skadd­ur, og tí skal spæl­ arin enn einaferð kann­ ast av læknum. Hesa ferð verður talan um óvild­ugan lækna, sum skal gera sínar metingar, soleiðis at eingin ivi skal vera um, hvørt spælarin er komin seg heilt eftir skaðan ella ikki. -mørk Stutt sagt HM-dystir Bólkur F Spania-Ukraina 4-0 (2-0) 1-0: Xabi Alonso, 13. 2-0: David Villa, 17. 3-0: David Villa (br.), 48. 4-0: Fernando Torres, 81. Tunis-Saudi Arabia 2-2 (1-0) 1-0: Zied Jaziri, 23. 1-1: Yasser Al Kahtani, 57. 1-2: Sami Al Jaber, 84. 2-2: Radhi Jaidi, 90. Bólkur A Týskland-Póland 1-0 (0-0) 1-0: Oliver Neuville, 90. Spaniólar í hopla Komandi dystir Bólkur A Dagur Kl. Dystur 15.06 14.00 Ecuador-Costa Rica Bólkur B 15.06 17.00 Ongland-Trinidad & Tobago 15.06 20.00 Svøríki-Paraguay Bólkur C 16.06 14.00 Argentina-Serbia & Montenegro 16.06 17.00 Holland-Fílabeinsstrondin Bólkur D 16.06 20.00 Mexico-Angola Við tveimum málum var David Villa ein av høvuðsleikarunum í knúsandi spanska sigrinum á Ukraina Mynd: Scanpix