hósdagur 15. juni 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
[ Nr. 113 - 15. juni 2006 ]
Byrjaðu ov illa
Krzysztof Popczynski duldi ikki fyri, at hann ikki var
nøgdur um samlaða avrikið, sum hansara spælarar
sýndu mikukvøldið.
– Tað ert tú jú sjáldan, tá tú tapir. Serliga fyri steðgin
haldi eg ikki, at vit spæla nóg væl, og málini tykjast
eisini vera úrslit av persónligum mistøkum, men eg vil
ikki peika nakran út her og nú.
– Eftir steðgin haldi eg tó, at vit spæla betri. Tá vísa
spælararnir tann hugburðin, sum roknast kann við,
men vit klára tó ikki at venda gongdini. GÍ hevur jú
eina serstakliga góða verju, og teir eru vist eisini tað
liðið, sum hevur latið fægst mál inn, og tá er ikki lætt
at koma aftur.
Seinastu vikurnar hevur HB-venjarin vekslað nógv
millum ymsu spælararnar. Kanska nóg so náttúrligt,
nú skráin hjá HB er somikið strævin, men hetta er tó
ikki týdningarmesta orsøkin sambært venjaranum.
– Sjálvandi er skráin hørð. Sunnudagin spæla vit í
Letlandi og mikukvøldið er dystur í Klaksvík, so tað
kostar nógvar kreftir. Hinvegin, so havi eg nógvar
góðar spælarar í hópinum, og eg vil halda hesar í
góðum formi. Og besti hátturin at gera hetta, er at læta
menninar spæla dystir, heldur HB-venjarin.
-mørk
Framvegis ein í senn
GÍ-spælararnir vóru sum vera man sera væl nøgdir, tá
teir komu úr skiftirúminum í HB-húsinum. Fyri fleiri
teirra var talan um fyrsta sigurin í Gundadali yvirhøvur,
og sum bonus førdi hesin sigurin oddasessin við sær.
– Um tú spyrt meg, nær vit vunnu her seinast, so
veit ikki heilt. Men tað skal eingin ivi vera um, at vit
komu her eftir sigrinum, segði Áslakur R. Petersen.
Tað sá út til, at tit løgdu hart út í eini roynd at taka
HB á bóli?
– Ja. Og tað var eisini ætlanin. Vit vildu taka teir
hart og kontant, og tað haldi eg eisini eydnaðist sera
væl fyri steðgin.
Tit hava støðugt tosa um at taka ein dyst í senn,
men nú eru tit so fremstir. Er tað ikki nakað, sum tit
onkursvegna byrja at hugsa um?
– Tað gera vit kanska onkra staðni í bakhøvdinum,
men tað er so ikki ætlanin. Vit taka framvegis ein dyst
í senn, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur.
Eru vit framvegis fremstir, tá 27 umfør eru farin,
kunnu vit kanska tosa um FM!
-mørk
Fyrsti tveymálsskjúttin
Hóast oddalið ofta hava onkran málslúkin á liðnum,
so er GÍ nakað ótypiskt í so máta. Soleiðis er Gunnar
Nielsen fyrsti GÍ-spælarin, sum hevur skotið meira
enn eitt mál í sama dysti higartil í ár.
Og yvir høvur eru málini hjá GÍ sera javnt býtt.
Ikki færri enn 13 spælarar hava skotið tey 21 málini,
sum liðið hevur fingið í landskappingini. Av hesum
hevur Gunnar nú skotið fimm.
-mørk
Svimjikapping í Danmark
Føroyskir svimjarar tóku herfyri lut í donsku DÅM2006
kappingini. Frá venjarunum á ferðini verður sagt, at føroysku
svimjararnir stóðu seg heilt væl, og fremstu føroysku
svimjararnir vóru avgjørt ikki langt aftan fyri teir bestu í
Danmark.
Tann føroyingurin, sum stóð seg best, var Høgni Miné
Rasmussen úr HS, sum vann kappingina í 200 metra rygg,
meðan talan gjørdist um silvur á 100 metra teininum.
-mørk
GÍ er nýtt oddalið í
Formula-deildini.
Gestirnir vóru
bæði grammari og
skilabetri, tá teir
mikukvøldið sendu
eitt ókonsentrerað
HB-lið av odda
sessinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kontrastirnir vóru øgi
ligir, tá dómarin hevði
bríkslað fyri seinastu ferð.
Gøtumenn
hálsfevndust
og runnu yvir til trúføstu
áskoðararnar.
Vertirnir
høvdu hinvegin ongan hug
at taka lut í fagnaðinum.
Teir vistu – sum var – at
teir høvdu mist oddasessin,
og allir sum ein gingu teir
at kalla beina leið inn í
skiftisrúmið.
Sum so høvdu teir í HB
eisini alla orsøk at vera
ónøgdir. Fyrst og fremst tí
teir høvdu mist oddasessin,
men eisini tí tapið í fleiri
mátar taldist millum tey
heldr óneyðugu. Óneyðugt,
tí talan í báðum førum var
um persónligar villur, tá
Gunnar Nielsen skeyt tey
bæði GÍ-málini, og kanska
serstakliga tí viljin hjá
spælarunum at vinna og
stríðast ikki gjørdist sjón
ligur, fyrr enn ov seint var.
Grammir
Tá hetta er sagt, so skal tó
leggjast afturat, at gøtumenn
avgjørt spældu síni kort
rætt. Frá fyrsta bríksli løgdu
teir seg høgt upp á HB-
liði, soleiðis at eitt veruligt
trýst kundi skapast. Hvørt
tað var vantandi virðingin
frá mótstøðuni, ella um
tað bara var kalda lotið og
regnið, ber illa til at siga,
men í øllum førum trivust
HB’arnir sera illa fyrstu trý
korterini.
Bólttapini á miðvøllinum
vóru óvanliga nógv í tali,
og í verjuni vóru villur
ella beinleiðis sjusk í fleiri
førum um at kosta fleiri
enn tær báðar ferðirnar,
sum GÍ fekk mál upp á.
Fyrru ferðina var Svenn F.
Jacobsen alt annað enn ansin
við bóltinum, og tá Gunnar
so slapp at reka og reka og
reka, sendi hann flatt í netið
av brotsteigarmarkinum.
Seinnu ferðina var Ras
mus Nolsøe óskettin við
avlevering, og so streyk
argentinin aftur avstað.
Hesa ferð fekk Tróndur
Vatnhamar í fyrstu syftu
sligið skotið á stólpan. Í
aðru atløgu stóð maður
á strikuni at verja fyri
skotinum frá Símun Louis
Jacobsen, men í triðju
royndini beyð ikki bøtur.
Skilagóðir
Í løtunum upp til seinna
GÍ-málið, var HB annars
byrja at trýsta GÍ, men
sjáldan gjørdist talan um
vandamikið trýst. Einamest
tí gøtumenn í Magna Jarn
skor, Sámal Joensen og eis
ini Kaj Ennigarð áttu menn,
sum alla tíðina megnaðu
at halda høvdið kalt. Tí
kundi bólturin ofta spælast
– heldur enn sparkast – úr
trýstinum, og alt annað
líka verður andarúmið hjá
verjuni tá nakað væl størri.
Beint undan steðginum
fekk HB gyltan møguleika
at koma aftur í dystin,
men einsamallur við mál
verjanum skeyt Jákup á
Borg alt ov spakuliga, og
tí kundi bólturin ruddast,
áðrenn hann rullaði um
strikuna.
Eftir
steðgin
dúvaði
GÍ skilliga meira upp á
verjupartin og kontraálop.
HB-GÍ 1-2 (0-2):
Verjuvillur kostaðu
GÍ
HB
HB-GÍ 1-2 (0-2)
Dómari: Dagfinn Olsen
HB: Tróndur Vatnhamar – Mortan úr Hørg, Svenn F.
Jacobsen (Johan Ejvind Mouritsen, 85.), Rasmus Nolsøe,
Janus M. Joensen – Rókur av Fløtum Jespersen, Kári
Nielsen, Emil N. Leifsson (Páll M. Joensen, 85.) – Jákup á
Borg, Jovan Radinovic-Panic, Tór-Ingar Akselsen (Hendrik
Rubeksen, 74.)
Gult kort: Svenn F. Jacobsen
GÍ: Geza Turi – Sam Jacobsen, Kaj Ennigarð, Niclas
Niclasen, Magni Jarnskor – Símun Louis Jacobsen (Poul
Andrias Jacobsen, 89., Áslakur R. Petersen, Sámal Joensen,
Hans Jørgen Djurhuus – Gunnar Nielsen (Sverri Jacobsen,
79.), Poul Arni Jacobsen (Erling Jacobsen, 57.)
Gult kort: Símun Louis Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus
FAKTA UM DYSTIN